Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2005 7 Mat- vørur- vinnan á skúla- bonk Í næstum fer Fiski- vinnuskúlin undir skeiðsrøð, sum hevur til endamál at betra um mat- vørutrygd og inn- aneftirlit hjá mat- vøruframleiðarum Í tíðindaskrivi sigur Fiskivinnuskúlin, at endamálið við skeiðn- um er at flyta og betra hugburðin hjá luttakar- unum og at økja um vit- anina um matvørutrygd og innaneftirlit. Skeiðsrøðin vendir sær fyrst og fremst til mat- vøruframleiðandi virki á sjógvi og landi, sum longu hava eitt innan- eftirlit, og til tey virki, sum framleiða til heimamarknaðin, og sum hava fingið boð um at skipa eitt innaneftirlit. Hetta merkir, at skeiðið er ætlað stjórum, góðskuleiðarum, for- monnum og starvsfólki, sum hava ein virknan leiklut í innaneftirlits- arbeiðnum og í fram- leiðsluni á virkin-um. Skeiðið verður skipað við fyrilestrum, sum fólk frá vinnuni og tí al- menna halda, og við kjaki og bólkaarbeiði. Luttakararnir fáa ikki nógv tilfar at lesa, men avrit av framløgum, og teir læra eisini, hvussu teir kunnu halda sína vitan viðlíka. Umframt sjálvt skeið- ið, verður talaln eisini um uppfylging av evn- inum. Tá skeiðið er lið- ugt, bjóða fyrireikarar- nir seg til at koma út á arbeiðsplássini at ráð- geva um ítøkiligar spurningar í sambandi við matvørutrygd og innaneftirlit. Skeiðið verður skipað í tríggjar eindar á 2 dagar í mars og apríl. Ílegugransking: Kim tekur sær av mannarættindunum Kim Pagels, sum er løgfrøðingur í Al- manna-og Heilsu- málaráðnum, hevur eisini verið við til at sett síni fingramerki á lógaruppskotið um ílegugransking GRANSKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Luturin hjá honum hevur eitt nú verið at syrgt fyri, at uppskotið samsvarar al- tjóða reglum og avtalum, tá ið ræður um rættindini hjá teimum, sum eru við í granskingini. Somuleiðis hevur hann havt til uppgávu at syrgja fyri, at lógarupp- skotið ikki er í stríð við aðrar lógir á økinum. Kim vísir á, at hóast ílegugranskingin fer at byggja á upplýsingar frá fólki, sum ikki verða skrá- sett við navni, er neyðugt, at tey, sum eru við, í hvørj- um einstøkum føri geva sítt játtilsi. – Skal ein blóðroynd, hárroynd ella vevnaður hjá fólki nýtast í granskingini, er neyðugt, at fólk geva sítt samtykki – sjálvt um tey eru ónevnd, sigur hann. Væntar samtykki Spurdur, um hann væntar, at løgtingið fer at taka undir við nýggja lógaruppskot- inum um ílegugransking, sigur Kim Pagels, at tað er torført at meta um. – Nýggja uppskotið tekur støði í uppskotinum, sum løgtingið feldi í 1999, men við tí uppskotinum vóru nakrir "tekniskir trupul- leikar", sum hann tekur til. Sum skilst á Kim, væntar hann, at úrslitið hesaferð verður øðrvísi, og verða tað ikki fíggjarligar forðingar, væntar hann, at løgtingið fer at samtykkja at farið verður undir ílegugransk- ing í Føroyum. – Ætlanin er, at tað almenna í fyrstu syfti skal bera kostnaðin av at seta á stovn teir tríggjar "databas- arnar", sum ílegusavnið byggir á. Síðan er vænt- andi, at áhugin fyri at keypa vitanina í útlandinum verð- ur somikið stórur, at granskingin fer at geva inntøkur til tað almenna, sigur Kim Pagels, løg- frøðingur. Hósdagin vórðu pol- itikarar og embætis- fólk kunnaði um lóg- aruppskotið um ílegugransking. Upp- skotið verður lagt fyri løgtingið í næstum GRANSKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin var framløga í Almanna-og Heilsumála- ráðnum av lógaruppskotin- um um ílegugransking. Framløgan var í fyrsta lagi ætlað politikarum og embætisfólki, og eini 30 fólk – tey flestu umboðandi samgonguna, men onkur eisini umboðandi andstøð- una - vóru komin saman at lýða á, meðan Pál Weihe, lækni og granskari, greiddi frá uppskotinum. Uppskotið um ílegu- gransking byggir í fyrsta lagi á eitt arbeiði, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt, men er eisini tillagað al- tjóða reglum, sum eru gald- andi á økinum. Eftir framløguna var høvið hjá tíðindafólki at seta spurningar. Inntøkukelda Pál Weihe er sannførdur um, at íllegugransking í Føroyum sum frálíður kann gerast ein inntøkukelda fyri landið, samstundis sum hetta arbeiði fer at geva okkum týðandi vitan, sum kann brúkast á nógvum økjum. Tað er Pál Weihe, sum hevur staðið fyri arbeiðnum at skipa eitt ílegusavn, sum nú væntandi verður sett á stovn undir føroyska heilsuverkinum. Ætlanin um gransking í ílegum – ella genum, sum tað eitur á donskum, er nøkur ára gomul. Men hig- artil hevur ikki borið til at granska í føroyskum íleg- um, tí einki lógargrundar- lag hevur verið. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður á økinum, er nú av álvara farin at gera nakað við hetta, og nú er lógaruppskotið um at seta á stovn eitt ílegusavn um at verða klárt at bera í tingið. – Eg ivist ikki í ,at ílegusavnið verður ein góð íløga fyri føroyska samfel- agið - ikki minst tí, at eitt nú útlendskar fyritøkur eru til reiðar at gjalda fyri at fáa fatur á føroysku ílegunum, sigur granskarin, sum stendur fyri arbeiðnum at fyrireika ílegusavnið. Kim Pagels, løgfrøðingur, vís- ir á, at hóast ílegugransking- in fer at byggja á upplýsingar frá fólki, sum ikki verða skrásett við navni, er neyð- ugt, at tey, sum eru við, í hvørjum einstøkum føri geva sítt játtilsi til hetta. Myndin er tikin á framløgufundinum hósdagin Mynd: Ragnfríð K. Jacobsen Pál Weihe væntar inntøkur av ílegugransking í Føroyum Pál Weihe greiddi á fundi hósdagin frá lógaruppskotinum um ílegugransking, sum hann væntar fer at geva føroyska samfelagnum inntøkur Mynd: Ragnfríð K. Jacobsen