Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Manningin á »Kursk« sann- leikans prísur Vanlukkan í Barentshavinum hevur víst russiska fólkinum, hvønn týdning ein fræls tíðindatænasta hevur. Og hon eigur samstundis at hava lært russisku leiðsluna, at tíðin er farin frá tí dulda sannleikanum. ÁRNI JOENSEN Russiska fólkið fekk tíðliga í gjáramorgunin gleðiboð uttan úr Barentshavinum: - Tað er eydnast norskum djúpvatnskavarum at lata ta ytru neyðlúkuna har afturi á kavbátinum „Kursk“ upp, og nú er ætlanin so at lata ta innaru lúkuna upp. Tann royndin verður fyrrapartin í dag. Á middegi fekk russiska fólkið aftur boð uttan úr Barentshavinum: - Norskir og bretskir djúpvatnskavarar hava eftir kanningar fyrrapartin slept ætlanini at lata ta innaru neyðlúkuna har afturi á „Kursk“ upp. Rúmið innan fyri lúkuna er fult í sjógvi, og bjargingarroyndin er steðgað. Eftir sat russiska fólkið og hugsaði um tað, sum var farið fram í Barentshav-in- um. Ikki so nógv um sjálvan tilburðin næstseinasta leyg- ardag, tá „Kursk“ sakk, men heldur um tað, sum var hent - ella kanska ikki hent - dag- arnar eftir tilburðin. Fólk hugdu spyrjandi hvør upp á annan: Hví? Ikki hví kav- báturin sakk, men heldur hví landsins myndugleikar drálaðu so leingi við at taka av tilboðnum um hjálp utt- aneftir. Og seinasti spurningurin er ikki settur enn. Hví? Alla seinastu vikuna hava russar lisið og hoyrt um vanlukkuna í Barentshav- inum. Og neyvan nakrantíð hevur russiska fólkið verið so samt við landsins fjøl- miðlum, sum sanniliga ikki hava lagt fingrarnar ímill- um, tá teir hava viðgjørt „Kursk“-vanlukkuna. Út- varp, sjónvarp og bløð hava sett ein spurningin fyri og annan eftir, og serliga hava flotaleiðslan og ábyrgdar- maðurin fyri allari russiku hermegini, Vladimir Putin, forseti staðið fyri skotum. Hví segði flotaleiðslan ikki sannleikan beinanveg- in, men bíðaði í tveir dagar við at siga frá tilburðinum? Hví segði flotaleiðslan, at „Kursk“ var sokkin eftir samanstoyt við annað far? Hví viðgekk flotaleiðslan ikki beinanvegin, at kav- báturin var sokkin av einari ella tveimum spreinging- um? Hví viðgekk flota- leiðslan ikki beinanvegin, at hon hevði ikki útgerð til at bjarga teimum 118 monn- unum umborð á tí sokna kavbátinum? Hví bað flota- leiðslan ikki umheimin um hjálp beinanvegin? Og forsetin Valdimir Putin. Hvussu bar tað til, at forsetin helt fram at halda summarfrí við Svartahavið heldur enn at taka ta neyð- ugu avgerðina? Ella var tað veruliga so, at flotaleiðslan duldi ein part av sann- leikanum fyri forsetanum? Eisini gagnlig Hvat nú fer at henda í Russ- landi, veit eingin, men van- lukkan í Barentshavinum hevur í hvussu er lært ta fyrr so máttmiklu flotaleiðsluna og sjálvan forsetan, at tann tíðin er farin, tá tann hern- aðarliga og tann politiska skipanin sjálvar gjørdu av, hvussu ein sannleiki skuldi sigast fólkinum. Vanlukkan við „Kursk“ hevur víst russisku leiðsluni og ikki minst russiska fólkinum, hvussu ein fræls tíðindatænasta virkar, og hvønn týdning hon hevur. Fyri umheiminum hevur vanlukkan víst, at russiska tíðindatænastan hevur fylgt nýskipanunum í landinum, men at tað gamla framvegis er galdandi innan landsins leiðslu - í hvussu er tað hernaðarligu. Men vanlukkan við „Kursk“ kann kanska gerast tann tilburðurin, sum eisini fær sannført russisku leiðsl- una um, at tað dugir ikki at siga sannleikan á annan hátt enn tann veruliga. Í so máta kemur vanlukkan ivaleyst eisini at hava nakað gagn- ligt við sær. Allur heimur hevur fylgt við óhugnaliga sjólátinum í Barentshavinum STEFAN Í SKORINI Á middegi í gjár góvust bjargingarmenninir við royndunum at koma inn í skrokkin á Kursk. Kavbát- urin var fullur av vatni, og tí brast seinasta vónin um at finna nakran á lívi. - Sjógvur var innanfyri neyðlúkuna, tá ið hon varð latin upp. Eingin av mann- ingini varð funnin, og norsku kavararnir funnu einki tekin um lív, søgdu umboð fyri russiska flotan í gjáramorgun, men bjarg- ingarroyndirnar hildu tó fram. Kavararnir gjørdu so enn eina roynd at lata ta næstu lúkuna upp, men vónirnar um at finna nakran á lívi vóru ikki góðar, tí so long tíð var fráliðin. Kavbáturin sakk næstseinasta leygar- dag, tá ein spreinging var umborð á Kursk, sum siglir við kjarnorku. Í gjár varð avgerð tikin um, at bara norskir kavarar skuldu niður á Kursk og ikki tann bretski undirvatns- báturin LR5. Kavararnir arbeiddu síð- ani í trímansbólkum, sum kundu kava í seks tímar hvørja ferð, áðrenn teir noyðast uppaftur. Soleiðis kundu teir tólv kavararnir arbeiða alt samdøgrið fyri at bjarga onkrum av mann- ingini, sum møguliga enn var á lívi . Tað er Forsvars- kommando Nord-Norge, sum hevur havt ábyrgdina av bjargingararbeiðnum seinastu tíðina. Tá kavararnir so komu niður á Kursk fyri middag í gjár, bar til hjá teimum at staðfesta, at sjógvur var innanfyri neyðlúkuna, og tí var eingin vón um at finna nakran á lívi. Spreingingin umborð á Kursk næstseinasta leygar- dag hevði við sær, at kav- báturin sakk, men nakrir av manningini, sum taldi 118 mans, vóru enn á lívi eftir óhappið. Bjargingararbeið- ið hevur tó gingið sera strilt- ið, tí veðrið ikki hevur verið til vildar at fremja nakað munagott bjargingararbeiði. Kursk er ein lutfalsliga nýggjur kavbátur, sum varð tikin í nýtslu av russiska herinum í 1994, og hann kann hava 24 kjarnorku- rakettir umborð. Hann er gjørdur til at vera undir vatni í 120 dagar og kann fara niður á 500 metra dýpi. Kursk er 154 metrar til longdar. Tað er fleiri ferðir komið fyri, at kavbátar hjá russiska herinum er soknir, og nógvir mans hava mist lívið seinastu árini í slíkum vanlukkum. Allir sjólótust umborð á Kursk 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Nr. 159 - 22. august 2000 Sosialurin - 311820 Vit lata upp tann 24. august kl. 09.00 á Áarvegnum JAN MÜLLER -Tað er gleðiligt, at tað er stórur áhugi fyri Føroyum. Men tá tað hevur verið sagt, at vit frá føroyskari síðu ikki mugu seta oljufeløgunum ov stór krøv, tí so vórðu feløgini ikki áhugað, so hevur hetta verið ein van- lukka fyri okkum. Tað er gjørt til einkis av tí ovur- stóra áhuganum, sum verið hevur sigur Edmund Joen- sen, formaður Sambands- floksins eftir handanina av leitiloyvum í Norðurlanda- húsinum seinasta hósdag. Hann vísir á, at nettupp hesin áhugin prógvar, at føroyingar áttu at kunnað fingið borið alment olju- felag við í øllum útbjóðing- unum. Tað hevði gingið sum smurt at sett slíkt krav sigur hann. Tað sær hann tí sum tað mest negativa við hesum degnum. Tann tann trygg- asti mátin at tryggjað al- mennu Føroyum part av oljuinntøkum hevði verið okkara egna almenna lut- tøka gjøgnum borin feløg. Edmund Joensen sigur, at tað er jú kent, hvør fer við vinningunum frá oljufram- leiðslu, nevniliga oljufeløg- ini, og í hesum føri kundu Føroyar havt møguleika at verið við í tí stóra vinning- inum, men tann møguleikan góvu vit frá okkum við eingi slík krøv at seta. Fyrrverandi sambands- løgmaðurin, sum í fleiri ár umsat oljumál, hevur alla tíðina verið fyri almennari luttøku í oljuvinnuni, og hann heldur ikki, at privatu føroysku oljufeløgini muna nakað í mun til um vit høvdu tað almenna borið við. -Tað er eitt øgiligt spell og eitt stórt tap fyri føroyska samfelagið, at vit ikki hava kravt borna luttøku í øllum loyvum. -Nú er tú av fleiri mettur sum tann, ið forðaði fyri eini semju við bretar. Um tú skuldi rátt í hesum máli- num, hevði vandi so ikki Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins: – Almennu Føroyar kundu fingið nógv meira burtur úr - um vit høvdu kravt borið alment oljufelag við í øllum loyvunum. Stóri áhugin fyri føroyaøkinum prógvar, at hetta hevði ikki verið nakar trupulleiki. SVEINUR TRÓNDARSON Nógv fólk var í býnum í høvuðsstaðnum um viku- skiftið, og hóast tey flestu vita, at tað er skilabest at fara heim at sova við- hvørt, so er kortini onkur, sum heldur brúkar morgnarnar til at bróta rútar og gera aðrar ónáðir. Sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn fráboð- an um, at ein illur maður gekk í miðbýnum. Hann hevði tá brotið onkran handilsrút so at hann kundi sleppa innar. Tað eydnaðist honum at bróta tríggjar handilsrútar áðr- enn hann varð handtikin. Av løgreglustøðini í Havn frætta vit, at maðurin hev- ur viðgingið seg sekan í ákærunum, og at tey Breyt rútar og varð handtikin Ein maður varð handtikin fyri at hava brotið tríggjar handilsrútar í miðbýnum SVEINUR TRÓNDARSON Sambært sýslumanninum í Vestmanna er hetta kom- ið fyri fleiri ferðir í sein- astuni, og seinast um vikuskiftið. Leygarmorg- unin var ein maður í bygdini varugur við, at bilur hansara var stjolin úr túninum um náttina. Bilurin var tó funnin aftur seinni um dagin, men við slitnaðari kopling, greiðir Ivan Klein Olsen, sýslu- maður frá. Tá vit spyrja hann, um tað er eitt vanligt fyri- brigdið í Vestmanna, at bilar vera stjolnir, sigur hann, at tað hevur tað ver- ið í seinastuni. — Nú skal tað ikki skiljast, sum at tað hendir hvørt viku- skiftið, men her eru tveir mans í bygdini, sum verið fyri, at vit als onga útbjóðing høvdu havt - tí marknatrætan framvegis hevði verið óloyst? - Marknatrætan hevði helst verið loyst við einum betri úrsliti enn tí vit fingu, um gjørt var eftir politikk- inum hjá Sambandsflokk- inum. Í tí semjuni, sum varð gjørd, varð ov nógv latið til bretar, ja eitt øki, sum er líka stórt sum Før- oyar og sum var púra óneyðugt at lata, lótu vit fara. Tað vistu vit framm- anundan og eftir tað hava bretar eisini viðgingið, at vandin fyri, at teir fóru til Haag, hann var ikki til steð- ar. Tí meti eg økið, sum vit nú ikki hava atgongd til, at verða latið bretum óneyð- ugt. Edmund Joensen vísir á, at undir marknasamráðing- unum var landssynnings- hornið tað mest heita økið, og tað er so tað, sum vit hava slept fyri ein stóran part og tí ikki kunnu hava við í útbjóðingini. Formaður sambandsflok- sins sigur víðari, at eisini í sambandi við semjuna um fiskiøkið hava vit gjørt eitt stórt mistak. Vit lótu bretum í gávu norðasta partin av tí økinum, sum er felags fiski- øki. Úrslitið verður, at bori- pallar koma at standa inni á føroyskum landgrunni, men sum er altjóða hav at fiska í. Vit hava næstan havt suð- urlendskt veður seinastu tíðina. Sól og summar í ríkiligt mát, og so hevur tað verið so turt, at menn vita ikki um slíkt. Og hava vit ikki fatað, at summarið er komið til Føroya, so hava vespur- nar, sum vit annars bert seta í samband við summ- ar aðrastaðni, leitt okkum á leiðina aftur. Í ár eru nevniliga funnin fleiri vespubýli í Havn. Í seinastu viku var eitt funnið og í gjáramorgun- in, vóru tvey funnin aftur- at. Hesaferð vóru tað reynbúgvar, sum vóru komin fram á vespubýl- ini. Hóast vit ikki enn hava eina deild á løg- reglustøðini í Havn, sum tekur sær av flogkyktum burturav, so var tað har boðini endaðu í fyrsta umfari. st Fleiri vespu- býlir í Havn Niðri á Reyni hava tey funnið tvey vespubýli Stjala bilar í Vestmanna Seinastu tíðina eru vestmenningar órógv- aðir av tveimum ótangum, sum ganga runt, á nátt, og stjala bilar. Og teir smæðast ikki fyri, at fara inn í húsini at leita eftir lykli- num, um so er, at hann ikki stendur í ganga runt og stjala bilar frá fólki um náttina. Tað líkist ongum, at uppføra seg soleiðis, og vit fáa so at siga einki gjørt við tað, sigur sýslumaðurin, sum heldur at revsingin ótang- arnir fáa, er alt ov lin. — Tað er í veruleikanum eitt herðaklapp teir fáa, og tað líkist ongum, heldur hann. Sambært sýslumannin- um í Vestmanna, so er einki mark fyri frekleik- anum hjá tjóvunum. — Teir »lána« ein bil úr onkrum túni, og finna teir ikki lyklarnar í bilinum, so er ikki óvanligt, at teir fara innar í húsini, finna lykilin og stinga av við bilinum. Tá teir eru lidnir við bilin, seta teir hann aftur og teir eru enntá so frekir, at teir fara inn aftur við lyklinum, sigur hann. Sleppa at selja vatnið í oktober JOHN JOHANNESSEN 2. oktober er freistin úti at søkja um loyvi at gagnnýta reina kelduvatnið úr Sum- biarbergholinum til vinnu- ligt endamál. Vinnumálastýrið lýsti í endanum av juni mánaði í bløðunum, at nú kundi søkj- ast um loyvi at selja vatnið. Men kortini hevur Vinnu- málastýrið enn onga um- Í oktober fer Vinnumálastýrið at gera av, hvør fær rættindini at gagnnýta reina kelduvatnið úr Sumbiarberg- holinum sókn fingið á borðið. Úr Vinnumálastýrinum verður sagt, at áðrenn lýst varð eftir umsóknum fekk stýrið fleiri fyrispurningar um at sleppa at tappa vatnið úr bergholinum. Hesir fyrispurningar upp- fylla kortini ikki allar tær treytir, kravt verður í lýs- ingini. Tí hevur Vinnumála- stýrið gjørt teimum áhug- aðu vart við, at tey skulu søkja av nýggjum, ætla tey sær at fáa loyvi. Tískil roknar Vinnumálastýrið við at fáa fleiri umsóknir, áðr- enn freistin er úti. Í oktober fer at bera til at tappa og selja vatnið úr Sumbiarbergholinum Edmund Joensen