leygardagur 26. februar 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 40 - 26. februar 2005
Valið, ið ikki var
TINGHELLUKRONIKK
Jógvan Mørkøre
Úrslitið
Tað kenna vit. Tjóðveldisflokk-
urin varð størsti flokkur fyri
fyrstu ferð á einum fólkatings-
vali. Hann hevur vunnið sær
umboðan tríggjar ferðir áður,
men tá hevur tað verið á øðrum
plássi. Fólkaflokkurin varð næst
størstur og hevur nú vunnið sær
umboðan á Danatingi tilsamans
11 ferðir. Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin, sum annars
liggja fremstir í hesari kapping
við ávikavíst 15 og 16 umboð-
anum síðani 1948, vórðu ov
stuttir hesuferð. Tað er merkis-
vert, at fyri fyrstu ferð í heima-
stýrissøguni er tað komið fyri, at
hvørgin av teimum stóru heima-
stýrisflokkunum hevur fingið
umboðan á fólkatingsvali. Tað
hevur annars verið teirra beiti
heldur enn beitið hjá sjálvstýris-
flokkunum, sum í styttri og
longri tíðarskeið vendu hesum
vali bakið. Hesuferð hendi so
tað, at stóru flokkarnir á sjálv-
stýrisveinginum struku avstað
við báðum fólkatingsumboð-
unum. Fyri fyrstu ferð.
Luttøka
Ein grundleggjandi orsøk til, at
tað kundi ganga, sum tað gekk,
finna vit í tí, at í dag fæst stórt
sæð eins stórur partur av sjálv-
stýrisveljarunum á fólkatingsval
eins og av heimastýrisveljar-
unum. Tað hevur ikki altíð verið
so. Serliga tykist tað at hava
verið ein trupulleiki hjá Tjóð-
veldisflokkinum, tá ið rekast
skuldi. Men tað er so líðandi
broytt. Frá eini valluttøku um tey
55 prosentini, so er hon vaksin
stútt, síðani allir 4 teir stóru
flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sam-
bandsflokkurin, Javnaðarflokk-
urin og Tjóðveldisflokkurin fóru
at bjóða seg fram miðskeiðis í
sjeytiárunum. Ein veljarakanning
í sambandi við fólkatingsvalið í
2001 vísti, at veljararnir hjá
øllum flokkum løgdu dent á
týdningin at hava umboð á
Fólkatingi. – Eisini um ríkis-
rættastøðan broyttist!
Alt bendir á, at í dag liggur
valluttøkan eini tjúgu prosent
hægri, so hon nærkast valluttøk-
uni á løgtingsvali, sum liggur um
85-90 %. Ivaleyst er tað serliga
Tjóðveldisflokkurin, sum hevur
havt fyrimun av hesi broyting.
Samstundis inniber tað, at kapp-
ingin millum fýra teir størstu alt
meira minnir um kappingina
teirra millum á løgtingsvali.
Á hesum valinum varð luttøk-
an kortini lakari enn á undan-
farna fólkatingsvali í 2001, tá ið
hon setti met við 80 prosentum.
Men hon kann ikki sigast at vera
lág ella vánalig, tí 72,7 % er
hóast alt eitt høgt tal á fólka-
tingsvali. Ja, í hesum føri tað
næst hægsta í eftirkrígstíð.
Men ein afturgongd upp á góð
sjey prosent er ein afturgongd, ið
sæst aftur, og hesuferð tykist tað
serliga at hava rakt teir báðar
stóru heimastýrisflokkarnar, sum
hava havt trupult við at fingið
sínar veljarar á val.
Sambandsflokkurin og Javn-
aðarflokkurin gingu báðir aftur,
ikki bert prosentvíst, men eisini í
reinum atkvøðutali. Sambands-
flokkurin mest – útvið tvey
túsund atkvøður av gott sjey!
Javnaðarflokkurin gott hálvt
túsund atkvøður, men í hansara
føri verður skorið nærri at beini,
tí hann hevði longu á undanfarna
vali mist nakað av atkvøðum til
fyrst og fremst Sambandsflokkin
og Tjóðveldisflokkin.
Tjóðveldisflokkurin gekk fram
í prosentum, hóast hann fór hálvt
triðja hundrað aftur í atkvøðum.
Meðan hinir tríggir, Fólkaflokk-
urin, Sjálvstýrisflokkurin og
Miðflokkurin vóru teir, ið gingu
fram bæði í prosentum og
atkvøðum.
Raksturin
Nú vita vit ikki, hvørjar flytingar
fóru fram millum flokkarnar á
hesum valinum. Bert ein veljara-
kanning varð gjørd hesuferð. Tað
sigur eitt sindur um áhugan hjá
fjølmiðlunum fyri valinum.
Seinast fólkatingsval var í 2001
vórðu 4 gjørdar innan fyri
seinastu vikuna av valstríðnum.
Hesuferð varð so bert ein gjørd
av Gallup. Tíverri var hon heldur
pírin við upplýsingum so sum
t.d. flytingar millum flokkar. So
vit mugu aftur í eldri kanningar
og so gita okkum til, hvat hendi
hesuferð.
Í sambandi við valið í 2001
varð ein kanning gjørd, ið vísti,
at umleið ein fjórðingur av
teimum veljarum, sum høvdu
atkvøtt Fólkaflokkin á fólka-
tingsvalinum høvdu í hyggju at
lata atkvøðuna fara til Sam-
bandsflokkin ella Tjóð-veldis-
flokkin. Umleið ein helvt í part,
11-13 %.
Hjá Javnaðarflokkinum vóru
tað um umleið 15 %, sum vóru á
veg til Sambandsflokkin ella
Tjóðveldisflokkin. Eini 7-8 % til
hvønn.
Út frá hesum – og við kann-
ingini hjá Gallup í huga, ið gav
hesum báðum flokkum, ið
bløddu seinast, framgongd – so
var væntandi, at tað fór at
gangast teimum væl. Har vóru
veljarar, ið tað átti at borið til at
fingið aftur.
Tað gekst bert Fólkaflokkinum
væl og ikki Javnaðarflokkinum.
So alt bendir á, at tað ikki bert
miseydnaðist Javnaðarflokkinum
at fáa fyrrverandi veljarar aftur
frá øðrum flokkum, men at fleiri
veljarar, ið lótu honum sína
atkvøðu í 2001, valdu ikki at fara
á val og stuðla honum hesuferð.
Tað má geva honum okkurt at
hugsa um. Hvat er tað, veljarar-
nir vilja siga við hesum? – Og
hvørjir eru hesir veljarar?
Í Suðuroy – og serliga í Vági –
fekk Javnaðarflokkurin ein
dyggan bakkaláara. Tað undrar
ikki oman á allan gangin um
ætlaðu flytingina av miðnáms-
skúlanum. Men tað kann so ikki
vera øll frágreiðingin. Veljarar
eru eisini setstir aftur aðrastaðni
í landinum. Spurningurin er so,
um tað er sami bólkur, sum
vendi honum bakið, aftaná at
hann hevði sitið í samgongu
1990-1994, ið nú roynir at geva
flokkinum eina ávaring. Tá var
tað serliga tey tímaløntu, ið
vendu honum bakið, og stovnaðu
Verkamannafylkingina, tí tey
mettu, at m.a. Javnaðarflokkurin
hevði svikið sum arbeiðara-
flokkur. Tað skerst ikki burtur, at
tað var váðið hjá Javnaðar-
flokkinum at leggja saman við
tveir borgarligar flokkar, og tað
hevur heldur ikki skortað upp á
mótmæli frá fakfeløgum
umboðandi henda bólk, tá ið
samgongan framdi fyrsta part av
skattalættingarpolitikkinum.
Fólkaflokkurin fór fram og tók
nakað av tí mista frá 2001-
valinum inn aftur. Serliga varð
Fólkatingsvalið var av fyri góðari viku síðani, og sjógvurin hevur lagt seg.
Eftir er ein tóm kensla, ein kensla, sum longu gjørdi vart við seg undir tí
stutta valstríðnum, sum var. Tí hvat snúði hetta val seg í grundini um?
Um politikk? Ja, kanska í teirri merkingini, at politisku flokkarnir vilja
vera, og mugu tí eisini vera har, tá ið eitthvørt valstríð er, hóast teir sum í
hesum føri duga illa at siga frá, hvat ið teir vilja fremja av veruligum
politikki, fáa teir umboð á hetta fremmanda ting. Og hóast valstríðið var
óvanliga dovið, so fóru næstan tríggir fjórðingar á val. Eitt rættuliga høgt
tal, so veljarin – ella ið hvussu er summir - halda tað hava týdning at seta
sín kross eisini á fólkatingsvali.
Valluttøka
60,2
22
20
37,6
57,1
50,2
48,8
56,6
56,8
54,6
56,4
62,9
65,4
55,4
61
68,9
70,3
54,2
61,9
65,6
80,0
72,7
0
1
2
3
4
5
6
7
8
9
18. februar 1948
14. oktober 1950
7. mai 1953
21. mai 1957
15. november 1960
22. september 1964
13. desember 1966
23. januar 1968
5. oktober 1971
13. desember 1973
9. januar 1975
1. mars 1977
23. oktober 1979
8. desember 1981
10. januar 1984
8. september 1987
10. mai 1988
12. desember 1990
21. september 1994
11. mars 1998
20. november 2001
8. februar 2005
Tal av listum
0
1
2
3
4
5
6
7
8
9
Listatal
Valluttøka
Fri arval 8/10-53