leygardagur 26. februar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað verður ongin
minni enn heims-
kendi Brian McFadd-
en, sum verður
høvuðsnavnið á
Summarfestivalinum
í Klaksvík í ár. Mc
Fadden bleiv heims-
kendur sum sangari í
bólkinum Westlife, og
liggur í løtuni ovast á
hitlistunum í Europa
við solo-fløguni
"Irish Son"
SUMMARFESTIVAL
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ambitiónunum hjá fyri-
reikarunum av Summar-
festivalinum feila onki og
við væleydnaða festivalin-
um í fjør í rygginum, setti
teir sær skjótt fyri at stíla
uppaftur hægri í ár. Í morg-
un kundi nevndin so av-
dúka, at tað verður ongin
minni
enn
heimskenda
írska poppstjørnan, Brian
McFadden, sum verður
høvuðsnavnið á Summ-ar-
festivalinum, sum verður í
Klaksvík í døgunum 5. til
7. august.
Írskur ævintýrari
Í høvuðsheitum verður
Summarfestivalin í ár skip-
að eftir sama leisti sum í
fjør, har byrjað verður
fríggjakvøld og hildið á til
sunnudag. Men longu nú er
greitt, at Brian McFadden
kemur et eiga stóra partin
av fríggjakvøldinum, eftir
at ein ella tveir bólkar hava
hitað upp. Mcfadden kemur
nevniliga við egnum bólki,
og væntandi varir konsertin
út við 11/2 tíma.
At tað er eydnast at fáa
eina so aktuella og kenda
poppstjørnu sum McFadd-
en hendanvegin er sambært
fyrireikarnum úrlitið av
góðum samráðingum við
agentar, sum hava ein
fingur á pulsinum og ikki
minst kunnu borga fyri
góðsku. Í hesum samband-
inum hevur væleydnaða
festivalin og stóru nøvnini
frá í fjør avgjørt verið eitt
gott kort at hava í hondini,
tá farið varð undir at keypa
eitt so stórt navn hendan-
vegin í ár. Uttan iva hevur
tað eisini talt við, at ungi
írin tykist at vera ein ævin-
týrari, sum fegin vil sleppa
at uppliva eitt fjarskotið
land, sum Føroyar Og
kanska hava felags føroysk-
írsku røturnar eisini gjørt
sítt til, siga fyrireikarnir.
– Hetta hevur verið eitt
puslispæl, og vit hava verið
sera hepnir. Mcfadden fer
nevniliga við rúkandi fer
upp eftir hitlistunum í
Europa í løtuni, so um
nøkur ár ber tað bara til at
droyma um at fatur á
honum, sigur Steintór Ras-
mussen, samskipari
Fjølbroyttur
leygardagur
Enn er bert høvuðsnavnið á
Summarfestivalinum av-
dúkað, men fyrireikarnir
kunnu longu nú lova, at
leygardagurin eisini í ár
verður ein spennandi sam-
anseting av føroyskum og
útlendskum tónleikarum og
bólkum á stóra pallinum,
eins og í fjør. Harafturat
kemur pallur 2 aftur í ár at
hýsa eini røð av áhuga-
verdum tónleikarum, so
fólk kunnu ganga ímillum
og annars hugna sær á stóra
festivaløkinum.
Leygardagurin á festival-
unum var sera væleydnaður
í fjør og tí hava fyrireik-ar-
nir ikki viljað broytt hend-
an partin av tiltakinum
stórvegis í ár. Tónleikaliga
kann dagurin tí væntast at
verða líka fjølbroyttur, har
okkurt verður fyri flestu
aldursbólkar.
Forsølan til Summar-
festivalin 2005 er byrjað,
og fram til 1. juni hava fólk
høvi at ogna sær sera bílig
atgongumerki. Annars ber
til at frætta meir um Summ-
arfestivalin á heimasíðuni
www.summarfestivalur.fo
26
Nr. 40 - 26. februar 2005
Hetta verður heitið á
fundarrøð, sum Javn,
nú fer undir kring alt
landið
FUNDARRØÐ
Jákup Mørk
Komandi vikurnar fer Javni
at skipa fyri økisfundum
kring landið. Hetta verður
gjørt á tann hátt, at tær
fimm økisnevndinar, sum
eru í felagsskapinum, skipa
fyri fundum á hvørjum øki
sær, men í øllum fimm
førunum verður evnið hitt
sama.
– Endamálið við fund-
unum er, at vit vilja vísa á
møguleikarnar, sum tey
menningartarnaðu
hava.
Og ikki minst, hvørjar tey
ikki hava í dagsins føroyska
samfelag, sigur Malena
Arnholdsdóttir, forkvinna í
Javna.
– Hetta eru møguleikar,
sum bæði tey menningar-
tarnaðu og avvarandi vildu
ynskt vóru til. Tí ynskja vit
eisini, at tey, sum hava
møguleika at hjálpa okkum
í hesum, eisini verða við á
fundunum. Tað verið seg
lærarar, starvsfólk á stovn-
um, ergo- og fysioterapetur
við meira, sigur hon.
Fundarrøðin verður skip-
að á tann hátt, at talan fyrst
er um fyrilestur, og at tað
eftirfylgjandi verður lagt
upp til kjak um evnini, sum
verða viðgjørd.
Fundarrøðin
2. mars
Vágar
3. mars
Eysturoy
5. mars
Suðuroy
7. mars
Tórshavn
15. mars
Klaksvík
Tú kanst – bara tú fært møguleikan
Heimskend stjørna á Summarfestival
Gunnar Nolsø, Steintór Rasmussen og Eyðun Klakkstein eru ikki sørt ernir av at kunna bjóða eitt navn sum Brian McFadden
fram á Summarfestivalinum í ár