Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 40 - 26. februar 2005 TINGHELLUKRONIKK Sjúrður Skaale Ein prædikumaður, sum er væl grundfestur í egnum virðum, kemur til Sodoma. Hann er skelkaður av at síggja tað synd- uga lív, sum fólkið livir, so hann setir sær fyri at royna at broyta tey. Stillar seg á ein kassa á torginum, og fer at prædika. Í fyrstani eru nógv sum lurta. Men tey gerast færri og færri. Til endans lurtar eingin. Men hann heldur fram at prædika. Hvønn einasta dag. Einaferð kemur ein maður til hann og sigur: “Nú mást tú hava sæð, at tú ikki klárar at broyta okkum. Hví heldur tú so fram at prædika kortini?” “Tað er rætt sum tú sigur”, svarar prædikumaðurin. “Eg havi ásannað, at eg ikki klári at broyta tykkum. Tá eg haldi fram at prædika kortini, er orsøkin, at eg vil forða fyri, at tit broyta meg”. Henda søgan rennur mær til hugs, tá eg vitji Baskaland. Tjóðskaparliga sinnaðir baskar stríðast hvønn einasta dag fyri dreyminum um, at teir skulu fáa sítt egna land. Men dreymurin fjarar meira og meira burtur, fyri hvønn dag, sum gongur. Undir Franco-tíðini fluttu milliónir av spaniólum til Baskaland, og í dag er tað bert ein minniluti av fólkinum, ið tosar baskiska málið, og kennir seg sum part av baskisku tjóðini. Tey klára neyvan at gera alt Baskaland baskiskt aftur – men tey kunnu varðveita seg sjálvi sum Baskar... “Spania brotnar” Ikki tí – tað eru gjørd stór framstig síðani Franco-tíðina, tá sjálvt tað baskiska málið var bannað í royndunum at køva baskisku tjóðina einaferð fyri allar. Men baskar eru framvegis í verjustøðu í tí, teir roknað fyri sítt heimland. Og spanski staturin góðtekur framvegis ikki politiskt virksemi, sum av álvara kann hótta spanska eindarstatin. “Vit mugu fyribyrgja, at Spania brotnar”, er eitt av slagorðunum hjá spanska høgraflokkinum, Partido Popular (Fólkaflokkurin), sum sat við valdinum í átta ár inntil hann tapti móti sosialist- unum í fjør. Til tess at fyribyrgja hesum, varð ógvuslig framferð nýtt hesi átta árini. Tvey baskisk bløð vórðu stongd. Fleiri felagsskapir vórðu bannaðir. Hundraðtals fólk vórðu sett í fongsul fyri politiskt virk- semi. Og tann politiski flokkurin Batasuna, sum fyri fimm árum síðan fekk yvir 400.000 atkvøður á valinum til europaparlamentið, varð bannaður. Tað er rættiliga sigandi, at á øllum valum, sum síðani hava verið, hava kortini yvir 100.000 fólk latið ein seðil við áskriftini “Batasuna” í atkvøðukassan – hóast tey hava vitað, at teirra atkvøða harvið verður ógildað. Tann standandi undanførslan Men tað eru nakrir fáir baskar, sum sjálvir geva sponsku stjórn- ini eina standandi undanførslu til hesa framferð: Teir, sum eru virknir í ETA. ETA byrjaði sítt virksemið í Francotíðini, og hevði breiða Kunnu vit bara tað er mánadag Allastaðni í norðara parti av Baskalandi eru myndir av ETA-fangum og politiskum fangum at síggja. Her hevur ein mamma hongt mynd av soninum út móti vegnum. Á dúkinum vinstrumegin stendur “Baskiskir fangar heim til Baskaland”, tí sum er verða fangarnir sendir so langt burtur, at familjurnar bert hava ráð at vitja teir fáar ferðir um árið Í tí eitraða politiska stríðnum í Baska- landi verða royndir gjørdar at finna semju. Øll vita, at semjan fer at gagna øllum. Men hjá ørgum fíggindum er ikki bara trupult at víkja frá sínum – tað er eisini trupult at semjast um tað, teir eru samdir um...