Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Grind í Fámjin Sunnukvøldið doyði grind á umleið hálvt- hundrað hval í Famjin JOHN JOHANNESSEN Ein grind á 46 hval legði beinini í Fámjin klokkan hálvgum tíggju sunnu- kvøldið. Grindin varð funnin vestan fyri Lopranseiðið í Suðuroynni. Tað vóru fólk í einum bili á veg eftir fjallavegnum millum Sumba og Lopra, ið funnu grindina beint áðrenn klokkan sjey á kvøldi. Bátar úr Sumba og Fámjin fóru beinan vegin út til grindina og róku hana til Fámjins. Frá sýsluskrivstovuni á Tvøroyri verður sagt, at sjálvt drápið vardi umleið 25 minuttir. Hetta verður sagt at vera rímiliga skjótt, tá hugsað verður um, at tað er torført at reka grind inn um rivið í Fámjin. Teir 46 hvalirnir taldu 398 skinn og vórðu mána- morgunin býttir til hvørt mansbarn í oynni. Harum- framt vóru eisini 196 eyka- partar til ferðafólk og onnur. Hvør partur taldi sostætt 0,069 skinn. Hetta er tað sama sum nøkur heilt fá kók. JOHN JOHANNESSEN Á tingfundinum í dag skal løgtingið atkvøða, um landsstýrismaðurin í sam- ferðslumálum skal svara Flemmingi Mikkelsen uppá ein fyrispurning, um tað letur seg gera at pri- oritera vegin millum Øra- vík og Hov fremri enn ásett í løguætlanini. Umframt hetta er eisini ein fyrsta viðgerð á skránni. Talan er um fyrstu viðgerð av einum Stuttur tingfundur í dag Einans eitt mál, umframt eina atkvøðugreiðslu um fyrispurning og framløgu, er á skránni fyri ting- fundin, ið verður settur klokkan hálvgum tvey eykajáttanaruppskoti frá Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum. Hetta eykajáttanarupp- skotið snýr seg um at játta Húsalánsgrunninum 9,5 milliónir eyka til bjálv- ingarstuðul, soleiðis, at Húsalánsgrunnurin fær játta tær mongu umsókn- irnar um bjálvingarstuðul, hann liggur inni við. Tingfundurin endar við framløgu. JOHN JOHANNESSEN Fyrsta dagin verður farið undir arbeiðið at byggja um løgtingshúsið. Millum ann- að skulu vindeyguni skift- ast, og meðan hetta arbeiðið fer fram, ber ikki til at halda tingfundir í tinghúsinum. Tí hevur Løgtingsskriv- stovan gjørt sær nakrar tankar um, hvar møguligir tingfundir skulu haldast, meðan tinghúsið verður umvælt. Úrslitið, Løgtingsskriv- stovan er komin til, er at tingfundir kunnu haldast antin í Havnar Klubba ella á Hotel Hafnia. Hesir bygn- ingar liggja tætt at verandi løgtingshúsi og hava báðir høli, har pláss er at halda tingfund. – Fyri at tað skal bera til at halda tingfund, er neyð- Halda tingfund í Klubbanum ella á Hafnia Verður neyðugt at halda tingfund meðan tinghúsið verður umvælt, er hugsandi, at fundurin verður hildin í Havnar Klubba ella á Hafnia ugt at hava eitt høli, har pláss er fyri umleið 40 fólk- um, umframt at onnur høli eisini eru nærhendis, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni. Verður nakar tingfundur hildin meðan løgtingshúsið verður umvælt, verður hann ikki sendur beinleiðis út í luftina á rásini hjá Sjón- varpinum. Heldur ikki fer at bera til hjá tinglimum at atkvøða elektróniskt, eins og gjørt verður á vanligu tingfundunum. Men hetta metir Súsanna Danielsen ikki fara at elva til trupul- leikar. 46 hval løgdu sunnu- kvøldið beinini í Fámjin Verður neyðugt at halda tingfund, meðan tinghúsið verður umvælt, verður hann møguliga hildin í Havnar Klubba 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Vápn ella umhvørvi og vælferð AMERIKANSKA valstríðið til forsetavalið er so smátt byrjað. Tey bæði høvuðsvalevnini eru til- nevnd og nú fara vit í útvarps- og sjónvarpsrás- um dagliga at hoyra um hetta valstríð. Eitt val- stríð, sum á ein hátt er ein leikur – eitt show – men sum samstundis sigur nakað um heims- politikkin og er rættiliga avgerandi fyri javnvág- ina í heiminum. AV hesi orsøk taka vit hetta valstríð og hetta forsetaval í rættiliga stórum álvara. Tað er eisini tí, at fjølmiðlar kring allan heim varpa so nógv frá hesum valstríði. Ja, alheimurin tekur hetta valstríð og val í størri álvara enn hin vanligi amerikanarin. Amerikanarin skal skrásetast sum veljari og vanliga liggur atkvøðuprosentið í USA ikki um meira enn 50 prosent. Tað merkir, at bara annarhvør amerikanari fer at seta kross sín við hesar persónar, sum vit fara at síggja á skýggjanum komandi mánaðirnar. Tí kunnu vit kanska seta spurnartekin við demokratisku til- vitanina í USA, sum jú er flaggskipið hjá demo- kratiska Vesturheiminum. HØVUÐSVALEVNINI, Al Gore og George Bush, eru tilnevnd, og vit hava frætt meira um, hvat teir standa fyri. Ikki tí, tey flestu fylgja við, vita hvat teir stóru amerikansku flokkarnir standa fyri. SUM vituligt er, leggur tað republikanska val- evnið, tann konservativi Bush, dent á ta ameri- kansku verjuna. Rakettskipanin skal byggjast út, og gamla spøkilsið hjá Reagan gamla, stjørnu- krígsætlanin, verður óivað drigin undan væðing- ina aftur. Hugsa vit um heimsfriðin, sum av álvara er komin í javnvág, nú vit hava havt eina demo- kratiska leiðslu og fyrisiting í Washington, so er vandi fyri, at støðan millum eystur og vestur aftur fer at skerpast. Heimsfriðurin er helst komin fyri at verða, men stórveldini halda seg ikki burtur frá stríði her og har í heiminum, og slíkar tví- støður kunnu lættliga elva til øktan spenning aftur. Harafturat lovar Bush sjálvandi skattalætta, tí vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í Europa, skal ikki av álvara koma fyri seg í USA. Har skal framvegis valda stættamunur. Henda borgarliga áskoðanin saman við einum andaligum boðskapi skal aftur fáa ein republikanara til valdið. TANN demokratiski Al Gore vísir afturímóti á týðandi spurningar um umhvørvi og týdningin at fáa øll við í ta vælferð, sum tann stóri bú- skaparligi vøksturin undir Bill Clinton stjórnijni hevur skapt. Harafturat miðar hansara politikkur eftir at tryggja javnvágina, sum er í heiminum í dag. Tann høgrasinnaða pressan roynir sjálv- andi at brúka Clinton og Levinsky-gøluna ímóti honum. Hóast Al Gore einki hevur við hesa at gera, so er tað lættari, enn at rósa demokrat- unum fyri tann góða búskapin, sum hevur skapt fleiri milliónir nýggj arbeiði, so arbeiðsloysi bæði millum kvinnur og menn er tað lægsta í 30-40 ár. Valið skuldi verið lætt. EDVARD JOENSEN Eiði: Tað fóru tólv børn í Eiðis Skúla fyri fyrstu ferð í gjár. Seks gentur og seks dreingir. Flaggið var, sum vera man, vundið á stong, tá spentu næmingarnir í fyrsta flokki møttust á gongini í Eiðis Skúla. Uttan fyri dyrnar til floksrúmið stóð fyrstilærarin, Vagn Foldbo, saman við øðrum flokslær- aranum, Hildibjartu Jacob- sen, og tók í móti teimum. Tveir eru læraranir, fyrsti flokkur skal hava hetta fyrsta skúlaárið. Jákup Andrias hevur riggað til í fleiri dagar. Nú er endiliga komið so langt, at dagurin er komin, tá hann skal í skúla fyrstu ferð. Vin- maðurin Hans, sum býr hinumegin vegin, skal eisini byrja í dag, so tað fer helst ikki at verða nakar trupul- leiki at finna onkran at sita saman við. Jákup Andrias var tíðliga uppi í morgun. Hann fór undir brúsuna og so beint í nýggju skúlaklæðini. Mamman hevði bundið troyggjuna. »Og skógvarnir eru eisini nýggir«, er hann so øgiliga spentur at fortelja, tá blað- maðurin kemur at vitja, áðrenn farið verður heiman hendan stóra dagin. Hann hevur eisini fingið nýggja skúlatasku. Hon er blá og hevur fleiri lummar. Ein er til matpakkan, og ein er til mjólkarfløskuna. »Og innan í er nógv«, greiðir hann frá. Har eru pennahús við pennum og blýantum. Viskileður er sjálvandi eisini. Har eru Tølini eru stuttligast Fyrsti skúladagur var í gjár, og nógv varð gjørt burturúr. Ikki minst foreldrini vóru spent, nú alvin fór fyrsta túrin inn í kunn- leikans heim. Jákup Andrias heldur, at honum fer at dáma best at rokna blokkar at tekna á, og hann hevur longu brúkt okkurt ark at tekna skip á. So eru tað teknibøkurnar og lit- blýantarnir. Tað er gott at hava soleiðis. Jákup Andrias heldur, at rokning verður tað besta. Tølini eru so stuttlig, heldur hann, hóast hann eisini longu kennir allarflestu bókstavirnar. Jú, hann er púra klárur at fara í skúla. So koma tey eitt og eitt í fylgi við foreldrunum. Tað gongur bara ein lítil løta, frá tí tey fyrstu koma, til øll eru møtt. Og so verður farið inn. Tað er skjótt, at øll hava funnið sær pláss. Og skilligt er, hvør kennir hvønn best. Fyrstilærarin býður væl- komin og sigur frá, hvat fer at henda. Jú, tey lurta spent og hava helst líkasum fylgt við, hvussu eldri systkin gera, tá tey eru í skúla. Tí tá lærarin er liðugur, er onkur, sum ger vart við, at hann gloymdi at siga, nær tey skuldu svimja. Ymiskt er, sum børnini fáa, nú tey fara í skúla fyrstu ferð. Húgvuna frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd. Endur- skin frá SEV. Blýantar og tímatalvur og so framvegis. Tá alt hetta er býtt út, og stoltu foreldrini hava tikið nógvar myndir, fer Hildi- bjarta at fortelja næming- unum søgu. Hetta er fyrsta rættiliga uppgávan sum skúlanæmingar, tey hava. Og ikki bilar við at sita still, so tað man eisini fara at ganga seinni. Sosialurin var á Eiði, tá skúlin byrjaði aftur í gjár. Myndirnar eru tiknar av 1. flokki Myndir: Edvard Joensen