leygardagur 26. februar 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
George W. Bush og
Vladimir Putin eru á
einum máli um, at
Iran og Norðurkorea
eiga ikki at hava
kjarnorkuvápn
TOPPFUNDUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað vóru kortini ikki kjarn-
orkuvápn, sum stóðu ovast
á dagsskránni, tá forsetar-
nir Bush og Putin hittust í
slovakiska høvuðsstaðnum
Bratislava. Amerikanskir
embætismenn høvdu undan
fundinum gjørt greitt, at
Bush fór at fýlast á tey
demokratisku viðurskiftini
í Russlandi. Hetta kom eis-
ini fram á tíðindafundinum,
sum teir báðir høvdu aft-
aná, men har legði Putin
dent á, at eftir hansara tykki
er Russland eitt demokrat-
iskt land. Hann minti sam-
stundis tíðindafólkini á, at
tann
demokratiska
til-
gongdin í Russlandi er ikki
so gomul sum í nógvum
øðrum londum.
Á toppfundinum samdust
teir báðir forsetarnir um at
menna samstarvið ímóti
kjarnorkuútbreiðslu. Sam-
bært tíðindastovuni AP
vóru teir samdir um, at Iran
og Norðurkorea eiga ikki at
hava kjarnorkuvápn. Tað er
ikki greitt, hvat hendan
semjan ber í sær, tí higartil
hevur Russland hjálpt iran-
um at byggja ein kjarn-
orkureaktor, sum ætlandi
verður tikin í nýtslu um
stutta tíð.
Bush og Putin vóru eisini
á einum máli um, at tað er
neyðugt at forða fyri, at
yvirgangsmenn fáa fatur á
vandamiklum vápnum so
sum rakettum. Í tí sam-
bandi skrivaðu uttanríkis-
ráðharrarnir Condoleezza
Rice og Sergeij Ivanov
undir ein sáttmála, sum
sigur, at USA og Russland
skulu forða fyri, at yvir-
gangsmenn fáa slík vápn.
Londini skulu eisini forða
fyri, at menningarlond fá
fatur á brennievni, sum
kann brúkast til kjarnorku-
reaktorar, skrivar AP.
Nr. 40 - 26. februar 2005
17
Tað var ein
samansvørjing
Í einari bók, sum Jó-
hannes Páll pávi júst
hevur givið út, skrivar
hann, at turkiski álops-
maðurin Ali Agca var
ikki einsamallur, tá hann
royndi at myrða seg fyri
24 árum síðani.
Ali Agca skeyt og
særdi pávan á Pæturs-
torginum í Rom í 1981.
Hann varð tikin alt fyri
eitt og fekk seinni lív-
langt fongsul.
Men Jóhannes Páll
pávi skrivar, at Ali Acga
var ikki einsamallur um
drápsroyndina. Í nýggju
bókini skrivar pávin, at
Ali Agca var kendur
sum leigudrápsmaður,
og tí ivast hann ikki í, at
onkur hevði goldið hon-
um pening fyri at myrða
katólska kirkjuleiðaran.
Í bókini greiðir pávin
frá, hvussu hann hevði
tað, tá hann bleiv fluttur
á sjúkrahús beint aftan á
drápsroyndina.
Hetta er tann fimta
bókin, sum Jóhannes
Páll pávi hevur skrivað.
Í fyrsta umfari kemur
hon út í 330.000 eintøk-
um á 14 málum.
Færri kvinnur
í nevndum
Ein kanning í Danmark
vísir, at í dag eru færri
kvinnur í nevndunum
hjá teimum donsku fyri-
tøkunum enn fyri átta
árum síðani. Í 1996 vóru
12 prosent av nevndar-
limunum kvinnur, men í
dag er parturin 10 pro-
sent, og verða tær, ið
eru har sum starvsfólka-
umboð, drignar frá, er
parturin bara átta pro-
sent.
Steen
Hildebrandt,
professari á Handilshá-
skúlanum í Århus, sigur
við Politiken, at tað er
harmiligt, at kvinnurnar
fækka í nevndunum, og
hann ivast ikki í, at tað
hevði gagnað fyritøk-
unum at havt fleiri
kvinnur í nevndunum.
Hann heldur, at tey, sum
leita
eftir
fólki
til
nevndir ella onnur leið-
andi størv, hyggja seg
ikki nóg væl um.
Christian Flig, sum
starvast á lærda háskúl-
anum í Aalborg, sigur
við Politiken, at tað er
neyðugt
at
kanna,
hvussu vinnulívsleiðarar
hugsa, tá nýggir nevnd-
arlimir skulu veljast.
Sjálvur heldur hann, at
leiðararnir ofta hava
lyndi til at velja fólk,
sum
líkjast
teimum
sjálvum í hugsunarhátti.
Skyldmaður
gjørdi kvetti
William H. T. Bush, sum
er pápabeiggi ameri-
kanska forsetan, gjørdi
kvetti, tá hann herfyri
seldi partabrøv, sum
hann átti í fyritøkuni
ESSI í býnum St. Louis,
skrivar tíðindastovan AP.
Sjálvur situr hann í
nevndini hjá felagnum.
Herfyri
kunngjørdi
ESSI, at tað hevði ging-
ið sera væl hjá felagnum
ta seinastu tíðina. Frá
november til januar var
avlopið um 120 milli-
ónir krónur, ogn tað var
góð 30 prosent meiri
enn mánaðarnar framm-
anundan. Orsøkin var, at
fyritøkan hevur fingið
góðar
sáttmálar
við
amerikonsku herleiðsl-
una í Irak.
Tann 31. januar seldi
William H. T. Bush síni
partabrøv í ESSI við
næstan trimum millión-
um krónum í vinningi,
men sjálvur sigur hann
við AP, at hann hevur
ikki gjørt sína ávirkan
galdandi í Hvítu Húsun-
um fyri egnan vinning.
Økir flotan
Norska reiðaríið Berge-
sen hevur keypt fýra
skip fyri tilsamans 1,3
milliard norskar krónur.
Bergesen hevur keypt
tvey gassflutningsskip
frá einum reiðaríi í Bret-
landi fyri 650 milliónir
norskar krónur. Skipini,
sum eru bygd í 1992 og
2003, verða skrásett í
norsku altjóða skipa-
skrásetingini NIS. Sam-
stundis hevur felagið
keypt tvey farmaskip frá
einum øðrum norskum
reiðaríi. Prísurin fyri
bæði skipini er um 650
milliónir norskar krónur,
og tey næstu sjey árini
skulu tey sigla við farmi
til og úr Kina.
Bergesen hevur nú
umleið 60 skip, sum
sigla við gassi. Felagið
átti eisini fleiri olju-
tangaskip,
men
tey
verða nú rikin av einum
felagi í Singapore.
UTTAN ÚR HEIMI
Politiska andstøðan í
Hvítarusslandi
væntar, at Aleksandr
Lukasjenko, forseti og
einaræðisharri, kann
fella næsta ár
EINARÆÐI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hevur politiska andstøðan í
Hvítarusslandi rætt, stend-
ur einaræðið hjá Aleksandr
Lukasjenko, forseta fyri
falli.
Umboð fyri andstøðuna
siga við Aftenposten, at
kollveltingin
í
granna-
landinum Ukraina hevur
havt stóra ávirkan á fólk í
Hvítarusslandi. Kortini ber
ikki til at sammeta tey bæði
londini, tí samanborið við
Ukraina er stýrislagið í
Hvítarusslandi fullkomið
einaræði, sigur talskvinnan.
Millum annað eru eingir
frælsir fjølmiðlar í Hvíta-
russlandi, og at kalla allir
felagsskapir hava fingið
forboð fyri at virka, sigur
hon.
Ein annar munur er, at í
Hvítarusslandi hevur for-
setin ongan veruligan av-
bjóðara, soleiðis sum Vik-
tor
Jukasjenko
var
í
Ukraina. Men andstøðan
arbeiðir í løtuni við at finna
tað rætta valevnið, sum skal
bjóða Lukasjenko av á for-
setavalinum næsta ár, og
sambært talskvinnuni hev-
ur andstøðan góðar møgu-
leikar at vinna valið.
Eins og í Ukraina hevur
Russland ein avgerandi
leiklut, tá tað snýr seg um
tey politisku viðurskiftini í
Hvítarusslandi. Tí vónar
tann hvítarussiska andstøð-
an, at Vladimir Putin, for-
seti, fer at góðtaka ein
ósigur har, eins og hann
gjørdi í Ukraina, sigur
talskvinnan.
Síðsti einaræðisharrin
stendur fyri falli
Samdir um at forða
kjarnorkuyvirgangi
George W. Bush og Vladimir Putin á tíðindafundi í Bratislava
Mynd: Reuters
Lesið
- so eru tit við