fríggjadagur 25. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Signar í Homrum fer
nú at royna seg aftur í
Prix Føroyum. Tvær
ferðir í 90'unum end-
aðu hann og hinir í
Kjølum næstfremst í
kappingini, men nú er
hann sangari í bólki-
num Rok
ROK
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Í nógv ár var hann odda-
maður í einum tí best um-
tókta rockbólkinum í landi-
num – Kjølum. Men so fór
hann av landinum, og í
drúgva tíð var tónleikalig
tøgn. Nú er hann aftur klár-
ur at trína á Prix-pallin, og
tað verður við einum nýggj-
um bólki.
Kollfirðingurin Signar í
Homrum ger Prix-come-
back, og tað gleðir hann
seg til.
– Tað er fyrst og fremst
til stuttleika, at vit eru við í
kappingini. Vit hava spælt
saman í eina tíð og høvdu
hug at fara við til Prix Før-
oyar, sigur Signar í Homr-
um.
– Prix Føroyar er ein stór
og spennandi kapping, og
áhugin fyri henni er stórur.
Tað gevur nógva umtalu at
verða við, og tú kanst fáa
bólkin fram gjøgnum kapp-
ingina.
Bólkurin er Rok, og teir
hava spælt til dans kring
Føroyar í eina tíð. Bólkurin
hevur tó einki givið út, og
teir hava fyrst og fremst
spæla coversangir.
– Prix Føroyar krevur av
bólkunum, at teir spæla
nýggjar sangir, og tað hev-
ur eisini fingið okkum at
venja nýtt tilfar. Tað er
takknemligt
at
spæla
coversangir, men tað gong-
ur ikki í Prixnum. Vit hava
spælt eitt sindur av tí, sum
eg áður havi skrivað, men
nú hava vit skrivað nýggjar
sangir, sigur Signar í
Homrum.
Prixið gevur
eitt skump
Hóast bólkurin Rok er rími-
liga ungur, so eru fleiri
skiftingar gjørdar í mann-
ingini, og nú eru bara tveir
av teimum upprunaligu lim-
unum eftir. Teir fýra tónleik-
ararnir í bólkinum eru Sign-
ar í Homrum, Johan Ziska-
son, John Johansen og
Ólavur Enni Elisson.
Johan Ziskason hevur áð-
ur spælt í bólkinum Mark
No Limits, sum vann Prix
Føroyar á sinni, og John
Johansen hevur tikið lut við
fleiri bólkum úr Vágum
áður.
– Tað góða við Prixnum
er, at tað gevur bólkinum
eitt skump. Venjingarnar
verða betur, og tað kemur
meira burtur úr, sigur Sign-
ar í Homrum.
– Hesi árini Prix Føroyar
hevur verið, eru tað skriv-
aðir ein rúgva av nýggjum
sangum, tí kravið í kapping-
ini hevur verið, at bólkarnir
spæla nýtt tilfar. Tí hevur
Prixið verið ein drívmegi í
føroyskum tónleiki hesi
árini.
Eisini ein
sosialur partur
Signar í Homrum fjalir ikki
út yvir, at Prix Føroyar er
eisini ein gyltur møguleiki
at hitta tónleikarar.
– Vanliga spæla vit í hvør
sínum staði í landinum,
men her er ein møguleiki at
hitta aðrar tónleikarar og
bólkar. Og tað er næsta so-
leiðis, at tað er stuttligast
at vera backstage til Prix
Føroyar, sigur Signar í
Homrum.
– Hóast talan er um eina
kapping, so er stemningur-
in góður millum tónleikarar-
nar. Eingin leggur fót fyri
nakran, og kappingin órógv-
ar ikki tað góða lagið. Tí
skulu vit ikki gloyma tað
sosiala elementið í Prix
Føroyum, sigur hann.
Skrivar enn tónleik
Signar í Homrum var við til
at skriva tónleikin hjá Kjøl-
um, og millum teir kendu
sangirnar,
hann
hevur
skrivað, teljast Paying og
Skýmandi Kvøldið, sum
framvegis javnan er at
hoyra í útvarpi, hóast sang-
urin hevur nógv ár á baki.
– Tað, sum eg skrivi nú,
líkist mær sjálvum, men
tónleikurin blívur øðrvísi av,
at aðrir tónleikarar spæla.
Johan er ikki tann sami
gittarspælarin sum Jens
Marni, og John er ikki tann
sami bassisturin sum Jens
Tummas. Tað førir beinan-
vegin tónleikin aðrar leiðir,
sigur Signar í Homrum.
Og leygarkvøldið skulu
nýggir sangir, sum Signar
hevur verið við til at skriva,
standa sína roynd í Prix
Føroyum.
SIGNAR Í PRIXNUM
NÓGVIR
VINNINGAR
• Høvuðsvinningurin til
Prix Føroyar 2005 er
ein vika í danska
Lundgaard Studios.
Mentamálaráðið og
Atlantic Airways lata
vinningin.
• Listastevna Føroya -
august 2006 - bjóðar
vinnaranum av Prix
Føroyar kappingini at
spæla á Listastevnuni
2006.
• Jelling Musikfestival
saman við Atlantic
Airways - mai 2005 -
velur í minsta lagi ein
bólk ella einstakling
frá Atlantic Music
Event.
• NIBE-Festival saman
við Atlantic Airways -
juni 2005 - velur í
minsta lagi ein bólk
ella einstakling frá At-
lantic Music Event.
• Ólavsøkukonsertin
2005 - Vinnarin og
ein bólkur frá hálvfin-
aluni í Suðuroynni
verða tveir av bólkun-
um á Ólavsøkukon-
sertini.
• G-Festivalurin - velur
fyrst ein bólk frá hálv-
finaluni í Suðuroy og
minst ein Prix-bólk frá
Atlantic Music Event.
• Musikhuset VEGA í
Keypmannahavn bjóð-
ar minst einum bólki
ella einstaklingi frá
Atlantic Music Event
at spæla í VEGA í
2005.
• Summarfestivalurin
2005 - velur ein bólk
frá hálvfinaluni í Suð-
uroy og minst ein bólk
frá Atlantic Music
Event.
• Nipiaa Rockfestival í
Aasiaat í Grønlandi -
august 2005 - bjóðar
í minsta lagi einum
bólki ella einstaklingi
frá Atlantic Music
Event at spæla á
r o c k f e s t i v a l i n u m
2005.
• AIRWAVES í Íslandi -
oktober 2005. Møgu-
leiki verður latin upp
fyri at fáa føroyskar
bólkar at spæla á Air-
waves 2005.
• »Peace & Love Festi-
valurin« í Svøríki bjóð-
ar minst einum bólki
ella einstaklingi frá
Atlantic Music Event
at spæla í Svøríki
summarið í 2005.
KJØLAR ERU VIÐ
Teir fýra tónleikararnir í bólkin Kjølar, sum bæði í
1997 og 1999 endaði sum nummar 2 í Prix Føroy-
um, eru allir við í Prixnum í ár, men teir taka lut við
trimum ymiskum bólkum.
Sangarin Signar í Homrum er nú sangari í bólki-
num Rok, og teir eru við leygarkvøldið.
Trummuspælarin Henning Nicodemussen og
basspælarin Jens Tummas Næss spæla í bólkinum
All That Rain, sum loysti Kjølar av á sinni.
Seinasti tónleikarin, gittarspælarin Jens Marni
Hansen, hevur spælt bæði í Kjølum og All That Rain,
men hesaferð er hann ein av tónleikarunum há
Eyðuni Nolsøe, sum er við í kappingin leygarkvøldið.
– Hesi árini Prix Føroyar hevur verið, eru tað skrivaðir ein rúgva av nýggjum sangum, tí kravið í kappingini hevur verið, at bólkarnir spæla nýtt tilfar. Tí hevur Prixið verið ein drívmegi í
føroyskum tónleiki hesi árini, sigur Signar í Homrum, sangari í bólkinum Rok.
Mynd: Jens Kr. Vang