fríggjadagur 25. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 39 • fríggjadagur • 25. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Glasísetari/
montørur
FTV Glas søkir fólk at montera rútar.
ftvglas@ftvglas.fo
Førleiki
Starvið
Vit bjóða
Vit vænta, at tann ið settur verður
• er útbúgvin timburmaður/snikkari
ella hevur aðrar viðkomandi royndir
á økinum
hevur góð samstarvsevni
hevur koyrikort
Tú kemur at koyra út til kundar at seta
rútar í, umframt at gera aðrar glasmon-
teringar
Umsókn við avriti av prógvum og
ummælum skulu sendast til:
FTV Glas
Sundsvegur 8
FO-100 Tórshavn
Mrk. umsókn
•
•
• eitt áhugavert og avbjóðandi starv í
einum fakið sum er í menning
• góðar arbeiðsumstøður
• løn eftir avtalu
Feløgini bíða við sjónvarpsrættindunum
Fótbóltssambandið
hevur sent feløgunum
kring landið eitt
skriv, har tey verða
biðin um at lata sjón-
varpsrættindini til
heimadystirnar til
FSF, men feløgini vilja
ikki skriva undir
SJÓNVARPSRÆTTINDI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Herfyri fingu fótbóltsfeløg-
ini kring landið eitt skriv
frá FSF, har heitt var á fel-
øgini um at geva sjónvarps-
rættindini til dystirnar hjá
sínum liðum frá sær til FSF,
sum tykist hava ætlanir um
at sjónvarpa dystir.
Vilja hava meiri
kunning
Skrivið, ið feløgini hava
fingið, er sett upp sum eitt
skjal, ið feløgini undir-
skriva, og síðani skulu tey
senda tað aftur til FSF, sum
harvið hevur fingið sjón-
varpsrættindini frá feløgun-
um. Hetta skriv skal verða
fótbóltssambandinum
í
hendi í seinasta lagi 1. mars.
Men feløgini vilja ikki
uttan víðari skriva undir
upp á skjalið, tí tey meta, at
tey vita alt ov lítið um, hvat
loyvini innbera.
Formenninir í øllum 1.
deildarfeløgunum
kring
landið hava tosað saman,
og teir hava í fleag avgjørt,
at eingin teirra skrivar und-
ir skjalið, fyrr enn teir hava
fingið meiri kunning frá
Fótbóltssambandinum um,
hvat fylgir við loyvinum.
Birgir Enghamar, for-
maður í HB, sigur, at tað er
ikki tí, at feløgini vilja seta
fót fyri nakrari nýhugsan
innan fótbóltin, men tey
halda seg bara hava fingið
alt ov lítla kunning um,
hvat ið tað er, sum tey lata
frá sær, tá ið skjølini verða
undirskrivað.
– Eg haldi, at tað rættasta
hevði verið, at feløgini
mannaðu ein bólk við trim-
um limum, ið allir eru for-
menn í onkrum av 1. deild-
arfeløgunum, og so kann
hesin bólkurin taka upp
samráðingar við FSF um
sjónvarpsrættindini, sigur
Birgir Enghamar.
Til gagns fyri feløgini
Í Fótbóltssambandinum eru
tey vitandi um, at feløgini
ivast í sjónvarpsrættindun-
um. Aðalskrivarin í FSF,
Ísak Mikladal, sigur, at
kunnað er um málið á fundi
við formenninar í feløgun-
um í juli 2004, á fundinum
við feløgini í november
2004 og at formaðurin í
Fótbóltssambandinum
hevði hetta mál við í for-
mansfrágreiðingini til aðal-
fundin í februar í ár.
– Sum málið stendur í
løtuni, so fara vit sum
skjótast at hava ein fund við
formenninar í feløgunum.
Tað snýr seg heilt einfalt
um, at Fótbóltssambandið
fær rættindini frá feløgun-
um til dystirnar í 1. deild,
so at vit vegna feløgini og
til gagns fyri tey kunnu
samráðast við onkran sjón-
varpsveitara, sum er áhug-
aður í møguligani at senda
beinleiðis frá dystum í
heimligu kappingini, sigur
Ísak Mikladal.
Tað man neyvan verða
tann stóri áhugin millum
útlendskar sjónvarpsveit-
arar at keypa rættindini til
føroysku kappingina, men
hesi rættindi kunnu møgu-
liga seljast í einum pakka
saman við rættindunum til
landsdystirnar hjá føroyska
A-landsliðnum, og hesir
dystir eru í løtuni væl meiri
áhugaverdir sum søluvøra,
greiðir Ísak Mikladal frá.
Aðalskrivarin í FSF sig-
ur, at eftir hansara tykki má
tað verða áhugavert fyri
feløgini, at FSF ger eina
roynd at selja rættindini til
1. deild í Føroyum, so at tað
eisini gerst meiri áhugavert
fyri lýsarar at lýsa á búnun-
um hjá liðum og á skeltum
kring vallirnar.
Gongur tað sum FSF ætlar,
so verður tað møguleiki fyri
at síggja Atla Danielsen og
aðrar føroyskar 1. deildar-
spælarar beinleiðis í
sjónvarpi í næstum.
savnsmynd