Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Nr. 159 - 22. august 2000 EDVARD JOENSEN Morskranes: Nøkur hundr- að føroysk húsarhald kunnu fáa jóladøgurðan av Morskranesi, um alt gongur eftir ætlan hjá Mortani og Lydiu Justesen. Tey hava nevniliga lagt seg eftir at ala dunnur, sum skulu takast og seljast fram móti jólum. Á einum gerði á Morskranesi hava tey umleið 1.700-1.800 dunnur gangandi. Hetta eru dunnur, tey sjálvi ala til dráps fram móti jólum. Hesin dunnugarðurin er ivaleyst tann einasti av síni stødd í landinum. Og gong- ur, sum væntandi er, og tað gjørdi í fjør, verður eingin trupulleiki at sleppa av við dunnurnar, sigur Lydia Jus- tesen. Tey hava longu onk- rar bíleggingar frá privat- fólki, men hava tó ætlanir um at selja til heilsølur eis- ini. Í ár hava tey umleið 1.000 dunnur fleiri, enn tey høvdu í fjør. Tá varð selt til onkrar heilsølur, umframt at gravgangur varð eftir dunn- um stutt fyri jól, tá salmon- ella varð funnin í innfluttum dunnum. Lydia Justesen sigur, at hetta er ein spennandi roynd, tey eru farin undir. Tey keyptu gerðið fyri nøk- rum árum síðan og hildu, at tá nú flestu onnur hava seyð gangandi á slíkum stykkj- um, hevði tað verið stuttligt at roynt okkurt annað. Tað varð til dunnur. Tað hevur síðan vundið EDVARD JOENSEN Selatrað: Smoltstøðin á Selatrað verður í løtuni bygd út til at klára tað dup- ulta av verandi framleiðslu. Seks áttametur kør verða sett upp í staðin fyri tríggjarmetur kørini, sum brúkt hava verið framman- undan. Hesi smáu kørini verða koyrd burtur. Hvørt av teimum stóru, nýggju kørunum hevur sama kap- asitet, sum seks av teimum smærru høvdu, sigur Høgni Jacobsen, stjóri í P/F Sandá. Samstundis sum kørini verða skift út, verður eisini ein høll bygd, har nýggju kørini fara at standa inni. Tað er ikki tí, at tað er nakað krav, at kørini skulu standa inni, sigur Høgni Jacobsen. Men tað ger tað nógv ar- beiðsligari, vísir hann á. Útbyggingin økir fiska- Jóladøgurðar av Morskranesi Á Morskranesi ganga fleiri hundrað dunnur í einum gerði, sum gjørt er til dunnugarð burturav. Ætlanin er at víðka virksemið upp á seg. Ein klekimaskina kom. Síðan ein onnur, sum er rættiliga nógv størri. Tað er nevniliga soleið- is, at allar dunnurnar eru undan egnum fuglum. Tey Tey hava so tikið eggini undan teimum og goymt, til klekjast skuldi í maskin- unum. Samstundis hava tey eisini lagt seg eftir at betra hava einar 50-60 verpingar- dunnur, sum byrja at verpa longu í februar mánað og halda á til eftir ólavsøku. -Nú er við at vera liðugt, sigur Lydia Justesen. slagið, tey hava. Tey hava bara sett tær størstu við til verpingardunnur. Soleiðis hava tey fingið slag, sum í vekt kann metast javnt við tær innfluttu dunnurnar. Tó halda tey, at føroysku dunnurnar roynast væl betri. Tey frætta frá fólki, at tær svinna nógv minni enn tær innfluttu. Og tær smakka nógv betri, siga tey eisini frá. Lydia Justesen heldur grundina til, at so er, vera sera einfalda. Dunnurnar hava tað gott, meðan tær liva. Tær ganga frítt. Og tær liva longri enn tær útlendsku. Av tí sama verð- ur ikki neyðugt at pressa tær upp í vekt við tvingsulsfóðr- ing. Um tað ber til at sleppa av við allar dunnurnar í heyst, hava tey ætlanir um at byggja út og fara undir veruliga vinnu við hesum, sigur Lydia Justesen. Tey hava, sum er, bara tvær bingjur, sum unganir ganga í, tá teir eru nýklaktir. Men ætlanin er at byggja eina høll, sum fer at gera um- støðurnar upp aftur betri. Tá fer eisini at bera til at seta meira við, eins og goymslu- umstøðurnar til eitt nú fóður gerast nógv betri. Fleiri smolt á Selatrað Smoltstøðin hjá P/F Sandá á Selatrað fer at tvífalda fiskatalið, tá útbyggingin, sum nú verður gjørd, verður liðug talið á støðini frá 700.000 til knappliga hálvaaðru millión. Høgni Jacobsen sigur, at útbyggingin samstundis gevur møguleika fyri at lata størri fisk, enn teir kundu gera, sum er. Hann vísir eis- ini á, at tørvurin á smolti í Føroyum er øgiliga stórur. -Í grundini gera vit nú bara tað sama, sum allir aðr- ir gera, sigur Høgni Jacob- sen og vísir til, at hendan støðin er ikki tann einasta føroyska smoltstøðin, sum byggir út. Umframt størri kør og høll fær smoltstøðin hjá P/ F Sandá á Selatrað eisini biofilturannlegg. Tað vil siga annlegg, sum reinsar vatnið og brúkar tað um- aftur. Tað er neyðugt, sigur Høgni Jacobsen, tí vatn- nøgdin er í so lítil á Sela- trað. Nú hesin óvanligi turk- urin hevur verið í summar, hevur viðhvørt staðið á at fingið nóg mikið av vatni. Og einki hevur verið gjørt út yvir tað mest neyðturvil- iga, sigur hann. Høgni Jacobsen sigur, at hendan útbyggingin, sum nú verður gjørd, kostar um- leið seks milliónir krónur. Smoltstøðin á Selatrað er fimtan ára gomul, og bygt hevur verið út so hvørt, sum tørvurin er vaksin. Dunnuhald kann gerast nýggjur vinnuvegur á Morskranesi Mynd: Edvard Joensen Smoltstøðin hjá P/F Sandá á Selatrað fer at tvífalda framleiðsluna tá útbyggingin er liðug Mynd: Edvard Joensen F‡ meira at vita hj‡ Yndi, kom framviÝ og f‡ t¾r ein faldara og eitt pr‡t. M¿guligt er at f‡a —keypis royndar- t’ma ’ SPINNING og AEROBIC. M¿guleiki er hj‡ fel¿gum, fyrit¿kum o.¿. at leiga t’mar ’ Yndi. Tilmelding verður í Yndi, Yviri við Strond 21, leygardagin tann 26. august frá kl. 15.00 til kl. 17.00 KomiÝ inn ‡ g—lviÝ ella ringiÝ ‡ tel.: 311 311, 310 025 ella 312 868. Tlf.: 311 311 Fax: 318 527 AEROBIC SPINNING OG BALLETT SPINNING Sum nakaÝ spinnandi nàtt kunnu vit nœ bj—Ýa t’mar ’ SPINNING, sum seinastu ‡rini er vorÝin sera v¾lumt—kt v’Ýa um. SPINNING er sera gott fyri Y, lungu og bl—Ý- rensliÝ. SPINNING er sera konditi—nsstimbrandi og ein —gvuliga g—Ýur h‡ttur at kl¾nka seg. SPINNING kann ’Ýkast av ¿llum, eisini teimum viÝ veikum liÝum ella ryggi. ByrjaÝ verÝur m‡nadagin 28. august og halda vit ‡ til 03. desember Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag 16:00 Ð 16:50 Spinning Byrjarar 18:30 Ð 19:30 Spinning Vand 18:15 Ð 19:05 Spinning Byrjarar 19:30 Ð 20:20 Spinning Byrjarar 20:00 Ð 21:00 Spinning Vand 20:30 Ð 21:30 Spinning Vand Mánadag Mikudag 19:30 - 20:00 Trimm 20:00 - 21:00 Spinn 19:30- 20:00 Trimm 20:00 - 21:00 Spinn KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ Skúlanæmingar 1 ferÝ um vikuna: 490 kr. 20% avsl‡ttur 2 ferÝir um vikuna: 790 kr. 20% avsl‡ttur 3 ferÝir um vikuna: 1050 kr. 1050,- kr. KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 60 min. 75 min. Skúlanæmingar 1 ferÝ um vikuna : 490 kr. 610 kr. 20 % avsl‡ttur 2 ferÝir um vikuna: 790 kr. 990 kr. 20 % avsl‡ttur 3 ferÝir um vikuna: 1050 kr. 1310 kr. KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ Trimmari Ð Aerobic Ð Steppbonkur Ð Venjing uttan hopp Ð Mix Ð Menn AEROBIC FEITTKNÚSARI 17:15 - 18:15 Aerobic Byrjarar 18:15 - 19:30 Aerobic Vand 15:00 - 16:00 Trimmari ¯ll 17:15 Ð 18:15 Kvinnur Uttan hopp 17:15 Ð 18:15 Aerobic Byrjarar 15:00 Ð 16:30 Mix 18:15 - 19:30 Aerobic Vand 19:00 Ð 20:00 Trimmari ¯ll 19:30 Ð 20:30 Trimmari ¯ll 18:15 Ð 19:30 Cirkulvenjing ¯ll Yndi kann bj—Ýa ¿llum okkurt slag av kropsvenjing. Kvinnum sum monnum, ungum sum eldri, st—rum sum sm‡um, sterkum sum veikum. 20:00 - 21:00 Steppbonkur 20:00 - 21:00 Menn Vigar tœ ov n—gv? ....Her er kjansurin! Trimma & Spinn NÚ BYRJA VIT AFTUR Sum nakaÝ nàtt bj—Ýa vit teimum, iÝ viga meiri enn 10 kilo ov n—gv, venjing tv¾r ferÝir um vikuna. ByrjaÝ verÝur viÝ styrkivenjingum fyri bœk, rygg, enda, armar og bein. S’Ýani verÝur fariÝ at spinna, har taÝ serliga er bl—ÝrensliÝ og feittbrenningin, iÝ dentur verÝur lagdur ‡. T’Ýirnar eru: KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 6-12 ‡r: 375 kr. 13 ‡r og eldri: 490 kr. RingiÝ ella komiÝ yvir ’ YNDI leygardagin 26. august millum kl. 15:00 og 17:00 ella m¿ti bara til t’man. ByrjaÝ verÝur m‡nadagin 28. august og halda vit ‡ til 03. desember BALLETT 16:00 - 17:00 9-10 ‡r 16:00 Ð 17:00 11-12 ‡r 16:00 Ð 17:00 13 ‡r og eldri 17:00 - 18:00 6-8 ‡r 18:00 - 19:00 Dansur Vaksin T’Ýirnar verÝa hesar: T’Ýirnar eru: T’Ýirnar eru: v/ Elsu Mariu Bærentsen Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag Týsdag Mikudag Hósdag Sosialurin - 311820 EYÐUN KLAKSTEIN Meðan tjóðir aðrastaðni í Europa loysa stríðsmál við blóðugum stríði, tosa Norð- urlond um tingini og finna fram til samstarv ístaðin. Hetta samstarv fer mill- um annað fram í Norður- landaráðnum, og Jógvan við Keldu, sum er annar av føroysku limunum í Norð- urlandaráðnum heldur, at norðurlendska samstarvið skal verða ein fyrimynd hjá til dømis londunum á Bal- kan-hálvoynni - Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Norðurlond- um, og hvussu lætt vit hava at samstarva, sigur Jógvan við Keldu, sum fyri kortum vitjaði í Jugoslavia, har hann millum annað hevði fund við býráðslimir í Beo- grad. - Vit síggja til dømis sam- starvið, sum nú fer fram tvørtur um Oyrasund, og hetta samstavið kemur bara at økjast, sigur hann. Stuðlar útjaðaranum Í síðstu viku hevði Norður- landaráðið fund í svenska býnum Haparanda, og júst hesin býurin hevur gjørt eitt samstarv tvørtur um markið við finska býin Torniå. Har fara børn um landamark í skúla og til ymisk frítíðar- ítrív, og býirnir hava gjørt eina menningarætlan fyri økið. - Norðurlandaráðið ar- beiðir í hesi tíð hart fyri at verja útjaðaran, sigur Jóg- van við Keldu og vísir á, at tað finnast tvey sløg av út- jaðara. Eitt land, sum liggur í útjaðaranum, og eitt øki í einum landi, sum liggur í útjaðaranum. - Í Føroyum verða vit noydd at samstarva meira, og til dømis er tað upplagt, at Klaksvík fer at samstarva við býir í Eysturoynni, tá undirsjóvartunnilin kemur um Leirvíksfjørð um nøkur ár, sigur hann. Jógvan við Keldu og Dan Reinert Petersen eru før- oysku løgtingsumboðini í EYÐUN KLAKSTEIN Á fundi í Norðurlanda- ráðnum í síðstu viku var ein broyting í viðtøkunum fyri Norðurlendska Mentanar- grunnin løgd fyri nevndina. Hendan broyting, sum væntandi verður samtykt í næsta mánaði, fer at hava við sær, at Føroyar fáa fastan lim í nevndini fyri mentanargrunnin. - Tað verður ein stórur fyrimunur fyri Føroyar at hava ein fastan lim í nevnd- ini, tí so eru vit altíð til stað- ar, tá mentanargrunnurin hevur fundir, sigur Jógvan við Keldu, sum er limur í Norðurlandaráðnum. - Tú kanst av røttum ivast í, um til dømis álendingar hava førleikan til at greiða frá og stuðla grønlendskum umsóknum, tá tær eru fyri í nevndini, og tað er somu- leiðis galdandi tá grønlend- ingar og føroyingar sita í nevndini. Higartil hava 11 limir sit- ið í nevndini fyri mentanar- grunnin; tveir fyri hvørt lima land, og so ein limur, sum hevur sitið fyri tey trý sjálvstýrandi londini, Før- oyar, Áland og Grønland. Triðja hvørt ár hevur Før- oyar átt limin. Broytingin í nevndini fyri mentanargrunnin leggur upp til, at nú verða tað 13 limir í nevndini. Tveir fyri hvørt av londunum, sum eru limir, og síðani ein fyri hvørt av sjálvstýrandi lond- unum. Sigur fyri Føroyar Málið um at lata sjálv- stýrandi londini fáa hvør sín lim í nevndini fyri mentan- argrunnin var í síni tíð reist av Harriet Andersson av Norðurlendska samstarvið skal vera ein fyrimynd Norðurlond hava lætt við at samstarva, og hetta samstarv skal verða ein fyrimynd hjá til dømis londunum á Balkan, heldur Jógvan við Keldu, annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum - Vit skulu ikki grenja, men vit mugu minna á, at vit hoyra til Norðurlond, sigur Jógvan við Keldu, limur í Norðurlandaráðnum Frambrot í norðurlendska samstarvinum Føroyar fara nú at fáa fastan lim í nevndina fyri Norðurlendska Mentanar- grunnin, og tað verður mett at verða ein sigur fyri føroyingar Álandi, Lisu Lenerth úr Grønlandi og Signari á Brúnni úr Føroyum. Jóannes Dalsgaard, sum hevur sitið sum limur triðja hvørt ár, hevur virkað fyri málinum, hvørjaferð hann hevur havt umstøður til tað, og tað hava løgtingsumboð- ini eisini gjørt. Og nú er líkt til, at hetta stríðið hevur givið úrslitið. Danski formaðurin í Norð- urlendska Mentanargrunn- inum, danin Søren Hansen, tók á fundinum í síðstu viku til, at nú kundi føroyingarnir fara fegnir heimaftur, tí hetta var ein stórur sigur fyri Føroyar. 25 milliónir um árið Norðurlendski Mentanar- grunnurin hevur á hvørjum ári 25 milliónir krónur at býta út árliga, og hendan útbýting fer fram tvær ferðir um árið - 15. mars og 15. september. Seinastu árini hevur grunnurin á hvørjum ári fingið millum 700 og 1000 umsóknir at viðgera. Í fjør varð latin stuðul til 199 um- sóknir, men árini framman- undan nakað fleiri. Føroyskar umsóknir fáa eisini á hvørjum ári stuðul. Í fjør fingu fýra føroyskar umsóknir stuðul, og stuð- ulsupphæddin til føroyingar var samanlagt 305.000 krónur. Í 1998 var stuðulin til føroyingar 820.000 og í 1997 1,1 millión. Tað eru bæði privatfólk, feløg, virki og stovnar, sum fáa stuðul frá mentanar- grunninum, og latin verður stuðul til alskyns mentan- arlig tiltøk og arbeiði. Alt frá klassiskum listaarbeiðið til ymiskt innan kunningar- tøkni og multimiðlar. Norðurlandaráðnum, og teir eru so at siga grannar - við einum fjørði ímillum. Teir hava javnan havt samstarv- ið millum Klaksvík og Fuglafjørð uppi at venda. Mugu minna á Føroyar Føroysku umboðini í norð- urlandanevndini hjá Norðurlandaráðnum mugu javnan minna hini londini á, at Føroyar, Ísland og Grønland hoyra til Norðurlond. - Serliga Svøríki og Finn- land hava størri hug at hyggja eystureftir, til balt- isku londini, tí har er eitt øki, sum kemur at mennast nógv næstu árini, men Før- oyar, Ísland og Grønland hoyra til Norðurlond, og tí skulu vit verða við, eisini tá tað kemur til samstarv eystureftir, sigur Jógvan við Keldu. Tá norðurlendski fundur- in var í Svøríki í síðstu viku, vóru fløggini hjá teimum sjálvstýrandi pørtunum av Norðurlondum - Føroyar, Áland og Grønland - onga- staðni at síggja, og tað varð gjørt vart við fra føroyskari síðu, og Álland tók undir við hesum. - Vit skulu ikki grenja, men vit mugu minna á, at vit hoyra til Norðurlond, sigur Jógvan við Keldu.