leygardagur 26. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 40 - 26. februar 2005
Nýggja álitið um
rútmiskan tónleik
kemur við fleiri ítøki-
ligum tilráðingum
um, hvussu føroyskur
tónleikur kann taka
nøkur stig rætta veg-
in, og hvussu Føroyar
kunnu fáa meira
burtur úr tí tónleika-
liga tilfeinginum
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hósdagin handaði stýris-
bólkurin, sum í hálvtannað
ár hevur endavent føroysk-
um tónleikalívi, landsstýris-
manninum við vinnumálum
eitt álit, sum millum annað
inniheldur fleiri ítøkiligar
tilráðingar um eina menning
av føroyskum tónleiki.
Ferðabrúgv, kunningar-
støð, spælistað, venjingar-
høli og stuðul eru nøkur av
lyklaorðunum í tilráðingu-
um, men tónleikararnir fáa
eisini at vita, at teirra inn-
satsur er avgerandi fyri úr-
slitið.
– Avbjóðingin at røkka
málinum liggur fyrst og
fremst hjá tónleikaranum
sjálvum. Tað eru nøkur, ið
trívast væl við avbjóðingini
og ikki falla í fátt av forð-
ingunum á vegnum. Tey,
sum vit í dag kunnu rópa
stjørnur, eru ikki borin á
lógvum. Tey hava bara onk-
ursvegna neyðuga blandið
av góðum evnum, treiskni,
sjálvsvirði, arbeiðshugi og
persónsmensku saman við
tí vetinum av hepni og
tilvild, sum skal til, stendur
at lesa í álitinum.
Kunnu ikki renna
undan tónleikinum
Men arbeiðsbólkurin legg-
ur eisini dent á, at politiski
myndugleikin skal spæla
við, um tað skal verða ein
verulig menning í føroysk-
um tónleiki.
– Størstu avbjóðingina
hevur tó politiski myndug-
leikin, sum onkursvegna
ikki kann renna undan øll-
um skapanarhuginum og
tónleikavirkseminum, sum
er her heima. Ein verður
noyddur at hugsa um tey
nógvu í breiddini fyri at fáa
ágóðan av teimum fáu í
hæddini, skrivar arbeiðs-
bólkurin í álitinum og held-
ur fram:
– Hvussu politiski mynd-
ugleikin tekur við avbjóð-
ingini veldst um, hvørji mál
hann setur sær. Avbjóðingin
liggur eisini í at finna javn-
vágina ímillum at blanda
seg upp í og blanda seg utt-
anum. Tónleikurin og tón-
leikarin trívast væl í and-
støðu við umheimin, men
hann má samstundis hava
virðing, stuðul og karmar,
fyri at honum skal vera lív
lagað.
– Uttan bygnað og pol-
itisk stevnumið leggja vit alt
í hendurnar á einstøkum
eldsálum og tilvildini. Eld-
sálir kunnu slokna undir
trongum korum, og tilvild-
ini kunnu vit ikki rokna við
ella gera íløgur í. Við einum
bygnaði eru karmarnir støð-
ugir og áhaldandi, sam-
stundis sum rúm er fyri eld-
sálunum, ið veruliga skulu
til at skapa menning og
trivnað.
Savnandi
kunningarstøð
Í álitinum, sum hevur heitið
»Rútmiskur tónleikur í
Føroyum« eru fleiri tilráð-
ingar um, hvussu heimliga
tónleikalívið og sambandið
við útheimin kann mennast.
Ein av tilráðingunum er ein
ferðabrúgv, tey kalla, og
hendan brúgv snýr seg um,
at tað skal verða lættari og
bíligari hjá føroyskum tón-
leikarum og bólkum, sum
skulu uttanlands at spæla, at
ferðast aftur og fram. Ein
serligur grunnur kundi tikið
sær av hesum, men neyðugt
er við samstarvi við tey, sum
flyta fólk til og úr Føroyum
– Atlantic Airways og
Smyril Line, fyrst og fremst.
Arbeiðsbólkurn
mælir
eisini til, at ein serlig kunn-
ingarstøð verður gjørd, sum
skal venda sær til útheimin
við føroyskum tónleiki, men
sum eisini skal virka savn-
andi fyri føroyskan tónleik.
– Føroyar hava brúk fyri
einum sýnisglugga út í
heim og umboðum í altjóða
netverkum og sølustevnum
fyri at menna møguleikar-
nar hjá føroyskum tónleik-
arum og tónleiki at koma
longri út. Samstundis er
stórur tørvur á einum mið-
savnandi regnskjólssam-
taki, sum hevur til enda-
máls at savna vitan og upp-
lýsingar til og um føroyskar
tónleikarar og veita kunn-
ing um millum annað
marknaðarførslu,
heldur
arbeiðsbólkurin.
Harafturat verður eisini
mælt til, at fleiri venjingar-
høli verða tøk til tónleika-
bólkar, at høvuðsstaðurin
fær eitt serligt spælistað, at
ein serligur tónleikaportal-
ur verður gjørdur á netin-
um, sum skal vera sýnis-
gluggi fyri føroyskan tón-
leik, at ein serligur dagur í
árinum verður brúktur til at
varpa ljós á tónleikin kring
landið, og at stuðul verður
veittur føroyskum útgávu-
feløgum, sum royna at selja
føroyskan tónleik í út-
heiminum.
Mín
allar-
fyrsta
Bíblia
BÓKAÚTGÁVA
tíðindaskriv
Føroya Skúlabókagrunn-
ur hevur givið nýggja
barnabíbliu út til tey
smærru børnini, Mín
allarfyrsta Bíblia. Bókin
er komin út í samprenti
við enska forlagið Lion
Publishing. Kendur ensk-
ur høvundur innan anda-
ligar bókmentir, Lois
Rock, hevur endursagt
søgurnar til smáu børnini.
Hon hevur skrivað meira
enn 30 bøkur, ið eru týdd-
ar til nógv ymisk mál.
Alex
Aycliffe
hevur
myndprýtt bókina. Hon er
somuleiðis kendur mynd-
prýðari í Onglandi og
hevur vunnið heiðursløn-
ir. Charlotta Thorsteins-
son, lærari, hevur týtt
bókina úr enskum.
Í bókini eru 20 lykla-
søgur úr Bíbliuni, 10 úr
Gamla Testamenti og 10
úr Nýggja Testamenti.
Høvundurin hevur verið
trúgvur mótvegis upp-
runatekstinum og hevur
hartil fingið moralska og
andaliga boðskapin við á
ein einfaldan hátt. Tekst-
urin er lættur at lesa. Lítið
av teksti er á hvørjari
síðu, og ger hetta bókina
saman við prýðiligu og
livandi myndunum sera
væl egnaða til smærru
børnini. Myndirnar eru
litríkar. Hóast tær eru ein-
faldar, siga tær greitt sína
egnu søgu.
Hetta er ein bók, ið
vaksin kunnu lesa fyri
børnunum. Í skúlahøpi
kunnu byrjanarlesararnir
lesa hana sjálvir, umframt
at nógv tilfar er at tosa
um í skúlastovuni. Aftast
í bókini er evnisyvirlit við
frágreiðingum um, hvar
ber til at lesa um ymisku
evnini.
Mín allarfyrsta Bíblia er
257 blaðsíður og kostar
148,00 krónur. Hon fæst í
bókabúðunum um alt
landið.
Ferðabrúgv og kunningarstøð
skulu hjálpa tónleikinum
Álit um rútmiskan tónleik
Seint á heysti 2003 tóku Vinnuframagrunnurin og
Mentamálaráðið stig til leingi ætlaða útgreining av
umstøðum, møguleikum og forðingum hjá rútmisk-
um tónleiki í Føroyum.Hvør í sínum lagi stuðla stovn-
arnir menning av tónleikavirksemi, men teir halda
ikki, at stuðulskipanir teirra eru grundfestar í greiðari
fatan av, hvar almennur peningur munar mest.
Dentur varð lagdur á, at greiningin varð gjørd í sam-
starvi við fólk innan fyri tónleikin. Fekst eitt umfat-
andi samstarv við hesi, kundi arbeiðið stuðla undir
fruktagott samstarv við og innan fyri tónleikavinnuna
frameftir.
At skipa fyri verkætlanini varð stýrisbólkur settur, og
Urd Johannesen varð biðin at standa fyri verkætlanini.
Í stýrisbólkinum vóru hesi umboð:
Kjartan Kristiansen, Menningarstovan, formaður í
stýrisbólkinum
Fróði Vestergaard
Gissur Patursson,Vinnuframagrunnurin
Jákup Zachariassen
Jóan Petur Hentze, Mentamálaráðið
Kristian Blak, LISA
Bjarni Djurholm fekk hósdagin eitt álit um rútmiskan tónleik í Føroyum, sum kemur við fleiri ítøkiligum tilráðingum um, hvussu føroyskur tónleikur kann
mennast
Mynd: Jens Kristian Vang