Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hallið hjá Fiskasøluni er uppgjørt til 23,1 mió kr. Tá eru kostn- aðir av umskipanini tiknir við. Sjálvur raksturin sýnir eitt úrslit, sum er seks milliónir verri enn tað, sum varð nevnt í heyst ROKNSKAPUR Jákup Mørk – Vit rokna við, at talan samanlagt verður um eitt undirskot á tríggjar til fýra milliónir fyri 2004. Somikið greiður var fyrr- verandi nevndarformaðurin í Faroe Seafood, Hákun Steingrímsson, tá hann saman við øðrum í heyst beyð Framtaksgrunninum 47,5 mió kr. fyri Fiska- søluna. Eitt boð, sum tó varð vrakað. Nærri 10 Í tíðindaskrivi, sum hós- dagin varð sent føroysku fjølmiðlunum, varð tó upp- lýst, at talan verður um eitt hall upp á 23,1 mió kr. Av hesum eru óvanligir kostn- aðir av umskipanini 7,5 mió kr., og niðurskriving av framleiðslutólunum í Fuglafirði 5,8 mió kr. Hetta seinasta er gjørt, tí ivi er um framhaldandi virksemið í hølunum. Eitt virksemi, sum sambært fyrrverandi leiðsluni vildi hildið fram. Tað vil við øðrum orðum siga, at hallið av vanliga rakstrinum hjá Fiskasøluni var 9,8 mió kr. Og tað er so als ikki tað, sum fyrrver- andi leiðslan vildi vera við. Hvørki Árni Arge, sum tá var stjóri, ella Hákun Stein- grímsson, sum tá var nevndarformaður, vilja í dag gera stórvegis við- merkingar til tølini, men tað tykist greitt, at teir framvegis standa við tað, sum varð sagt í heyst. Av teimum 9,8 millión- unum, sum raksturin nú gav í halli, stava 2,5 mió kr. frá niðurskriving av kapital- parti felagsins í Faroe Farming, umframt at niður- skriving av áogn v.m. er framd við 2,8 mió kr. Kapitalpartarnir hevði gamla leiðslan heilt víst verið noydd at niðurskriv- að, tá hetta verður gjørt út frá roknskapinum fyri Faroe Farming. Hinvegin vil avseting til tap upp á debetorar altíð verða gjørd eftir individuellari meting, og so er spurningurin, hvørt nýggja leiðslan hevur tikið meira til her, enn undan- farna leiðslan vildi. Tað er tó eisini ein spurningur, sum grannskoðarar felag- sins taka upp, og tí er ikki víst, at hetta talið vildi verið stórt øðrvísi við eini aðrari leiðslu. Turka einki av Meinhard Jacobsen, stjóri, sigur tó, at teir hava ikki turkað nøkur roknskapartøl upp á nakran, soleiðis at teir hava betri fortreytir at koma við einum góðum úrsliti komandi ár. – Hvat teir svara fyri, mást tú tosa við teir um. Tølini, sum nú fyriliggja, er grannskoðaði tølini, og tey vísa greitt, hvat úrslitið av rakstrinum var, staðfestir hann. Spurdur, hvørt tað var neyðugt við so stórum nið- urskrivingum, sigur hann, at tað er teirra meting. – Sum sagt, so er hetta grannskoðði roknskapurin. Her verða so atlit tikin til, hvat ognir felagsins í veru- leikanum eru verdar, og so verður niðurskrivingin har- eftir, staðfestir Meinhard Jacobsen. Nr. 40 - 26. februar 2005 25 Sum væntað gjørdist talan um stórt hall hjá Føroya Fiskavirk- ing, tá felagið hevði aðalfund hósdagin ROKNSKAPUR Jákup Mørk 13 milliónir eftir reyv. Tað var úrslitið, tá Føroya Fiskavirking legði rokn- skapin fyri 2004 fyri aðal- fundin til góðkenningar. Í tíðindaskrivi, sum varð sent fjølmiðlunum hós- dagin, var sagt, at sjálvur grundraksturin gav eitt hall upp á 13 mió kr., og at felagið hartil misti 2,7 mió kr. av surimi-verkætlanini, sum felagið hevur verið partur av í Fuglafirði. – Tað er sjálvandi ikki nøktandi, tá vanligi rakst- urin gevur eitt somikið stórt hall. Men umstøður- nar hava so sanniliga ikki verið við okkum, staðfestir Meinhard Jacobsen, stjóri. Hann vísur á, at dollar- kursurin í fjør hevur verið lágur, og at hetta saman við smáttfallandi upsanum hevur verið ein tungtvig- andi orsøk til vánaliga úr- slitið. – Undir vanligum um- støðum er kostnaðurin hjá okkum ríkiliga stórur, og tá hetta so kemur afturat, so verður tað tungt, staðfestir hann. 7,55 fyri smáan upsa Í Noreg verður annars í hesum døgum tosað nógv um júst upsan. Í grein í Fiskaren mikudagin verður staðfest, at smáur upsi hev- ur givið ein prís upp á 7,55 NKR í seinastuni, men sambært Meinhard Jacob- sen, so eru hetta ikki tøl, sum føroyska fiskivinnan kann nýta til nakað sum helst. – Hyggur tú at Noreg, so talið av virkjum har yviri minkað úr 150 niður í eini 15, so eg haldi ikki, at vit skulu royna at kopiera teirra mynstur. – Trupulleikin er, at vit fáa ikki virkað tann smáa upsan nóg væl. Vit bæði vóna og vænta, at vit í ár fáa gagnnýtt fiskin betri, men tá talan er um portión- ir, so hevur marknaðurin eina hampuliga greiða støðu. Tey vilja hava por- tiónir, sum eru millum 120 og 160 gram, og tær eru truplar at skera nóg snøgt, tá talan er um smáan fisk. Okkara vón er so, at vit klára at breiðka marknaðin, soleiðis at vit kunnu hava eitt betri úrslit við hesum fiskinum, staðfestir hann. 10 og ikki 4 milliónir 15,7 milliónir skeiva vegin Lesið -so eru tit við!