Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dan Danielsen - sang og gittar Johnny Mikkelsen - gittar Dávid í Lág - bass Martin Fredriksberg - trummur Bólkurin varð stovnaður í juli mánaði í 2003, og sum nakað av tí fyrsta vóru teir við í kappingini GospelPrix seinni í 2003. Har eydnaðist tað at fáa annað plássið aftanfyri bólkin I AM. Tónleikarar- nir í bólknum eru av Strondum, og teir hugsa fyrst og fremst um hend- an bólkin, tí teir spæla ikki við í øðrum bólkum. Gittarspælararnir í bólkinum skriva tekstir- nar til sangirnar, meðan løgini verða smíða av bólkinum í venjingarhøli- num. Teir hava einar sangir at velja ímillum, og fleiri eru á veg. Tekstirnir eru á enskum. Direct Level hevur síðstu tvey árini spælt til konsertir ymsastaðni kring landi – á Margarin- fabrikkini í Havn, miðbý- num í Runavík, Keldu í Skálafirði og í Losjuni í Gøtu til dømis. Eyðun Nolsøe - sang og gittar Kim Hansen - keyboard og sang James Olsen - trummur og sang Jóhannes á Rógvi Joensen - bass Jens Marni Hansen - gittar og sang Eyðun Nolsøe er ein royndur og kendur tón- leikari í føroyskum popp- tónleiki. Hann hevur øll árini síðani 1983 spælt við bólkinum Frændur, sum hesa tíðina síðani má vera størsta føroyska navnið í tí heimliga tón- leikaheiminum. Eyðun Nolsøe hevur eisini roynt seg sum solistur og í samstarvi við onnur – millum annað í fleiri ár saman við Terja Rasmus- sen. Eyðun syngur, spælir gittar og skrivar sangir- nar til Prix-framførsluna hesaferð. Afturat sær hevur ein tónleikararnar, sum vanliga manna bólkin Showmenn. Hetta eru royndir tónleikarar, sum eru væl og virðiliga sam- anspældir eftir ein hóp av framførslum síðstu árini. Eyðun Nolsøe spælir popptónleik við føroyskum tekstum. Carla Martha Josenius - sang Eirik Mikkelsen - gittar og keyboard Arnfinn í Bartalsstovu - gittar Tommi Hansen - bass Jóhannus Tausen - trummur Frostbit byrjaði at spæla í novembur 2003, men tað var ikki við júst hesari manningini. Onkrir tón- leikarar eru skiftir út, síð- ani teir byrjaðu, men nú er bólkurin til reiðar við kvinnuligum sangara og fýra tónleikarum. Bólkurin hevur spælt eksperimenterandi rock- tónleik tó við denti á góð løg. Tey hava framført á onkrum konsertum, og bólkurin var eisini eina- ferð í studio og tók nakr- ar sangir upp, sum ætl- anin var at geva út. Men bólkurin var ikk heilt nøgdur við upptøkurnar, tí tær ljóðaðu ikki soleiðis, sum tey flestu í bólkinum vildu, og tí eru upptøkur- nar ongantíð givnar út. Síðani er aftur onkur broyting gjørd í bólkinum, men í venjingarhølunum hava tey fyrireika seg væl til eina framførslu til árs- ins Prix , og tey fara at spæla intensan eksperi- menterandi rocktónleik. Aimée Hansen - sang Rói Johannesen - gittar og sang Kenneth Hansen - gittar Magnus Heinesen - bass Kári Skibenæs Nielsen - trummur INDIA er ein bólkur úr Eysturoynni, og tey siga seg spæla New Rock. Bólkurin hevur bara spælt egin løg, síðani tey byrjaðu at spæla saman fyri nøkrum mánaðum síðani. Tey fyrstu fetini vóru tikin, eftir at nakrir av tónleikarunum byrjaðu at jamma saman í Gøtu. Hetta gekk so mikið væl, at tónleikararnir fingu hug at gera meira við tónleikin saman. Og tað endaði við einum tónleika- bólki, sum nú gongur undir navninum INDIA. Aimée Hansen, sum er sangari í bólkinum, var ikki við upprunaliga, men nú bólkurn skuldi manna seg upp til Prixið var neyðugt við einum góðum kvinnuligum sangara, og har komi Aimée Hansen inn í ljóðmyndina. Tónleikararnir í bólki- num hava allir spælt tón- leik í nógv ár, men júst hendan samansetingin er nýggj, og á Prixnum sleppa fólk av álvara at hoyra bólkin live. Høgni Reistrup - sang Ísak Sambleben - bass Høgni Fagraberg - gittar Sveinur Dam - gittar Halgir Arge - trummur Dávur Juul Magnussen - trekkbasun Tróndur Olsen Olsen - fløtahorn og trompet Jenny Old - kór Bólkurin Lawetz er ikki nýggjur í Prix-høpi. Teir vóru við í Prix Føroyum 2003 og komu í hálvfinal- una. Tónleikurin vísti seg tó at vera ov glaður til eitt finalupláss, halda teir sjálvir. Lawetz hava ikki spælt nógv síðan seinasta Prix. Orsøkin er tann, at trummuspælarin er tón- leikalesandi uttanlands, og harafturat hava hinir limirnir í bólkinum havt nógv at gjørt við øðrum projektum – eitt nú »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« og Páll- FinnurPáll. Fyri at vera við aftur í ár, var bólkurin noyddur at finna nýggjan trummu- spælara. Valið fall á Halgir Arge, sum áður hevur spælt í Tangz. Tónleikurin, ið Lawetz fer at borðreiða við í Fuglafirði – og á Tvøroyri, sum teir taka til – verður poppur, soleiðis sum øll elska hann - og elska at hata hann. Dentur verður lagdur á spæligleði og áhoyrararóm. Signar í Homrum - sang og gittar Johan Ziskason - gittar og sang John Johansen - bass og sang Ólavur Enni Elisson - trummur Bólkurin Rok er sprottin úr bólkinum Masha, sum luttók í Prix Føroyar 2003. Tó er tað bara John Jo- hansen, sum nú er eftir av tí bólkinum. Í mai 2003 kom Signar í Homrum uppí bólkin, hann hevur áður verið sangari í væl um- tókta poppbólkinum Kjøl- ar. Gittarspælarin Johan Ziskason, sum vann Prix- ið saman við Mark No Limits, kom upp í rokið í septembur 2003, og Ólavur Enni Elisson í au- gust í 2004. Stílurin hjá bólkinum kann kallast popprockur. Bólkurin hevur spælt til konsertir og dans runt um landið, og Prixið ætlar teir at nýta sum eitt høvi til at frumframføra tón- leikin, teir hava arbeitt við seinastu tíðina. SEKS BÓLKAR VERÐA VIÐ Í 3. INNLEIÐANDI UMFARI Í MENTANARHÚSINUM Í FUGLAFIRÐI LEYGARKVØLDIÐ 26. FEBRUAR KL. 20.00 DIRECT LEVEL EYÐUN NOLSØE FROSTBIT INDIA LAWETZ ROK