leygardagur 26. februar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
29
Írska heimsstjørnan gongur
egnar leiðir
TÓNLEIKUR
Tað var eitt av heitastu
nøvnunum í europeiskum
popptónleiki í løtuni, sum
fyrireikararnir av Summar
Festivalinum í Klaksvík
avdúkaðu sum eitt av
høvuðsnøvnunum á festivalinum
í summar, tá ið tíðindafundur var
fríggjamorgunin.
Írski Brian McFadden, sum í
nógv ár var ein av sangarunum í
bólkinum Westlife, kemur til
Føroya at spæla, og tað verður
við eini nýggjari solofløgu og
fleiri hittum í viðførunum.
Brian McFadden var ein av
fimm tónleikarum í Westlife,
men í fjør fór hann burtur úr
bólkinum, tí hann vildi royna seg
sum solistur. Tað hevur hann
síðani gjørt, og tað hevur gingið
framúr væl. Hann hevur verið
ovast á tónatindunum í Bretlandi
og fleiri øðrum europeiskum
londum, og hann er ein av
teimum, sum verður tráðspældur
á MTV í hesum døgum.
Fyri einari viku síðani søgu
fólk hann ivaleyst syngja í
hálvfinaluni Stjørna eitt kvøld,
har Guðrun Sólja Jacobsen var
ein av luttakarunum. Brian
McFadden sang tá eina duett
saman við Deltu Goodrem, og
tann inniligi og vakri sangurin
Almost Here er nú á veg upp á
toppin á hitlistum kring alt
Europa.
Á tindinum við Westlife
Brian McFadden er 24 ára
gamal. Hann var føddur í Dublin
og kom sum tannáringur við í
dreingjabólkin Westlife. Tann
bólkurin verður mettur sum
størsti og best umtókti dreingja-
bólkurin í heiminum síðstu árini,
og teir hava selt fleiri enn 34
milliónir fløgur.
Hittini hjá Westlife hava verið
óteljandi. Hvør fløga hevur lagt
meira afturat í rúgvuna av
kendum sangum hjá teimum, og
konsertirnar hjá teimum hava
verið vitjaðar av yvir trimum
millónum fólkum kring heimin.–
ikki minst av ungum tann-
áringum.
Fyrsta stakfløgan hjá Westlife
endaði sum nummar eitt í Bret-
landi í 1999, og seinni fingu teir
nógvar sangir afturat ovast á
hitlistunum. Teir komu í Guiness
metbókina fyri at hava sjey
fylgja sangir sum nummar 1 í
Bretlandi.
Tað kom eitt sindur óvæntað,
tá Brian McFadden í fjør boðaði
frá, at hann fór burtur úr bólk-
inum, sum hevði notið so stóra
eydnu gjøgnum árini, og sum
framvegis tóktist hava tak á
teimum ungu lurtarunum.
Men tað var ikki fyri at taka
seg aftur av tónleikapallinum,
men heldur fyri at royna nakað
nýtt, at Brian McFadden valdi at
gevast í Westlife – sangarin úr
dreingjabólkinum valdi at royna
ein gamlan dreingjadreym sum
solistur, og tað var eitt skilagott
val.
Skrivar hitt saman
við øðrum
Í mai mánaði í fjør fór Brian
McFadden undir arbeiðið við
sínari fyrstu solofløgu. Hann
valdi sær góðar og kendar fram-
leiðarar og sangskrivarar at
arbeiða saman við. Ein av
teimum, sum hevur skrivað fleiri
sangir saman við Brian
McFadden á nýggju útgávuni, er
Guy Chambers, sum annars er
kendur sum maðurin sum til
nýliga skrivaði øll hittini saman
við Robbie Williams. Tá ið teirra
samstarv steðgaði kom Brian
McFadden inn í myndina, og teir
hava millum annað skrivað
størsta hittið hjá McFadden
higartil, Real To Me.
Umframt Chambers hava eisini
Paul Barry og Mark Taylor
skrivað saman við McFadden og
framleitt tónleikin saman við
honum, og tað er komið nógv
gott burtur úr samstarvinum.
Fyrsta solofløgan hjá Brian
McFadden er frálíkur popp-
tónleikur, sum ikki er heilt so
poleraður sum Westlife, men
sum er sera fangandi fyri tað.
Stakfløgan Real To Me gekk
sum heitt breyð, tá hon kom út,
og tað er ikki minst takka verið
henni, at McFadden er komin inn
í hitanum hjá teimum ungu. Real
To Me hevur verið nummar 1 í
Onglandi, Írlandi, Føroyum og í
øðrum londum, og sangurin Irish
Son, sum eisini er heitislagið á
fløguni, hevur somuleiðis verið
nógv spældur.
Nýggja stakfløgan hjá
McFadden er sangurin Almost
Here, sum er ein duett saman við
unnustuni Delta Goodrem. Hesin
sangurin var í hesi vikuni
nummar 3 á bretska hitlistanum,
men sangurin er nýggjur og kann
røkka heilt upp á tindin longu
um vikuskiftið.
Fyrsta solofløgan hjá Brian
McFadden er ein persónlig fløga,
har hann hevur skrivað allar
tekstirnar og verið við til at gjørt
løgini. Hann viðgongur á heima-
síðu sínari, at allir sangirnir
byggja á veruligar hendingar.
– Tá eg fór undir samstarvið
við framleiðararnar hevði eg
nøkur hugskot um, hvat vit
skuldu gera, men í grundini
byrjaðu vit frá ongum og royndu
so at finna fram til tað rætta. Eg
hevði nógv hugskot um tekstir,
og teir fingu veruliga tað besta
burturúr mær, sigur Brian
McFadden á heimasíðu sínari um
samstarvið við Chambers og
hinar.
– Vit arbeiddu skjótt, og nógv-
ir av sangunum vóru skrivaði
eftir stuttari tíð. Til dømis
sangurin Real To Me skrivaðu eg
og Guy Chambers fyrstu ferð vit
settu okkum niður at skriva ein
sang.
Brian McFadden greiðir frá, at
hann hevði gjørt upp við seg
sjálvan, at hann vildi verða sín
egni sangari og tónleikari.
– Eg vil gera tónleik, sum eg
kann standa inni fyri, og sum eg
kann vera errin av. Sjálvandi vil
eg hava, at fólki dámar tónleikin,
og eg haldi eisini, at fløgan
rúmar nógvum, sum nógv fólk
kunnu dáma, sigur McFadden.
Ljóðið á fløguni er nakað
meira rockkent enn tónleikurin
hjá Westlife, gittarljóðið er
frammarlaga, og McFadden vísir
seg sum ein frálíka sangara. Tað
góða lagið og tann góði sangurin
standa framvegis í miðdeplinum,
og hittini eru longu fleiri.
Konsertferð – eisini
til Føroya
Brian McFadden fer í summar á
konsertferð, og hann fer at spæla
í fleiri europeiskum londum.
Hann hevur nógvar framførslur í
Bretlandi, men hann leggur eisini
leiðina fram við øðrum londum.
– Eg gleði meg til at sleppa út
at spæla. Eg fari at vitja nógv
lond, eisini støð, har eg ikki hava
verið áður, sigur McFadden um
konsertferðina á heimasíðu
sínari.
– Tónleikurin á fløguni egnar
seg sera væl til at verða spældur
á konsertum, og eg kann næstan
ikki bíða eftir konsertunum.
Og ein av hansara framførslum
verður í Føroyum. Tað verður á
Summar Festivalinum í Klaks-
vík, sum verður hildin í
døgunum frá 5. til 7. august.
Brian McFadden skal spæla á
konsertini, sum verður hildin á
Vágsbøi fríggjakvøldið 5.
august, og afturat honum fara
eisini onkrir føroyskir bólkar at
spæla.