Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Prixið er í ár skipað við fýra innleiðandi kapping- um, har tveir bólkar koma víðari til eina hálvfinalu. Frá hálvfinaluni verða tríggir bólkar valdir til fin- aluna í Prixnum, sum verður partur av nýggja tiltakinum, Atlantic Music Event. Øll tey innleiðandi umførini verða í Fugla- firði, hálvfinalan verður á Tvøroyri og finalan í Norðurlandahúsinum í Havn. 1. umfar, 4. feb. kl. 20.00 Go Go Blues · Paradox Dimmi · SIC · DejaVu Lama Sea 2. umfar, 12. februar Ph 5,5. · Side Effect All that Rain · Makrel Róp · MMM 3. umfar, 26. februar Eyðun Nolsøe · Lawetz ROK · Direct Level Frostbit · India 4. umfar, 5. mars Braquet Kristleif Zachariasen Synarchy · EGR2PLZ Terji Rasmussen Band onkikanndiskuterast.alt- kann Hálvfinala, 2. apríl Í hálvfinaluni verða tveir teir bestu bólkarnir frá hvørjum innleiðandi um- fari. Burtur úr teimum átta bólkunum, skulu tríggir teir bestu veljast til finaluna. Finala, 23. apríl Finalan í Prixnum verður partur av galla-tiltaki- num, sum verður kallað Atlantic Music Event. Tríggir bólkar kappast um endaliga sigurin í Prix- num. Umframt finaluna verða aðrar tónleikafram- førslur eisini. Nýggir sangir Í øllum teimum innleið- andi umførunum verður spælitíðin í mesta lagi 20 minuttir og í minsta lagi 15 minuttir. Tveir triðing- ar av spælitíðini skulu bólkarnir spæla sangir, sum ikki eru givnir út áð- ur. Ferðsamband Bussar koyra í sambandi við øll tey innleiðandi um- førini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bussar koyra úr Vestmanna, Sundalag- num, Eiði, Toftum, Strondum og úr Havn. Harafturat siglir strand- faraskipið Sam úr Fugla- firði til Klaksvíkar eftir tær innleiðandi kapping- arnar, um nóg stórur áhugi er fyri hesum Serlig atgongumerki til Prixið og ferðaseðil til Sam fáast á Kunningarstovuni í Klaks- vík. Á heimasíðuni hjá Prix Føroyum - www.prix.fo - eru fleiri upplýsingar um ferðasambandið. – Tá tað snýr seg um skíggjan, hava vit valt at raðfesta hálvfinal- una og finaluna í Prix Føroyum, men saman- umtikið halda vit, at dekningurn av kapp- ingini er góður, og at okkara ískoyti er tað sama, sum tað plagdi at vera, sigur Ivan Niclasen, leiðari fyri mentanardeildina í Sjónvarpinum SJÓNVARP Eyðun Klakstein, eydun@sosialurin.fo Prix Føroyar tónleikakapp- ingini hevur í ár ikki verið so sjónlig á sjónvarpsskíggja- num, sum hon plagdi at verða. Vanligt var, at Sjón- varpið gjørdi sendingar frá hvørjum umfari til hyggjar- arnar kring landið. Hesaferð er dekningurin øðrvísi. Sjónvarpið hevur sent lítið og einki tilfar í sjónvarpinum, men haraft- urímóti hevur Sjónvarið framleitt sjónvarpstilfar, sum tað ber til at síggja umvegis internetið – net- varp, tey kalla. Hetta hevur fingið tón- leikarar og onnur at finnast at SvF, tí tað ikki vil gera vanligu sendingarnar um Prixið, men í Sjónvarpinum halda tey, at dekningurin av stóru tónleikakappingini, sum Sjónvarpið sjálvt er við til at fyrireika, er góður. – Eg skilji tey, sum vilja hava Prix Føroyar á sjón- varpsskíggjan, og tað allar- besta hevði helst verið at sent bæði í sjónvarpinum og á netinum. Men vit hava valt at gjørt tað øðrvísi hesaferð, og eg haldi, at fólk fáa somu tænastuna, sum tey plagdu at fáa, sig- ur Ivan Niclasen, leiðari fyri mentanardeildina í Sjón- varpinum. Skjótari út við tilfari Sjónvarpið hevur síðani Prix Føroyar tónleikakappingin byrjaði verið sera virkið í kappingini, og øll árini hava tað verið gjørdar sendingar um tey innleiðandi umførini. Hyggjarar hava gjøgnum árini sæð Per Højgaard, Johan í Kollafirði og Trónd Vatnhamar fylgt kappingini. Sjónvarpið hevur eisini hesaferð upptøkumann og reportara til hvørt innleið- andi umfar í Prix Føroyum, men tilfarið kemur ikki á sjónvarpsskíggjan í sama mun sum áður. Nú verður internetið brúkt til at seta innsløg, prát og tónleik. – Vit fáa tilfarið skjótari út til hyggjararnar við net- varpinum, og vit vita, at okkara málbólkur, sum er tey ungu, brúka nógv inter- netið. Hinvegin er innihaldið tað sama, sum tað var í sjónvarpssendingunum, og tí fáa fólk tann sama dekn- ingin, men bara á ein annan hátt, sigur Ivan Niclasen. – Tølini vísa, at tað eru nógv, sum hyggja eftir net- varpinum, og hetta er við til at geva okkum nakrar áhugaverdar royndir við netvarpi, sum vit kunnu brúka í framtíðini. Prixið kemur á skíggjan Sjónvarpið hevur síðstu vik- urnar havt nógv stór tiltøk á skránni, sum eisini hava gjørt tað trupult at gera vanligu Prix-sendingarnar. Fólkatingsvalið og finalur í hondbólti og flogbólti rendu seg beint í Prixið, men leið- arin fyri mentanardeildina hjá Sjónvarpinum leggur tó dent á, at talan er fyrst og fremst um eitt val hjá Sjón- varpinum at dekka kapping- ina á ein nýggjan hátt. Prixið kemur tó á skíggj- an seinni. Sjónvarpið fer at verða við til hálvfinaluna, sum verður í Trongisvági, og so eisini til stóran final- una – sum nú verður ein hending, eitt event – har vinnarin í kappingini skal finnast. – Tá tað snýr seg um skíggjan, hava vit valt at raðfesta hálvfinaluna og fin- aluna í Prix Føroyum, men samanumtikið halda vit, at dekningurn av kappingini er góður, og at okkara ískoyti er tað sama, sum tað plagdi at vera, sigur Ivan Niclasen. SJÓNVARPIÐ RAÐFESTIR ENDASPURTIN – Vit fáa tilfarið skjótari út til hyggjararnar við netvarpinum, og vit vita, at okkara málbólkur, sum er tey ungu, brúka nógv internetið. Hinvegin er innihaldið tað sama, sum tað var í sjónvarpssendingunum, og tí fáa fólk tann sama dekningin, men bara á ein annan hátt, sigur Ivan Niclasen, mentanarleiðari í Sjónvarpinum