leygardagur 26. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
9
Verkføll hava verið til
óbótaligan skaða fyri
ILA rakt alibrúk og
tað má halda uppat,
sigur Bjarni Djur-
holm
VERKFALSRÆTTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er púra misskilt at eg
skal hava hótt fakfeløgini
við at taka verkfalsrættin
frá teimum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, sigur, at fund-
urin ímillum hann og ar-
beiðarafeløgini um at gera
undantøk fyri ILA rakt
alibrúk, skal ikki uppfatast
sum ein hóttan.
–Men tað er rætt at vit
taka málið í allar størsta
álvara, leggur hann afturat.
Hann sigur, at bæði í
2001 og 2003 førdu verk-
fall til óbótaligan skaða fyri
alivinnuna, tí at tað bar ikki
til nóg effektivt at taka
neyðslakta ILA rakt ali-
brúk.
– Nú hava vit fingið
nýggjar karmar fyri ali-
vinnuna, men skal hon hava
eina framtíð, er tað heilt
avgerðandi fyri álitið á
alivinnuna, at íleggjarar
vita hava vissu fyri, at
alivinnan verður rakt so
meint av einum verkfalli.
Tí hava vit gjørt eitt lóg-
aruppskot, sum ber í sær, at
verður sjúka staðfest í
einum alibrúki, ella øðrum
djórahaldi, skal tað leggjast
fyri eina nevnd við um-
boðum fyri arbeiðarafeløg,
arbeiðsgevarar, har eisini
dómarin er í. Tann nevndin
skal so gera av, hvørji stig
skulu takast.
Bjarni Djurholm ásannar,
at landsstýrið vil fyrst
royna alt fyri at fáa partar-
nir á arbeiðsmarknaðinum
at semjast og tí hevur hann
heitt á partarnar um at tosa
saman.
Er tað so ikki rætt, at tú
hevur hótt tey ?
– Tað haldi eg ikki, men
tað veldst sjálvandi um,
hvussu tað verður uppfatað.
Tað er í øllum førum greitt,
at landsstýrið tekur hetta í
størsta álvara, tí tað er púra
avgerðandi fyri álitið á
alivinnuna, at vit fáa arbeitt
skjótt og efektinvt, skuldi
sjúka tikið seg upp, eisini
hóast tað er verkfall.
Hann sigur, at semjast
fakfeløgini og arbeiðsgev-
arar ikki, verður tað tí
neyðugt at taka politisk
stig, tí so er ein nýggj
støða.
Hvørji tey verða, veit
hann ikki nú, men hann
váttar at landsstýrið er ikki
samt um at leggja málið
fyri tingið.
– Men landsstýrið er
samt um, at tað er neyðugt
at fáa skipað viðurskifti á
hesum øki, sigur Bjarni
Djurholm.
Hann hevur beinleið-
is hótt við at skerja
verkfalsrættin hjá
okkum, skuldi tað
hent, at samráðing-
arnar ímillum arbeið-
arafeløgini og
arbeiðsgevararnar í
vár, enda úrslitaleysar
VERKFALLSRÆTTUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú samráðingar ímillum
arbeiðarafeløgini og ar-
beiðsgevararnar standa fyri
durum, hevur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum beinleiðis hótt
fakfeløgini ið at skerja
verkfalsrættin.
Tað eru bæði Hans Joen-
sen, formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag
og
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya Arbeið-
arafelag, púra samd um.
– Hann hevur enntá gjørt
okkum greitt, at hetta er eitt
mál, sum alt landsstýrið er
samt um, leggja tær bæði
fakfelagsfólkini afturat.
Fyrr í hesum mánaðinum
fingu øll arbeiðarafeløgini
fundarboð frá Bjarna Djur-
holm.
Evnið á fundinum var,
hvussu farast skuldi fram í
samband við sjúkrarakt
djórahald, um tað skuldi
hent, at samráðingarnar í
vár enda við verkfalli.
Í hesum sambandi varð
serliga hugsað um ILA-rakt
alibrúk.
– Á fundinum gjørdi
Bjarni Djurholm okkum
púra greitt, at kunnu ar-
beiðsgevarar og arbeiðara-
feløg ikki semjast um at
gera undantak fyri sjúkru-
rakt
djórahald,
verður
málið lagt fyri løgtingið
– Og hann legði afturat,
at tað var eitt samt lands-
stýrið sum stóð aftanfyri
ætlanina at leggja uppskot
fyri løgtingið um at skerja
verkfalsrættin hjá arbeið-
arafeløgunum og sostatt fer
tað at verða samtykt, siga
Hans Joensen og Ingeborg
Vinther.
Ingeborg Vinther sigur, at
landsstýrismaðurin hevði
eisini eitt lógaruppskot við
sær, sum hann legði fyri
fakfeløgini.
– Hetta er at taka ein part
av okkara borgararættind-
um frá okkum og tað góð-
taka vit ikki.
Hon undrast eisini á, at
tað skal vera so umráðandi
at gera undantøk, tá ið talan
er um fisk, men ongin talar
um at gera undantøk, tá ið
onnur eru í verkfalli, sum
hava við livandi menniskju
at gera.
Hon leggur dent á, at hetta
er ikki sagt, tí at hon heldur,
at
verkfalsrætturin
hjá
øðrum fakbólkum eigur at
skerjast.
Tvørturímóti leggur hon
stóran dent á, at verkfals-
rætturin ikki verður rørdur.
– Tað kann ikki koma
uppá tal at skerja verkfals-
rættin, tí kemur fyrst hol á,
leypir skriðan og so fer at
verða strongt á at undantøk
á fleiri øðrum økjum eisini,
ikki bara hjá arbeiðarafe-
løgum, men hjá fleiri fak-
bólkum.
Landssýrið ikki samt
Bæði Ingeborg Vinther og
Hans Joensen uppfataðu
hetta sum eina greiða hótt-
an frá landssýrismanninum
í vinnumálum um at skerja
verkfalsrættin hjá arbeið-
arafeløgunum.
Men tey hildu at tað var
løgið, at javnaðarflokkurin
av øllum skuldi vera við í
eini ætlan um at skerja
verkfalsrættin.
– Tí boðsendu vit eisini
javnaðarflokkinum og tá
gjørdi Løgmaður okkum
greitt, at javnaðarflokkurin
fór ikki at skerja verk-fals-
rættin.
– Løgmaður vissaði okk-
um eisini um, at javnaðar-
flokkurin fer ikki at at-
kvøða fyri einum uppskoti
sum førir við sær, at verk-
falsrætturin verður skerdur.
Tað bar ikki til at fáa eina
viðmerking
frá
Bjarna
Djurholm.
Tað verður onki
lógaruppskot lagt fyri
løgtingið, sum hevur
til endamáls at skerja
verkfalsrættin, stað-
festir løgmaður
VERKFALSRÆTTURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ein misskiljing, at
landsstýrið er samt um, at
skerja verkfalsrættin.
Tað sigur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður.
Hann sigur, at tað kemur
ikki uppá tal, at javnaðar-
flokkurin fer at atkvøða fyri
einum lógaruppskoti, sum
førir við sær, at verkfals-
rætturin fer at verða skerd-
ur.
Hann leggur eisini aftur-
at, at tað fer heldur ikki at
koma so langt sum til tað,
at eitt lógaruppskot fer at
verða lagt fyri tingið, sum
fer at fáa avleiðingar fyri
verkfalsrættin.
Annars vísur hann á, at
spurningurin um støðuna
hjá ILA-raktum alibrúkum
í sambandi við verkfall,
hevur verið umrøddur í
fleiri ár.
– Undanfarna samgonga
gjørdi eitt lógaruppskot,
men tað kom ongantíð í
løgtingið og tað fer heldur
ikki at verða lagt fram nú.
– Uppskotið er lagt fram
á landsstýrisfundi, men tað
var ikki undirtøka fyri tí.
Løgmaður sigur, at hetta
er eitt mál, sum hoyrir
undir arbeiðsmarknaðin at
loysa.
– Eg eri samdur við
fakfeløgini í, at tað er at
gera seg inn á verkfals-
rættin at leggja lóg fyri
tingið um at avmarka rætt-
indini hjá fakfeløgunum í
sambandi við sjúkurakt ali-
brúk.
Løgmaður
sigur,
at
landsstýrið
tvørturímóti
samdust um, at landsstýr-
ismaðurin í vinnumálum
skuldi heita á feløgini um at
gera eina avtalu um at gera
undantak
til
sjúkurakt
djórahald í sambandi við
eitt møguligt verkfall. Eitt
dømi um eitt slíkt undantak
kann vera at tað verður
loyst at neyðslakta ILA
sjúkan laks, hóast verkfall
er.
Løgmaður sigur, at hetta
er ein skipan, sum er gald-
andi í Noregi og hann held-
ur, at tá ið arbeiðsmarknað-
urin har kann finna út av tí,
kann arbeiðsmarknaðurin í
Føroyum eisini.
Hann væntar eisini, at ein
loysn verður funnin, tí
báðir partar hava áhuga í at
varðveita alibrúkini, tí tað
eru eisini arbeiðspláss, sum
talan er um.
Hvørki Ingeborg Vinther
ella Hans Joensen hava
nakað ímóti at tosa við
arbeiðsgevararnar um at
finna eina semju, skuldi tað
komið so langt.
– Samband hevur longu
verið ímillum arbeiðara-
feløgini og arbeiðsgevar-
nar um hetta mál og semja
er um at partarnir seta seg
saman fyri at tosa um við-
urskiftini, sigur Hans Joen-
sen.
Bæði siga, at tað hevur
áður borið til at gera
undantøk fyri ILA- rakt
alibrúk og tey vænta at tað
fer at bera til einaferð aft-
urat.
Bjarni Djurholm hótti arbeiðarafeløgini
Landsstýrið fer ikki at skerja verkfalsrættin
Royna alt fyri at fáa semju
Bæði Ingeborg Vinther og Hans Joensen uppfataði uppleggið hjá landsstýrismanninum í
vinnumálum sum eina greiða hóttan um at skerja verkfalsrættin, nu samráðingar við
arbeiðsgevararnir standa fyri framman
Bjarni Djurholm ætlar ikki
at taka verkfalsrættin frá
fakfeløguum, men hann og
alt landsstýrið er samt um, at
tað er alneyðugt fyri
alivinnuna at fáa skipað
viðurskifti, sigur hann
– Landsstýrið tekur ikki
undir við at verkfalsrætturin
hjá fakfeløgunum verður
skerdur. Tað er eitt mál, sum
partarnir á
arbeiðsmarknaðinum mugu
loysa sjálvir, sigur løgmaður