Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 40 - 26. februar 2005 Farin frá »veg TINGHELLUKRONIKK Kári á Rógvi karir@hi.is Almenni moralurin er sum alt annað grundað á politisku skip- anina spurningur um meiriluta. Henriette Kjær býr ógift saman við Erik Skov Pedersen. Tey eiga tveir synir, og Erik Skov fór frá táverandi samliva sínum, ið hann átti barn við, tá hann hitti Henriettu. Erik Skov er tvær ferðir farin á heysin við vinnu- virksemi sínum, noyddist eina- ferð úr starvi sínum í danska fíggjarmálaráðnum vegna óreglusemi, og var oyslutur bæði heima og í størvunum. Hetta var alment kent, men var ikki nøkur forðing fyri at Henriette kundi vera ráðharri. Í fornum tíðum var hetta kanska ikki akkurát roknað sum konservativ lívsførsla, men tíðir skifta, og við teimum moralsku krøvini hjá meirilut- anum. Nú hevur Henrietta kortini lagt frá sær. Hetta hendir, eftir at hon saman við manninum er dømd fyri ikki at hava goldið fyri eina markisu og tvær sofur, samstund- is sum oyslið hjá teimum báðum hevur noytt tey at taka dýr lán, júst slík dýr lán, ið Henriette sum brúkaramálaráðharri hevur ávarað ímóti. Hetta verður sjálvsagt beinan- vegin tulkað sum reinføri í donsku skipanini. Men tað er at yvirtulka. Henriette hevur ikki vanrøkt embæti sítt, og neyvan vóru útlit til nakra misálitis- váttan. Sjálv segði hon atlit til familjuna vera orsøkina – so tað er heilt vist ikki orsøkin. Veru- liga orsøkin er sjálvsagt atlit til konservativa flokkin, sum Henrietta hevur virkað fyri alt lívið, alt frá tí hon sum hálv- vaksin gjørdist limur í ung- mannafelagnum. Danskur politikkur er soleiðis háttaður, at “sakir” hava nógv at siga. Hesar sakir hava meira sjálvdan nakað við embætisførsl- una at gera, men eru oftari knýttar at persóninum ella at embætisførsluni hjá onkrum øðrum. Tær eru píniligar og kunnu skaða stjórn og flokk, um tær draga út ov leingi. Tí enda tær ofta við at onkur “tekur ábyrgd” og fer frá. Tað serliga danska er, at tann, ið hevur lagt kongin vegna slíka sak kann politiskt føðast av nýggjum og gerast nógv størri enn áður. Verandi uttanríkisráðharri kongsríkisins Danmarkar (for så vidt angår Danmark) Per Stig Møller var offur fyri slíka sak. Tað kom fram, eftir at hann var vorðin konservativur formaður, at hann einferð í tíðarinnar morgni hevði kort ávirkaður. Júst orðini “tað kom fram” eru sera týðandi. Høvdu øll vitað hetta um Per Stig, so var alt í lagi, tí mistøk í ungum árum eru loyvd. Men tá mistak kemur fram, skal tað hava avleiðing, og onkur má frá. Per Stig mátti frá sum floksformaður, men var síðani afturvaldur á ting og gjørdist næstfremsti ráðharri Danmarkar. At koyra ávirkaður er sostatt ikki nøkur forðing fyri høgum embæti seinni, uttan so at hetta “kemur fram,” meðan tú situr í embætinum. Hin varianturin er ábyrgd fyri embætisførsluni hjá onkrum øðrum. Verandi forsætisráðharri, Anders Fogh, “tók ábyrgd” fyri ymsar skeivleikar á ráðstovuni, tá hann í stjórnini hjá Schlüter var ráðharri. í skattamálum. Embætisfólk hansara fjaldu ikki útyvir málið, helst tí tey vóru ørg inn á hansara ágangandi royndir at fáa fyrisitingina at virka betur. Anders Fogh fór so frá fyri feilir, onnur høvdu gjørt, men sum hann “hevði ábyrgdina av.” Anders Fogh valdi at detta svørið og enda ministaralív sítt. Gert tú tað, endurføðist tú fyri dirvi og pínslu til nýtt politiskt lív. Eisini her heima Vit hava tikið við hesum løgna danska siði í Føroyum eisini. Flestu okkara vita enn ikki, hvat hendi á tiltikna frostvirkinum, men onkur kúllur hevur gjørt okkurt, og hetta “kom fram” meðan Anfinn Kallsberg, ið var knýttur at frostvirkinum, sat sum løgmaður. Eftir miklar rembingar framdi Anfinn sítt hari-kiri og er síðani valdur á løgting við stratu- sferiskari undirtøku og eisini á fólkating við størsta persónliga atkvøðutali á valinum seinast. Floksfelagi Anfinns Jørgen Niclasen var landsstýrismaður, tá fiskimálaráðið tulkaði eina ógreiða áseting á øðrvísi hátt enn løgfrøðiligur “niðurstøðustjóri” seinni gjørdi. Heldur ikki í tí málinum fingu vit fram, júst hvat landsstýrismaðurin sjálvur hevði gjørt. Men tað var eftir fordømi- num úr Danmark heldur ikki neyðugt at vita; kanningarstjórin hevði gjørt sína niðurstøðu, og týðandi var ikki at viðgera niðurstøðuna, tí tað kann “sáa iva” at viðgera úttalilsir hjá juridiska prestaskapinum. Eins og Fogh á sinni varð Jørgen síðani afturvaldur og hevur fleiri týðandi sessir á tingi. So er sakin full Fleiri halda, at tað er vandin fyri misálti í tinginum, sum noyðir ráðharrar frá. Men tað er sjáldan støðan. Í Føroyum er tað so, tí vit taka altíð danskar reglur til okkara uttan at geva okkum far um, at danir hava óskrivaða siðvenju, ið ikki fylgir við, tá vit skrivað bókstavin av. Í Danmark er tað so, at ongin vanligur ráð- harri nakrantíð hevur fingið mis- álit. Fýra forsætisráðharrar hava fingið, men ongin vanligur ráð- harri. Í Danmark eru sakir besta gávan, andstøðan kann ynskja sær. Tamilsakin førdi til stjórnar- skifti, ið gav javnaðarmonnum valdið alla Nyruptíðina. Men tað nýttist ikki at verið so. Hevði Ninn-Hansen lagt frá sær, tá fyrsta blaðskrivingin tók seg upp, so varð danmarkarsøgan øðrvísi. Ninn-Hansen var tó fyri sína tíð við sera strangum útlendingapolitikki. Hann hevði hug at keglast um merkingina í lógartekstinum, ið gav útlend- ingum rætt at føra familjuna saman. Tað átti hann ikki at gjørt, tí tað førdi við sær rok – og síðani dómarakanning, ið jú ikki kann kjakast um. Ninn-Hansen var ein harður hálsur, sum við vilja háðaði rættindi hjá teimum minstu. Í so máta er hann ikki nakað eindømi – hygg bara at ársfrágreiðingini hjá løgtingsins umboðsmanni, har eru mong dømi um fólk, ið eins og Ninn á sinni “skunda sær spakuliga” at avgreiða mál. Feilurin hjá honum var, at hann ikki skilti, at harðrenda støða hansara hevði vakt ta mangan dølsku pressuna, og nú varð vorðin ein “sak” – og at mið- flokkarnir samstundis lúrdu eftir onkrum høvi at skifta síðu. Hóast onki er skrivað um tað í grundlógini, so hevur ríkisrætt- urin í málinum um I. C. Christ- ensen, forsætisráðharran, ið sat, meðan Alberti framdi síni fíggj- arlokabrøgd, staðfest, at for- sætisráðharri Danmarkar hevur skyldu at ansa eftir ráðharrum sínum, bæði embætisførslu og politiska reinføri. Schlüter varð sambært hesi – skilagóðu og rættu – reglu drigin við í fallin- um hjá Ninn. Tvær týðandi lærur eru í tí. Fyri tað fyrra, má for- sætisráðharri syrgja fyri at kappa høvdið av ráðharra, ið er komin út í tyngjandi sak, um hesin ikki vil falla á svørðið sjálvur. Men fyri tað seinna, so kann sami forsætisráðharri saktans endur- føðast sum ES-tinglimur við ófatiligari undirtøkum, um hann bert angrar og ofrar seg sjálvan. Í somu stjórn sum Schlüter og Ninn sat Uffe Ellemann. Uffe fýrdi ikki fyri at gera tað, sum hann helt vera rætt uttanríkis- politiskt, hóast meirilutin á tingi vildi nakað annað. Hóast dan- markarmet í átalum frá tingi og tingnevndum, og hóast samtyktir á tingi, ið heittu á stjórnina um at gera hetta ella hatta, so gjørdi Uffe mangan okkurt annað. Sakirnar vóru har. Men tá Uffe ikki vildi frá sjálvur, kundi Schlüter ikki koyra hann frá. Ongin forsætisráðharri kann brúka tað vald, sum kongur eftir grundlógini hevur, men sum mytan sigur forsætisráðharran hava, uttan fyrst at spyrja sam- starvsflokk sín. Uffe var for- maður í Vinstra, og vildi hann ikki frá, so var onki at gera hjá Nú taka vit aftur ábyrgd landsstýrismanna til viðgerðar á Tinghelluni. Danski ráðharrin Heriette Kjær er farin frá vegna vánaligu fíggjarstøðu sambúgvans. Hvat hevur hetta at týða? Vantandi gjald av eini sofu var nóg mikið til, at Henriette Kjær herfyri mátti leggja ráðharrasessin frá sær