Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nr. 40 - 26. februar 2005 15 Sunnudagin 27. februar 2005 fyllir Eyðun Andr- eassen professari í Havn 60 ár. Eyðun er ein fjølbroyttur maður við fjøltáttaðum gávum. Han hevur við góðum hegni tikist við mangt og hvat, og gjøgnum alt hevur ein týðandi felagsnevnarin verið samskifti. Eyðun er føddur í Skúvoy, har hann búði sum smádrongur. Síðan mið- skeiðis í 50-unum hevur hann búð í Havn. Foreldrini, Elisabeth, f. Kamban, úr Havn, og Petur Andreasen, ættaður av Velbastað, vóru bæði lærarafólk. Eyðun tók nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1964 og hægri handils- skúlaprógv í 1966. Hann tók prógv sum cand.mag. í fólkaminnisfrøði, etnologi og søgu í 1974, og mag. art. í fólkaminnisfrøði í 1976 á universitetinum í Oslo. Í 1992 bleiv hann dr. pihl. við universitetið í Keyp- mannahavn við ritgerðini Folkelig offentlighed. Hann hevur m.a. arbeitt sum lærari í fólkaskúlan- um, í Útvarpi Føroya og á myndablaðnum Magn. Hann hevur verið adjuntur við universitetið í Keyp- mannahavn, og stipenditat- ur hjá Statens Samfundsvi- denskablige Forskningsråd í Keypmannahavn. Í 80-unum var hann skjalavørður á Landsskjala- savninum, og frá 1988 til 1994 var hann lektari á Fróðskaparsetri Føroya og síðan 1994 hevur hann ver- ið professari á Fróðskapar- setrinum. Eyðun var limir í nevnd- ini, ið gjørdi núverandi kringvarpslógina. Eyðun hevur verið næst- formaður og formaður í Fróðskaparfelag Føroya, og nevndarlimur í Dansk- Færøsk kulturfond í 12 ár. Hann er limur í Nordisk Forskningspolitisk Raad og formaður í Granskingar- ráðnum síðan 1999. Nú er hann stýrislimur í nýggja norðurlendska gransking- arráðnum Nordforsk. Eyðun verður tíðum boð- in uttanlands at halda fyri- lestur, og var nú í januar í Oslo, har hann var boðin at halda fyrilestur á ráðstevn- uni Norge i Verden, ið Universitetið í Oslo helt í sambandi við 100 ára dagin síðan Noreg gjørdist sjálv- støðugt kongaríki aftur. Hann hevur givið út bøkur sum t.d. Fjernsyn på Færøerne, Úr søgu og søgn, og Kvæðabókina hjá Tróndi á Trøð. Hann hevur eisini skrivað nógvar grein- ar um ymisk mentanarlig evni í bløðum og tíðarritum og týtt fleiri útvarpsleikir og onkran sjónleik. Eyðun er giftur Astri Luihn, listakvinnu, sum er norsk, og tey eiga 20 ára gomlu dóttrina, Mariu. Eyðun Andreassen 60 ár 1. mars verður Henning Mort- ensen á Argjum 75 ár. Henning er føddur og uppvaksin í Fámjin. Foreld- ur hansara vóru Elsa og Tummas í Kálvustovu. Tey fingu átta børn, og av teimum var Henning yngst- ur. Henning fór ikki sum aðrir ungir dreingir til skips, men í staðin valdi hann sær annað lívsstarv. Henning flutti sum seytjan ára gamal av bygdini og fór 10. jan. í 1948 í læru sum skipstimb- urmaður á Tórshavnar Skipasmiðju. Á skipa- smiðjuni varð hann verandi í 51 ár, áðrenn hann legði frá sær. Men torført man vera at sleppa lívsstarv- inum, um heilsan er góð, og enn gongur leiðin heim á skipasmiðjuna eina ferð um vikuna, hetta er tó mest til sosialt hugnaprát. Henning fekk sær konu úr Sandvík, Sanna dóttir Sigrid og Niclas Joensen, sum búðu Uttan Ánna í Sandvík til tey fluttu á Argir. Henning og Sanna bygdu sær hús úti á Argj- um. Tey eiga fimm børn, fýra døtur og ein son, síð- ani eru komin 21 abba- ommubørn og trý lang- abba-ommubørn. Henning hevur altíð ver- ið fittur í hondunum. Nógv hevur hann evnað til, og skjótur er hann at hjálpa til um á stendur. Hóast aldurin er høgur, hevur Henning enn hug og vilja at arbeiða. Honum dámar best at putl- ast vit eitt hvørt, fyri einki dugir hann illa at sita. Henning hevur verið og er virkin í Kirkju og Miss- iónshúsinum á Argjum. Hann var í síni tíð við til at byggja húsið. Í kirkjuráðn- um sat hann eisini í mong ár. Henning og Sanna bera stóran alsk til Suðuroynna og hava seinastu nógvu árini trúliga vitjað suður á hvørjum summari. Hús hava tey í Fámjin og har er altíð okkurt at takast við. Náttúran er beint við, og ein túr niðan á Kirkjuvatn ella longur upp á fjøllini ein góðan dag hev- ur verið fastur táttur. Í ár ætla tey sær tó at síggja blómu- garðin á Argjum í summarbúna og fara seinni í ár suður at njóta nakrar vikur í Fámjin. Við hesum verður ynskt Henningi hjartaliga til- lukku við degnum. bb Henning Mortensen 75 ár Í mars 1975 tóku 12 sjúkrasystrar prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya Aftara rað f.v.: Ann Hovland, Svínoy, Cecilia Eliasen, Klaksvík, Jórun Weihe, Mikladalur, Sólvá Patursson, lærarinna, Poula Poulsen, lærarinna, Bergiot Ihlen, lærarinna, Kirsten Petersen, Porkeri, og Bergfríð E. Nielsen, Klaksvík. Fremra rað f.v.: Mirjam Carlsen, Tórshavn, Tove Thomsen, Klaksvík, Ása Patursson, Kirkjubøur, Tordur Niclasen, Sørvágur, Svenhild Haraldsen, Strendur, Anna Absalon- sen, Klaksvík og Sigrun Lützen, Tórshavn Tordur Niclasen úr Sørvági var fyrsta mannfólkið, sum tók prógv á Sjúkrasystra- skúla Føroya. Fyri 30 árum síðan: Tólv sjúkrasystrar tóku prógv í 1975