Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 40 - 26. februar 2005 SJÓNLEIKUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Hann hevur altíð verið bergtikin av søgum - góðum, saftigum søgum, sum rúnarbinda fólk og fylla alt rúmið. So tá hugskotið um at pallseta eina søgu hevði bitið seg fast í huganum hjá Bárði Persson, var Grýlan hjá William Heinesen ein tann fyrsta, sum byrjaði at spøkja. – Eg var framvið hjá øðrum framúrskarandi søgusigarum sum til dømis Edgar Allan Poe og H.C Andersen, men eg ivaðist í grundini ongantíð av álvara. Grýlan hevur stutt sagt alt, sum ein søguelskari kann ynskja sær, sigur Bárður, sum alt fyri eitt fór undir at týða søguna hjá William Heinesen av nýggjum. Hvørjar trupulleikar tað hevði við sær, er ein søga fyri seg. Og hvussu tað eydnaðist, kunnu fólk sjálvi meta um við at leita sær oman í Sjónleikarahúsið, har Willieboys í løtuni fara kitlandi og klórandi inn undir húðina á áskoðarnum ... Áhaldandi álop Tríggir leikarar, eitt gamalt pumpuorgul og so Grýlan. Restina av pallinum eiga orðini og myndirnar, tær skapa í huganum hjá tær, sum hyggur - eitt áhaldandi álop av lýsingar- orðum, sum ikki krevur so lítið av áskoðaranum. – Grýlan er á tremur við møguleikum at dramatisera persónar, ímyndir og hendingar, men vit hava við vilja valt, at latið ákoðaran sleppa at skapa sín egna dramatikk, meðan vit savna okkum um at fortelja søguna, sigur Gunvá Zacha- riasen, leikstjóri, og leggur afturat, at ein tann størsta av- bjóðingin við at seta Grýluna upp sum leik hevur verið at endurskapa tey ymsu frásøgu- løgini í søguni. Grýlan er ein søga, men hon er eisini ein almenniskjalig kensla, eitt aldargamalt ritual, ein bygdarsøga, søgan um Dunald og mangt annað alt í senn. Eina løtu er hon tætt at bæði í tíð og stað, næstu løtu verður hon skumpað eitt sindur til viks, so vit betur kunnu skilja hana ella rúma henni. Tískil ganga leikarnir støðugt inn og út úr ymsu frásøguleiklutunum, meðan teir taka áskoðarar við sær longur og longur inn í søguna. Hetta krevur nógv av leikarnum, sum ongan saman- hangandi leiklut hava at fjala seg aftanfyri, men standa mestsum naknir á pallinum. – Fyrsta treytin fyri, at hetta letur seg gera, er, at leikarnir ikki renna undan instruktiónini og enda við at spæla komediu. Eg havi verið heppin við hesum trimum leikarnum, tí sjálvt um Kjartan og Finnur ikki eru yrkis- leikarar, hava teir tað í sær, sum skal til, fyri at kunna taka ímóti ofta rættiliga náðileysari instruk- tión, sum fer niðurundir sjálvt tey innastu løgini hjá leikarnum. Og tað er júst har, áhugaleikur sum oftast steðgar, greiðir Gunvá frá. – Hatta við yrkisleikaraum og áhugaleikarum hevur ongantíð sagt mær so nógv, sigur Bárður, og vísir á, at skulu hesi heitini verða ein samatvinnan av støði og pengum, kennir hann nógvar yrkisleikarar, sum ongar pengar fáa fyri at spæla - og øvut. – Ein leikari skal hava tað í sær, sum skal til fyri at geva áskoðarnum eitt upplivilsi, also eitt veruligt upplivilsi her og nú, og ikki eitt, har hann fer heim aftaná fyri at meta um, um hetta nú var eitt upplivilsi ella ikki, sigur Bárður avgjørdur. Danskarin, William og Ricki Lake Sum heild heldur pallsetingin seg tætt at upprunaligu søguni, men tey, sum kenna søguna, skulu kortini ikki kenna seg alt ov trygg í stólinum. Uttan at avdúka ov nógv, kagar ein "danskari", sum ikki er við í søguni hjá William, mitt í øllum Gakk grýlu el Fyrr gingu tey grýlu - í dag ganga vit í terapi. Sambært Williboys er orsøkin tann sama. Um úrslitið eisini er tað, sleppa fólk sjálvi at meta um, við at fara oman í Sjónleikarahúsið og eygleiða grýluleikin, sum herjar pallin í løtuni ... Leikarar: Bárður Persson Kjartan Hansen Finnur Jensen Leikstjóri: Gunvá Zachariasen Skortasmiðjur: Torbjørn Alstrøm Willieboys Willieboys hava uppkallað seg sjálvar eftir William - hesuferð við eftirnavninum Heinesen, men næstu ferð kanska Shakespeare, ella Blake, ella Somerset Maugham, ella Burroughs - tað eru nokk av Williamum at velja ímillum, teir skulu bara duga at fortelja eina søgu. Grýlan "Stór er hon og andskræmilig, fjalir seg undir einum ørkymlandi forhangi av strýggjum og klútum. At hennara eygu lýsa í myrkri, eru tey mong, ið kunnu vitnað um, men tað er eisini tað einasta, ið við vissu kann sigast um útsjónd hennara. Hvussu hon er háttað innan, veit eingin. Uttan ungi Dunald ..." Brotið er tikið úr umsetingini av stuttsøguni, ið lýsir ein gamlan føstulávintssið, sum doyði út í Føroyum í 1950unum. Seinasta grýlan doyði úti í Svínoy í 1956. Og tað er júst frá svínoyingum, sum minnast hesa seinastu grýluna, at William Heinesen fekk íblástur at skriva hesa rámandi stuttsøgu, sum kom út fyrstu ferð í 1957. Søgan lýsir unga Dunald, sum hevur arvað ivasama heiðurin at ganga grýla á oynni á hvørjum ári. Dunald offrar seg fyri at halda bygdasamfelagnum uppi. Stuttsøgan gevur eisini eina speiska lýsing av m.a "missionerinum", sum til fánýtis roynir at beina fyri ókristiligu grýluni.