leygardagur 26. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 40 - 26. februar 2005
Frá 1925 til 1946 hevði
Andrea
Nicodemussen
(1875-1968) hotell í Sig-
mundargøtu í Havn. Hotell-
ið kallaðist »Hotel Thors-
havn«. Andrea var ættað av
Sandi og flutti sum ung til
Havnar.
Síðan 1969 hevur Sunn-
eva Gram havt klædna-
handil í hesum húsunum. Í
dag eitur handilin »Fljóð-
ið«.
Um onkur hevur okkurt
at viðmerkja í samband við
»Hotel Thorshavn«, eru
hann ella hon vælkomin at
seta seg í samband við
Birgar Johannessen, ið
savnar tilfar til Havnar
leksikon á telefon: 314647
/ 273168.
Tíðindaskriv
Listamaðurin Pól Skarð-
enni letur upp málninga-
framsýning
á
Norðoya
Kunningarstovu leygardag-
in 26. februar kl. 14.00
Á skránni eru oljumáln-
ingar frá føroyskum um-
hvørvi og náttúru.
Pól, ið er føddur í Klaks-
vík í 1962, byrjaði av álvara
at mála í 1979. Hann hevur
búð fleiri ár uttanlanda,
men í 1992 flutti hann aftur
til Føroyar og býr nú á
Vatnsoyrum saman við
familju síni.
Hansara
framsýningar
kring landið hava verið væl
vitjaðar, og serliga í Klaks-
vík hevur áhugin verið sera
stórur, kanska tí at hann
hevur sínar røtur í Norð-
oyggjum.
Framsýningin letur upp
leygardagin 26. februar kl.
14.00 og er opin til kl.
18.00
Annars
verður
opið
soðleiðis:
Mánadag - fríggjadag:
frá kl. 10.00 - 12.00 og kl.
13.00 - 16.00
Framsýningin
heldur
fram til 31. mars.
Havnar leksikon:
Hotel Thorshavn
í Sigmundargøtu
Myndaeigarar:
Høvuðsmyndin:
Føroya Fornminnissavn
Innsetta myndin av Andreu Nicodemussen:
Sunneva Gram
Pól Skarðenni málningaframsýning
á Norðoya Kunningarstovu
n
Lesið
-so eru tit við!