leygardagur 26. februar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
23
Krambafólk
Til handilin við Landavegin verður søkt eftir fyri-
komandi og røskum krambafólki til skiftandi vaktir,
uml. 30 tímar/viku.
Ring ella støkk inn á gólvið og spyr eftir Ann-Britt.
Bakaríið hjá Gunleivi
Tlf. 59 51 60 ella 31 21 61
Stórkappingar í
rútmiskum fimleiki
í høllini á Hálsi leygardagin og sunnudagin
kl. 15.00
Kostnaður fyri vaksin 80,00 og børn 10,00.
Eisini verða tiltøk í gongini: Høvi verður at tippa
hvør verður nr. 1, 2, 3, 4, og 5, tombola og søla av
lyklum til skutara.
Møtið fjølment.
Føroya Fimleikasamband
Leiðandi økonoma
Starvið sum leiðandi økonoma á Lágargarði er leyst
at søkja til setan frá 1.mai 2005.
Førleikakrøv:
Leiðandi økonoman skal hava prógv sum økonoma
og skal hava leiðsluroyndir, góð samstarvsevnir og
hava hug til menning og nýhugsan.
Køkurin á Lágargarði ger dagliga døgverðar til uml.
150 heimabúgvandi pensionistar umframt til búfólk,
dagstovnafólk og starvsfólk á stovninum. Hartil fáa
aðrir stovnar eisini døgverða frá køkinum á Lágar-
garði í alt meira enn 200 døgverðar dagliga, og ætl-
andi skal virksemið økjast enn meira.
Starvið er fulltíðarstarv og lønt samb. sáttmála ímill-
um Fíggjarmálaráðið og Økonomafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja tlf.316788.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og møgulig
viðmæli skulu sendast til
Leiðaran á Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188
110 Tórshavn
Umsóknarfreist 14.03.05.
Røktar- og umlættingarheimið
Landmálings- ella
matrikulteknikari
Søkt verður eftir hjálparfólki at arbeiða í matrik-
ulsins umsiting og útskiftingini frá 1. apríl 2005.
Førleiki
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur:
• Prógv sum landmálingsteknikari, matrikul-
teknikari ella líknandi.
• Góðan teldukunnleika
• Góð samstarvsevni
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Bjarna
Hansen, leiðara av matrikulsins umsiting.
Umsókn
Umsókn, saman við prógvum og møguligum
viðmælum, skal sendast til:
Matrikulstovan
Postboks 327
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Matrikulstovuni í hendi í
seinasta lagi 14. mars 2005.
Matrikulstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Arbeiðsøkini
á stovninum eru viðlíkahald av matriklinum, marknasetingar,
útskiftingar, uppmálingar, kortlegging og adressurskráir. Á
stovninum starvast 17 fólk.
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Fyrstalærarastarv
í Eiðis skúla
Starvið sum fyrstilærari í Eiðis skúla verður lýst til
setanar frá 1. apríl 2005.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett
sum sáttmálasett starv,uttan so,at tann sum sett/-
ur verður, er tænastumannasettur lærari framm-
anundan.
Víst verður annars til nærri lýsing av starvinum
á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum
www.mmr.fo
Umsóknirnar skulu verða Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi mikudagin 2. mars 2005.
Umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Menta-
málaráðnum.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst
tú ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara,
ella Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Tórshavn, 14. februar 2005
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 355050 - Fax 355055
e-postur: MMR@MMR.fo
Vaskifólk
Til gomlu læknahúsini hjá Runavíkar
kommunu
Søkt verður eftir vaskifólki til Frítíðarskúlan/Dag-
røktina í Runavíkar Kommunu, at byrja skjótast
gjørligt ella eftir avtalu.Arbeiðstíðin er 15 tímar um
vikuna.
Starvssetan
sambært
sáttmála
við
Føroya
Arbeiðarafelag.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast á tlf.
448594 lok. 10.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast
mánadagin 07.03.05 og senast til:
Barnalonina
Heiðavegur 22,
600 Saltangará
Álítandi fólk
Vit søkja eftir álítandi fólki at arbeiða fulla tíð í
náttúrudeild okkara beinanvegin.
Í Náttúrudeildini selja vit m.a. hegn, stik, fiskireið-
skap, urtagarðsamboð.
Arbeiðið umfatar alt vanligt krambúðararbeiði. Vit
vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og at tú ert
royndur innan krambúðaryrki.
Umsóknir verða at senda til:
Thomas Dam á Hálsi
Postboks 2148 · 110 Tórshavn
ella: th-dam@post.olivant.fo
Eru spurningar, ring til Bjørg, tlf. 266777
Suðuroyar Syðra
Javnaðarfelag
Aðalfundur
verður í húsinum hjá Vágs Matmøðrafelag mána-
dagin 7.mars kl.20.30 og ikki mánadagin 28.febru-
ar sum áður lýst.