leygardagur 26. februar 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 40 - 26. februar 2005
B-menniskja sum morgunvertur
SvF, MTV, rithøvundur, danskt lokal sjónvarp og nú TV2. Tórun Ellingsgaard
hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Seinastu tveir mánaðirnar hevur hon
verið morgunvertur á TV2, hóast hóast hon kallar seg sjálva fyri b-menniskja
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Áðrenn flestu føroyingar hava
fingið eygu, og nakrar tímar
áðrenn Hr. og Frú Danmark
skulu møta til arbeiðis, skal hon
vera klár. Og tað er ikki nóg
mikið. Hon skal verða væl fyri-
reikað og harumframt síggja
vakin og frísk út. Tórun Ellings-
gaard hevur seinastu tveir mán-
aðirnar verið morgunvertur í
sendingini "God morgen, Dan-
mark" hjá TV2, sum fer í luftina
hvønn gerandismorgun klokkan
sjey.
– Tað er eitt sindur ringt at
koma upp so tíðliga, men eg eri
so heppin, at eg búgvi tætt við
studio, so eg havi ikki langt at
fara. Harafturat er ongin ferðsla
so tíðliga um morgunin, sigur
Tórun Ellingsgaard og flennir.
Hon ásannar, at hon er b-menn-
iskja, og tí hevur hon eisini brúk
fyri at sova um seinnapartarnar
fyri at orka at fyrireika næstu
sendingina um kvøldið.
Av tilvild
Trý ár eru liðin, síðani Tórun
varð útbúgvin sum journalistur
frá Journalistháskúlanum í År-
hus. Men at hon endaði innan
hesa vinnuna var heilt av tilvild.
– Eg var júst komin heim aftur
til Føroya úr New York, tá eg
søkti eitt starv í SvF. Tað stutta
av tí langa er so, at eg slapp at
gera og vera vertur í eini
ítróttarsending, og tað førdi so
við sær, at eg eisini byrjaði at
gera innsløg til Dag og Viku,
greiðir Tórun frá.
Sum tíðin gekk fann hon so
útav, at hetta slagið av arbeiði
dámdi henni væl, og tískil gjørdi
hon av at søkja inn á Journalist-
háskúlan og fara undir útbúgv-
ingina.
"God morgen, Danmark"
London, Århus, Odense, Born-
holm, Keypmannahavn teljast
millum støðini, har Tórun hevur
búleikast seinastu árini. Nú
tykist hon at hava funnið seg til
rættis á Eysturbrúgv í Keyp-
mannahavn – nakað hon sjálv er
ógvuliga glað fyri. Og eisini
nakað, ið hevur hóskað væl til
hennara arbeiðið seinastu tveir
mánaðirnar, har hon hevur verið
noydd at fara upp klokkan 4.45
hvønn morgun fyri at møta til
arbeiðis klokkan 5.30.
– Tað, sum ger, at tað ber til at
fara á skermin so tíðliga um
morgunin er, at vit hava fólk,
sum leggja sminku á fyri okkum.
Tá eg so komið inn í sminku-
rúmið um morgnarnar, skal eg
bara sita har í trý korter, sigur
Tórun og leggur afturat, at tað
hevur verið ógvuliga kærkomið
at hava hesi fólkini afturat sær.
Seinasti arbeiðsdagur sum
morgunvertur verður ein av
fyrstu døgunum, tí skjótt nú
kemur fasti morgunverturin,
Cecilie Frøkjær, aftur.
– Umhvørvið á arbeiðspláss-
inum hevur verið ógvuliga
hugnaligt. Vit hava altíð góða tíð
at tosa við gestirnar, so tað er eitt
heilt annað tempo, enn tá talan er
um tíðindasendingar. Harafturat
hevur tað verið ógvuliga læruríkt
at sleppa at arbeiða við so garv-
aðum journalistum.
Tað hevur verið serliga spenn-
andi at fáa møguleika at læra um
so nógv ymisk evni, sum ein
annars neyvan hevði sett seg inn
í.
– Ein løtu situr tú og tosar um
Fólkatingsvalið, og 15 minuttir
seinni dagin eftir um eina kon-
spiratiónsteori, um hvussu tað
veruliga gekk fyri seg, tá Lady
Diana doyði. Hvør dagur er
nýggjur.
Í hesum arbeiðnum metir
Tórun, at ein tann týdningar-
mesti eginleikin er, at ein duga at
lurta eftir fólki.
– Og tá meini eg at lurta ordi-
ligt! Tað vil siga, at lurta og
hoyra, hvat verður sagt. Tað
krevur eisini, at tú eitt journalist-
iskt eygað og veit, hvat er ein
góð søga.
---
Arbeiðið við morgunsendingun-
um hevur verið soleiðis skipað,
at um kvøldarnar verður send-
ingin fyrireikað og síðani send
morgunin eftir.
– Við øðrum orðum merkir
tað, at eg siti og hyggi eftir tíð-
indum frá klokkan 18 og langt út
á kvøldið. Sjálvandi ikki alla
tíðina, men mestsum. Tað er
neyðugt at vita, hvat tað er, sum
hevur gingið fyri seg, og ein
verður noyddur at vera "ajour".
At senda beinleiðis og at vera
á skerminum í samfullar tveir
tímar (bert avbrotið av tíðindum
og lýsingum) er ikki bara sum at
siga tað. Og í "God morgen,
Danmark" sendingunum er ongin
telepromtari, sum kann minna
teg á, hvussu allir gestirnir eita
ella heitini á bókum og so fram-
vegis.
– Tað merkir, at tað er nógv
ein skal minnast til, samstundis
sum tú skalt royna at fáa tað at
síggja út, sum tað er leikandi
lætt. Eg sigi "royna", tí tað er
ikki altíð, at tað eydnast, sigur
Tórun við einum lítlum smíli.
Brixtofte
Arbeiðið fyllir ógvuliga nógv í
lívinum hjá Tórun. Sum hon
sjálv sigur tað, so krevur jour-
nalistikkur, at ein fylgir væl við.
– Tað gerst ein lívsstílur uppá
tann mátan, at ein altíð skal vera
kunnaður um tað, sum gongur
fyri seg. Hugskotini koma jú
eisini tá ein hevur frí og ikki bert
millum 9 og 17.
Arbeiðsstílurin hjá Tórun tók í
2002 eina lítla vend, tí tá fór hon
saman við Jaku-Lina Elbøl
Nielsen nevniliga undir at skriva
eina bók. Talan er um bókina
"Brixtofte - Spillet om magten"
um vælkenda Farum borgar-
stjóran, Peter Brixtofte. Hetta var
samstundis eisini fyrsta ferðin
Tórun royndi nakað annað enn
sjónvarp, og dámdi henni tað
eisini væl.
– Researchtíðin er tó tann
sama, sum tá ein skal gera
sjónvarp. Tað er bara mátin ein
leggur tingini fram uppá, sum er
øðrvísi. Men at skula skriva var
eisini ein umstilling, sum eg
skuldi ígjøgnum, viðgongur hon.
At skriva eina bók var spenn-
andi og avbjóðandi. Og ráddi tað
um at halda høvdið kalt, tá hald-
ast skuldi skil á øllum teimum
yvir 100 munnligu keldunum
umframt øllum tí skrivliga
tilfarinum.
– Eg minnist ta tíðina, at hvør
dagur fór við at fara upp og so
varð researchað og skrivað -
hvønn dag í vikuni. Einastu
pausurnar eg fekk var, tá eg fór
út og keypti mær eitt tyssi av
tulipanum, sum eg síðani kundi
sita og hyggja eftir og minna
meg á, at ein dag fóru vit at
verða lidnar við bókina.
Bókin gjørdist eisini alt meira
aktuell, meðan tær báðar ar-
beiddu við henni, tí so um ta
tíðina byrjaðu líkini at detta úr
skápinum hjá Brixtofte. Og tað
eggjaði eisini teimum báðum at
fáa bókina lidna.
Um Tórun fer at royna seg
sum rithøvund aftur, veit hon
ikki. Sum er liggur í øllum
førum onki á tekniborðinum.
Fallin væl til
Hóast Tórun er flutt nógv runt
seinastu árini, so er hon nú fallin
væl til á Eysturbrúgv. Sum er
hevur hon ongar ætlanir um at
flyta heim aftur til Føroya.
– Eg havi flutt so nógv, at eg
eri von við tað. Tað er mestsum
vanligt. Men nú eri eg fallin til í
Keypmannahavn, og eg eri glað
fyri at hava mína egnu íbúð og
tey nærmastu rundanum meg.
Frítíðin fer við øllum møgu-
ligum. Alt frá yoga og pilates til
"window-shopping", cafélív og
sushi.
– Mær dámar væl at "slentra"
runt við vinkonunum uttan at
skula nakað ávíst. Nú havi eg
eisini latið eyguni upp fyri at
standa á skí. Eg stóð fyrstu ferð
á skí fyri tveimum árum síðani,
men eg trúði ongantíð eg fór at
læra tað. Men nú havi eg rætti-
liga fingið smakkin fyri tí,
greiðir morgunverturin frá, sum
fer at standa á skí aftur í mars.
Nú tíðin á Hovedbanagarðin-
um í TV2 morgunstudionum er
liðug, liggur ein nýggj uppgáva
fyri framman. Talan er um eina
reportasjusending fyri TV2. Enn
kann Tórun ikki útdjúpa, hvat
sendingin fer at snúgva seg um.
Hvat síðani fer at seta breyðið á
borðið er ilt at siga.
– Eg taki eina uppgávu í senn.
Eg fái at síggja, hvussu tað sær
út, tá eg eri liðug við reportasju-
sendingina. Tað kann eg loyva
mær, tá eg ikki havi familju at
taka mær av.
Tað einasta, sum liggur fast
eftir reportasjusendingina er, at
hon í summar ætlar sær til grisku
oynna Santorini við ommuni.
Fimm ferðir?
Enda setningin: "Ein morgunvertur er..."
– ... ein persónur, sum kann tosa við øll sløg av fólki um øll
hugsandi evni.
Um tú kundi viðtikið eina lóg, hvør skuldi hon so verið?
– Alt ov nógv fólk seta børn í verðina uttan at gera sær greitt,
hvussu stór ein uppgáva tað er. Lógin skuldi tískil verið, at øll
foreldur skulu taka uppgávuna í álvara, soleiðis at børnini fáa
eina so góða byrjan uppá lívið sum møguligt.
Hvørjum gerast fólk bilsin av við tær?
– At eg eri uppvaksin í eini bygd vid 15 fólkum.
Hevði tú kunnað funnið upp á at etið menniskjakjøt?
– Ongantíð í lívinum. Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg endi í
eini støðu, har tað verður neyðugt.
Hvat brúkar tú ov nógvar pengar uppá?
– Góða sjokulátu.
At senda beinleiðis og vera á skerminum
merkir, at tað er nógv ein skal minnast til,
samstundis sum tú skalt royna at fáa tað at
síggja út, sum tað er leikandi lætt. Eg sigi
royna, tí tað er ikki altíð, at tað eydnast.
”
Arbeiðið gerst ein lívsstílur uppá tann mátan,
at ein altíð skal vera kunnaður um tað, sum
gongur fyri seg. Hugskotini koma jú eisini tá
ein hevur frí og ikki bert millum 9 og 17.
”
Eg havi flutt so nógv, at eg eri von við tað. Tað er
mestsum vanligt. Men nú eri eg fallin til í Keyp-
mannahavn, og eg eri glað fyri at hava mína
egnu íbúð og tey nærmastu rundanum meg.
”
Navn: Tórun Ellingsgaard
Føðingardagur: 27.11.1970
Ættað: Úr Svínáum
Systkin: Tvær systrar
Bústaður: Eysturbrúgv,
Keypmannahavn
Starv: Journalistur
Nakað tú ikki visti um Tórun:
At tá hon var smágenta, plagdi
hon at egna á Eiði og í Norð-
skála fyri at fáa lummapengar.
Blá bók