Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 40 - 26. februar 2005 Tvey størv eru leys at søkja í Almanna- og heilsumálaráðn- um til setan skjótast til ber. 1 starv sum løgfrøðingur á Fyrisitingardeildini - og 1 starv sum fíggjarfulltrúi á Fíggjardeildini. Serligt um størvini: Sum løgfrøðingur verða uppgávur tínar: at tilevna lógaruppskot og upp- skot til kunngerðir, at svara fyrispurn- ingum frá Løgtinginum og at tulka lóg- ir og reglur fyri Almanna- og heilsu- málaráðið og stovnar undir ráðnum. Fyri framman standa nógvar stórar av- bjóðingar viðvíkjandi lógar- og kunn- gerðarsmíði bæði á bústaðar-, al- manna- og heilsuøkinum. Eitt nú er nýggj føroysk forsorgarlóg ávegis, leigulóg skal tilevnast fyri fyrstu ferð í Føroyum, og psykiatrilóg skal eisini gerast. Serlig førleikakrøv: Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Løgfrøðiligar starvsroyndir eru ein fyrimunur. Sum fíggjarfulltrúi verða uppgávur tínar: at ansa eftir, og hava umsjón við útreiðslunum til serviðgerð uttanlands, at ráðgeva stovnsleiðslum um fíggjar- viðurskifti, umframt at vera við til at gera konsekvensútrokningar av lógum og øðrum fyriskipanum innan Al- manna- og heilsumálaráðið sum heild. Fyri framman standa nógvar stórar av- bjóðingar viðvíkjandi fíggjarstýringini í Almanna- og heilsumálaráðnum. Talan er fyrst og fremst um, at ansa eftir út- reiðslunum til serviðgerð uttanlands, sum hesi seinastu árini er økt munandi. Serviðgerð uttanlands eru tær útreiðsl- ur, sum landið hevur í samband við at sjúklingar verða sendir av landinum til viðgerðar, í flestu førum niður til Dan- markar á Ríkissjúkrahúsið. Serlig førleikakrøv: Tú ert cand. polit., cand. oecon. ella cand. scient. pol., ella hevur aðra við- komandi útbúgving. Tú hevur góðan kunnleika til teldur, umframt royndir, hug og evni at arbeiða við útrokning- um og hagtølum. Felags fyri størvini er: Tey eru áhugaverd og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum, sum skulu loysast í samstarvi við hini starvsfólkini í ráðnum. Størvini eru sjálvstøðug, og góðir møguleikar eru fyri førleikamenning. Førleikakrøv: Starvsroyndir frá miðfyrisitingini er ein fyrimunur. Harumframt vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevnir og evni at orða teg greitt í skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almanna- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið Eirargarður 2 FO 100 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14.mars 2005. Nærri fæst at vita um starvið sum løgfrøðingur við at venda sær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, og um starvið sum fíggjarfulltrúi við at venda sær til Turid Arge, deildarstjóra, tlf. nr. 30 40 50 ella teldupost: ahr@ahr.fo Almanna- og heilsumálaráðið Løgfrøðingur og Fíggjarfulltrúi Almanna- og heilsumálaráðiðu msitur almannamál, heilsumál. javnstøðumál og bústaðarmál. Íløtuni starvast 32 fólk í ráðnum.Uppgávan hjá Almanna- og heilsumálaráðnum er at ráðgeva landsstýrismonn- um, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og at veita stovnum undir ráðnum ráð og veg- leiðing.Sí meira á www.ahr.fo HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN PhD-undanverkætlan um collagen og gelatin úr føroyskari rávøru F O O D , V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: hfs@hfs.fo www.hfs.fo ætlanini, ið vanliga tekur 3 ár. PhD- verkætlanin fer fram her á landi eins og á útlendskum universiteti við serkunnleika í collagen/gelatin evnafrøði. Umsøkjarar skulu hava prógv í við- komandi fakøki frá universiteti. Tey, ið eru ávegis við at gera kandidat- uppgávu, eru eisini vælkomin at søkja. Setanartreytir eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og Magistarafelag Føroya. Meiri fæst av vita um verkætlanina við at venda sær til granskingar- leiðaran, Hóraldur Joensen, á teldu- postadressuni: horaldurj@hfs.fo ella á 356487. Umsóknarfreistin er 15. mars 2005. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (curriculum vitae), viðmælum o. ø. skulu sendast í 4 eintøkum til: Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni, Att.: Hóraldur Joensen C/o Heilsufrøðiliga Starvsstovan V. U. Hammershaimbsgøta 11 FO 100 Tórshavn Føroyar Á granskingarkjarnanum fyri evna- frøði og lívtøkni er eitt 1/2 ára starv í samband við eina PhD-undanverk- ætlan leyst at søkja. Arbeiðsstaður er Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Undanverkætlanin fer fram í tøttum samstarvi við føroyska fiskivinnu. Endamálið við PhD-undanverkætla- nini er at leggja lunnar undir før- oyskan førleika í almennari protein- evnafrøði og serliga collagen-evna- frøði. Í fyrsta umfari er málið at fáa fram vitan um fiska-collagen og gelatin úr føroyskari rávøru. Miðið er at fáa greiði á fylgjandi spurn- ingum: 1. Hvør rávøra er atkomulig og hvørji krøv verða sett til hana. 2. Hvørjir vøruútdráttir kunnu framleiðast úr teimum ymisku rávørunum. 3. Hvør framleiðir fiska-collagen og gelatin. 4. Hvørjir eru marknaðirnir fyri teir ymisku collagen- og gelatin- úrdráttirnar. 5. Hvørjir eru keypararnir og hvørji krøv seta teir t.d. til avtalur og skjalfesting. Ætlanin er, at viðkomandi, sum fer í holt við undan-verkætlanina eisini heldur fram við sjálvari PhD-verk-