leygardagur 26. februar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 • leygardagur • 26. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Farin frá »vegna
familjuna«
Tinghellan síða 36 & 37
Øssur Mohr hevði enn eina
frálíka framsýning í Galleri
Sct.Gertrud. Framsýningin lat
upp seinasta leygardag 19.
februar kl. 13.00. Hópin av fólki
høvdu leitað sær til staðið - at
hygga at tí kenda og væl dámda
føroyinginum Øssur Mohr.
Ímillum mongu donsku
áskoðarnar vóru eisini føroyingar
- m.a. M.C. Restorff. Tí var ikki
so undarligt, at onkur leyg
honum í oyrað: "Syng ein
góðan", tá ið Stanley Samuelsen
alíkavæl spældi til løtuna. M. C.
lat sær siga, áðrenn hálvtaðað
orð.
Løtan gjørdist tí hugnalig og
fjálg við nógvum góðum
myndum, tónleiki, og
listarmonnum úr Fuglafirði.
Um tað var hugnin, sum gjørdi
tað, ella tað var tí at tann, ið
keypti var áhugaður keypari, veit
eg ikki. Men tá ið dagurin var
liðin, vóru 22 av 30 málningum
seldir.
Enn einaferð hevur Øssur sagt
hvør hann er - uttan at siga
nakað!
Dávur Winther:
Øssur er komin fyri at verða!
Øssur Mohr aftur succes í Danmark - Kann "ikki" brúkast í Føroyum.
Listaframsýning við Øssur Mohr verður í Galleri Sct.Gertrud
í døgunum 19. feb. til 5. mars 2005.
Á framsýningini eru 25 nýggir oljumálningar.
Galleri Sct.Gertrud
Hyskenstræde 9, 1207 København K,Tlf. 40152420
Hyskenstræde er ein síðugøta á Strøgnum
Galleri Sct. Gertrud
Sum avtalað spældi og sang Stanley, men hvat hendir mitt í tí heila, MC dukkar upp, og teir báðir sum aldrin áður hava upptrakkað saman sungu og spældu
ein heilan tíma, tað var fyri listamannin og nógv onnur ein hátíðarlig løta, m.a. sungu teir: Beatles,Everly Brothers, Kim Larsen, Anne Linnet, og sjálvandi
Um eg kundi kvøði. Umleið 150 fólk vóru henda kalda og góða leygardag á Sct.Gertrud.