Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Gongur tað eftir vild hjá vestmenningum, so kunnu teir longu sunnudagin rópa seg føroyameistarar í manshondbólti 2005 ATLANTIC AIRWAYS- KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Um væl vil til hjá VÌF, so er møguleiki fyri, at teir longu í fjórðsíðsta leikumfarin- um, sum verður sunnudag- in, tryggja sær føroyameist- araheitið. Tað er nevnliga so, at um nærmastu kapp- ingarneytarnir úr Kyndli, sum leygardagin spæla móti KÍF, missa stig, so kann VÍF tryggja sær meistaraheitið við at vinna á Neistanum í Vestmanna sunnudagin. Silvurbrak Tað eru neyvan mong, ið undan kappingarárinum í ár høvdu gitt, at tá ið KÍF og Kyndil í fjórðseinasta dyst- inum í ár hittust, fór tað at verða ein dystur millum tvey lið, ið stríðast um silv- urmerkini. Uttan at taka nakað frá KÍF, so er tað rættuliga óvæntað, at teir liggja so mikið ovarlaga á stigatalvuni, og vinna teir á Kyndli leygardagin, so er KÍF bráddliga næstfremsta liðið í Atlantic Airways kappingini. Um hugt verður eftir dagsforminum, so er einki yvir at dylja, at hann er til fyrimuns fyri kollfirðingar. KÍF hevur fingið góða úr- tøku í seinastuni, meðan Kyndil hevur tapt fimm dystir á rað, um vit rokna steypakappingina uppí. Tað man heldur ikki verða nakar ivi um, at koll- firðingarnir eru meiri svangir eftir silvurinum enn teir annars so sigursvandu kyndlamenninir. Gulldeymur í Vestmanna Um tað skuldi hent seg, at kollfirðingar tóku stig frá Kyndli, so er vegurin slóð- aður fyri vestmenningum at tryggja sær gullið sunnu- dagin. Um so er, at VÍF longu í fjórðseinasta leik- umfarinum tryggjar sær gullið, kann ikki annað sig- ast, enn at tað er eitt framúr gott avrik at verða so suv- erenur meistari. Sum tey flestu vita, hava vestmenningar verið nakað skerdir til seinastu dystir- nar, tí at brøðurnir báðir Áki og Ingi Olsen, umframt Áki G. Olsen allir hava ver- ið skaddir, men tað hevur ljóðað, at Áki G. verður við aftur sunnudagin, men hesi tíðindi eru ikki váttað. Ikki tí, hóast tey flestu høvdu væntað, at liðið hjá vest- menningum fór at falla saman orsaka av skaðun- um, so hendi tað beint øv- ugta. VÍF fór á vøllin sum ein eind, og sum málverjin Eli Müller málbar seg, so lyftu teir allir í felag, og tað hevur rokkið langt. Tað er tó eingin, sum sig- ur, at vestmenningar longu hava vunnið dystin móti Neistanum, tí hóast Neistin er aftast í landskappingini, so hevur liðið roynst væl betri í seinastuni, enn teir hava gjørt fyrr í ár. Neistin vann herfyri á Kyndli, og teir vóru akkurát við undir- lutan móti KÍF. At vestmenningar fara at sita spentir og bíða eftir úrslitinum av dystinum millum KÍF og Kyndil í Hoyvík leygardagin er greitt, og so er spurningur- in, um teir fara at gera champagnufløskur klárar til sunnudagin. Hoyvíkingar á Skála Seinasti dysturin í Atlantic Airways kappingini um vikuskiftið verður á Skála sunnudagin, har StÍF fær vitjan av H71. Dystirnir millum júst hesi bæði lið eru ofta rættuliga javnir og spennandi, men tað tykist sum um, at strandingar hava fingið eitt sindur av viðrák, eftir at teir gjørdust steypa- vinnarar, meðan hoyvíking- ar hinvegin tykjast verða steðgaðir eitt sindur upp. Undir øllum umstøðum kunnu vit staðfesta, at talan verður eitt sera spennandi umfar í Atlantic Airways kappingini, har vit møgu- liga sleppa at kjósa føroyameistaran, og kanska fáa vit eisini ein greiða ábending um, hvussu býtið av hinum heiðursmerkjun- um fer at verða. Nr. 40 • leygardagur • 26. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Dystaryvirlit Flogbóltur: Sunnudagin 27/2 Meistaradeildin kvinnur: Kl. 14.00 Dráttur – Mjølnir Giljanes Kl. 14.00 ÍF – TB Kambsdalur Meistaradeildin menn: Kl. 15.00 Fleyr – Mjølnir Gundadalshøllin Kl. 16.00 Fram – SÍ Hoyvíkshøllin Hondbóltur: Sunset-kappingin: 27/2: Kl. 14.30 StÍF – Søljan Skála Kl. 14.30 VÍF – Neistin Vestmanna Kl. 15.00 Stjørnan – Tjaldur KÍ-høllin Kl. 15.00 VB – Kyndil Høllin í Vági Atlantic Airways-kappingin: 26/2: Kl. 16.00 KÍF – Kyndil Hoyvíkshøllin 27/2: Kl. 16.00 VÍF – Neistin Vestmanna Kl. 16.00 StÍF – H71 Skála vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 432 329 103 19 2 VB 2 2 - 0 - 0 527 312 215 17 3 Neistin 3 1 - 0 - 2 465 377 88 12 4 Søljan 2 2 - 0 - 0 429 368 61 12 5 VÍF 3 1 - 0 - 2 391 397 -6 7 6 StÍF 3 1 - 0 - 2 389 436 -47 7 7 Kyndil 3 1 - 0 - 2 341 452 -111 5 8 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 264 567 -303 0 vu. tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 5 - 0 - 1 473 423 50 18 2 Kyndil 6 2 - 0 - 4 470 397 73 12 3 KÍF 6 3 - 1 - 2 407 433 -26 11 4 StÍF 6 3 - 2 - 1 422 452 -30 11 5 H71 6 2 - 0 - 4 459 469 -10 9 6 Neistin 6 1 - 1 - 4 441 498 -57 6 Vinnur VÍF heimadystin móti Neistanum sunnudagin, kann væl verða, at teir longu tá verða krýndir sum meistarar VÍF kann gerast meistari sunnudagin Mansliðið hjá SÍ kann við einum sigri á Fram sunnudagin tryggja sær flog- bóltsgreipuna í ár, hóast fleiri umfør eru eftir at spæla FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sørvingar hava verið suv- erenir í mansflogbóltinum í ár, og tað er líkt til, at teir longu sunnudagin kunnu rópa seg greipuvinnarar 2005. Tvær vikur eru síð- ani, at SÍ í stórum stíli tryggjaði sær sigurin í steypakappingini, og sun- nudagin kunnu sørvingar við einum sigri á Fram í Hoyvíkshøllini tryggja sær føroyameistaraheitið og harvið greipuna. Ikki tapt síðani oktobur At SÍ hevur verið einaráð- andi í kappingini í meist- aradeildini hjá monnum sæst serliga væl, um hugt verður eftir úrslitunum hi- gartil í ár. Sørvingar hava ikki tapt nakran dyst, síð- ani teir vóru fyri einum ósigri móti Mjølnir í Kla- ksvík tann 17 okt. í fjør. Tað er óivað fleiri or- søkir til, at SÍ hevur stað- ið seg so væl í ár. Útskift- ingin á liðnum hevur ikki verið lítil og eingin, men hinvegin hava teir báðir útlendingarnir, leikandi venjarin Rajko Petrovic og Borko Ilic, báðir havt eitt framúr gott kapping- arár, helst tað besta síðani teir báðir komu til landið. Harafturat hava fleiri av teimum yngru leikarunum fingið eitt sindur fleiri royndir, og hesar royndir hava nógv at siga í teimum avgerandi dystunum. Tað slepst heldur ikki undan at nevna liðskiparan, Jón Nielsen, sum í ár kanska hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð. Møguleikarnir hjá SÍ fyri at basa Fram í Hoyvík sunnudagin eru sera góðir. Teir tríggjar innanhýsis dystirnar, sum liðini hava spælt móti hvørjum øðrum higartil í kappingarárinum, hevur SÍ vunnið allar. Tveir teir fyrstu vunnu sørvingarnir 3-0, men tann seinasta, ið var í Sørvági fyri trimum vikum síðani, vann SÍ "bert" 3-1. Hin dysturin í fremstu flogbóltsdeildini hjá monnum hetta vikuskifti verður millum tey bæði liðini, ið stríðast um silv- urmerkini. Tað eru Fleyr og Mjølnir, sum hittast í Gundadalshøllini. Støðan er í løtuni tann, at Fleyr er eitt stig framm- an fyri Mjølnir, og tí kunnu klaksvíkingar við einum sigri í Havn sunnu- dagin endurvinna silvur- plássið, sum teir mistu fyri fáum vikum síðani. Hinvegin tykist tað sum um, at Mjølnir eru punkt- eraðir, síðani teir taptu fyrst landskappingardyst í Sørvági og síðani steypa- finaluna móti SÍ fyri tveimum vikum síðani. Gyltir sørvingar