leygardagur 26. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
11
VIÐMERKINGAR
Teir leggja á har garðurin er lægstur
Jákup Joensen,
Sumba
Tað var nú ótrúliga gott, at
vit fingu eina politiskt
óhefta rás, soleiðis at vit
fáa fylgt við í tí, sum fer
fram innan tingsins gátt. Vit
hava skjótt funnið útav, at
tað, sum útvarp og bløð
bera fram, ikki er í samsvar
við tað, sum veruliga fer
fram, og vit hava ansað
eftir, at mál og menn, sum
ikki passa røttu skógvarnar,
verða
tagd
burtur
av
fjølmiðlum okkara.
Henrik Old hevur allar
dagar verið sum ein opna-
hjallur. Fullur í tíðindum
um alt og øll, og altíð kom-
in út gjøgnum allar miðlar.
Men nú síðan vit fingu
beinleiðis atgongd til løg-
tingið gjøgnum sjónvarpið,
ella tingvarpið, nú sær
verðin munandi øðrvísi út,
enn vit hugsaðu okkum tað
– og nú kenna vit okkum
villleidd, so tað munar.
Undir viðgerðini av fíggj-
arlógini lovaði Henrik Old,
at vágbingar skulu koma
bæði at nísta og pípa. Skúla
skulu teir so ongan fáa, tað
skuldi hann syrgja fyri. Og
hann helt orð. Vág-bingar
bæði nísta og pípa, og teir
hava ongan skúla fingið.
Børn sum ganga í skúla
tíma ikki at arbeiða fisk,
segði álitismaður Javnaðar-
floksins í vinnumálum, og
tí er tað burturvið at lata tey
ungu ganga í skúla. Tey
skulu hava so lítla skúla-
gongd sum møguligt, ann-
ars rýma tey frá okkum,
segði maðurin, sum sjálvur
er rýmdur, og sum ikki
brýggjar seg um at búgva
millum okkum suðringar.
So skuldu vágbingar fáa
eitt ellisheim var næsta boð-
ið, men at teir skuldu gjalda
tað sjálvir, og at hinar
kommunurnar skuldu gjalda
hetta heimið í Vági eisini,
ja, tað skulkaði hann sær
undan at siga nøkrum. Tað
sum um galt, var at ríva nið-
ur ein skúla, ríva niður ein
varða, ið aðrir høvdu laðað.
Og oyggin liggur øll í
andaleypi og svartasta vón-
loysi. Fyri fyrstu ferð nakr-
antíð eru politisk átøk
framd fyri at drepa niður
tað, sum var farið at spretta,
samstundis sum man ikki
hevur orkað, dugað ella
viljað gjørt nakað ístaðin
fyri.
Teir søgdu seg koma við
eini Suðuroyarætlan, sum
kortini einki kjøt var á, og
sum einans var ein lýsing
av tí sum aðrir høvdu gjørt
frammanundan. Og tað
ringasta av øllum er so tað,
at vit umvegis tingvarpið
hava hoyrt fleiri samgongu-
menn siga seg einki kenna
til hesa Suðuroyarætlan, og
tí ikki taka undir við henni.
Hví tey avgerandi tíðind-
ini alla tíðina verða tagd
burtur av fjølmiðlunum,
eitt nú av útvarpinum, ja,
tað er okkum ein gáta.
Tað var í stórum spenn-
ingi, at vit suðringar settust
at lurta eftir orðaskiftinum
um at byggja ein umsiting-
arbygning á Krambatanga
seinasta fríggjadag. Hetta
var so sanniliga eitt upp-
skot um økismenning, um
at flyta almenn arbeiðspláss
til Suðuroyar.
Men Henrik Old var
skjótur at manna ta gard-
una, sum bara skuldi skjóta
niður tað, sum aðrir royndu
at byggja upp.
Útvarpið hevur verið á
gosi í allan vetur, um tey
vælsignilsi hendan sam-
gonga vil veita Suðuroynni,
men so eiðasørt vit hava
hoyrt eitt orð, nú konkret
uppskot um økismenning og
almenn arbeiðspláss skuldu
stovnsetast í somu oyggj.
Útvarpið hevur ikki grett
eitt orð um, at uppskotið var
framlagt, ei heldur at tað
kom til viðgerðar. Fingu vit
ikki ein møguleika fyri at
fylgja við í tingvarpinum, so
vistu vit einki.
Men tann møguleikan
brúktu vit so nú fríggjadag-
in. Har fingu vit so eisini
kunnað okkum um, hvussu
óendaliga nógva orku, ið
Henrik Old og samgongan
leggur í at karva niður øll
skilagóð uppskot til bata
fyri almenn arbeiðspláss í
Suðuroynni, uttan at vera
før fyri at skapa nakað
sjálvi.
Eitt dømi av mongum var
uppskotið um at brúka
einar 2-3 mió. kr. sum vóru
játtaðar
Øravíkar-Hov
bergholinum
til
onnur
arbeiði í Suðuroynni. Ikki
talan um, segði Henrik Old,
sum nærum fær berserka-
gongd, hvørja ferð okkara
menn royna onkur frambrot
fyri Suðuroynna.
Tað var ikki arbeiðandi
úti um veturin, segði javn-
aðarmaðurin, sum legði
trýst á tingið um at flyta
pengarnar vestur í Vágar.
Um tey hava øðrvísi vetur
har vesturi er ikki gott at
vita, men hetta er besta
gerð eg havi gjørt í lívinum,
hoyrdu vit Henrik Old siga,
samstundis sum tað frætt-
ist, at Landsverk hevði sagt
upp 5-6 monnum í Suður-
oynni av teimum 8-10, sum
mistu arbeiðið kring alt
landið hendan veturin.
Fyri 10-15 árum síðan
var tann stóra avreiðingin í
gongd. Toll- og skatt, løg-
regla, strandferðsla o.a.m.
er flutt úr syðru helvt, og
manna millum gekk tosið
um, at nú manglaði Henrik
Old bara at flyta páskirnar
norður á Tvøroyri eisini.
S o langt kom tað tó ikki,
og gott tað sama, men nú
hann aftur hevur fingið
vald, kennir hann sær ikki
afturhald.
Meðan aðrir hava hálað,
hevur Henrik Old lorað. At
lora ein heilan skúla aftur
undan hekkuni er eitt slag
av heimsmeti í undirbrot-
ligum býttiskapi og hevnd-
arhugi mótvegis Tjóðveld-
isflokkinum.
Vit kenna mannin aftur
frá Sumbiartunlinum. Hes-
in tunnil var valagn hjá
honum og Javnaðarflokkin-
um eitt mannaminni líka til
Tjóðveldisflokkurin kom
framat og støðgaði lyftun-
um og framdi verkið.
At selja Teistan var eitt
mistak. Vit hildu stóra aft-
urstigið vera, at nú fór út-
flutningurin úr Suðuroynni
fyri skeyti, meðan Henrik
Old venaði seg um, at nú
fekst ikki fatur á bíligum
karamellum at egna við.
Skattalætta til tey ríku
fyrst og fremst. Fólkið skal
koma síðst, er nú verkætl-
anin hjá hesum talsmanni
fyri meiniga mannin. Tær
høgu inntøkurnar, har hann
býr, fáa skattalættan, með-
an tær lægru inntøkurnar
her um okkara leiðir sita
við svangan munn, og
fingu ongan skattalætta.
Frælsi,
javnaður
og
brøðralag var lopfjølin inn
á ting, men innanfyri ting-
gáttina vendi rangan skjótt
út. Frælsi er ein býur í
Kina, og sama kann sigast
um javna, brøðralag og ar-
beiðspláss.
Undir undanfarnu sam-
gongu, tá suðringar áttu ein
samgongumann, vassaðu
teir í almennum arbeiðs-
plássum á fleiri almennum
verkætlanum, samferðslu-
havnini, djúphavnini og
miðnámsskúlanum. Tíbetur
vóru Henrik Old og teir ov
seinir at støðga havnaløg-
unum, men tíverri lukkaðist
teimum at støðga skúlan-
um, tá formarnir skuldu
setast upp.
Hetta er størsta níðings-
gerð móti ungdómi okkara,
men so sera, sera eyðkent
fyri Javnaðarflokkin at
leggja á, har garðurin er
lægstur. Vit sóu tað við
skattalættanum móti teim-
um minni mentu og vit
síggja tað aftur við skúla-
forboðnum móti ungdóm-
inum.
Skamm fái tykkum fyri
niðurbrótandi verk tykkara.
Ólavur á Heygum
Fyrst má eg undrast, at
hesin maður lesur mína
grein, sum ein vissur harri
lesur tað heilagu bók.
Harra Stórá, tað er ikki
sum tú skrivar "Hansara
stevna í Tysklandi", sum
talan er um, men eina
Norðurlanda
rógvi-
og
mentunarstevnu, ímillum
danir, sviar og føroyingar
sum tú ikki tekur uppá mál,
soleiðis sum tú ikki hevur
virðing fyri teimun, sum
vóru við til fyrireikingar-
nar. Til tað, sum tú kallar
"hansara stevna í Tysk-
landi" vóru medfyrireikar-
nir hesir: Róðrasamband
Føroya við Jóhannis Joen-
sen, Róðrafeløg á Tvøroyri.
Løgmaður Jóannes Eidis-
gaard og borgarstjóri Krist-
in Michelsen, hildið røður.
So sipar tú til, tá ið skriv-
ið um "trøllið, sum kom
undan kavi". Her fert tú eis-
ini skeivur ella vil ikki
halda teg til evnið. Tað var
kappróðurin á Bryggen við
Føroyahúsinum, sum eg
skrivið um. Mær vitandi
hava ongir bátar róð kapp á
Vesterbrogade vid mál á nr.
17 A. Hvat er hattar fyri
tvætl, Sjálvandi skal Før-
oyahúsið hava sína mentan
í frið á Ólavsøku har ella á
Bryggen. Tað hevur ongin
haft nakað ímóti. So sipar
tú eisini til kappróður á
NorðurAtlantisku Mentun-
arstevnuni. Tú fylgir illa
við. Tað var bert ein bátur
sum róði tá, og tað var
Tvørábáturin, sum róði
kapp um seg sjálvan. Hand-
an var ov íýlig harra Stórá.
Hald teg til evnið, sum
skrivað verður um. Tað eru
bátarnir, sum tit leggja hald
á, sum eru trupulleikarnir,
at náa eina viku aftaná, sum
skulu koyrast 500 km.
Tey sum skula gera fyri-
reikararbeiðið, eru somu
fólk frá róðrafeløgunum,
sum gera róðrastevnuna í
Ishøj og kanska Róðra- og
Mentunnarstevnu 2006 í
Svøríki. Alt skal fyrireikast
áðrenn summarferiu, sum
byrjar 20. juni. Hava tit
onga føling fyri, hvussi
fólk fyrireika ella taka tit
tað fyri vist, at onnur gera
tykkara arbeiði. Tað var just
hendan grundgeving til
áheitanina frá mær, um at
halda ólavsøku vid kapp-
róðri annað hvørt ár. Aðra
staðni gera fólk stevnur
annað hvørt ár í sama um-
hvørvi ella høvudstaðnum.
Til dømis verður jóansøka
hildin annað hvørt ár á
Tvøroyri og Vági. At hava
ólavsøkuhald á hvørjum ári
kann viðføra, at ikki so
nógv koma til Ishøj, tá ið
Færø Regatta verður í juni.
Tað sigst, at tað vóru nógv
minni fólk í fjør enn tað
plagar at vera.
Tað verður eisini skrivað
um, at tá ið eg leggi á leið-
arin í Føroyuhúsinum fyri
manipulering ímóti mær og
sum grundgeving nevni
ósemju í felagnum. Hvat
heldur tú ger ósemju. Tað er
just hesin leiðarin, sum ger
tað, við at senda brøv út til
limirnar ímóti mær, at eg
innkalli til eykaaðalfund og
mangt annað. Hetta er ikki
nøkur grov skuldseting,
men ein avdúkan, hvussi
leikur er farin fram til tú
kallar "at smekka vid hurð-
ini, men sum eit gamalt
orðatak sigur "sannleikin er
illa lýddur".
Tú nevnir at tað, atmín
kæra hevur verið alment
viðgjørt í Føroyhúsinum,
ikki er rætt. Hvussu ber tað
til, at ein pesónur ringir til
mín og spyr, um eg havi
sent kæru til Mentarmálar-
ráðið. Hetta tí hann varð
spurdur undir týsdagsdøg-
verðanum í Føroyhúsinum,
áðrenn nakað skriv var
komið í blødðni, um hann
hevði hoyrt, at Ólavur á
Heygum, hevði sent kæru
um Føroyahúsid. Hann spyr
so aftur um ,hvar hetta var
komi frá. Hin svarar aftur,
at tad hevði Martin Fjall-
stein fortalt honum. So
spyrji eg. Er tað ikki tagn-
arskylda hjá teimun, sum
hava málið um hendi, til
málið er avgreitt? Hevur
Martin Fjallstein sjálvur
haft málið um hendi?
Tú undrast, hví eg ikki
havi vent mær til nevndina.
Harra Stórá hevur tú ikki
lisið, at eg sendi tað til
vidgerðar av umboði hjá
Mentamálaráðnum í Um-
boðsmannanevndini í Før-
oyhúsinum. So skal eg eis-
ini viðganga, at eg hevði
eitt ánilsi til tín persón, at
tú fór ikki, at verða óheftur
í hesum málið. Soleiðis í
slíkum førum, fari eg altíð
til høvdið og ikki til halan.
Eg má sanniliga eisini
siga, at mín meting var røtt.
Sjáldan havi eg sæð so ein-
vísa skriving sum svar av
mínari grein. Her er bara
eitt áhugamál, og er tað at
taka Føroyahúsid og leiðar-
an í verju.
So sigur tú, at øll feløgini
vóru við til tann fyrsta
fundin sum var í fjør vár og
nevnur
Neystið.
Aftur
skeivur. Eg var til tann
fyrsta fundin. Har var ongin
frá Neystinum møttur upp.
Lesur tú ikki fundarfrá-
greiðingar ?
Nú vit tosa um Ólav-
søkuhaldid í fjør á Brygg-
en, kann ein eisini undrast,
hvat bleiv tann fíggjarliga
støðan. Fleiri av gestunum
søgdu mær frá, at tey vórðu
biðin um at keypa øl og
spiritus frá Martin Fjall-
stein, tí avlopið fór til fel-
øgini. Enn er eingin rokn-
skapur almennur, hví? Enn
hava eingi feløg fingið av-
lop, hví? Hevur Umboðs-
mannaráðið í yvirhøvur
nakað eftirlit við Føroya-
húsinum ?
At enda má eg eisini
ásanna, at tað er harmuligt
við bladtjaki. Í 18 ár havi eg
lagt alla mína orku fyri at
fremja tann føroyska bátin
vid kappróðri í útheiminum
og uttan sjólvrós fingid tað,
sum á donskum verður
kallað eina "ekspertise" við
at finna gróðrabotn fyri til-
tøkum, sum vit góðu lands-
menn í Føroyum kunna
fegnast um og vera saman
um. Tá ið so onnur fólk seta
meinbogar fyri tad virki,
sum eg veit eg kann útinna,
fyri at siga tað akkurat,
sum er vid øvint, verður
man harmur og má fáa luft.
Tað verður kanska hildið av
onkrun, sum grovar atfinn-
ingar, men sum áður nevnt.
Sannleikin er ofta illa
lýddur.
Aftursvar til Tórmódur Stórá