leygardagur 26. februar 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2005
43
Sjálvuppgávan 2004
Sjálvuppgáva
Ert tú løntakari og hevur fingið sjálvuppgávu, skalt tú útfylla hana og
lata Toll- og Skattstovuni hana aftur í seinasta lagi 15. mars 2005. Fyri
roknskaparskyldug, eru aðrar freistir galdandi.
Skattauppgerð
Hevur tú fingið skattauppgerð, skalt tú kanna, at allar upplýsingar eru
rættar. Eru tær rættar, skalt tú einki gera.
Eru upplýsingarnar skeivar ella vanta upplýsingar, t.d. B-inntøkur ella
frádráttir, skalt tú útfylla eina sjálvuppgávu og lata hana inn.
Sjálvuppgávan fæst á økisskrivstovunum kring landið. Eisini er hon í
bóklinginum ‘Skattinum 2004’.
Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í
ogn og skuld í mun til 31. desember 2003. Tó skulu øll tey, sum fáa
ognaruppgerð frá Toll- og Skattstovani, lata hana innaftur.
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Øll hava fingið kapitalvinningssjálvuppgávu. Hevur tú aðrar
kapitalvinningsinntøkur ella eru upplýsingarnar á
kapitalvinningssjálvuppgávuni ikki rættar, skal hon útfyllast og latast
Toll- og Skattstovuni í seinasta lagi 15. mars 2005.
Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, eins og omanfyri er
ásett, hevur Toll- og Skattstovan heimild at meta inntøkuna og
harafturat at áleggja sekt.
Tú kanst eisini lata sjálvuppgávuna og kapitalvinningssjálvuppgávuna
inn umvegis internetið.
Sí heimasíðu okkara, www.tollskatt.fo
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið