leygardagur 26. februar 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
39
valið ein dygg álitisváttan til
fyrrverandi løgmann Anfinn
Kallsberg. Flokkurin koyrdi eitt
valstríð, har fyrrverandi løg-
maður varð koyrdur fram sum
tann rætti statsmaðurin at seta
niður á Danating. Ein maður við
teirri tyngd, sum skuldi til fyri at
fáa teir tungu dreingirnar í
Venstre og Konservative at lurta.
Javnaðarflokkurin royndi seg við
sama taktikki við at koyra
Jóannes Eidesgaard fram.
Trupulleikin hjá teimum var bert
tann, at Jóannes er núverandi og
ikki fyrrverandi løgmaður. So
tann royndin fall meira ella
minni til jarðar.
Tjóðveldisflokkurin kom
nakað væl betur burtur úr hesum
valstríði, enn hann átti at kunna
gjørt sær vónir um. Eitt lemjandi
innanhýsis stríð, ið hevði vart alt
heystið, og framvegis esjaði sum
eitt gamalt ógrøtt sár, skapti ikki
tær bestu fortreytirnar fyri at
kunna endurvinna fólkatings-
sessin. Hann kláraði kortini at
halda so frægt tørn, at hóast
hann misti nakað av atkvøðum
samanborið við 2001, so kom
hann kortini at liggja fremstur, tí
Sambandsflokkurin og Javnaðar-
flokkurin gingu so nógv aftur, og
Fólkaflokkurin kláraði ikki at
taka meira enn ein part av tí
mista inn aftur.
Øðrvísi meira miskunnaleysir
vóru sambandsveljarar. Ella
fyrrverandi sambandsveljarar, tí
afturgongdin var so mikið stór, at
hann umframt at missa til sofur-
nar kring landið ivaleyst eisini
hevur noyðst at latið øðrum
flokkum burtur av teimum
mongu atkvøðunum, hann fekk á
valinum í 2001. Trupulleikin hjá
flokkinum at standa saman um
ein leiðara, ið kann verða eitt
greitt og álitisvekjandi alternativ
til løgmansevnini hjá báðum
samgonguflokkunum, sum eisini
eru fremstu kappingarneytar um
nógvar av teimum somu atkvøð-
unum, fekk eitt greitt mótsvar frá
veljarunum. Spurningurin er so,
um hann lærir av tí, men tað ber
til at ivast, tí tað sum hendi, er í
mangar mátar bert ein endurtøka
av tí, flokkurin gjørdi móti sær
sjálvum í 1998, tá ið innanhýsis
ófriður søplaði burtur sigrar,
hann annars stóð til bæði á
fólkatingsvali og løgtingsvali á
vári hetta árið.
Tveir vinnarar eiga ikki at
verða gloymdir: Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin. Báðir gingu
teir umleið eitt prosent fram
síðani seinasta fólkatingsval. Og
tað hóast teir báðir stóðu til
afturgongd sambært Gallup, og
kappingin gjørdist so spennandi
millum teir fýra stóru, sum
høvdu veruligan møguleika at
fáa umboð. Teir gingu ikki bert
fram prosentvíst, tí at Sam-
bandsveljarar og Javnaðarvelj-
arar settust aftur, men høvdu
eina hampuliga atkvøðufram-
gongd síðani valið 2001. Er
Gallup-kanningin eftirfarandi, so
eydnaðist tað teimum veruliga at
seta trumf á tað seinasta kvøldið
í Norðurlandahúsinum. So vóru
tað Jenis av Rana og Malan
Johansen – og kanska Anfinn
Kallsberg – ið vóru veruligu
vinnararnir á seinastu orrustuni í
valstríðnum.
Valstríðið
Serliga teir loftbornu miðlarnir
royndu at byggja ein spenning
upp til tann avgerandi dystin í
Norðurlandahúsinum, har alt
kundi verða avgjørt, sum tað
varð sagt.
Tað er ikki vist, at tað var so.
Men tað er heldur ikki óvist, at
okkurt er um hetta. Tað, sum
aðrastaðni er granskað í týdn-
ingin av valstríði fyri einum
valúrsliti, gevur ábendingar
báðar vegir.
Ímóti talar, at eru summir
javnaðarveljarar misnøgdir um
skattapolitikkin, so var sofan
ivaleyst longu vald nakað væl
áðrenn. Tað sama við sambands-
veljarum, sum ilskast inn á
vantandi stevið hjá teimum valdu
umboðunum kring landið.
Somuleiðis er ivasamt, hvussu
nógv mundu sita samfullar
tríggjar tímar og hyggja at
endaspurtinum á einum dovnum
og keðiligum valstríði. Onnur
enn tey frelstu, ið longu høvdu
tikið avgerð.
Hinvegin so skerst ikki burtur,
at teir smáu flokkarnir, sum
stóðu seg væl hetta kvøldið,
megnaðu at gera forsøgnina hjá
Gallup til skammar, meðan
Javnaðarflokkurin ikki vann tann
sigur, honum varð lovað.
So tað er kanska ikki heilt
burturvið at dvølja eitt sindur
við, hvussu flokkarnir hvør í
sínum lagi royndu at fáa ta
seinastu lesullina, ið kundi gera
munin, til høldar.
Grundleggjandi so kunnu
flokkar í einum valstríði velja
ímillum at royna at hevja seg
sjálvar ella leypa á aðrar flokkar
og niðurgera teir. Samstundis er
tað umráðandi at duga at gera
ein ognarrætt galdandi til mál,
sum veljarar hava tokka til.
At hevja seg sjálvan og gera
krav galdandi upp á serlig mál er
ikki so trupult. Verri er at leypa á
og niðurgera aðrar flokkar, tí tað
krevur eitt ávíst skynsemi. At
leggja eftir flokkum, ið eru
longst frá einum, er sjálvandi tað
mest einfalda. Harvið fært tú
eisini lýst teg sjálvan best við at
kunna lýsa ein mun, sum sæst.
Men har er sjáldan tað stóra at
vinna av atkvøðum. Tær finnur
tú heldur hjá teimum flokkum, ið
standa tær nærri. Trupulleikin er
bert tann, at verður lopið á ov
ógvusligt, so kann tað skapa
gjáir, ið gera tað torført at koma
í samgongu síðani.
Hetta er alt viðurskifti, ið gera
seg galdandi, tá ið vit tosa um
vanligan politikk. Tað er bara tað
við tí, at fólkatingsval í Føroyum
víkir munandi frá. Upp á ein
máta, sum eisini sæst aftur í
valstríðnum.
Siga vit, at ein politiskur
flokkur vanliga hevur til upp-
gávu, at 1) føra valstríð, 2)
síðani royna at koma sær í eina
líkinda samgongu til tess at 3)
fremja sín politikk, ja so síggja
vit skjótt, at í hesum førinum
hava punktini 2 og 3 millum lítið
og einki at gera við fólkatings-
valið. Valstríðið verður sjálvsagt
merkt av hesum og snýr seg
mangan um alt møguligt annað
enn tað, sum fer fram á Fólka-
tingi.
Ilt er tí eisini at fáa eyga á tey
mál á Fólkatingi, sum flokkarnir
kunnu gera krav upp á at eiga.
Fólkaflokkurin royndi seg t.d.
við fiskidagaskipanini – Sam-
bandsflokkurin mutaði ímóti og
gjørdi sítt krav galdandi til málið
og heiðurin. Men hvussu er og
ikki, so hevur tað ikki minsta vet
við Fólkatingsarbeiðið at gera.
Javnaðarflokkurin royndi seg í
sínum lagi við bankaavtalu og
krígspensiónum, men ivaleyst
vóru hesi mál í so íligin til at
fanga, hóast relevansurin var
meira eyðsýndur enn fiskidaga-
skipanin.
Tá ið tað kemur til at hevja sín
egna flokk ella niðurgera aðrar,
so er rúgvan av málum rættuliga
avmarkað samanborin við eitt
løgtingsval. Tað nógva av orða-
skiftinum kom tí at snúgva seg
um leiklutin heldur enn um
møgulig mál. Flokkarnir í sam-
gonguni royndu hvør í sínum
lagi at hevja seg sjálvar sum
rætta flokkin at fremja samstarv
við danir á Fólkatingi og sam-
stundis leypa á størsta andstøðu-
flokkin, Tjóðveldisflokkin fyri at
elva til stríð við danir og dyrka
konfrontatiónina.
Eitt er so tað, at soðið ikki
kann vera annað enn tunt undir
hesum umstøðum, og valstríðið
vil koma at hanga í leysum lofti,
tí tað snýr seg ikki um at fáa
vald til tess at fremja ein ávísan
politikk. Annað er tað, at flokkar
í samgongu eru meira læstir enn
teir í andstøðu. Her tykist tað at
hava týdning, um løgtingsval er í
hondum, sum vit upplivdu tað í
2001 og 1998, ella sum nú, at
samgongan er nýggj og skal
royna at halda saman eini trý ár
afturat. Samgonguflokkarnir
hava verið darvaðir av hesum,
kanska serliga Sambandsflokk-
urin, sum helst skuldi staðið fríur
og kunna lagt seg eftir at kappast
um atkvøður við Javnaðarflokkin
og Fólkaflokkin í hvør sínum
borði. Annað dømi er tann
óvanliga spakføri Óli Breck-
mann, sum ikki kundi føra seg
fram sum tann sanni krossfararin
móti sosialismuni – eisini á
Danatingi – eftirsum hann var
partur av parlamentariskum
grundarlagi undir sosialdemo-
kratiskum løgmanni í Føroyum.
Hinvegin stóðu andstøðu-
flokkarnir fríir at herja á. Tjóð-
veldisflokkurin leyp á flesta-
staðni. Samgonguflokkarnir
fingu toyggið í eini røð av mál-
um frá landskassatøming til
yvirtøkulógina. Men tað var ikki
tað sama veiggið í hesum
álopum sum so mangan fyrr. Her
varð hann tikin av Miðflokkinum
og Sjálvstýrisflokkinum, sum
nógv meira miðvíst megnaðu at
leggja samgonguflokkarnar undir
trýst í spurninginum um yvir-
tøkulógina og samstundis skapa
iva, um tað loysti seg at líta
teimum til at standa fyri hesum.
Kanska var tað tað, at Tjóð-
veldisflokkurin hevði valt
høglbyrsuna at skjóta við, kanska
var tað tað, at hann samstundis
skuldi brúka tíð og orku at hevja
upp og verja sítt virksemi innan
Norðuratlantsbólkin. Hvussu er
og ikki, so stóðu teir smáu
andstøðuflokkarnir seg betur í
kappingini við tann størra, tá tað
ráddi um sáa iva um valevnini
hjá samgonguni og harvið vinna
atkvøður hesa seinastu avgerandi
løtu.
Miðflokkurin hevði so har-
afturat enn einaferð dugað at
funnið sær mál og leiklut, so
hann skilti seg væl og virðiliga
burtur úr ógreiðu rúgvuni. Hann
boðaði frá, at hann vildi royna at
ávirka fólkatingslimir við sínum
kristnu virðum og stórt sæð øll
lógarmál á Fólkatingi.
Samgonguflokkarnir komu
ringast frá hólmgonguni. And-
støðuflokkunum eydnaðist at sáa
iva um ætlaðu yvirtøkulógina, og
hvat ið hesir flokkar kundu
røkka við tí hálovaða samstarv-
inum á Fólkatingi. Samgongu-
flokkarnir mistu meira ella minni
henda trumf á gólvið í Norður-
landahúsinum. Eftir høvdu tveir
teirra statsmanstrumfin. Fólka-
flokkurin ein fyrrverandi løg-
mann og Javnaðarflokkurin ein
núverandi. Her stóð Fólka-
flokkurin munandi sterkari, tí
verandi løgmaður var í roynd og
veru ikki eitt veruligt valevni til
Fólkatingið. Sambandsflokkurin
við nýggjum og ungum formanni
kláraði ikki rættuliga at vera við
í hesi ójøvnu kapping. Og tá so
ein bannsettur spyrjari úr salin-
um slapp at eksaminera nýggja
sambandshøvdingin í donsku
grundlógina, varð hann latin úr
fyri opnum skíggja, meðan hini
valevnini sluppu at ganga frí.
Tað er sjálvandi ikki vist, at
tað, sum fór fram í Norðurlanda-
húsinum sunnukvøldið fyri
fólkatingsvalið, hevði stórvegis
ávirkan á valúrslitið. Men tað er
kortini tankavekjandi, at úrslitið
speglar hetta kvøld so væl.
Vallutt¯ka og teir f˝ra stÛru
0
10
20
30
40
50
60
70
80
90
Prosent
Valluttøka
Fólkaflokku
Sambandsf
Javna arflo
TjÛ veldisf
Lineær (Val