leygardagur 26. februar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 40 - 26. februar 2005
HANDILSLIG AVBJÓÐING
Jóannes Hansen
Hann hevur nógvu tey seinastu
árini verið í tryggum og sum tað
skilst á honum sjálvum spenn-
andi og avbjóðandi starvi hjá
Statoil. Uppgávurnar hava snúð
seg um sølu og sølufremjandi
tiltøk og harvið eisini um markn-
aðarføring.
Tað er Hans Waag, sum hetta
snýr seg um. Eftir at hava havt
nógv við væl umtóktu Statoil
støðirnar at gera, og eftir at hava
havt stóra oljufelagið sum
arbeiðsgevara í fjúrtan ár, hevur
hann nú slept arbeiðsgevaranum,
sum hann sigur seg hava alt gott
at bera. Saman við Hilberti Dam
hevur hann keypt fleiri handlar,
og tað kann ikki sigast annað,
enn at teir báðir eru farnir út á
djúpt vatn. Men teir siga seg
avgjørt rokna við, at tað skal
bera til.
Takið og setningurin
Søgan er tann, at hesir báðir 44
ára gomlu Hans Waag og Hilbert
Dam rættuliga eru farnir í
privatu handilsvinnuna, og teir
hava spílað seg út á tveimum
støðum í høvuðsstaðnum og
eisini í Danmark. Í november í
fjør keyptu teir handlarnar í
Handilskjarnanum. Teir yvirtóku
seks handlar. Tríggjar teirra leiga
teir øðrum, og tríggjar reka teir
sjálvir. Frammanundan høvdu
teir í juni í 2003 keypt gamla og
kjølfesta skógvahandilin hjá
Demmusi, og í 2001 keyptu teir
ein skógva og klædnahandil í
Hedensted. Hilbert Dam býr í
Danmark, og hann er stjóri í
handlinum har niðri.
Leygardagin í næstu viku, 5.
mars, fara teir at lata dyrnar upp
fyri einum handli afturat. Talan
verður um nýggjan skógvahandil
í Handilskjarnanum. Heitið er
Bianco Footwear, sum er tað
slagið av skógvahandlum, ið
eigur størsta vøksturin á sínum
øki í Europa.
Harvið fara teir báðir um eina
viku at eiga níggju handlar og
reka seks teirra, og teir hava
nítjan fólk í starvi. Hans Waag er
stjóri í felagnum, sum rekur
handlarnar í Føroyum. Felagið
eitur Handilskjarnin.
Hava tit ætlanir um at víðka
uppaftur meiri um virksemið hjá
tykkum?
– Fyribils fara vit at arbeiða
við at fáa tað, sum vit nú eru
bundnir at, at bera til. Tað takið
verður stórt, og eg veit, at tað fer
at fara við nógvari tíð og orku.
Men tað skal ikki vera nøkur
loyna, at vit støðugt hava eyguni
við okkum, og at vit fylgja væl
við í, hvussu tað gongst, bæði í
Føroyum og eisini í Danmark,
sigur Hans Waag.
Vónirnar
Arbeiðsloysið er økt seinasta
árið, og í fleiri vinnum eru
virksemið og umsetningurin
minkaður. Sovorðið kennist
skjótt aftur í handilsvinnuni. Um
tað ber til at halda tørn um
indekstølini frá í fjør, so skal
ikki latast illa at, verður sagt, og
tí kann tað tykjast næstan ov
bjartskygd at tað í aftur-
gongdstíðum verður farið undir
avbjóðingar í handilsvinnuni, ið
hava sum fyritreyt, at tað verður
neyðugt at vinna eyka markn-
aðarpart, um talan skal vera um
økingina í søluni, sum verður
mett at vera neyðug, um tað skal
bera til.
Hvussu ætla tit at fáa tað at
bera til?
– Í hesi vinnuni snýr tað seg,
sum tað ger í øllum øðrum
tænastuvinnum, um at hava røttu
vørurnar og at hava røttu
tænastuna. Vit arbeiða støðugt
við at menna vøruútvalið, og tað
er Bianco Footwear eitt dømi
um. Tað er ein veruleiki, at hetta
slagið av skógvahandlum síðstu
árini er vorðið partur av býar-
myndini í einari rúgvu av býum í
Europa, og tað verður sagt um
hesar handlarnar, at teir ikki bara
eru partur av mótanum, men at
tað eru teir, sum seta dags-
skránna í mótamenningini.
Síðani eg fyrstu ferð vitjaði í
Bianco handli í Danmark, havi
eg arbeitt fram ímóti, at vit
skuldu fáa ein sovornan handil í
Havnini og í Føroyum. Nú hevur
tað eydnast okkum, og tað eru
vit fegnir um, sigur Hans Waag.
· Og so eru tað starvsfólkini.
Vit hava sett nýggjar deildar-
leiðarar í øllum handlunum í
Handilskjarnanum. Talan er um
ungar, dugnaligar, royndar og
sera fryntligar leiðarar, sum
ganga upp í arbeiðið við lív og
sál, og tað rokna vit við fer at
síggjast aftur í sølutølunum.
Hans Waag sigur, at teir eisini
hava ætlanir um, at Handils-
kjarnin skal vera meiri eyð-
sýndur í miðbýnum:
– Tað er eingin loyna, at í
nútíðar handli og tænastum er
tað soleiðis, at kundin fer har,
sum hann veit, at hann ikki bara
fær vøruna ella tænastuna, sum
hann ætlar sær, men at tað eisini
telur, hvat er rundanum sjálva
avgreiðsluna. Talan skal vera um
eina heildaruppliving at fara til
handils.
Hans og Hilbert
Hesir báðir, sum nú av álvara eru
við at mynda handilslívið í
høvuðsstaðnum, og sum eisini
bjóða seg fram í Danmark, eru
skúlaðir í handilsvinnuni og
tænastuvinnuni.
Hans er ættaður úr Klaksvík.
Hann stóð í læru í amboðsdeildin
hjá Thomas Dam í Jónas
Broncksgøtu. Í 1984 fór hann at
selja bilar hjá Reyni Service, og
har arbeiddi hann sum søluleið-
ari fram til 1991, tá ið hann fór í
starv hjá Statoil.
Hilbert Dam er havnarmaður,
men nú eru tað fleiri ár síðani, at
hann saman við familjuni flutti
til Danmarkar. Hann lærdi í
Málingahandlinum og seldi Opel
bilar hjá Meinhard Arge, og
undan flytingini til Danmarkar
arbeiddi eisini hann hjá Statoil.
Nýggir menn í miðbýnum
Nýggju eigararnir av virkseminum í Handilskjarnanum í Havnini halda seg
hava funnið lykilin til, hvussu tað skal bera til, hóast samfelagsgongdin ikki
er so bjørt nú, sum hon var frammanundan, at teir spentu seg fyri
Tað er Hans Waag, sum saman við Hilbert Dam hevur yvirtikið
Handilskjarna í Miðbýnum í Havn
Framyvir skal Handilskjarnin vera við til at seta dagsskránna í føroyska mótaheiminum
Mynd: Jens Kr. Vang