leygardagur 26. februar 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
41
a semjast um, at
gur mánadag...
undirtøku í fólkinum. Men
felagsskapurin helt fram eftir at
einaræði varð avtikið, og kastar í
dag við sínum harðskapi ein
skugga yvir alla ta baskisku
tjóðskaparrørsluna.
Og felagsskapurin er sterkur.
Hóast løgreglan við jøvnum
millumbili fangar fólk ið vera
mett at leiða ETA, heldur virk-
semið fram. Tað gav at bíta
tíðliga í vetur, tá spanska og
franska løgreglan funnu fram til
stórar vápnagoymslur, og tóku
tríggjar menn, sum vóru mettir at
vera ovastu leiðararnir í ETA.
“ETA hevur fingið mønustingin”
varð sagt við heimspressuna.
Men tað gingu bara fáir dagar,
so brustu sjey bumbur í sjey
sponskum býum – samstundis.
Løgreglan bleiv, sum vanligt er,
ávarðað um tað áðrenn, so økini
kundu verða avbyrgd. ETA vildi
bara siga frá, at hóast felags-
skapurin var raktur, hevði hann
ongan mønusting fingið...
Og júst hetta ger, at spanski
staturin kann rættvísgera sína
framferð móti baskunum.
“Tað er ikki nóg mikið at
berja niður sjálvar terroristarnar.
Vit mugu eisini oyðileggja allan
teirra bygnað”, hevur José Maria
Aznar, fyrrverandi forsætis-
ráðharri, sagt.
Tað er grundað á hesa hugsan,
at hundraðtals fólk eru fongslað
fyri sítt politiska virksemið farnu
árini. Tey vilja hava eitt sjálv-
støðugt Baskaland – og tað vil
ETA eisini. Tí ber til at siga, at
tey, so ella so, eru partur av
bygnaðinum. Tað ber eisini til at
siga, at tað er millum hesi
fólkini, at framtíðarinnar
terroristar eru at finna. Spanska
stjórnin kann á hendan hátt
rættvísgera fongslingina av
politiskum aktivistum við at siga,
at hon fyribyrgir terrorismu!
Umleið 700 fólk sita í dag í
sponskum fongslum, ákærd fyri
so ella so at hava tilknýti til ella
samhuga við ETA. Tað er eingin
ivi um, at bara ein brotpartur av
teimum veruliga hoyra til ella
taka undir við felagsskapinum.
Men orsakað av teirri strongu
antiterror-lóggávuni, kunnu tey
vera fongslað í upp til fýra ár
uttan nakra rættargongd.
Her er talan um eina ónda
ringrás, tí júst henda framferð
hjá stjórnini ger, at ungir baskar
taka til harðskap.
“Tað ber ikki til at vera
kommunistur í dag og demokrat-
ur í morgin”, segði ein rumeni
sum býr í Føroyum einaferð í
útvarpinum.
Tá ein hyggur at støðuni í
Spania kann sigast, at tað helst
eisini tekur sína tíð at flyta seg
frá fasistiskum einaræði til eitt
demokratiskt rættarsamfelag.
Næstan 30 ár eftir at Franco
doyði, lýkur Spania framvegis
ikki allar tær treytir, vit seta til
ein slíkan stat.
Innanhýsis ósemjan
Sum vanligt tá statsleysar tjóðir
stríðast fyri at vinna sær størri
rættindi, og frustratiónin og
mótloysið er stórt, er mesta
stríðið innanhýsis. Hóast teir
ymisku nationalistisku flokkarnir
í Baskalandi fáa helvtina av
øllum atkvøðunum, standa teir
veikir, tí innanhýsis ósemjan er
so stór.
Fyrst er tað ósemjan um sjálvt
endamálið. Summir flokkar
góðtaka bara eitt baskiskan stat,
har alt tað baskiska økið – eisini
tann parturin, sum er partur av
Fraklandi – er við. Summir vilja
hava frælsan felagsskap millum
Spania og tann partin av Baska-
landi, har nationalistarnir standa
sterkastir. Summir vilja bara
hava størri sjálvstýri.
Síðani er tað ósemjan um
framferðarháttin. Summir vilja
hava breiðar semjur, aðrir eru til
reiðar at trumfa sítt ígjøgnum
við lítlum meiriluta. Teir flestu
fordøma sponsku kúganina –
men summir vilja ikki sam-
stundis fordøma atsóknirnar hjá
ETA. Og summir nokta at sam-
starva við tey, sum ikki greitt
vilja fordøma ETA.
Øll kunnu vinna
Men í hesum døgum verður ein
roynd gjørd at finna eina breiða
semju, sum røkkur langt út um
teir beinleiðis nationalistisku
flokkarnar. Ikki eina semju um
endamálið, men eina semju um
nøkur heilt grundleggjandi
sjónarmið.
Allir flokkar, øll fakfeløg og
aðrir týdningarmiklir
felagsskapir verða spurd, hvat er
tað longsta tey kunnu toyggja
seg inn móti miðjuni. Tað er
greitt at summi mugu slaka nógv
og onnur minni til tess at vera
við. Men tey loysingarsinnaðu
vita, at uttan eina breiða semju
nyttar ikki at seta fram krøv
mótvegis sponsku stjórnuni. Og
tey spansktsinnaðu vita, at friður
verður ikki, fyrr enn baskiska
tjóðin so ella so er viðurkend.
Øll vita, at endaleysa stríðið
millum loysing og samband
liggur sum ein svampur í
samfelagnum og sýgur alla orku
í seg. Varð hon brúkt øðrvísi,
kundi nógv verið gjørt, sum nú
liggur ógjørt.
Øll vita eisini, at við eini
breiðari semju fer at ETA at
missa sína styrki og friður kann
fáast. Tá ETA leggur vápnini,
kann spanska stjórnin ikki longur
uttan altjóða atfinningar seta fólk
í fongsul uttan rættargongd. Tá
verður friður – og friður er
fortreytin fyri teirri búskaparligu
framgongd, Baskalandi tørvar.
Mánadagur er mánadagur
Øll vita altso, at ein breið semja
gagnar øllum. Men tað er als ikki
givið, at hon verður funnin.
Eg eri settur sum eygleiðari av
royndunum at finna hesa semju,
og havi í tí sambandi farnu
vikuna havt samrøður við nakrar
av politisku flokkunum um, hvat
teir kunnu góðtaka. Og tað
einasta sum er greitt er, at
semjan ið hvussu er ikki fer at
fevna um allar flokkarnar.
Summi góðtaka als ikki, at
baskar eru serstøk tjóð. Og
onnur góðtaka teir bara sum ein
spanskan minniluta, ið ikki hevur
rættindi til annað enn at verja
sína mentan. Og so langt kunnu
teir víðgongdu nationalistarnir
sjálvsagt ikki toyggja seg.
Hjá øðrum verður trupult at
semjast við sínar argastu
fíggindar – hóast nøkur grund-
leggjandi sjónarmið kanska eru
tey somu.
Men sum umboðið fyri ein av
flokkunum segði á fundinum í
vikuni: “Um tað er mánadagur,
og mín fíggindi sigur at tað er
mánadagur, so fari eg ikki at
mótmæla. Tí har eru vit samdir.
Og tað finnast uttan nakran iva
eisini nøkur grundleggjandi
politisk sjónarmið, sum vit og
okkara fíggindar eru samdir um.
Kunnu vit semjast um at verða
samdir um tað, og síðani verða
samdir um at vera ósamdir um
restina, so er nógv vunnið. Tí
sum er stríðast vit um alt. Eisini
tað, sum vit eru samd um.”
Vónandi eydnast tað við hesi
nýggja friðargongdini. Eydnast
tað ikki, enda allir teir baskisku
bólkarnir sum prædikumaðurin,
sum vardi síni egnu sjónarmið –
men ikki megnaði at sannføra
nakran annan um, at tey vóru
røtt.
Øll ætlanin minnir um føro-
yska grundlógararbeiðið. Tað er
bara 1.000 ferðir so trupult...
Í Baskiska parlamentinum. Møguleiki er fyri, at eini 60-70 % av parlamentslimunum kunnu verða við í eini tjóðskaparligari semju. Men vegurin er
langur, tá argir fíggindar skulu semjast...