Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góði maður mín, pápi, abbi og langabbi okkara Edmund Petersen Runavík andaðist og varð borin til hvíldar. Takk til prestarnar Sverra Steinhólm og Martin R. Jacobsen fyri troystarrík orð, takk til kirkjutænara, sangarar og berarar. Takk fyri gávur, blómur, kransar og takk til tykkum, sum rættu okkum eina hjálpandi hond. Hjartans takk øll somul. Familjunnar vegna Hannemia Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okakra høgt elskaði sonur, bróður og pápi Rói Egholm Árting doyði og varð jarðaður. Serstøk tøkk til Bergur D. Joensen, prest, fyri hansara hjálp og troystarríku orð. Takk øll tit, sum komu inn á gólvið og til øll tykkum, sum á ymsan hátt hava stuðlað og hjálpt okkum hesa sváru tíð. Stóra tøkk øll tit, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk til sangarar og berarar. Takk fyri blómur, gávur til Herbergið og til tykkum mongu, sum fylgdu Róa til hansara seinasta hvíldarstað. Solveig, Regin, Jóanes, Uni, Rasmus, Janus og Guðrun Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Anna Petersen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar og tøkk til tykkum mongu, sum ringdu. Tøkk til prest og sangarar. Og tøkk til tykkum, sum veittu stóra og góða hjálp við ervinum. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Flemming og Petur Dagurin 26. februar. Ingigerð. Kanska navn á franskari prinsessu, Ingardis, ið vit annars einki vita um. Navnið hevur fingið norrønan form, ið merkir tann av guðinum Ing varda. Janus Djurhuus varð føddur hendan dagin í 1881. 27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla. Hann var harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur. 28. februuar. Hildigerð. Høgt mett týsk abbadissa, sum doyði í 1179. Upprunaligt germanskt navn, samansett av orðum, ið merkja stríð og vernd. Atli Dam stríddist fyri frælsi og alt hansara politiska arbeiði hevði til endamáls at fremja einar sjálvstøðugar Føroyar, sigur landstýrismaðurin og fólkatingslimurin, Lars-Emil Johansen Marjun Dalsgaard Mynd: Jan Müller Lars-Emil Johansen hevur, sum limur í grønlendska landsstýrinum, fólkatingslimur og fyrrverandi formaður fyri grønlendska javnaðarflokkin Siumut ofta hitt Atla Dam í politiska lívinum. – Atli Dam var mest markanti føroyski politikarin eg enn havi hitt. Hann livdi fyri Føroyar – hann var Føroya Stauning. Hann stríddist fyri frælsi og alt hansara politiska arbeiði hevði til endamáls at fremja einar sjálvstøðugar Føroyar, sigur landstýrismaðurin og fólkatingslimurin, Lars-Emil Johansen. – Eg minnist fyrstu ferðina, eg hitti Atla. Tað var í 1971, eg var einans 24 ár og var júst valdur fyri fyrstu ferð ein mánaða frammanundan. Eg helt eina røðu í sambandið við 250 ára dagin fyri, at Hans Egede var komin til Grønlands. Eg varð øgiliga illa skeldaður aftaná, tí eg hevði sagt, at Hans Egede møguliga hevði gjørt nøkur ting, sum vóru í ordan politiskt, men hansara mentunarliga íløga uppá nógvar mátar var ein vanlukka fyri Grønland. Hans Egede tulkaði jú ta grønlendsku mentanina sum antikristna og royndi at beina hana burtur, tí hann skilti hana ikki. Hetta var tó ikki eitt sjónarmið, sum var frammi tá, og eg fekk nógvar ábreiðslur eftir røðuna - øll høvdu at mær, men Atli Dam stillaði seg við liðuna á mær og vardi meg. Meðan ein danskur politikari stóð og segði mær sína erligu meining, legði Margretha Drotning, sum tá var krúnprinsessa, uppí. Hon hevði hoyrt hann og vendi sær beinleiðis til hann og segði við hann: "Er det ikke dejligt, at den grønlandske ungdom er begyndt at formulere sig" hesin mátti so siga "Jo, jo deres Kongelige Højhed". So krúnprinsessan og Atli Dam vóru tey einastu, sum hildu við mær, sigur Lars-Emil við einum smíli og leggur aftrat: – Atli helt eisini eina røðu tá, sum eg minnist væl. Hann tosaði um frælsi. Hann segði millum annað, at hetta var byrjanin hjá Grønlandi í stríðnum fyri frælsi, og hann brúkti hesa grundgeving, at hann heldur vildi vera svangur og frælsur enn mettur og ófrælsur. Atli Dam var høgt í metum hjá mær og tí valdi eg at koma til Føroyar til hansara jarðarferð, tá tað nú lá fyri, sigur Lars-Emil Johansen at enda. - Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Lars-Emil Johansen kom úr Grønlandi at fylgja Atla Dam. Her er hann saman við konu Atla, Sólvu og bróður Atla, Bergi Dam Atli Dam livdi fyri Føroyum