leygardagur 26. februar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
35
út úr einum av leiklutunum.
– Onkur heldur danskaran vera
eitt sindur láturligan, men eg
haldi hann vera ótrúliga áhuga-
verdan, tí hann gav mær møgu-
leika at geva leikinum ein vinkul
afturat, sum onkusvegna eisini er
bygdur inn í søguna hjá William,
greiður Bárður frá.
Danskarin sær grýluleikin sum
eitt mentanarligt fyribrigdi, sum
hann uttan iva veit alt um í
teoriini, men samstundis er hann
bebbaræddur fyri tí og smoyggir
sær stillisliga burtur, tá jørðin
byrjar at brenna undir honum. Í
so máta er hann ein rættiliga
ítøkilig ímynd av tí, sum uppá
fleiri mátar er kjarnin í søguni:
tvídrátturin millum tað synda-
fulla og tað moralskt "rætta",
millum myrkursins og ljósins
kreftir, millum tað lívgevandi og
tað oyðileggjandi. Grýlan er í
millum mangt annað ímyndin av
eini neyðugari afturvendandi
útreinsan, men áðrenn hon
kemur á botn, má alt tað synda-
fulla og ljóta fram í ljósið
onkusvegna.
– Í so máta eru talk-showini
hjá Ricki Lake eitt frálíkt dømi
um ein modernaðan grýluleik av
ringasta slag. Fyrr gingu tey
grýlu, í dag ganga vit í terapi -
orsøkin er uttan iva umleið tann
sama. Um úrslitið eisini er tað,
kunnu fólk sjálvi meta um við at
koma oman í sjónleikarahúsið
okkurt kvøldið, sigur Bárður.
Óðamannaverk
Men hví fór Bárður Persson
undir at týða Grýluna av nýggj-
um, heldur enn at brúka gomlu
týðingina hjá Christiani Matras?
– Tað er ein góður spurningur,
tí eftir mínum tykki er tað óða-
mannaverk yvirhøvur at royna at
týða William Heinesen. William
hevur sítt heilt egna william-mál,
sum tað ikki ber til at endur-
skapa, uttan at røddin hjá
William hvørvur, sigur Bárður,
sum ikki gongur og billar sær
inn, at hann hervið hevur
endurskapa eina fullfíggjaða,
føroyska útgávu av upprunaligu
søguni.
– Týðingin hjá Matras er
framúr góður skaldskapur, men
hon er ikki skrivað til at vera
borin fram á palli. Vit høvdu
brúk fyri eini týðing, har orðini
kennast so natúrlig í munninum
og liggja so tætt at andanum hjá
William sum møguligt. Tað er
tað, eg havi roynt at gjørt, sigur
Bárður, og nevnir sum dømi
byrjanina av tekstinum, har tað
stendur at grýlan var "en sær
eksistens"
– "Ein løgin skapningur" hevði
ivaleyst verið eitt upplagt boð,
men so eru bæði William og
flogið í setninginum eisini
horvin. Mítt boð er "ein serur
eksistensur", tí soleiðis ljóðar
William í mínum oyrum, og tí
grýlan er ein eksistentiell og
universiell lívtreyt, sum tað ikki
er pláss fyri inni í einum "skapn-
ingi", sigur Bárður og leikstjórin
nikkar
– Bárður hevur varveitt tann
heilt serliga poesiin og ikki
minst tað sansaliga myndamálið í
tekstinum, og tað hevur verið
heilt avgerandi fyri meg sum
leikstjóra. Okkara Grýla er ikki
ein intelektuell, málslig vigan
fyri ella ímóti skeivum og røttum
orðum sambært orðabókini. Hon
er í allar mátar ein sansalig
uppliving sum má – ja upplivast
...
Grýlan er óhóskandi fyri børn
undir 16 ár.
la far í terapi!
Í løtuni fara Willieboys og Grýlan
kitlandi og klórandi inn undir
húðina á áskoðarnum í
Sjónleikarahúsinum