Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2005 5 Í gjár var heiðursløn- in frá danska Reyða Krossi latin. Fimm menn vóru nomin- eraðir, teirra millum 40 ára gamli Hans Bjarni Jacobsen úr Føroyum. Hann eigur nevniliga lívið í ein- um nú 4 ára gomul dreingi, sum í fjør summar datt í eitt bál HEIÐURSLØN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo 2. mai í fjør var ein deiligur sólskinsdagur í Esbjerg, har føroyski Hans Bjarni Han- sen saman við familjuni búði. Tey vóru, eins og nógv onnur, farin at rigga til at fara at grilla, tá brádliga róp kom í úti í stóra felagsgarð- inum. Bjarni hyggur upp, og sær ein trý ára gamal drong koma gangandi. Hann var sera illa brendur, húðin varð blivin gul, og hann hevði svartar, brendar blettir á búkinum. – Drongurin var dottin í eitt bál, sum var kynt í garðinum. Hann var í eini nylonblusu, og allastaðni, har blusan lá at kroppinum, var hann sera illa brendur. Bæði um búkin og ryggin og heilt út til hendurnar, greiðir Bjarni frá. Bjargaði lívinum Tað tyktist sum fólk fóru í panikk. – Fólk runnu í hvør sína ætt, tá hesin stakkals smá- drongurin kom grátandi. Tey fluttu seg undan dreinginum, og vistu ikki hvussu tey skuldu bera seg at, sigur Bjarni. Bjarni tók dreingin, rann yvir tættastu uppgongdina, og trýsti á allar knapparnar, fyri at fáa onkran at lata sær hurðina upp. Ein maður lat upp, og komin inn í íbúðina tók hann seinastu, brendu klædnarestirnar, ið vóru smeltaðar á dreingin, og fekk tær av húðini aftur. Síðani setti Bjarni dreingin á gólvið og køldi hann við rennandi, køldum vatni. – Eg tordi ikki at lyfta hann upp í baðikarði, tí hann var so illa brendur, greðir Bjarni frá. Teir ringdu eftir sjúkra- bilinum, og Bjarni fór við inn á sjúkrahúsi. Í sjúkra- bilinum sat hann hjá dreinginum, køldi hann av við vætu og royndi at ugga hann. – Tað vísti seg, at hann hevði forbrenningar av triðja stigi um 40 % av kroppin, og eg fekk á sjúkrahúsinum at vita, at tað, sum eg gjørdi, bjargaði lívinum á dreinginum. Hann var so mikið illa brendur, greiðir Bjarni Jacobsen frá. Drongurin varð seinni fluttur til »brandsårafdel- ingen« á Ríkissjúkrahúsin- um í Keypmannahavn, har Bjarni eisini fleiri ferðir var og vitjaði hann. Spurdur hví hann ikki fór í panikk, og hvussu hann visti hvussu hann skuldi bera seg at, svarar Bjarni, at hann er skiparalærdur, og siglir sum stýrimaður við einum skipið, ið liggur standby úti við borðiplatt- formarnar í Norðsjónum. Har hava teir hvønn dag bjargingarvenjingar, eisini venjingar við eldvanlukk- um, so at fyrstuhjálpin eftirhondini er nakað, teir duga uttanat. Lukkutíð fyri lítla dreingin. Instillaður til heiðursløn Eitt knapt ár seinni ringdi danski Reyði Krossur til Bjarna. – Teir fortaldu mær, at politimeistarin í Esbjerg hevði instillað meg til at fáa heiðursløn frá Reyða Krossi. Eg visti einki um tað fyrr enn tá. Teir søgdu eisini, at 22 fólk vóru innstillað, men at ein serlig nevnd í Reyða Krossi hevði valt fimm burturúr, sum so vóru nominerað at vinna heiðurslønina. Og eg var so ímillum tey fimm, greiðir Bjarni frá. Bjarni sigur, at hetta kom sum eitt yvirraskilsi. – Tað var jú so mikið langt síðani, at hetta var hent, so tað kom sum eitt stórt yvirraskilsi. Og eg má siga, at eg varð ikki sørt err- in, tí eg hevði jú aldrin vætnað tað, greiðir Bjarni frá. Hósdagin kl 13 var so ein hátiðarlig løta hildin á Reyða Kross hølunum í Keypmannahavn, har vinn- arin av teinum fimm nom- ineraðu varð útvaldur. – Presidenturin og gener- alsekreterurin hjá Reyða Krossi vóru til staðar, umframt at miðlarnir eisini vóru til staðar. Vit hava tosað við hvønn per og pól, og hava verið bæði í út– og sjónvarpi her niðri, so tað hevur verið rættiliga hekt- iskt í seinastuni, sigur Bjarni. Tá avtornaði gjørdist hann tó ikki vinnari av heiðurslønini. Hon fór til 20 ára gamla Thomas Bjerregaard, sum fekk ein kekk áljóðandi 10.000 kr., fyri at hava hildið lív í pápabeiggja sínum, eftir at hesin fekk eitt anfall. Fyri at vera nomineraður fekk Bjarni tó eina bukett, umframt ymiska fyrstu- hjálparútgerð og eitt heið- ursbræv. – Hetta er ikki nakað, sum man harmast um, ikki at vinna. Tí tað var jú ikki tí, at vit hjálptu. Vit hugs- aðu ikki um nakran vinn- ing, tá tað fór fram, stað- festir Bjarni. Hittast leygardagin Drongurin hevur, líka síð- ani óhappi hendi, gingið til uppvenjingar tvær ferðir um vikuna, men nú er tað blivið til eina ferð fjúrt- andahvønn dag, so hann hevur tað nú nógv betri. – Hann er nú fyltur 4 ár, og er júst byrjaður aftur í barnagarðinum, so tað gongur avgjørt framá, greiðir Bjarni frá. Teir hava allatíðina havt samband við hvønn annan, og Bjarni sigur, at hann komandi leygardag fer at fáa vitjan av dreinginum og foreldrum hansara. – Eg gleði meg óalmindi- liga nógv at síggja dreingin aftur, og vita hvussu hann sær út nú, sigur Hans Bjarni Jacobsen at enda. Málið um skipanina av sjúkraflutninginum í Vágum tykist nærk- ast eini loysn eftir fund millum lands- stýrismannin við heilsumálum og um- boð fyri Vága Bjarg- ingarfelag, sum um- sitir flutningin í løtuni SJÚKARFLUTNINGUR Edvard Joensen Vágar: Mikudagin var fundur mill- um Hans Paula Strøm, landsstýrismann, og umboð fyri Vága Bargingarfelag um sjúkraflutningin í Vág- um. Eftir fundin væntaði formaðurin í Bjargingarfel- agnum, at ein loysn fæst á málinum í vár. Ógreitt hevur verið, hvussu sjúkraflutningurin úr Vágum skal skipast í framtíðini. Arbeitt hevur verið við at leggja hann undir skipanina hjá Lands- sjúkrahúsinum, og at bilar- nir skulu hava støð í Havn. Men vágafólk, sum eru von við, at Vága Bjarging- arfelag hevur røkt hendan flutningin við bilum, sum hava støð í Vágum, vilja fegin hava ta eykatrygdina, at bilurin verður verandi í Vágum. Tað er hóast alt skjótari at koma á sjúkra- hús, um bilurin er staddur á staðnum, haðani hann skal flyta sjuklingin, sum so sleppur undan at bíða ta tíðina, tað tekur at koma úr Havn. Ymiskt uppskot hava verið á borðinum, og nú tykist eitt vera, sum báðir partar helst fara at góðtaka, sigur Tórhallur Simonsen, formaður í Vága Bjarg- ingarfelag. Hann vil tó ikki siga nak- að ítøkiligt um, hvat stend- ur í hesum seinasta útspæl- inum, fyrr enn tað er enda- liga avgreitt. Tó sigur hann, at tað sær út til, at nú verður ein loysn funnin. Málið er gamalt. Tá hans Pauli Størm fyri einum góðum ári síðan tók við sum landsstýrismaður, skiltist á honum, at nú skudi hetta loysaat. Eitt ár eftir ta freistina, hálvan februar í ár, boðaðu sjúkra- bilførararnir í Vágum frá, at nú løgdu teir tænastuna niður, tí einki var hent. Tá komu so fundarboð, og nú er líkt til, at hetta fæst í eina legu, sum allir partar fara at góðtaka, sigur for- maðurin í Vága Bjargingar- felag. Loysa málið um sjúkraflutningin Sjúkrabilar úr Havn eru javnan í Vágum. Tá mest við sjúklingum, sum skulu við flogfari til Danmarkar til viðgerðar Mynd: Edvard Joensen 40 ára gamli Hans Bjarni Jacobsen: Heiðraður av danska Reyða Krossi