leygardagur 26. februar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
31
100 ÁRA DAGUR
Edvard Joensen
– Læknin skeldaði meg út, tá
hann sá mínar gulu fingrar. Hann
spurdi, um eg ætlaði at drepa
meg sjálvan við vilja, tí eg roykti
so illa. So legði eg av, flennir
Karl Jacob Sigvardsen. Tá var eg
48 ár og hevði magasár. Síðan er
heilsan bara batnað, og eg havi
ongantíð í lívinum livað so væl,
sum síðan eg fylti 70.
Og hetta árið, tá hann fylti 70,
var eisini nakað serligt hjá
honum í aðrar mátar. Tá helt
hann fyri við ein av føðingar-
dagsgestunum, at nú var hann
gamal.
–Tvætla ikki. Tú ert ikki
annað enn ein smádrongur, svar-
aði gesturin. Sum var mamma
hansarar, ið tá var heili 100 ára
gomul.
Karl Jacob Sigvardsen hevur
gott at bregða til. Mamma
hansara var Drikka á Fløtti við
Gjógv, sum gjørdist 105 ára
gomul og er elsta fólk, sum
hevur livað í Føroyum í nýggjari
tíð.
Og tey gerast gomul í
familjuni, veit Karl Jacob at siga
frá. Ein systur, sum búði í
Danmark, gjørdist 97 ár. Eina
systir eigur hann enn á lívi. Tað
er Fía Christiansen, sum býr í
Havn, og er 92 ára gomul. Ein
beiggi, Jóannes, doyði longu 87
ára gamal.
– Hann var so ungur. Men
hann roykti eisini so illa, sigur
Karl Jacob, sum heldur, at
beiggin heldur skuldi havt gjørt,
sum hann gjørdi sjálvur, og lagt
av at roykja í góðari tíð.
Men annars hava gjáarfólk
hatta har við at gerast gomul.
Síðan móðir Karl Jacob's,
Frederikka, ella Drikka á Fløtti,
fylti 100 ár í 1975, hava tvey
onnur fólk eisini nátt hendan
aldur. Tey vóru Dia Joensen í
Jákupsstovu og Andrea Sivert-
sen, ið vóru systkin. Tey gjørdust
bæði 101 ára gomul. Og tann
fjórði í 30 ár er so Karl Jacob,
sum fyllir 100 ár sunnudagin 27.
februar.
Alt broytt
Nógv - fyri ikki at siga alt - er
broytt hesa øldina, Karl Jacob
hevur livað. Eisini fólkatalið við
Gjógv, sum er minkað, so hvørt
alt annað er batnað.
Karl Jacob minnist, tá tað
búðu fleiri enn 280 fólk fólk við
Gjógv. í 1921 búðu 283 fólk í
bygdini. Í dag kann tað talið
saktans býtast við fimm, heldur
hann. Tey vóru eini 50 skúlabørn
í trimum flokkum, tá hann gekk í
skúla.
Karl Jacob fór sum 15 ára
gamal til skips við deyðsiglara,
og hann var sjómaður, til hann í
1958 legðist uppi.
Kosturin kundi vera ógvuliga
ymiskur frá skipi til skip,
minnist Karl Jacob. Breyð varð
ikki bakað. Alt var keks, sum
býtt varð út hvørja viku. Keks og
margarin. Eitt sindur av sukuri.
Og so amerikanskt saltkjøt. Tað
var álitið. Onkuntíð hendi tað
seg, at teir fingu íslendskt kjøt,
tá teir vóru inni á túrinum. Men
um heystið plagdu teir at keypa
seyð frá íslendingum, og tað
kom væl við, minnist Karl Jacob.
Heimalívið við Gjógv var sum
í bygdum flest. Menninir vóru
heima um veturin, og tá varð
dúvað upp á útróður.
Men rímiligt vóru fleiri dagar,
tá ikki var farandi á flot, og tá
plagdu teir at velta. Eplir vórðu
velt, og Karl Jacob, sum minnist
tveir veraldarbardagar, minnist
eisini, tá tey veltu korn undir
fyrra krígnum.
Nú fer hann helst ikki so nógv
í bøin meira, heldur hann. Men
til fyri heilt stutt síðani velti
hann sjálvur.
Uttan fyri húsini við Gjógv
hevur hann havt eina veltu, sum
man fara at líkjast einum meti. Í
eini hálvthundrað ár hevur hann
velt eplir í sama stykkinum.
– Eg plagdi at seta 200 eplir
niður, og tað, sum kom uppaftur,
var nokk til konuna og mín,
greiðir hann frá.
Birgur
Karl Jacob er bara heilt birgur,
her hann situr í stólinum á
kamari sínum á Ellisheiminum í
Runavík. Hann setir seg yvir í
sjónvarpsstólin, meðan verdótt-
irin tendrar sjónvarpstólið, tí nú
er fótbóltur at síggja á onkrari av
hesum útlendsku rásunum, sum
hann hevur møguleika at síggja
her inni.
Hann fer langt frá tólinum.
Einki petti bilar sjónini. Hann
sær væl, hvussu støðan er, og
hvussu leingi er spælt.
–Jú, sigur hann, mær dámar
væl at síggja sjónvarp. Serliga
eru tað tíðindi og ítróttur, eg
hyggi at. Og við ítrótt meinar
hann ítrótt soleiðis yvirhøvur.
Hevur hug at spyrja eftir reglun-
um, um onkur ítróttargrein, hann
ikki kennir so væl, verður víst.
Tó at hoyrnin er farin at bila,
fylgir hann væl við í tíðindum.
Bæði føroyskum og útlendskum í
útvarpi og sjónvarpi. Og sam-
felagsviðurskiftum sum heild er
hann sera áhugaður í.
Tá vit spyrja, um hann hevur
verið á vali í seinastuni, hevur
hann hug at smílast eitt sindur.
So kemur tað seigliga.
– Jú, tað var eg eisini hesa-
ferð. Men eg velji ikki sam-
bandið. Eg havi einaferð valt
tjóðveldið, men tað er eingin
hemmiligheit, at eg eri fólka-
floksmaður. Hesaferð valdi eg
Kallsberg.
Hann er væl hýrdur og letur
væl at lívinum á Ellisheiminum.
Sera fitt fólk at vera saman við,
sigur hann. Bæði tey, sum búgva
her, og ikki minni tey, sum
arbeiða.
Hóast Eysturoyar Røktar- og
Ellisheim nú hevur nøkur ár á
baki, er Karl Jacob Sigvardsen
tann fyrsti, sum fer at fylla
hundrað ár á heiminum.
Hann gleðir seg til føðingar-
dagin, sum hann kortini væntar
at fara at gerast eitt sindur
strævnan. Gleðir seg til guðs-
tænastuna í Gjáar kirkju, sum
hann so trúliga hevur vitjað.
Hann hevur altíð verið trúgvur
kirkjugangari og fegnast um at
fáa høvi til tvær guðstænastur
um vikuna á Ellisheiminum. Her
koma bæði prestur og baptistar
hvørja viku, sigur hann.
Karl Jacob eigir tríggjar synir,
sum hvør eigur trý børn. Lang-
abbabørnini eru 19 í tali.
Heilsan batnar við aldrinum
Eg havi ongantíð livað so væl sum tey seinastu 30 árini, sigur Karl Jacob
Sigvardsen frá Gjógv, sum í morgin fyllir 100 ár