leygardagur 26. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
19
Todi stórliga fagnaður
Men føroyski álops-
spælarin tykist ikki
hava eins høga
stjørnu hjá venjaran-
um, sum hann hevur
hjá FCK viðhaldsfólk-
unum
ÚTISSETI
Jóannes Hansen
Tað var ikki eiti á, sum teir
knappliga
seks
túsund
áskoðararnir, ið vóru í Park-
ini hóskvøldið, fagnaðu
Toda Jónsson. FCK spældi í
síðsta umfarinum í Royala
bólkaspælinum á heimavølli
móti IFK Gøteborg. Todi
var ein av trimum álops-
spælarum í FCK hópinum,
og á heimasíðu síni, todi.fo,
roknaði hann undan hós-
kvøldinum við, at tað vóru
góðar vánir fyri, at hann fór
at sleppa framat.
Umframt Toda vóru Jesp-
er Bech og Peter Møller
møguleikar í álopinum, og
FCK venjarin, Hans Backe,
gav hesum báðu seinast
nevndu møguleikan. Í 2.
hálvleiki fóru áskoðararnir
at ótolnast, og teir góvu við
taktføstum rópum til kennar,
at teir vildu hava Toda
Jónsson á vøllin. Harvið
varð enn eina ferð staðfest,
at Todi Jónsson er ógvuliga
høgt í metum millum við-
haldsfólkini.
Hvussu høgt í metum
føroyski landsliðsspælarin
er hjá svenska FCK venjar-
anum er meiri ivasamt.
FCK spældi væl, men tað
gekk illa at fáa hol á.
Serliga í borðunum báðum
gekk tað væl at spæla seg
ígjøgnum og at leggja góð-
ar sendingar innfyri, men
tað var bara eina ferð í 2.
hálvleiki, at tað eydnaðist
at fáa mál. Høgri vong-
verjin, Lars Jacobsen, sendi
innfyri, og miðvallarin,
Martin Berghold, sum er
ein av nýggjaru monnun-
um, heilfluktaði við hand-
ara stólpan og í nettakið.
Álopsspælarin
Jesper
Bech var ofta við í upp-
spælinum, og hann hevði
onkra roynd ímóti málinum,
uttan at hann nakrantíð av
álvara var vandamikil. Peter
Møller sást ikki serliga nógv
til. Undantøkini vóru, tá ið
hann einar tíggju ferðir varð
dømdur
fyri
at
vera
rangstaddur. Men Peter
Møller eigur nógvan kreditt
hjá FCK venjaranum.
Framúr detalja
Tá ið einir tríggir minuttir
vóru eftir av vanligu leik-
tíðini, slapp Todi Jónsson á
vøllin. At halda 33 ára
gamlan veteran, sum í átta
ár hevur tænt felagnum, og
sum fegin vil stríðast fyri at
vísa, at tað framvegis er
dugur í honum, so leingi á
beinkinum, kann ikki tulk-
ast nógv øðrvísi enn eitt
slag av misáliti, og tað er
undrunarvert, at sovorðið
ikki hevur sinniliga ávirkan.
Men Todi Jónsson var
eins fattur, sum hann altíð
hevur verið, og tað var um
reppið, at hann í teir smáu
fimm minuttirnar, sum hann
var á vøllinum, avrikaði
dagsins detalju. Í trongari
støðu megnaði hann eftir
innlegg úr vinstru at temja
við bringuni, so lyfti hann
bóltin upp um tveir verju-
spælarar, men tá ið hann so
skuldi heilflukta við høgra
beini, varð bólturin av mót-
støðumanni
beindur
av
vegnum.
– Eg eri fegin um, at eg
slapp framat. Hvør fær
møguleikan at spæla, og
hvussu leingi hvør sleppur
at spæla er upp til venjaran
at gera av. Um tú sum
spælari letur teg ávirka av
avgerðunum hjá venjaran-
um, tí tú ikki ert samdur við
honum, so hevur tú lítlar
møguleikar í hesum høpin-
um, er einasta viðmerking-
in hjá Toda Jónsson., sum
gleðir seg um, at hann
hevur førleikan at spæla og
vónar, at hann næstu ferð
fer at fáa meiri spælitíð,
enn hann fekk hesa ferð.
Sjálvandi er hann fegin um
góðu móttøkuna, sum hann
fekk frá viðhaldsfólkunum.
Hóskvøldið tapti OB 2-1
á heimavølli móti Malmø,
Esbjerg megnaði 1-1 á Ulle-
vål móti Vålerenga, og
Brøndby vann 4-2 í Tromsø.
FCK er einasta av donsku
feløgunum,
sum
hevur
megnað at spælt seg víðari í
Royalu liguni. Teir vunnu
bólkin frammanfyri Gøte-
borg. Umframt hesi bæði
eru hini fýra feløgini, sum
framvegis eru við í kapp-
ingini, Rosenborg, Våler-
enga, Malmø FF og Brann
Bergen. Hesi verða nú
flokkað í tveir bólkar.
Spælt verður frá 3. mars og
til 12. mai. Finalan verður
fríggjadagin 26. mai.
Fult umfar er í Sunset
kappingini hjá kvinn-
um um vikuskiftið, og
millum annað skulu
tey bæði toppliðini
spæla á heimavølli
móti teimum báðum
niðastu liðunum
SUNSET KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Landskappingin hjá kvinn-
unum er ikki komin líka
langt sum kappingin hjá
monnunum, og tí er spenn-
ingurin ikki eins stórur hjá
teimum enn. Sum øll vita,
eru tað tvey lið, Stjørnan og
VB, sum burturav mynda
toppin í føroyskum kvinnu-
hondbólti, og tað er als
einki, sum bendir á, at lið-
ini bæði fara at missa stig
um vikuskiftið.
Vandi fyri skrædli
Greipuvinnararnir
úr
Stjørnuni fáa sunnudagin
vitjan av avgjørda botnliðn-
um, Tjaldur, sum enn hevur
sítt fyrsta stig tilgóðar.
Seinast Tjaldur royndi seg á
útivølli móti øðrum av
oddaliðunum báðum, var tá
ið tær herfyri vóru í Vági
og taptu 17-50 fyri VB.
Tað er neyvan nøkur
loyna, at vandi er fyri einum
líknandi úrsliti aftur sunnu-
dagin, og tað er stórt spell
fyri kappingina, at tað skal
verða so stórur munur á
tveimum liðum í somu
deild.
Hinvegin kann tað eisini
verða, at venjarin hjá
Stjørnuni, Svein Rógvi
Nielsen, fer at brúka dystin
móti Tjaldur til at geva
nøkrum av vanligu eyka-
leikarunum høvi at royna
seg, og tí kann verða, at
talan ikki verður um nakað
skrædl.
Allir dystirnir í Sunset-
kappingini um vikuskiftið
verða leiktir sunnudagin,
og í Vági fær VB vitjan av
Kyndli. Havnarliðið hevur í
tveimum teimum seinastu
royndunum á heimavølli
verið sera nær við at fáa
stig móti ávíkavist Søljuni
og VÍF, men stigini eru
gloppin teimum av hondum
í seinastu løtu. Útlitini hjá
havnarliðnum til at fáa stig
í Vági sunnudagin eru ikki
góð, men VB kann vænta
sær harðari mótstøðu frá
teimum grønu, enn hvat tær
hava fingið í hinum innan-
hýsis dystunum, ið liðini
bæði hava leikt fyrr í kapp-
ingarárinum.
Kann gerast spenn-
andi í Vestmanna
Tann dysturin hetta viku-
skifti, sum á pappírinum
sær út til hava størst møgu-
leika fyri at gerast javnur,
er dysturin millum VÍF og
Neistan í Vestmanna. Neist-
in má mestast sum favor-
ittar at vinna dystin, men
kvinnurnar úr Vestmanna
eru væl betur fyri nú, enn
tær vóru fyrr í ár, og á
heimavølli við nógvum
áskoðarum
kunnu
tær
kanska gera ein vørr.
Seinasti dysturin er á
Skála, har heimaliðið StÍF
fær vitjan av Søljuni úr
Vágum. Søljan liggur og
berjist við Neistan um
bronsumerkini, og um tær
framhaldandi ætla at bjóða
havnarliðnum av, so er all-
arhelst neyðugt hjá Søljuni
at vinna á Skála.
Spenningurin er
stórur í Vágum und-
an dystinum hjá
Drátti móti oddaliðn-
um Mjølnir á Gilja-
nesi sunnudagin.
Vinnur Dráttur, hava
tær sera góðan møgu-
leika at gerast føroya-
meistarar, men vinn-
ur Mjølnir, fer gullið
óivað til Klaksvíkar
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Spenningurin er øgiligur í
meistaradeildini hjá kvinn-
um, har trý lið liggja og
stríðast um gullið. Sunnu-
dagin verður dysturin mill-
um Drátt og Mjølnir á
Giljanesi ógvuliga avger-
andi fyri, um gullið fer at
enda í Klaksvík, í Vágum
ella á Tvøroyri. Áhugin fyri
flógbóltinum er vaksandi í
Vágum, og tað hevði verið
einki minni enn eitt bragd,
um bæði føroyameistara-
heitini hjá kvinnum og
monnum í flogbólti í ár
endaðu har vesturi.
Heimaliðið hevur
viðrák
Tað er einki yvir at dylja, at
tað hevur ligið sera væl fyri
hjá Drátti í seinastuni. Tær
hava
seinasta
mánaðin
vunnið á báðum hinum
oddaliðunum á útivølli, og
nú kunnu tær avgera alt
sjálvar. Uppgávan hjá teim-
um er greið - vinna tær sín-
ar írestandi dystir, so eru
tær meistarar.
Fyrsta uppgávan á vegn-
um móti gullinum er so
dysturin
móti
Mjølnir
sunnudagin. Sum áðurnevnt
hevur heimaliðið viðrák í
løtuni, meðan tað er truplari
at spáa um Mjølnir. Klaks-
víksliðið var greitt við yvir-
lutan, tá ið tær fyri tveimum
vikum síðani vunnu steypa-
finaluna á TB. Men viku
seinni vóru tær í Trongisvági
og spældu landskappingar-
dyst, og tá vóru tað tvøra-
kvinnur, sum vóru omaná og
vunnu greitt 3-0. Spurning-
urin er so, um tær í Mjølnir
eru mettaðar, ella um tær eru
svangar eftir at fáa uppreisn
fyri ósigurin í Trongisvági
seinasta vikuskifti.
Um tað skuldi hent seg,
at Dráttur vinnur dystin
sunnudagin,
so
verður
spenningurin ikki minni
komandi vikuskifti, tá ið
Dráttur aftur skal royna
seg. Tá kemur TB nevnliga
á vitjan, og so verður tað
tann dysturin, ið allarhelst
ger av, hvar meistaraheitið
fer at enda.
Hinvegin er lítið at ivast í,
at um Mjølnir vinnur dystin,
so er kappingin avgjørd til
fyrimuns fyri tær. Tað er
nevnliga so, at tá ið hetta
vikuskifti er farið aftur um
bak, hevur Mjølnir tríggjar
dystir eftir, og teir eru allir á
heimavølli, og eru teir móti
trimum teimum niðastu
liðunum í deildini, sum
neyvan megna at gera nakað
við Mjølnir í Klaksvík.
Hitt oddaliðið, TB, skal
hetta vikuskifti norður til
Fuglafjarðar, har tær skulu
royna seg móti ÍF á Kambs-
dali. Uttan at taka nakað frá
fuglfjarðakvinnum, so er
TB stórfavorittur at vinna
dystin, tí ÍF hevur ikki
somu styrki í ár, sum tær
annars hava havt áður. Um
TB skal gera sær nakrar
vónir um meistaraheitið, so
krevur tað, at Dráttur
vinnur
á
Mjølnir
sunnudagin, og trúfastu
viðhaldsfólkini hjá TB fara
óivað at verða líka spent
upp á dystin á Giljanesi
sum upp á dystin hjá TB á
Kambsdali.
Toppur móti botni
Dráttur kann avgerða alt