Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-26, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2005síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2005 51 HEILSANIR Góði lítlibeiggi Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum í morgin. Góða elskaða Durita Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum. Vit elska teg. Ynskja omma og abbi Góði Fríði Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum 26. febr. Jesus pápi signi framtíð tína. Ynskja mamma, pápi og Mads Góði Símun Pauli og Brynhild Hjartaliga tillukku við 5 og 2 ára døgunum, sum eru nú leygardagin og komandi. Vit elska tykkum. Heilsan mamma, babba og Lisa Góði elskaði Hallgrím Hjartaliga tillukku við degnum 27. febr. Vit elska teg. Heilsan mamma og babba Góði fitti abbi Hjartaliga tillukku á føðingardegnum. Nógv góð ár í framtíðini. Her høvdu vit ein fínan túr. Tey allarbestu ynskir frá Abbabørnunum Halló hold 75 Síggjast leygarkvøldi? Ergo- & Hjálpi- tól í nýggj høli S P/F Ergo & Hjálpartól við Beintu við Sandá Lassen hevur keypt " Palle Bager´s hús ", eisini nevnt húsini hjá Conrad Skaale í J. C Svabos- gøtu í Havn. Ergo & Hjálpartól hevur higartil hildið til í leigaða bygninginum við síðuna av Palle Bager. Í tíðindaskrivi sigur Beinta Lassen, ergotera- peutur, at hon fegnast um góðu gongdina, sum hevur gjørt tað møguligt at ogna sær bygningin, sum er uml. 400 fermetrar til støddar. Í nýggja bygninginum fer Ergo & Hjálpartól at víðka um virksemi sítt, og fær umframt nógv størri framsýningar- og handilshølið, eina mun- andi betri viðgerðastovu til ergoterapiina sum felagið eisini umfevnur. Í løtuni verða hølini umvæld, men so skjótt hetta arbeiðið er liðugt, verður virksemið flutt. -jm Í løtuni verða nýggju hølini umvæld og klárgjørd til nýggja virksemið