Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 40 - 26. februar 2005 Gud og umsorgan »At taka ímóti Guds um- sorgan« er avnið, tá Agape komandi vikuskiftið held- ur vikuskiftisskeið. Undirvísari verður danin Leif Kristiansen, sum er prestur og familju/psyko- terapeutur. Hann hevur nógv ár á baki sum undir- vísari og ráðgevi. Nakrir av spurningun- um, ið hann fer at viðgera, eru: • Hevur Gud bara um- sorgan fyri tí andliga? • Hevur Gud umsorgan fyri mínum likami? • Fái eg eitt betri lív, um eg trúgvi á Guds um- sorgan? • Maður mín hevur senil demens. Hvar er Guds umsorgan? • Eg líði av tunglyndi, og gerandisdagurin er ein hóttan. Hvar er Guds umsorgan? Agape er grikska orðið fyri Guds kærleika til menniskju. Felagsskapurin Agape hevur millum ann- að sum endamál, at fremja bíbliutrúgva diakoni á evangelisk lutherskum grundarlagi, og gjøgnum boðan, upplýsing og um- sorgan at hjálpa í sálar- ligum og fysiskum trupul- leikum. Agape hevur í nøkur ár verið virkið í Føroyum og skipað fyri skeiðum, fyri- lestrum, møguleika fyri samtalum og øðrum. Seinasta freist at melda til er: týsdagin 1. mars á telefon 310899 Skála og Eiði eins stórar Manntal: Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroy- um økt við sløkum 200 fólkum. Við ársskiftið var talið 48.378, men fyri ein- um ári síðani var tað 48.190, vísir eitt yvirlit um manntalið her á landi. Yvirlitið vísir eisini, hvussu fólkatalið er broytt í øllum bygdum í 2004. Og her sæst, at fólkatalið í tveimum av størri bygdun- um í Eysturoynni í dag er javnt stórt. Fyri einum ári síðani búðu 711 fólk á Skála og 718 á Eiði, men við flyt- ingum innanlands og til út- landið er fólkatalið í báð- um bygdunum nú 717. Annars vísir yvirlitið, at fólkatalið í einari av teim- um smærru kommunun- um, Mykinesi er fólkatalið økt við einum, og er farið upp í 20. sb. Lívsjáttandi tón- leikur í Filadelfia Ungdómstiltak: Fríggja- kvøldið í næstu skipar Filadelfia í Havn fyri ser- støkum ungdómstiltaki, sum verður nevnt Flare. Endamálið við Flare-til- takinum er at savna ung til góðan felagsskap, har øll skulu kenna seg væl. Nógvur tónleikur verður á skránni, har eitt nú bólkurin "Direct Level" fer at spæla. Tónleikarar og sangarar úr Filadelfia fara somuleiðis at spæla og syngja. Talan er um lívlig- an, glaðan og lívsjáttandi tónleik, har øll kunnu syngja við og lova Skap- aranum. Flare-tiltakið er tí ikki at meta sum eitt vanligt møti. Tiltakið fer fram í hugna- ligum kaféumhvørvi. Høvi verður sjálvsagt at fáa sær drekkamunn og okkurt gott afturvið. Sagt verður, at ætlanin er at Flare skal verða eitt afturvendandi tiltak. sb. 50 býráðslimir á skeiði í Danmark Kommunur: Hesa sein- astu vikuna hava omanfyri 50 býráðslimir úr Føroyum sitið á skúlabeinki í Dan- mark. Tað er Kommunusam- skipan Føroya sum hevur tikið stig til eitt skeið fyri nýggjar og royndar býráðs- politikkarar á Den Kom- munale Højskole í Grenå. Fyrrapartin í gjár varð tosað og tjakast um viður- skiftini í havnunum og teir møguleikar ein hevur fyri virksemi og inntøkum á hesum støðum. Annars hava evnini spent sera víða. – Hetta hevur verið sera gagnligt fyri okkum øll. Serliga teir nývaldu bý- ráðslimirnir hava havt gagn av hesi ferðini. Men vit sum hava sitið í býráð- um í styttri ella longri tíðir, hava eisini fingið nógv burturúr, sigur Rodmundur Nielsen í telefon úr Grenå við Sosialin. Hann er bæði borgarstjóri í Runavík, og er samstundis formaður í Kommunusamskipanini. Fyri fýra árum síðani varð henda sama vitjanin fyriskipað. Bæði tá og hesaferð er líkt til, at øll hava fingið nakað burturúr og at netverkið millum tær ymisku kommunurnar er styrkt. sb. Samkoman Zion í Kollafirði telist ikki millum tær stóru í landinum. Hetta forð- ar teimum kortini ikki í at hugsa fram- eftir: Teir umvæla í løtuni tann gamla bygningin, samstund- is sum grivið er út fyri einum nýggjum møtisali í bygdini SAMKOMUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kollafjørður: Leygardag er vanliga ikki nógv virksemi í samkomuni "Zion" í Kollafirði. Men hesar seinastu leyg- ardagarnar hevur ein sæð menn og kvinnur ganga út og inn har í arbeiðsklæðum. Og soleiðis var eisini sein- asta leygardag. Í ovaru hæddini vóru nakrir mans og ein kvinna í ferð við at mála veggir og vindeygu. Stólar, talara- stólur og annað var væl dekkað til miðskeiðis á gólvinum, og í einum horni stóð eitt borð við kaffi- koppum og breyði. Men hetta var tó ikki øll manningin henda dagin. Niðri í kjallaranum hoyrd- ist ljóðið frá eini sag, ið arbeiddi. Og her niðri, í tí lítla og lága kjallaranum, vóru Poul Johannesen og Poul Øregaard í ferð við at skera eina plátu til, sum síðani skuldi festast. Tíðin var nú komin til at geva hesum hundrað ára gamla bygninginum ávísar ábøtur, soleiðis at karmar- nir fyri virkseminum í sam- komuni kunnu gerast enn betri. – Arbeiðið hevur gingið væl, og kemur helst at taka ein mánað aftrat, sigur ein av arbeiðsmonnunum, klaks- víkingurin, Poul Johanne- sen, sum býr á Signa-bø. Hóast ábøturnar verða gjørdar nú, so síggja tey í samkomuni fram til at kunna fara í ein spildur- nýggjan bygning aðrastaðni í bygdini um nøkur ár. Fjølbroytt virksemi At tey nú eru farin undir at gera ábøtur á henda gamla bygningin, er við tí fyri eyga at gera hann meiri tíð- arhóskandi. Við hesum ynskir sam- koman at skapa møguleikar fyri meiri fjølbroyttum andaligum virksemi, sum vendir sær bæði til børnini, tey ungu og tey tilkomnu. Samkoman eigur nakað av tekniskari útgerð, sum tey brúka tá størri tiltøk eru á skránni. Nú er so ætlanin at henda útgerðin skal eiga sítt fasta pláss í kjallaran- um. Arbeiðið við at gera ábøtur á bygningin byrjaði fyri einum sløkum mánaði síðani, og fer helst at taka ein mánað aftrat. Annað fiskarí í dag Hóast Zion ikki telist mill- um teir størstu samkomu- bygningarnar í landinum, so gongur eitt rættiliga stórt virksemi fyri seg í húsin- um. Fyri eini hundrað árum síðani varð tað brúkt sum fiskahús, men síðani mið- skeiðis í tríati-árunum hev- ur tað virkað sum møtisalur hjá Brøðrasamkomuni í Kollafirði. Hvønn sunnumorgun er møti og aftur um kvøldið. Haraftrat eru møti miku- dagar og møtir fyri tey ungu aðru hvørja viku. Børnini verða sjálvandi ikki gloymd, tí tey hittast til sunnudagsskúla hvønn sunnudag. Við teim ábøtum og broytingum, sum nú verða gjørdar inni í húsinum, verða skaptir møguleikar fyri øktum barnaarbeiði í samkomuni. Ætlanin er at innrætta kjallaran, soleiðis at hann verður vælegnaður til tey ungu og til meiri kreativt barnaarbeiði. – Og so kunnu vit jú eisini nýta kjallaran, tá størri tiltøk eru, sigur Poul Johannesen. Ætlanin er somuleiðis at flyta toilettini niður í kjall- aran, og at gera eina trappu millum báðar hæddirnar. Nýggjan sal Hetta arbeiðið í verandi sali verður gjørt, samstundis sum arbeitt verður við fyri- reiking til ein heilt nýggjan og munandi størri sal aðra- staðni í bygdini. Tekningin er klár til henda nýggja salin, sum ætlanin er at byggja á miðstaðarøkinum niðanfyri ítróttarhøllina í bygdini. – Økið er útgrivið, og í summar fara vit so at planera, sigur Poul. Talan er her um ein 240 fermetra stóran bygning í tveimum hæddum, við øllum hentleikum sum krevjast til ein slíkan sam- komubygning. Í nýggja sal- inum verða ikki færri enn tríggir salir, sum kunnu brúkast samstundis við størri tiltøk. – Vit fara at arbeiða so- leiðis sum fíggjarstøðan verður. Og tí kann væntast, at tað fara at ganga nøkur ár til hann verður liðugur. – Vit eru ein lítil sam- koma við lítið av kreftum, men hann skal nokk blíva liðugur, sigur Poul. Nýggjur salur skapar nýggjar møguleikar Poul Johannesen sagar og Poul Øregaard hjálpir til. Báðir eru teir ídnir eftir at fáa ábøturnar á samkomubygningin Zion lidnar sum skjótast