Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 39 - 25. februar 2005 Nú ræður um hondskriftina FSF hevur lagt allar dómaraseðlarnar frá dystunum í bestu deildini í fjør á heimasíðuna, og teir hava ætlanir um at leggja fleiri gamlar og allar teir nýggju seðl- arnar á somu síðu HAGTALSLIGT SKARVSLOP Jóannes Hansen Tey, sum hava fingist við hagtøl í fótbólti, vita, at primera keldan til sovorðið tilfar, er dómaraseðlarnir. Tey vita eisini, at tað er meiri enn so komið fyri, at skrivingin og skrásetingin á dómaraseðlunum hevur verið so sum so. Tað er ikki altíð, at tað tykist hava ver- ið greitt fyri teimum liðfor- monnum ella liðleiðarum og dómarum, sum hava skrivað, at tað, sum teir hava tikist við, er eitt tað týdningarmiklasta søguliga tilfarið, sum tey, ið hava hagtølini sum arbeið og/- ella áhuga, hava møguleika at nýta sum dokumentatión fyri einstøku dystunum. Hvussu ábyrgdarpersón- arnir fyri dómaraseðlunum komu frá uppgávunum í fjør, ber tað nú rættuliga ómakaleyst til at síggja við egnum eygum. Fótbólts- sambandið hevur skannað allar 90 dómaraseðlarnar frá kappingini í 1. deild í fjør og lagt teir á heimasíðu sína, football.fo. Á heimasíðuni verður sagt, at teir í FSF hava ætlanir um at fara longri aftur í tíðina, og at teir eisini hava ætlanir um at allir dómaraseðlarnir í kappingini, sum stendur fyri framman og framtíðar kapp- ingum yvirhøvur, skulu leggjast á heimasíðuna. Tiltakið tænir FSF og heimasíðuni til miklan sóma. Spurningurin hjá teimum, sum ætla sær ella droyma um at fáa gagn av tænastuni, er nú, hvussu væl tað fer at eydnast hjá teimum í FSF fyrisitingini at gera framtíðar ætlanirnar hesum viðvíkjandi til veruleika. At teir fara at megna at fáa tilfarið, sum teimum fer at koma í hendi, á heimasíðuna bæði skjótt og væl er einki at ivast í. Spurningurin er heldur, um tey, sum hava ábyrgdina av at fáa seðlarnar á FSF skrivstovuna - og tað eru dómararnir - fara at syrgja fyri hesum uppaftur skjót- ari, enn teir hava gjørt tað higartil. Lítil ivi man vera í, at allir liðformenn ella lið- leiðarar og allir dómarar fara at taka skrivingina og skrásetingina av útskift- ingum og innskiftingum og gulum og reyðum kortum og málskjúttum og tíðarbil- inum, tá ið málini eru skor- að, í uppaftur størri álvara, enn tað higartil hevur verið gjørt. Talan verður jú um alment eftirlit! Bíða eftir suður- afrikan- anum Í B36 bíða tey í spenn- ingi eftir, at suður- afrikanski áleyparin, Obele Okeke Onye- buchi, skal koma til landið. Umboð fyri felagið hava til fánýtis verið á flogvøllinum í Vágum eftir spælaran- um, sum ikki hevur verið við flogfarinum. Bæði týsdagin og mikudagin skuldi suður- afrikanin koma til land- ið, men trupulleikar við pappírunum hava seink- að honum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá B36. Samstundis verður sagt, at Obele Okeke Onyebuchi við vissu kemur til landið við flogfari í dag. tn Tvey stig til KÍF Ein dystur í meist- aradeildini hjá kvinn- um í flogbólti var leiktur í Hoyvíkshøll- ini mikukvøldið FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin var millum tvey tey niðastu liðini á stigatalvuni, KÍF og SÍ, og tað var heimaliðið KÍF, sum streyk avstað við sigrinum. SÍ beit væl frá sær Í fyrsta settinum sá tað út til, at liðið úr Kollafirði fór at gera skjótt av, tí tær sópaðu snøgt sagt sørvágs- kvinnur av vøllinum, og KÍF vann settið 25-10. Men tað eydnaðist SÍ at rista hvøkkin frá fyrsta sett- inum av sær, og dysturin gjørdi sera javnur og spenn- andi. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men tá ið av- tornaði var tað KÍF, sum hevði munin, men neyðugt var at spæla upp til 26, áðr- enn liðið úr Kollafirði hevði tryggjað sær settið 26-24. Í triðja settinum var spenningurin ikki minni, og leingi sá tað út til, at SÍ fór at tryggja sær settið, men einaferð dróg KÍF longra stráið og vann settið 27-25. Við 3-0 sigrinum hevur KÍF nú seks stig, meðan SÍ er aftast við tveimum stig- um. Hevði SÍ vunnið dystin mikukvøldið, vóru tær komnar ájavnt við KÍF í stigum, men kollfjarða- kvinnur hava betri settmun. KÍF-SÍ 3-0 (25-10, 26- 24, 27-25) Nú ber til at fara inn á heimasíðuna hjá fótbólts- sambandinum at síggja dómaraseðlar frá kappingarárinum í fjør. FSF ætlar at allir dómaraseðlarnir framyvir skulu leggjast út á netið Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 16 13 - 3 41 15 26 17 2 TB 16 13 - 3 38 23 15 17 3 Dráttur 16 10 - 6 39 24 15 16 4 ÍF 16 7 - 9 25 29 -4 10 5 KÍF 17 5 - 12 19 39 -20 6 6 SÍ 17 1 - 16 11 49 -38 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 13 11 - 2 34 12 22 15 2 Fleyr 13 9 - 4 31 20 11 13 3 Mjølnir 12 8 - 4 28 16 12 10 4 ÍF 13 3 - 10 14 33 -19 5 5 Fram 13 1 - 12 11 37 -26 1 Kvinnurnar hjá KÍF vunnu mikukvøldið 3-0 á SÍ í Hoyvíkshøllini. savnsmynd