leygardagur 26. februar 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 40 - 26. februar 2005
TINGHELLUVIÐMERKING
Regin Reinert
Hagfrøðingur
Sum vant eftir val, so hevur eitt
sindur av kjaki verið um velj-
arakanningar. Millum politikk-
arar eru tað keðiligu árinini av
veljarakanningum, sum teir hefta
seg við. Í tinghellugrein hjá Hera
á Rógvu í Sosialinum 19/2 eru
viðmerkingar frá trimum av for-
monnunum fyri stóru flokkunum
um, hvat teir hildu um veljara-
kanningina, sum var kunngjørd
undan fólkatingsvalinum 8/2.
Felags fyri teir tríggjar, Kaj Leo
Johanesen, Jóannes Eidesgaard
og Høgna Hoydal, er at teir eru
halda at tann eina veljarakann-
ingin, sum var kunngjørd undan
valinum, var óheppin. At geva
veljarakanningum skyldina tá ið
val ikki gangast eftir vild, er nr. 2
á listanum yvir vánaligar um-
beringar fyri vánaligt val. Nr. 1 á
sama lista er: ”Vit hava ikki
verið nóg góð til at kommuni-
kera okkara boðskap”. Ongantíð
er tað boðskapurin sum er
skeivur, ella veljaragrundarlagi
sum er ov lítið til boðskapin.
Úrslit av vali og veljarakann-
ing eru at síggja í talvuna niðast
á síðuni.
Gallup kanningin er grundað á
interview við 633 tilvildarliga
valdar veljarar í døgunum 1-5
feb. Hagfrøðiliga óvissan í hesari
kanning liggur um +/-3% fyri
stóru flokkarnar og eitt sindur
minnið fyri smáu flokkarnar.
Størsta frávikið í kanningini í
mun til úrslitið av sjálvum valin-
um er 2% og tískil lógu øll úrslit
í veljarakanningini innanfyri
hagfrøðiligu óvissuna. Meðal
frávikið er uppá 1%. Kanningin
er gjørd í vikuni undan valinum
og tekur ikki hædd fyri, at
veljarar kunnu skifta meining
seinastu dagarnar uppundir val.
Harafturat kann viðmerkjast, at
tað er eitt sindur verri at gera
góðar veljarakanningar av
fólkatingsvalum, orsakað av lágu
vallutøkuni í mun til løgtingsval.
Sum sagt, so vóru teir tríggir
floksformennirnir samdir í at
veljarakanningin var óheppin.
Høgni Hoydal dámar als ikki
veljarakanningar undan vali - tær
kunnu ávirka veljaran og betri
hevði verið at bannað kanning-
unum stutt undan vali, soleiðis
sum tær t.d. eru í Frankaríki.
Nógvar kanningar eru gjørdar
fyri at staðfesta árin av veljara-
kanningum á sjálvt valúrslitið,
men tað tykist framvegis vera
ivasamt um veljarakanningar í
heila tyki ávirka úrslitið. Um so
er at veljarakanningar ávirka
valið, so er eisini ivasamt hvønn
veg ávirkanin fer - eru tað
flokkarnir sum klára seg illa í
kanningunum, sum fáa ágóðan,
ella eru tað flokkarnir sum klára
seg væl í kanningunum sum fáa
ágóðan?
Eg kann upplýsa, at Gallup í
Danmark áðrenn og aftaná fólka-
tingsvalið í ár spurdi umleið
3000 danir um, hvat fekk teir til
at taka avger, um hvønn flokk
teir skuldu velja - 3 av hesum
søgdu veljarakanningar, so út frá
hesum úrslitið eri einki ið týðir
uppá at veljarakanningar hava
tað øgiligu ávirkanina, sum
serliga politikkarar halda.
Um so er at veljarakanningar
ávirka úrslitið av einum vali, so
dugi eg á ongan hátt at síggja at
tað skal vera ein trupulleiki fyri
demokratiið - heldur hinvegin!
Um onkur veljari broytir meining
orsaka av veljarakanningum, so
er tað væl tí at veljarin hevur
umhugsa støðuna og kemur fram
til, at hann heldur vil á ávirka á
ein annan hátt enn hann upp-
runaliga ætlaði. Hvat er trupul-
leikini við at ein veljari um-
hugsar støðuna áðrenn hann fer á
val??
Undir sjálvum fólkatings-
valinum í 2001 gjørdi Sosialurin
eina exit-poll kanning í Ítróttar-
høllini á Nabb. Tjóðveldisflokk-
urin var langt framman fyri hinar
flokkarnar í hesi kanning. Tjóð-
veldsiflokkurin fekk annan
mannin við hetta valið, men
hann fekk nógv færri atkvøður,
enn exit-poll kanningin spáddi.
Høgni ivaðist ikki í, at exit-poll
kanningin hevði hildið nógvum
tjóðveldisveljarum heima hetta
valið. Líka síðan hevur Høgni
havt heldur neiliga støðu
mótvegis veljarakanningum.
Exit-poll kanningini í 2001 var
eitt skúladømi uppá, hvussu ein
ikki skal gera veljarakanningar.
Fólkini, ið spurd blivu, vórðu
ikki tilvildarliga vald - um tey
høvdu hug, so kundu tey trýsta
inn á eina teldu, hvønn flokk tey
høvdu valt. Tað vóru sjálvandi
tey ungu, ið fóru yvir til telduna,
og tá kanningin varð gjørd í
Havn, har ið Tjóðveldisflokkurin
stendur sterkari enn aðrastaðni,
bleiv kanningin sera misvísandi.
Sosialurin útmerkaði seg aftur í
ár við at endurtaka bragdið frá
2001. Sosialurin var við til at
gera eina sms veljarakanning,
sum var púra burtur úr vón og
viti. Sera óseriøst av Sosialinum,
sum átti at havt lært av brølaran-
um frá fólkatingsvalinum í 2001.
Jóannes Eidesgaard heldur
eisini at veljarakanningar eru
óhepnar og at hansara veljarar
blivu ávirkaðir til at sita heima.
Eg haldi hetta er at undirmeta
veljarnar hjá Javnaðarflokkinum.
Sjálvt um Javnaðarflokkurin lá
fremstur í veljarakanningini, so
vísti kanningin at einki var
avgjørt. Tað einasti ið tyktisk
greitt, var at Sambandsflokkurin
eftir øllum at døma ikki fór at
endurvinna sessin á fólkatingi.
Fólk sóu hvussu tætt ið tað kundi
blíva og tískil var alneyðugt hjá
veljarunum hjá øllum flokkum at
fara á val. Um hendan veljara-
kanning hevur ávirka vallut-
tøkuna, so vildi eg mett at kann-
ingin hevði við sær, at vallutøkan
bleiv hægri enn hon annars hevði
verið.
Kaj Leo heldur at veljara-
kanningar ørkymla meira enn
neyðugt og at kanningarnar ikki
vísa veruleikan.
Tað er rætt at veljarakanningar
eru heftar við hagfrøðiligum
óvissum og tískil ikki vísa veru-
leikan (sannleikan). Tó er tað ein
royndur lutur, at veljarakann-
ingarnar sum heild eru á sera
góðari leið og tískil geva eina
mynd av støðuni, sum er nógv
klárari, enn um eingin veljara-
kanning var. Hinvegin, eru
tíðindafólk ofta í so skjót at
koma við niðurstøðum, sjálvt
kanningarnar sum sagt eru heftar
við hagfrøðiligum óvissum. Tað
er óivað hetta Kaj Leo sipar til tá
ið hann sigur at sigur at hann er
troyttur av at gera viðmerkingar
til kanningar.
Kaj Leo sigur sum hinir og
heldur ikki hann heldur at kann-
ingin var heppin fyri hansara
flokk (Sambandsflokkin). Eg
dugi ikki at síggja, at nøkur
grund er til at halda at kanningin
var óheppin fyri Sambands-
flokkin. Úrslitið av valinum var
ein staðfesting av tí sum kann-
ingin vísti, nevniliga at Sam-
bandsflokkurin lá aftanfyri hinar
stóru flokkarnar.
Veljarakanningar og politikkarar
Úrslit
Gallup 6/2-2005
Frávik
A - Fólkaflokkurin
24,1
23,4
0,7
B - Sambandsflokkurin
21,4
20,8
0,6
C - Javnaðarflokkurin
22,2
24,2
-2,0
D - Sjálvstýrisflokkurin
2,4
4,0
-1,6
E - Tjóðveldisflokkurin
25,4
23,6
1,8
H - Miðflokkurin
3,3
3,1
0,2
X - Onnur
1,2
1,0
0,2