Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 40 - 26. februar 2005 Loksins er ílegulógin komin í ljósmála. Lands- stýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur nú boðað frá, at hann í næstum fer at leggja upp- skot um ílegugransking fyri løgtingið. Føroyingar eru serstakliga áhugaverdir í ilegu- ella gen- granskingarhøpi. Vit eru fá í tali, vit hava livað lutfalsvís isolerað frá umheiminum í øldir og tað er rættiliga lætt at rekja ættina hjá flestu lands- monnum eini trý til fimm ættarlið aftur í tíðina. Hinvegin er tað ein stórur spurningur um, vit hava verið so isolerað, sum eitt nú var sagt í sjónvarp- inum hóskvøldið. Er hetta ikki ein nationalrom- antisk myta? Nýggja havnarsøgan, eitt satt valaverk, skjalprógvar til fullnar, at alt 1700 talið hevur sera lívligt samband verið millum Føroyar og útheimin. At tætt samband eisini var í 1600 tal- inum sæst av tingbókunum, sum fróðarmaðurin Einar Joensen, sáli, gav út. Hetta eiga teir lærdu at hava í huga tá teir fara at kasta seg yvir føroyska gengullið.. Vandi er í hvørjari vælferð. Gengranskingin er kanska størsta vísindaliga og etiska avbjóðingin hjá nútímansamfelagnum. Her eru ómetaligir møguleikar í sambandi við grøðing av ólekiligum sjúkum. Her er møguligt at finna inn til at kalla allar lívsisn gátur. Her eru møguleikar at avdúka at kalla allar náturunar loynidómar. Møguleikar- nir eru beinleiðis óavmarkaðir. Eftir nøkur ár við tí ómetaligum og víttfevnandi gengranskingar- virksemi um allan heim eru fáa lívfrøðiligar gátur eftir. Hetta kann gera lívið fátækari. Hetta kann gera lívið ríkari. Tað velst um, hvussu vit nýta tað ómetaligu vitan, sum kemur burtur úr allari al- tjóða gengranskingini. Føroysk gengransking og altjóða gengransking í føroyskum tilfari verða týðandi tættir í hesi tilgongd. Vit eiga at nýta tað vald, vit knappliga hav fingið til at tryggja okkum øll neyðug etisk fyrilit. Hetta snýr seg eisini um pengar — ómetaliga nógvar pengar. Tað er meira peningur í gen- gransking enn t.d. í oljuvinnu. Landsins myndug- leikar eiga at tryggja sær, at vinningurin av al- tjóða gransking í føroyskum gentilfari kemur øll- um samfelagnum til góðar: fólki, gransking, út- búgving, umhvørvi, mentan og mentanararvi. Vit seta okkara ílegur til taks fyri allan heimin. Vit skulu sjálv hava ágóðan og nýta henda ágóða til eitt nú at gera gott við úti í heimi. Hetta kunnu vit gera t.d. við at seta altjóða medicinalfyritøkum harðar treytir. Ein treyt kann vera, at fyritøkurnar skulu tryggja menningarlondunum heilvág til ein prís vanlig fólk í hesum londum klára at rinda. DAGSINS MEINING Sosialurin Vandi og vælferð Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. VIÐMERKINGAR Misskilt nationalisma Til Brynhild Hansen, Gøtu Edmund Joensen Hvussu ber tað til at Føroyar sum einasta land í okkara parti av heiminum ikki skipar fyri einari seriøsari viðgerð av okkara politisku handilsmálum? Tað tykist verað "tabu" at tosa um, hvussu Føroyar kunnu fáa atgongd til Evropa javnbjóðis við hini oyggjalondini, sum eins og Føroyar, eru atlond hjá størri londum í Evropa. Er tað veruliga so galið, at aftur her er veruliga or- søkin ein misskilt national- isma, sum ikki hevur tað so gott við at Føroyar ígjøgn- um Danmarkar ríki fáa ser- sømdir og nærkast Evropa? Sersømdir, sum bert eru ein nátúrligur rættur føroyinga, og sum eru alneyðugt grundarlag hjá Føroyska samfelagnum, skal tað klára seg í alsamt vaksandi kappingini í okkara parti av heiminum. Læt meg nevna Álandso- yggjarnar við 26.000 íbúgvum, Isle of Man við 75.000 íbúgvum og Erma- sundsoyggjar. Øll hesi oyggjasamfeløg hava ser- ligar avtalur sum eru skraddarseymaðar til teirra. Hesi oyggjalond eru atlond hjá ávíkavist Finnlandi og Bretlandi. Hvussu ber tað til at Føroyar sum einasta land í okkara parti av heiminum kann lena seg upp afturá og látast sum heimsrákið ikki kemur okkum við? Og hvussu kunnu vit lata vera við at lata upp fyri nýggju møguleikunum til okkara egnu borgarar? Tað tykist mær ósømiligt og naivt at halda at okkara annars dugnaliga fólk skal megna at menna vinnulívið til at bera allan føroyska búskapin uttan at skoytt verður til tær ólíka kapp- ingar- og handilsreglur sum valda millum Føroyar og Evropa á allar flestu økjum. Ístaðin fyri at síggja Evropa sum tann stóra møguleikan og leggja tilrættis hareftir, so snýr føroyskur politikkur seg um at halda eina avbyrging- arkós móti Evropa. Ein pol- itikkur sum sjálvandi er dømdur til at miseydnast, og sum er til óbótaligan skaða fyri føroyingin. Tað besta sum kann sig- ast um handilsavtaluna sum Føroyar hava við Evropa, tað er hvussu effektivt hon forðar framburi og nýhugs- an. Hetta merkist á øllum økjum í vinnuni. Arbeiðs- plássini fækkast javnt og samt, og Føroyar gerast alt meira eftirbátur. Hvat bagir Hvat er tað sum bagir? Hví eru vit í Føroyum so nógv øðrvísi enn hinar 470 milliónir íbúgvarnir í Evr- opa? Er tað veruliga so galið, at politiska "prest- isjutapið" við at gera brúk av sømdunum, sum vit hava rætt til sum partur av Dan- markar ríkið, ger at væl- ferðin hjá øllum føroying- um verður sett uppá spæl? Mær sjálvum tykir tað verað ein politiskt sjálv- fylgja, at vit stremba eftir at fáa Føroyum tær sømdir, sum vit eiga fullan rætt til sambært stjórnarstøðu okkara. Eg eri álvarsliga bangin fyri at loysingarflokkarnir eru so negativir, at teir heldur ongar sømdir vilja hava til frama fyri Føroyar og føroyingar, enn at vinna okkum rættbundnar sømdir sum partur at ríkinum, sømdir sum eru høvuðs- grundarlagið undi fram- burði og menning av før- oyska samfelagnum. Misskilt nationalisma og undirlutakensla føra neyv- an nakað gott við sær til føroyska samfelagið. Sonur tín Sjúrður Hansen Á Geilabø varð stákast til henda dagin tú skuldi gift- ast, móðir, og heima Í Køk- inum haðani pápi, Hans, var. Ikki fyrsta brúdleyp Í Køkinum, næsta, men fyrsta á Geilabø. Hesin dagurin var 14. februar 1944. At tit so atlíkavæl ikki giftust henda dag, men 12 dagar seinni, 26. febru- ar, er ein partur av teirri siglingarsorgini, sum Gøta eisini goymir við sítt hjarta: 3 mans druknaðu á Gøtu- vík. At tannáringar, eisini tíni ommubørn stevna til Prix- Føroyar dans 26. februar 2005, tín og pápasa brúd- leypsdag, minnir teg kanska á, at tit eisini gledd- ust við dans og gleim, hóast tung tøk á leiðini – sanni- liga. »Á Geilabø har eru nógv…