Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eyðun Nolsøe er gam- al í garði innan før- oyskan tónleik. Bæði við Frændum, við Terja Rasmussen og á egnum beinum hevur hann verið virkin á palli og á fløgu. Nú roynir hann seg aftur og hesaferð í Prixhøpi við sera sterkari manning afturat sær PRIX Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo Eyðun Nolsøe verður eitt av nøvnunum í Prix Føroy- ar undanumfarinum um vikuskiftið. Hann hevur sterka manning afturat sær, nevniliga superbólkin Showmenn. Eyðun sigur, at hann og Showmenn hava vant dúgliga, bæði í Suðuroynni, har Eyðun nú heldur til, og eisini norðan- fjørðs. Fleiri ferðir hevur manningin verið saman og vant hevur verið frá morg- unstundini. Nýtt tilfar - Eg havi ligið inni við ein- um yvirskoti av nýggjum tilfari,m.a. tí eg ikki havi verið við á nakrari útgávi síðani ár 2000, tá fløgan Eyðun og Terji kom út. Eg helt tað vera stuttligt at royna tilfarið og hetta er frálíkt høvi, sigur Eyðun, sum hevur valt 5 løg og so hava hann og restin av manningini í felag lagt til- rættis. - Eg havi longi hugsað um manningina í Show- menn. Tað riggar stak væl hjá teimum og tá teir eisini koyra uttan kassaguitar, so hóskar hetta sera væl til mín og eg felli lætt inn. Teir eru sera góðir tónleik- arar, sum eg longi havi havt í huganum, um eg skuldi farið undir okkurt. Teir eru góðir, men eg eri eisini bilsin og fegin um teirra arbeiðsemi og arb- eiðsgleði í samband við at arbeiða við mínum tilfari og í samband við venjing, sigur Eyðun. Spurdur, hvørt tilfarið er sum vit kenna tað frá hon- um, sigur hann, at hann hevur ilt við at døma sjálv- ur, men at manningin sigur gott fyri tí, so Eyðun er nøgdur. Rátt Viðvíkjandi tónleikaslag sigur Eyðun, at hann og manningin hava roynt at gera tað øðrvísi hesaferð. - Vit hava roynt at leggja so tilrættis, at talan er um ein nýggjan Eyðun. Vit hava roynt at gera tíðar- hóskandi útsetingar. End- urnýggjan er eitt lyklaorð, tá ein fæst við tónleik og yvirhøvur er skapandi. Eg veit ikki hvørt hetta er eydnast, men talan er um rocktónleik og tað segði eg eisini beinanvegin við manningina, at so skuldi tað verða.Men sjálvandi kann eg ikki gera nakað, sum er fjart frá mær sjálv- um, so Eyðuni Nolsøe líkt, so er talan um melodiøst tilfar, men rock-kent, sigur Eyðun Nolsøe. Gera sítt besta - Ein eigur at vera lítillátin, tá ein skal meta um vónir og tað ein væntar av slík- ari kapping. Eg dugi heldur ikki at siga so nógv um vónirnar fyri at koma víð- ari, tí eg kenni ikki hinar bólkarnar. Vit mugu bara gera okkara besta og taka tað harfrá. Meira kunnu vit ikki gera.Tað ræður um at vera væl fyri og gera sítt besta, sigur Eyðun. Um umførini, sum hava verið, sigur hann, at nógv gott hevur verið at hoyra. Eyðun hevur fylgt við í út- varpi og á netinum. Hann hevur t.d. lagt til merkis SIC, Side Effect og Makrel, men annars hevur hann til tíðir undrast á úrslitini, sum dómarar eru komnir til, men hann ásannar samstundis, at tað at døma als ikki er nøkur løtt uppgáva. – UPPTAKT TIL 3. UMFAR – ENDURNÝGGJAN ER EITT LYKLAORÐ Síðani bólkarnir, sum vórðu kosnir at taka lut í Prix Før- oyum, vóru almannakunn- gjørdir, eru onkrar broyt- ingar gjørdar. Í triðja um- fari er broytingin tann, at bólkurin The Dreams av serligum orsøkum hevur givið avboð til kappingina, og avloysari er bólkurin Ind- ia úr Eysturoynni. Eisini í fjórða og seinasta umfari er ein broyting. Har er bólkurin hjá Karl Anton Klein, onkikanndiskuter- ast.altkann, komin við fyri annan bólk, sum mátti geva avboð. Karl Anton, sum rockaði og rullaði við berum bibbum í Fuglafirði fyri tveimum árum síðani, kann sostatt upplivast aftur hesaferð INDIA FYRI DREYMARNAR – Eg havi ligið inni við einum yvirskoti av nýggjum tilfari, millum annað tí at eg havi ikki verið við á nakrari útgávu síðani 200. Eg helt tað vera stuttligt at royna tilfarið, og hetta er frálíkt høvi, sigur Eyðun Nolsøe