leygardagur 26. februar 2005síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TIL SØLU
Skærm 19" kr. 550,- PC – god til
hjemmekontoret & Breiðband. PIII,
550Mhz, 384 Mb Ram, 12GB HD,
17" skærm m/højtt, netkort. Inkl.
Windows & MS Office & div. spil. kr.
1950,- ISDN Modem. kr. 150,- ISDN
telefon, Ascom Eurit22 kr. 150,-
Tlf. 320828
TIL SØLU
Góður 17" skermur av merkinum
Samsung. Ikki flatskermur, til sølu
fyri 500 kr.
Tlf. 220156
GÓÐ TELDA TIL SØLU
Windows XP, 2,66 ghz, 512 mb
DDR ram, góðan 19" skerm,
netkort, modem, hátalara, tráleyst
tastatur og mús, brennara. Nógv
sera góð forrit og spøl fylgja við.
Teldan er sera væl egna til spøl og
internet. Til sølu fyri 8500 kr.
Ring 214789
PS 2 SPØL TIL SØLU
3 spøl til sølu: Moto GP kr. 300,-
Bionicle kr. 400,- Wormblast kr.
200,-
Tlf. 321370 ella 273020
TOSHIBA TELDA
við 17" skermi, vælegnað til skúla-
brúk, er 4 ára gomul, prísur 5.000,-
kr.
Tlf. 213577/333877
LOGITECH KNAPPABORÐ
og mús (tráleyst), óbrúkt, til sølu
fyri 500 kr.
Tlf. 213577
LITE-ON 52X CD-R BRENNARI
Ein dygdar lite-on 52x brennari til
sølu. Hann brennur við 52x og lesur
fløgur við 52X. Verður seldur á
uppboðsølu á www.keypsla.com
255909 / ahh@kallnet.fo
P4 BOTNKORT ASROCK
P4VT8+
Eitt sera gott Pentium 4 botnkort til
sokkel 478 processarar. Hevur SATA,
RAID og allar hentleikar. Verður
einans selt tí eg uppgraderi - Ger
kvettið!Verður selt á uppboðsølu á
www.keypsla.com
255909 / ahh@kallnet.fo
ASUS RADEON 89550SE 128
MB
Eitt sera dygdargott grafikkort. Ger
kvettið! Hevur DDR ram og 400Mhz
RAM DAC 8x AGP og hægsti
upploysningur er 2048x1536 pixels.
Er eitt DirectX 9.0graffikkort. Verður
selt á uppboðsølu á
www.keypsla.com
255909 / ahh@kallnet.fo
Tónleikur
HÁTALARAR
2 studio power hátalarar 250 w
bíliga til sølu.
Tlf. 226689
KAWAI
elektro chord orgul bíliga til sølu.
Tlf. 312093
NIKON TIL SØLU
Eitt AF-ED Nikkor 80-200mm 1:2.8D
objektiv til sølu. Bert brúkt privat.
Prísur: gev eitt boð.
Tlf. 211231
LANEY VC-50 FORSTERKARI
Til sølu fyri 5.500,-. Nýprísur. Uml.
9.000,- Meira um forsterkaran:
www.harmony-
central.com/Guitar/Data/Laney/VC5
0-01.html Skriva til mín á:
derhard@kagsaa.dk, ella ring:
+45 21939794
TIL SØLU
Klaver til sølu.
Tlf. 721698, Johan
HARMONIKA TIL SØLU
Ein lítið brúkt Bugari Armando
Supercosotto knappharmonika til
sølu um hóskandi boð fæst. Tøtt og
væl hildin.
Tlf. 220265
Út- & Sjónvarp
SAMSUNG 28" 100 HZ
SJÓNVARP
Tað hevur eitt øgiliga lekkurt snið
og er silvurlitt. Tað er 28 tummar
stórt og hevur autovolume sum
garanterar at tú fært sama ljóð
niveau óansæð hvørja kanal tú
velur. Verður selt sum auktión á
www.keypsla.com
255909 / ahh@kallnet.fo
ÆLDRE FJERNSYN
TO-R fra ca. 50-erne m/radio og
grammofon, på hjul. I pæn stand
sælges. Alt under 10.000 kr. ingen
interesse.
Tlf. 448745/741675
Ymiskt
TIL SØLU
Rør til solarium merki
UV.A.TL.100W-10R
Ring 222184
LOPPUMARKNAÐUR – REYÐI
KROSSUR FØROYA
Loppumarknaður verður
leygardagin 5. mars, kl. 10.00-14.30
í hølum felagsins í Vágsbotni. Tikið
verður móti smálutum, reinum og
góðum klæðum mikukvøld frá kl.
19-21.
Reyði Krossur Føroya
TIL SØLU
Til sølu eru 5 náttúru málaríir.
Tlf. 505021
SJÁLVHJÁLPARBÓLKAR
Børn og ung, sum hava mist
foreldur ella systkin, kunnu melda
til sjálvhjálparbólk nú. Anna S.
Dalsgaard tlf. 319552/519552 ella
e-mail
janna@kallnet.fo
DYKKARAÚTGERÐ
bíliga til sølu, er í góðum standi,
selist samlað.
Tlf. 228997
HYGG HER!
ein Sony Ericsson T630 við camera
til sølu. Nýprísur 2.400 kr. Ring og
hoyr nærri á
tlf. 250908
FRYSTIRÚM
Wiesmann frystirúm við tilhoyri, 4
ára gamalt, í sera góðum standi, til
sølu. Hædd: 2,15 m, longd 2,70 m.
og br. 2,10.
Tlf. 457144/222788
JA, NÚ VERÐUR TAÐ SO
ja, tað verður páskareggja tombola
við 600 páskareggum í Glæmuni í
Kvívík sunnudagin 27. februar kl.
16.00 stundisliga. Møguleiki er at
vinna 2 føroysk páskaregg við at
skriva navn og telefonnr. á nitturnar
og so verður drigið millum allar
nitturnar. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
KFUM skótarnir í Kvívík
BLÓÐGEVAR Í SUÐUROY
Aðalfundur verður í TB-húsinum
mánakvøldið 28. februar kl. 20.00.
Nevndin
GOTT TOMBOLA
Gott tombola við lutaseðlasølu
verður í Gamla Skúla á Viðareiði
leygardagin tann 26. februar
klokkan 15.00
9. flokkur Eystan Múlan
PÁSKAREGGJATOMBOLA
Tombola við 500 góðum
páskareggum verður í Kollafjarðar
Skúla leygardagin 5. mars kl. 1300.
Kollafjarðar Ítróttarfelag
TIL SØLU
Høsnahús til sølu.
Tlf. 312537
BRENNIOVNUR
(stoypijarn) bíliga til sølu.
Tlf. 312093
HALLÓ
Stuðulskonsert til frama fyri Dan-
markarferð verður í Missiónshúsin-
um á Glyvrum leygarkvøldið 12.
mars 2005 kl. 20.00 við Magna
Christiansen og Kirkjukósinum í
Vestmanna. Høvi verður at keypa
lutaseðlar áðrenn konsertina. Drigið
verður á konsertini. Eisini verður
drekka. »Komi og havi eitt hugna-
ligt kvøld« Øll eru hjartaliga
vælkomin.
FKUM-skótarnir á Glyvrum
SPINNING SÚKKLA
Er tað nakar, sum hevur eina
nýmótans súkklu (spinning) at selja
mær.
Tlf. 583431/220845
ÓBRÚKT VINDEYGU
Bíliga til sølu. Mát: B:H: 211,5x135
cm. 2 stk., 108x135 cm 6 stk.,
56,5x135 6 stk.
Tlf. 447908
GALLARÍ VÁGSBOTN
fer at hava stóra søluframsýning á
torginum í SMS 7. til og við 12.
mars. Um nakar hevur hug at lata
gamlar lutir ella málningar inn at
selja, so ring 314293 ella 214293.
Gallarí Vágsbotn
MODELSKIP TIL SØLU
Leivur Øssurson. 152 cm. langur,
stødd 1:38, Norrøna (gamla
Norrøna), 129,5 cm. long, stødd:
1:50.
Tlf. 274557
TIL SØLU
Hoyggj og fóður til sølu.
Tlf. 756356
HYGG HER!
Kjallara trappa ynskisr til keyps fyri
ein sámuligan prís. Høgrasving, std.
100 cm. b. 260 cm. h.
Tlf. 222794
GARAGUHURÐ TIL SØLU
5 sektiónir b. 3.20 h. 3.50.
Tlf. 228347
BORÐTENNISBORÐ
ynskist til keyps, ringið
421182 ella 226459
EITT KVALITETS COMPACT
Flash kort, ið einans verður selt tí at
nýggja kamaraðisum eg skal keypa
ikki brúkar CF kort. Pláss er fyri
256MB av data á kortinum. Tvs. at
tað er pláss fyri nógvum myndum í
høgari góðsku. Riggar saman við
eitt nú Canon IXUS 500. Verður selt
á uppboðsølu áwww.keypsla.com
255909 / ahh@kallnet.fo
YNSKIST TIL KEYPS
Brenniovnur/peis ynskist til keyps,
nýtist ikki at vera nýggjur. Vinarliga
ring á
tlf. 509791
STUÐULSKONSERT
verður í missiónshúsinum á
Glyvrum leygarkvøldið 12. mars kl.
20.00 við Magna Christiansen og
kirkjukórinum í Vestmanna. Høvi
verður at keypa lutaseðlar áðrenn
konsertina. Drigið verður á
konsertini. Eisini verður drekka
»Komið og havi eitt hugnaligt
kvøld«. Øll eru hjartaliga vælkomin.
KFUM-skótarnir á Glyvrum
TIL SØLU
Garasjuhurð í 5 sektiónum og rúti í.
Mát b. 3,30 x h. 3,50 fyri kr. 7.000,-
Tlf. 583749
YMIST TIL SØLU
Kamera: Spejlrefleks kamera, Nikon
F5, Nikon blitz SB-28, spiralkabel
SC-17 m.TTL, Nikon Circular Polar,
Nikon R60, Sigma Obj. 17-35mm D
Aspherical, Manual, fik stor service
juni 2003. Kr. 14.000.
Herrerur, exklusiv TAG HEUER
Monza Automatic. Hvid skive m.
sort læderrem. Ikke brugt. Org.
æske. Købt juli 2002, kr. 12.000.
Herrerur TAG HEUER, batteri
dykkerur 200 mtr. model WT 1110,
sort skive med dato og flot lænke.
Kr. 4.500.
Herrerur Breitling Automatic
Superocean Proff. Dykkerur
1524mtr. Meget flot mørkeblå skive
med gummirem. Kr. 7500,-
Mares dykkermaske Maschera Lirica
Tech/Nero Tech-black kr. 400,-
Snorkel Technisub des.303440 US
Pat. kr. 100,-
Mares svømmefødder Plana
avantitre blå, str. 42-43, kr. 450,- i
alt 950,-
Salomon Inliner, str. UK10, EUR45. 4
hjul á 76mm 78A Salomon X-tr,
ALU-skinne Powerarch 60 max
270mm DR85, virkelig god kvalitet,
meget lidt brugt m få ridser, kr
800,-
Badminton ketsjere: Babolite
satelite Kevlar 90 gr. Som ny, 600.-
Yonex Carbonex8, den kendte, er
som ny, pris 150,-
Pro Kennex Ceramic 858 kr. 100,-
Klapramme, HANSA, fejler intet.
Mål: 36x31 cm. Kr. 100,-
Herrerur Casio C-801 Digital med
lommeregner, dato, stopur,
læderrem. 200,-
mobil 271827
50
Nr. 40 - 26. februar 2005
Hervør, Høgni og hini
Skúlabókaútgáva
tíðindaskriv
Seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini er komið. Arbeiðsheftið er
tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun
eru førir fyri at loysa upp-gávurnar sjálvir.
Rannveig Hovgaard og John Næs Berg, lærarar í Hvalba, hava skrivað og Olivur
við Neyst og Hannis Egholm hava myndprýtt. Arbeiðshefti 2 er einnýtisbók, 68
síður og kostar 68,00 kr.
Smyril Line noyðist at leggja oljuavgjald
á ferðaseðlarnar
Áhaldandi høgi oljuprísurin hevur við sær, at Smyril Line nú eisini noyðist at
leggja oljuavgjald á ferðaseðlaprísin. Felagið ætlaði at sleppa undan hesum,
men so leingi oljuprísurin liggur omanfyri 35 dollarar fyri Brent tunnuna á
marknaðinum í London, er neyðugt at hava oljuavgjaldið í gildi
oljuavgjald
tíðindaskriv
frá Smyril Line
Smyril Line hevur bíðað sum longst eftir, at oljuprísurin skuldi lækka, men
áhaldandi høgi prísurin ber við sær, at felagið nú er tvungið at leggja oljuavgjald á
ferðaseðlarnar.
Onnur reiðarí og flogfeløg løgdu longu í fjør heyst oljuavgjald á ferðaseðlarnar,
men Smyril Line valdi at fylgja gongdini og bíða.
Nú ber kortini ikki til at bíða longur, og felagið noyðist at taka hetta stigið.
Øll ferðandi við Norrönu skulu gjalda 60 krónur í oljuavgjaldi fyri einvegis
ferðaseðlar og 120 krónur í avgjaldi fyri tvívegis ferðaseðlar.
Leiðslan í Smyril Line harmast støðuna, men vónar, at ferðafólk skilja, at tað er
neyðugt at taka hetta stigið.
Toskur legst á línu, tá hann er svangur
Hetta vóru millum evnini í fyrilestri, sum Petur Steingrund helt í Klaksvík fyri
stuttum. Partur av fyrilestrinum verður endurgivin niðanfyri
Toskafiskiskapur
Petur Steingrund,
Fiskirannsóknarstovan
Nøgd av fiski í havinum
Fiskirannsóknarstovan hevur í mong ár fylgt við gongdini í fiskastovnunum við at
gera stovnsmetingar. Tær byggja á veiðitøl, og á yvirlitstrolingar hjá rannsóknar-
skipinum »Magnus Heinason«. Vit vita tí við rímiligari vissu, hvussu nógv hevur
verið til av toski, hýsu og upsa undir Føroyum seinastu umleið 40 árini.
Fiskirannsóknarstovan hevur eisini fylgt við fiskiskapinum hjá línuskipum við at
kanna veiðidagbøkur. Tær vísa, at fiskiskapurin við línu (nøgd av fiski per 1000
húkar) kann vera sera ójavnur frá einum ári til annað.
Vanliga er tað gott samsvar millum fiskiskapin við línu (dagbøkur) og nøgd av
toski í havinum (stovnsmetingar). Tað er ikki so løgið, tí jú meira fiskur er í havin-
um, jú meira kemur á línuna.
Hinvegin kann tað viðhvørt vera nógv at fáa við línu, tá lítið er til av toski, til
dømis í 2003. Orsøkin er, at línan fiskar meira effektivt summi ár enn onnur.
Veiðievni hjá línu
Effektiviteturin (veiðievnini) er lutfallið millum fiskiskapin við línu (nøgd per 1000
húkar) og nøgd av toski í havinum (stovnsmetingar). Tá línan fiskar best, fiskar hon
tríggjar ferðir meira tosk, enn tá hon er ringast. Hetta kemst av, at toskur betur tekur
á línuna, tá hann er svangur.
Her kemur umhvørvið inn í myndina. Føðin hjá toski er vanliga krabbadjór og
fiskur. Tey liva av djóraplankton ella av smádýrum á botni, sum aftur liva av
plantuplankton (»gróðri«). Gróðurin kann vera sera ymiskur frá einum ári til annað.
Tey árini, tá gróðurin er góður, er nóg nógv til av náttúrligari føði og toskurin tekur
ikki so væl. Tá gróðurin er vánaligur, er lítið til av føði, og toskurin legst á línuna.
Veiðitrýstið (veiða mótvegis nøgd av fiski í havinum) fylgir veiðievnunum hjá línu,
tí línan stendur jú fyri mesta fiskiskapinum eftir toski.
Sveiggj í fiskiskapi
Lívið hjá toskinum er tí ymiskt. Tey árini, tá lítið er til av føði, er tilgongdin av
smáfiski lítil og toskurin veksur seint. Tá er veiðitrýstið eisini stórt, og tá minkar
toskastovnurin skjótt. Hinvegin er alt gott hjá toskinum, tá gróðurin er góður, og
toskastovnurin veksur skjótt (sí talvu). Sama er galdandi fyri hýsu. Hetta skapar tey
stóru sveiggini í fiskiskapinum við línu.
Vánaligur gróður
Góður gróður
Tilgongd av smáfiski
Lítil
Stór
Vøkstur hjá toski
Lítil
Stórur
Veiðitrýst
Stórt
Lítið
Toskastovnurin
Minkar skjótt
Veksur skjótt