leygardagur 26. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag, leygardagin 26.
februar,
fyllir
Valborg
Sivertsen í Norðdepli 75 ár.
Hon starvaðist í mong ár á
Sjúkrahúsinum
og
Røktarheiminum
í
Klaksvik.
Valborg er ættað úr
Svínoy. Foreldrini vóru
Anna og Jóannes Joensen,
sum
var
bóndi
í
Heimistovu.
Anna
var
dóttur Ingu og Símun Júst
Jacobsen,
sum
var
læraralærdur
og
eisini
hevði handil. Hann var eitt
skifti løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin.
Anna og Jóannes áttu
sjey børn: Jógvan, Hans
Jacob, Ragnhild, Símun,
Valborg,
Ingibjørg
og
Fríðgerð.
Jógvan
og
Fríðgerð búgva í Svínoy,
Ragnhild
og
Ingibjørg
búgva
í
Klaksvík,
og
Valborg býr í Norðdepli.
Hans Jacob og Símun, sum
báðir eru farnir, búðu í
Klaksvík.
Seint undir krígnum fór
Valborg til Klaksvíkar. Hon
var í húsinum hjá Odu
Kjølbro, og hon arbeiddi
eisini í matvøruhandlinum
hjá Kjølbro á Biskupsstøð.
Eftir at hava verið á
Háskúlanum, fór hon 1.
oktober í 1950 at læra til
sjúkrasystur á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Hon var liðug
við læruna og lesturin í
1954. Tá hevði hon í tíggju
mánaðir verið og supplerað
á Skt. Hans og Skt. Josef í
Danmark.
Eftir at hon var komin
aftur til Føroya, arbeiddi
hon á sjúkrahúsinum í
Klaksvík eitt skifti.
28. desember í 1955 giftist
Valborg við Hans Jacobi
Sivertsen í Norðdepli. Tey
búsettust í Norðdepli, har
Hans
Jacob
var
útróðrarmaður.
Tey
fyrstu
árini
í
Norðdepli
var
Valborg
heimasjúkrasystur.
Hon
ferðaðist við læknunum í
Klaksvík í útoyggjarnar. Tá
ið tunnulin var komin til
Klaksvíkar seinnapartin av
seksti árunum, fór Valborg
aftur
at
arbeiða
á
sjúkrahúsinum. Har var
hon, inntil Røktarheimið í
1984 varð tikið í nýtslu. Tá
fór hon í starv har, og
Valborg
var
á
Røktarheiminum,
inntil
hon í 1995 gavst at arbeiða.
Valborg og Hans Jacob
eiga fýra børn: Poul Sivert,
Anna
Maria,
Jóannes
Dánial
og
Ásmund.
Dreingirnir búgva allir í
Norðdepli, og Anna Maria
býr í Havnini. Tann fyrri
Osmundur var trý ára
gamalur, tá ið hann í 1963
druknaði.
Tað hevur altíð verið lív
í, har Valborg hevur verið.
Hon er ófør at siga frá, og
hon megnar at seta dám á,
har hon er. Mong eru tey,
sum hava sitið væl í
heiminum hjá henni og
Hans Jacobi í Norðdepli.
Vit eru mong, sum heilsa
henni á 75 ára degnum.
JH
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
14
Nr. 40 - 26. februar 2005
Valborg Sivertsen Norðdepli 75 ár
Góði abbi.
Hóast vit vistu, hvønn
veg tað bar, vóru boðini
tung at fáa um, at tú vart
farin foldum frá. Eftir
einum langum og virkn-
um lívi á sjógvi og á
landi fór heilsan hjá tær
at bila tað seinasta árið,
tú livdi. Sjálvt um tú vart
mettur av døgum, vart tú
fyri okkum sami góði og
umsorgarfulli abbi.
Nú tankar okkara leita
aftur til barndómsárini,
minnast vit mangar góð-
ar løtur heima hjá tær og
ommu uppi á Brekku. Vit
vóru altíð væl móttikin,
og fyrsta tú segði var
altíð: »komið og fáið
tykkum at eta«. Omma
var beinanvegin klár og
fór upp at stákast.
Tú visti nógv at for-
telja frá tínum barna-
árum og tínum langa lívi
á sjónum. Tá vit undrað-
ust á, hví tú nærum onki
hár hevði á høvdinum,
segði tú okkum, at tú átti
fýra døtur og ein dagin,
tá tú stóðst á brúnni á
Albert Victor, og tú fekst
boðini um, at sonurin var
føddur, leypst tú upp,
smekkaði høvdið í loftið,
og hárið hekk eftir.
Hesum trúðu vit sjálv-
andi og hava mangan
flent at síðan.
Tey árini, tú sigldi,
minnast vit gleðina, tá tú
komst heim, og altíð
hevði tú tinganest og
karamellur við. Møttu vit
tær, tá tú komst spákandi
eftir vegnum í keppi og
gummiskóm, hendur í
lumma og við fullari
skuffu av snúsi, átti tú
altíð eina karamellu ella
eitt oyra at geva okkum.
Lógu vit sjúk, var eitt tað
besta, vit vistu, at tú
komst at vitja og hevði
okkurt gott við. Tú hevði
sjálvur tokka til tað søta
og koyrdi tú onkuntíð
súltutoy
í
teið
og
sukurmolar
í
røstu
súpanina. Tú vildi altíð
hjálpa, og tá vit egndu,
var tað mangan, tú tókst
yvir og gjørdi stamp-
arnar lidnar.
Tú vart musikalskur og
spældi orgul. Tú hevði
fyri at siga: »kom og lær
teg at spæla orgul, so
skalt tú eiga tað, tá abbi
er deyður«. Eisini hevði
tú gott mál, og tú sangst
ofta fyri okkum.
Eftir samfullum 56
árum á sjónum, legðist tú
uppi á landi, og vit
minnast væl ta fyrstu tíð-
ina, hvussu tær ofta
longdist á sjógvin. Tú
fórst tó skjótt í gongd við
at finna tær annað at
takast við, og varð tað
seyðin hjá Olaf-beiggja,
tú brúkti tína tíð uppá. Tú
gekst upp í hetta arbeiðið
við lív og sál, og vart ein
u m s o r g a r f u l l u r
seyðamaður. Tú gleddi
mangt langabbabarn við
at ogna teimum ein seyð.
Omma og tú livdu saman
í 60 ár í hjunarbandi, og
tit vóru ein góð fyrimynd
fyri okkum. Tit vístu
okkum altíð kærleika og
umsorgan, og frá tykkum
vita vit, at lívið ikki bara
er ein dansur á rósum. Tit
tagdu ikki nakað burtur,
og vóru tað trupulleikar í
gerandisdegnum, hoyrdu
vit tykkum kjakast og
finna eina loysn. Vit
meta, at hetta hevur givið
okkum nógv og styrkt
okkum fram í lívinum.
At gleði og sorg ofta
fylgjast, var eyðkent hjá
tær. Tú gjørdist ofta
rørdur og feldi mangt
gleðitár.
Lag:
»Góða mamma eg vil sova«.
Góði abbi ei vit gloyma
alt tú lærdi okkum her
djúpt í hjartanum vit
goyma
nú tú ei hjá okkum er
Hann ið okkum øllum
ræður
styrkja okkar ommu má
tungur verður mangur
dagur
tí tú ei ert henni hjá
Góði abbi vit tær siga
at vit ommu verða hjá
og vit lova hjartaliga
hon ei sita eina má
Góði abbi hvíl í friði
okkar heilsan til tín er
vóna og til Guð vit biðja
møtast aftur einaferð
Góði abbi, saknurin í tær
er stórur.
Abba- og
langabbabørnini
Minningarorð um okkara
elskaða abba og langabba,
Andreas í Velinum
31. mars 1917 - 16. februar 2005
Í byggibúðini hjá Valdemar
Lützen á Skálatrøð er nú
ein kafékrókur gjørdur, har
øll eru vælkomin at fáa sær
ein ókeypis kaffimunn ella
kakao. Møguleiki er eisini
at fáa eitthvørt søtt til
góman. Eisini er ein sera
áhugaverd røð av gomlum
myndum, sum eru tiknar á
Skáltrøð og í Vágsbotni.
So nú er møguleiki at
steðga eitt sindur á hjá
kundum, ið leita sær inn í
Byggibúðina.
Tað at Byggibúðin bjóðar
eitt
stórt
úrval
innan
amboð, urtagarðin, fiski-
reiðskap, o.a., ger at kund-
arnir kunnu taka sær góða
tíð at finna røttu vøruna -
við einum kaffimunni í
hondini. Tørvur er á eini
slíkari tænastu á Skálatrøð,
sigur Høgni Lützen, stjóri
hjá
Valdemar
Lützen
Byggibúð, ið leggur afurat
at hann ikki veit um aðrar
Byggibúðir ið kunnu bjóða
slíka tænastu – og við
einum tílíkum umhvørvi.
Nógv virksemi er á
Skálatrøð og nógv fólk
hava dagliga gongd á økin-
um og við bátabrúgvarnar,
og hjá teimum kann tað
vera sera hent at seta seg
niður við einum kaffimunni
og nýta útsýnið yvir Havn-
arvág og hyggja at gomlu
myndunum. Tað finnast
ikki nógv vakrari og meira
veðurgóð øki í Havnini,
enn tað Skálatrøð kann
bjóða.
Umráðandi í dag er at
handlarnir í Havnini kunnu
bjóða kundunum allar-
bestu tænastuna. Hetta
leggja vit sera stóran dent
á, og saman við tí kunnu vit
bjóða viðskiftafólki okkara
eina breiða viftu av ymisk-
um møguleikum. Hetta tí at
kundarnir hava størri krøv í
dag enn fyrr til góða og
dygga tænastu til ein skila-
góðan prís. Tað er upp á
tíðina at tænasta er raðfest
hægri nú, tí tað í alt óv
stóran mun og í alt ov langa
tíð hevur verið raðfest sera
lágt innan byggimarknað-
arvinnuna í Føroyum, sigur
Høgni Lützen.
Kafékrókurin er fyri øll,
og ikki einans fyri tey sum
keypa í handlinum, øll eru
vælkomin at fáa sær ókeyp-
is kaffi og kakao. Vónandi
vilja fólk sum heild taka
væl ímóti hesum nýggja
tiltaki og leita sær oman
»har ið sólin og sjógvurin
møtast« verður sagt úr
Byggibúðini á Skálatrøð.
Valdemar Lützen, Byggibúð:
Ókeypis kaffi og kakao á Skálatrøð
Kundar sita og hugna sær í hugnaliga kafékrókinum, við áhugaverdum gomlum myndum hjá
Valdemar Lützen Byggibúð á Skálatrøð
Mynd: Jens Kristian Vang