leygardagur 26. februar 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
37
na familjuna«
TINGHELLUKLUMMAN
Finnbogi Ísakson
finnbogi@post.olivant.fo
Danska tíðindastovan Ritzau
skrivaði 7. januar í ár um, at
“Momskarrusel gav hårde
straffe til ægtepar”. Tað var
Bakmanspolitiið, sum aftur
hevði vunnið ein sigur í stríðn-
um móti teimum sokallaðu
momskarrusellunum. Hetta er
eitt orð fyri skipaðum svindli
við meirvirðisgjaldi (momsi) og
øðrum avgjøldum gjøgnum
meira og minni fiktivan handil
við nýtsluvørum tvørtur um
landamørk.
Í hesum føri var talan um
eini hjún í Silkeborg. Tey høvdu
ikki verið smálig í sínum
handli: tey høvdu keypt fartele-
fonir úr Noregi fyri 157
mió.nkr. og høvdu hvørki
avroknað moms ella toll, tá
fartelefonirnar vórðu seldar
víðari í Danmark.
Dómsmannarætturin í Silke-
borg var ikki mildur: tann 63
ára gamli maðurin fekk
fongsulsrevsing í 5 ár, og kona
hansara, sum er 10 ár yngri,
fekk helvtina so stranga revsing
ella 21/2 ár í fongsli. Haraftrat
fingu tey 18,6 mió.kr. í bót í
part. Ella kundu tey sita í 60
dagar aftrat.
Í Danmark hevur verið nógv
kjak ta seinasta hálva árið um,
at kioskir, pizzariur og mat-
stovur svindla illa við momsi og
skatti. En kanning, sum Toll og
Skatt gjørdi í Eysturjyllandi í
oktober 2004, vísti, at 22 av 25
matstovum, sum eisini vórðu
kannaðar í juni, høvdu fram-
vegis ikki fingið skil á hesum
viðurskiftum.
Sosialdemokratarnir ætlaðu í
heyst at leggja uppskot fyri
Fólkatingið um, at triðju ferð,
ein handil ella matstova verður
tikin fyri at snýta, skal vinnu-
loyvið verða inndrigið. Tað
merkir, at handil, kiosk ella
matstova muga lata aftur. SF og
Danski Fólkaflokkurin tóku
undir við hesum.
Skattamálaráðharrin Kristian
Jensen hevur sagt, at í ár verður
revsingin hjá handlum, sum
snýta í momsi og skatti, herd.
Tað kann vera, at tær missa
vinnubrævið og noyðast at lata
aftur. Hetta kann so ikki setast í
verk fyrr enn seinni í ár, tí
higartil hava handlar í Danmark
ikki havt vinnubræv. Lógin um,
at handlar og onnur, sum selja
matvørur, skula hava vinnu-
bræv, kemur ikki í gildi fyrr enn
1. juli ár.
Gongdin í Danmark er sostatt
at herða reglurnar ma. fyri tey,
sum ikki avrokna meirvirðis-
gjald. Í Føroyum fara løgting og
landsstýri øvugtan veg.
Í oktober legði Bárður Niel-
sen uppskot fyri Tingið um at
eftirgeva skuld til landskassan.
Tað fekk 1. viðgerð og fór í
Fíggjarnevndina, har tað hevur
ligið í frið og náðum til nú. Í
síðstu viku varð øll Fíggjar-
nevndin boðsend at koma út í
Fíggjarmálastýrið, har hon eftir
øllum at døma varð væl og
virðiliga heilavaskað til at taka
undir við uppskotinum.
Hetta er eitt hættisligt mál.
Reglurnar í konkurslógini um
skuldarumskipan (gældsaner-
ing), vórðu settar í gildi í Før-
oyum í 1989. Ein lóg frá 1987
um at eftirgeva skuld til
landskassan, varð tí tikin av í
1993 eftir uppskoti frá táver-
andi løgmanni Maritu Petersen.
Tann danska lógin um
skuldarumskipan tykist at vera
nóg lagalig til danir, men vit
føroyingar muga vera gávu-
mildari, tá tað ræður um at
brúka fólksins pening. Í
viðmerkingunum til uppskotið
skrivar Landsstýrið:
”Høvuðsendamálið við hes-
um lógaruppskoti er at veita
heimild til, at ávís skuld til
landskassan kann umskipast,
hóast skiftirætturin hevur avvíst
at viðgera skuldina eftir regl-
unum í konkurslógini um
skuldarumskipan. Ætlanin er tí,
at reglurnar í hesum lógar-
uppskoti skulu vera eitt ískoyti
til reglurnar í konkurslógini um
skuldarumskipan.”
Tað eru ikki hissini møgu-
leikar, latið verður upp fyri.
Ætlanin er, at ein nevnd, sum
landsstýrismaðurin í fíggjar-
málum setir, skal kunna um-
skipa ella eftirgeva skuld á
hesum økjum:
• Skatta- / arbeiðmarknar-
eftirlønargjaldsskuld til
landskassan
• Skuld orsakað av, at meir-
virðisgjald ikki er goldið
• Tollskuld
• Skuld, stavandi frá løn-
hæddaravgjaldi
• Skuld orsakað av, at fram-
leiðslugjald ikki er goldið
• Skuld frá lánum til vinnuna,
ið eru veitt til eitt nú fiski-
flotan, farmaflotan
• Skuld í sambandi við, at
landskassin hevur veðhildið
• Skuld, stavandi frá lestrar-
lánum frá Stuðulsstovninum
• Rentuskuld og skuld frá
øðrum útreiðslum, ið eru
knýttar at høvuðsskuldini
Tað eru fá ár síðani, at Lands-
stýrið eftirgav skuld, sum
summi rækjuskip høvdu til
landskassan, so at tey kundu
halda fram at kappast við onnur
skip, sum høvdu goldið sína
skuld, og sum høvdu ov fáar
rækjur at fiska. Nú skal so sami
rækjufloti hava beinleiðis studn-
ing úr landskassanum. Reiðarar,
sum høvdu røkt sínar skyldur,
vóru, sum vera man, illa skøl-
settir av, at aðrir bara sluppu frá
at gjalda.
Eg havi fyrr víst á vandan
við hesi nýggju eftirgeving-ara-
lógini. Tað verður gjørligt at
eftirgeva lestrarskuld. Hvør fer
at gjalda lestrarskuld í fram-
tíðini?
Ringasti rákin í mínum
munni er kortini meirvirðis-
gjaldið. Tá fólk fáa løn, er hon
teirra ogn. Løgtingið hevur tó
við lóg ásett, at landskassin og
kommunurnar skula hava ein
part av hesi ogn til almenna
umsiting og útbygging, okkum
øllum til frama. Tað kallast
skattur.
Øðrvísi er við meirvirðis-
gjaldinum. Tann, sum krevur
tað inn, eigur tað ongantíð. Tað
er landsins ogn. Tann, sum ikki
ber peningin víðari til eigaran,
sum er landskassin, stjelur
hann.
Nú skal verða gjørligt at
strika heilar 60 mió.kr, sum fólk
av órøttum hava ognað sær
burtur av meirvirðisgjaldinum
hjá landskassanum. Kann tað
ikki hugsast, at tað fer at vinda
uppá seg við eftirstøðum av
MVG, tá innkrevjarin kann
rokna við at fáa eftirstøðuna
strikaða fult ella partvíst?
Eg skilji ikki, at Løgtingið so
gleivbeint tekur undir við hes-
um uppskoti. Jóannes Eides-
gaard løgmaður hevur fyrr sagt
fyri at verja seg móti atfinn-
ingum frá fakfeløgum, at
skattalættin til háinntøkur er
prísurin, Javnaðarflokkurin
noyðist at gjalda fyri at fáa eina
pensjónshækking framda. Er
henda lógin um at strika skuld
prísurin, Fólkaflokkurin skal
hava fyri at spæla við? Er alt
samgonguskjalið ein stórur
rossahandil?
Eg fari inniliga at heita á teir
ráðandi um í minsta lagi at gera
hetta:
1) Fái onkran uttanveltaðan at
gera eina skjóta kanning av,
hvussu skipanirnar eru við at
leggja um ella strika skuld til
tað almenna í Danmark,
Noregi og Íslandi.
2) Kunna tit heldur ikki tað,
setið so í hesa ólukku lóg, at
hon fer úr gildi aftur 31.
desember 2006. Tað hevði av
illum havt við sær, at løgting
og landsstýri høvdu noyðst at
mett um dygdina ella ódygd-
ina í henni.
Aðrir revsa, meðan vit geva
Schlüteri. Fólkatingið fór heldur
ikki at fella hann, tí teir radikalu
vóru ikki til reiðar at lata
javnaðarmenn sleppa framat –
enn. Sakirnar hjá Uffa skaðaðu
stjórnina, men helst ikki so nógv,
tí Uffe fektaði við opnari pannu
og var beistaktiga sjarmerandi.
Uffe metti, at tað var ráðiligt at
vera sitandi. Tað gjørdi Henrietta
ikki.
Fornemmilsi fyri
Júst tað taktiska fornemmilsi,
gefühl, í slíkum støðum er
avgerðandi. Jóannes Eidesgaard
løgmaður vísti, at hann hevur
neyðuga taktiska fatan í málinum
um Johan Dahl. Málið hevði
sjálvsagt onki við embætisførsl-
una at gera, men har var somikið
nógv grums um persónin Johan
Dahl, at tað kundi sett dám á
fyrstu tíðina hjá samgonguni og
enda í politiskum sorgarleiki.
Hesum byrgdi løgmaður fyri við
at fáa Johan frá og við at tryggja
sær, at sambandsmenn lótu sær
lynda.
Føroyingar hava tó ikki havt
fornemmilsi fyri at smíða nóg
smydliga politiska skipan. Vit
hava valt at umsett fáar útvaldar
partar av donsku skipanini. Vit
hava ikki samráð, vit hava ikki
hoyringar og tingið kann ikki
gera niðurstøður eftir spurnar-
orðaskifti. Tingið manglar við
hesum og øðrum mangar
streingir til at kunna spæla sín
part í stjórnarliga samspælinum.
Mangar sakir enda í Danmark
við at ting ella tingnevnd kemur
við átalu ella aðrari niðurstøðu.
Mangar sakir eru eisini partur av
politiska spælinum, tær taka seg
upp ella fáa týdning vegna remb-
ingar innanfloks ella í samgongu.
Tey, sum ynskja innlit í danska
politiska heimin, kunnu keypa
sær DVD útgávuna av filminum
Kongekabale. Hóast fleiri per-
sónar í filminum eru lýstir í
einfalt svartir ella hvítir, so
byggja teir nærum allir á aktivar
danskar politikarar. Á fløguni
eru viðmerkingar um og lýsingar
av politiskum fyribrygdum og
fyrimyndum.
Poltikkur er trupul kabal, sum
krevur fornemmilsi at fáa at
ganga upp.
Eisini her í Føroyum hava ráðharrir verið noyddir at leggja kongin, men
ta? er ofta stórur munur á, hvussu langt málið ver?ur drigið út, áðrenn
seinasti útvegurin verður valdur