Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Skipasmiðjan á Skála er fyri aðru ferð biðin um at samla ein av aliflakunum, sum í smærri lutum eru komnir úr Póllandi. — Nú eru vit um at koma á lagið og tí gongur skjótari, sigur Alfred Hummeland, tekniskur leiðari. Og tí er heldur ikki óhugsandi, at teir fara at taka av, um teir vera bidnir enn eina- ferð SVEINUR TRÓNDARSON Út fyri grótkastið á Skála liggja nakrar boyur og flóta. Í fyrsta umfari sær tað út sum um onkur fiskibátur hevur verið óryggjasligur og kasta gamalt rusk á fjørðin. Men tað er ikki orsøkin. Verður hugt nærri, so sæst, at tað er skil í galskapinum kortini. Boyurnar eru lagdar á fjørðin við vilja, og enda- málið við teimum er at skerma av. Vakna eyga fangar so virksemið á bryggjuni innanfyri, og so byrja brikkarnir so smátt at fella upp á pláss. Tað stutta av tí langa er, at menn frá Skipasmiðjuni á Skála eru í fer við at samla ein risastóran aliflaka — talan er um tíggju aliringar — til Vestlax. Altjóða samstarv Tað, sum gongur fyri seg á Skála er í veruleikanum ein partur av einum trílanda samstarvi, millum norð- menn, póllendingar og før- oyingar. Norðmenn eiga tekningarnar, póllendingar- nir hava gjørt sektiónirnar og føroyingarnir seta tær saman til eina øgiliga stóra alistøð. Tað er norska fyritøkan Procean, sum eigur upp- skotið til alistøðina, og tekningarnar. Teir vilja kort- ini ikki gera alistøðina sjálvir, tí tað er ov dýrt, og tí lata teir lutirnar gera í Póllandi. Ein roynd var gjørd við at samla alistøðina í Póllandi og síðani sleipa hana til Føroya, men tað loysti seg ikki. Støðin fekk so harða viðferð á ferðini til Føroya, at mett var rætt- ast, at fáa eina føroyska fyritøku at samla sektión- irnar, sum framhaldandi verða gjørdar í Póllandi. Tað er tað, sum gongur fyri seg á Skála, og tað er í veruleikanum aðru ferð, at skálamenn ”byggja lego” fyri norðmenn og póllend- ingar. Fyrstu ferð gekk heldur enn ikki striltið, men hóast tað, hættaðu teir sær undir tað enn einaferð, og hesa- ferð gongur nógv betri, greiðir tekniski leiðari á Skipasmiðjuni á Skála frá. Krevjandi uppgáva Alfred Hummeland greiðir okkum frá, hvussu verkætl- anin hongur saman og sigur, at parturin hjá skipasmiðj- uni avmarkar seg til at vera undirleverandørur til norska høvuðslataran Procean. - Tann fyrsta alistøðin av hesum slagnum var gjørd og savnað á pólskari smiðju, men frástøðan til Føroya er stór og veðurlík- indini ikki altíð til vildar heldur, og hóast hon ikki fekk skaða á vegnum heim, so fór túrurin ikki væl við alistøðini. Tí vórðu vit spurdir, um vit vóru áhug- aðir í at vera við í verkætl- anini, sigur Alfred Humme- land. Tað hevði skipasmiðjan á Skála. Men tað var ein trupul uppgáva, skilst. - Vit høvdu ikki fingið nóg góða frágreiðing um, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum, og tað hevði sína ávirkan á, at tað tók ov langa tíð at loysa fyrstu uppgávuna. Men tað hevur ikki fingið norska framleið- aran at halda seg vekk, sigur hann. Alfred leggur afturat, at ein orsøk var, at menn vóru ov neyvir sammett við tað, sum neyðugt er, og tá tað var fingið upp á pláss, so gekk skjótari. - Menninir eru vanir við at alt skal passa upp á milli- meturin og tí arbeiddu teir eisini út frá fyrstu ferðina, tí tók tað heldur drúgva tíð. Hesaferð var innleiðandi frágreiðingin betur. Umboð frá norsku fyritøkuni hava verið her og lagt okkum lag á, og tí gongur tað skjótari í dag, sigur hann. Bíliga arbeiðsmegin Tá vit spyrja Alfred, um tað er ein møguleiki, at skála- menn fara at yvirtaka pólsku sveisiarbeiðið eisini, sigur hann avgjørdur nei. - Tað kemur ikki upp á tal. Ikki tí, at vit kundu sakt- ans loyst uppgávuna, men tað er so nógv bíligari í Póllandi enn her á landi, at tað er óhugsandi, at vit fara at gera sektiónirnar her á landi, sigur tekniski leið- arin. Og tað er undrunarvert, at tað skal vera bíligari at gera sektiónirnar í Póllandi, síðani senda tær heim til Føroya í smáum — og sera tungum — lutum, til at seta saman sum eitt byggisett her. - Tað sigur alt. Tað vísir, hvussu stórur munur er á lønarlagnum í báðum lond- unum. Nú hava vit fingið ta uppgávuna at seta sektión- irnar saman, og tað uppgáv- una megna vit væl og virði- liga, sigur Alfred. Sambært avtaluni skal alistøðin verða liðug fyrst í næsta mánaði og tað verður hon. Vestlax skal seta fisk út í støðina í næsta mánað, og tekniski leiðarin á Skipa- smiðjuni á Skála væntar ikki at tað vera nakrir trupulleikar at røkka tí mál- inum. - Vit hava fjúrtan dagar til ta tíð, og manningin, sum setir hesa støðina saman, er nú komin á lagi, og til døm- is kunnu vit nevna, at teir brúktu tríggjar dagar til tveir ringar. Nú mangla tvær ferðir tveir ringar, so tað er eingin vandi, sum eg dugi at síggja. Tungur burður Alistøðin, sum skálamenn eru í ferð við at stykkja sam- an er eingin lítil verkætlan. Hon er einar 140 metrar til longdar og vigar »í leysari vekt” ímillum 200 og 250 tons. Tá er skilligt, at tey, sum á ein ella annan hátt vara av støðini, vilja hava hana samlaða undir trygg- um umstøðum, soleiðis at tað verður stytst møgulig frástøða til hagar alistøðin skal liggja. Tá vit spyrja tekniska leiðaran, um tað er ein gevandi vinna, sum teir nú eru farnir undir, so er hann ikki so tíðindafróður, men sigur kortini, at teir neyvan høvdu farið undir verkætl- anina um so var, at teir einki fingu burturúr. - Sjálvandi fáa vit eitt avkast. Tað sigur seg sjálvt, at vit annars ikki vóru farnir undir hetta. Men er so kanska ein framtíðar inntøkumøguleiki í útflutningi av slíkum, spyrja vit. - Nei, ikki til útflutnings. Tí trúgvi eg ikki. Men tað er ikki óhugsandi, at vit siga ja, um so er, at vit verða bidnir aftur, tá ein onnur alistøð skal setast saman, sigur Alfred Hummeland at enda. Flakaframleiðsla á Skála Tað er eitt ordans djór av einum aliflaka, sum teir eru í ferð við at seta saman á Skála. Tá hann er liðugur, verður hann umleið 140 metrar til longdar og vigar eini 200 til 250 tons deyðvekt Mynd: Sveinur Tróndarson 8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Nr. 159 - 22. august 2000 Vesturkirkjan 25 ár Bartalsmessudag 24. august í hesi viku, eru 25 ár liðin, síðan Vesturkirkjan varð vígd. Nú sunnudagin 27. august verður dagurin hild- in við eini hátíðarligari gudstænastu, har Tórshavn- ar manskór eisini verður við til at seta sín serliga hátíð- arliga dám á gudstænast- una. 25 ár er ikki nakað langt tíðarskeið í kirkjusøgulig- um høpi. Tó kann sigast, at Vesturkirkjan hevur verið fyri bæði ógvusligum hend- ingum og eisini fyri stórum broytingum í hesi seinastu kvart øldini. Í tiltiknu jólaódnini 22. desember 1988 og í ódnini 14. januar 1989, fór takið so illa, at alt takið mátti skiftast út, eisini takið á torninum. Hetta var stórur og dýrur skaði, sum kortini var tryggingarmál, og nýggja takið varð lagt held- ur øðrvísi á, og er nú nógv sterkari enn fyrra takið var. Millum annað vórðu kop- arreimarnar smalkaðar frá 60 cm. til 42 cm. og festini eru meira, bæði til síðurnar og til endarnar á hvørji plátu. Glasveggurin, ella galv- urin vestureftir, mátti eisini tíverri skiftast út. Hann var ógvuliga vakur, men glas- múrsteinarnir í hesum stóra vindeyga brustu ógvuliga ofta, og at enda kundu teir ikki skaffast meira, og tí mátti alt vindeygað skiftast út. Tíbetur hava eingir trup- ulleikar verið við hesum nýggja vindeyga. Orglið frá Frobenius og Sønner hevði at byrja við 16 stemmur, men er síðani útbygt til 29 stemmur og kann útbyggjast til 36 stemmur. Ljóðveiðurskiftini í kirkj- uni vóru als ikki góð til sang. Tað má sigast at vera harmiligt fyri eina kirkju, tí flestu kirkjufólk í Føroyum munnu vera samd um, at júst sálmasangurin er ein týðandi partur í allari guds- tænastuni, tí har kunnu øll luttaka á sín hátt. Tí varð nógv gjørt, fyri at møta um henda bága. Alt loftið ella tróðurin í kirkjuni var soleiðis gjørt, at eitt glopp uppá 11 m.m. var ímillum hvørt bretti. Hesi gloppini tilsamans gjørdu eitt op út í isolatiónina, ið var 110-115 fermetrar, og har hvarv tann mesti sang- urin. Í 1995 varð alt tjóðurin umvælt og millum 10 og 11 km, av listum vóruð høvl- aðir og lagdir í hesi glopp. Hetta bøtti munandi um ljóðveiðurskiftini. Samstundis sum nýggja p-økið heimanfyri kirkjuna varð gjørt í 1991, varð olju- fýrið flutt úr kirkjukjallar- anum oman í eitt høli, ið er undir trappuni, ið gongur frá p-økinum og niðan til kirkjuna. Soleiðis slapst frá at nýta kirkjutornið til skorstein, ið eisini setti ein keðiligan lit á kopartakið og kirkjan fekk eitt rúm aftrat í kirkjukjallaranum. Eitt hjartamál fyri kirkju- ráðið er enn at loysa og tað er at fríðka enn meira uttan um hesa prýðiligu kirkju. Í mong ár hevur kirkjuráðið borið ynski fram á røttum stað um at breiðka Landa- vegin frá brúnni og niðan í Frælsavegin soleiðis, at tað økið, ið kirkjan eigur vest- anfyri kirkjuna eisini kann fríðkast til ein vakran grøn- an plett. Teir eru ikki ov nógvir í Havnini. Rættará, ið rennur so møk ígjøgnum hetta lendið, er nú vorðin so rein, at hópin av sílum smýgur sær so kvik- liga millum steinarnar. Fyri nøkrum árum síðani kom ein æða so fegin við sínum ungum damlandi oman eftir hesi hugnaligu lítlu á. Har er lagamanni at gera bæði hyl og hólm, ið kundu hýst villdunnum og øðrum fugl- um. Uttan iva høvdu mong verið fegin um at kunna hoykt seg niður á ein bonk í tílíkum friðarumhvørvi, ið kundi verið nevnt ein kirkjupark. Vónandi fer hetta at bera til um ikki so langa tíð. Sjúrður Poulsen Velbastaðvegur 36 ÓLAVUR Í BEITI Eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2000 hevur Kristian Magnussen, løg- tingsmaður, lagt fram vegna Javnaðarflokkin, tí hann metir tørvin verða stóran á at fáa meiri játtan til Húsalánsgrunnin, so hann fær nóg mikið til m.a. bjálvingarstuðulin. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Kritstin Magnussen, at á fíggjar- lógini fyri ár 2000 eru 0,5 mió. kr. avsettar til bjálv- ingarstuðul. Í viðmerking- unum til fíggjarlógina sig- ur landsstýrið, at »játtanin er lækkað tí tørvurin at fáa stuðul til bjálving ikki er tann sami, sum tá skipanin varð sett í gongd«. – Hetta hevur tó víst seg ikki at verða rætt, og ligg- ur Húsalánsgrunnurin tí í løtuni inni við uml. 110 umsóknum, ið hann ikki fær viðgjørt orsakað av tørvandi játtan. Harum- framt metir Húsaláns- grunnurin, at tað fara at Eykajáttan til bjálvingarstuðul Húsalánsgrunnurin hevur í løtuni uml. 110 umsóknir, ið hann ikki fær viðgjørt orsakað av tørvandi játtan, og hevur Kristian Magnussen tí lagt uppskot fram um eykajáttan fyri august koma uml. 40 – 50 um- sóknir afturat í ár, vísur Kristian Magnussen á. Løgtingið bjálvast Og víðari sigur Kristian Magnussen, at miðaljátt- anirnar til bjálvingarstuð- ulslán liggja um 60 – 80 túsund kr., og skulu sostatt einar 10 mió. til, fyri at Húsalánsgrunnurin hevur slætt borð. – Nú Løgtingið verður bjálvað av nýggjum, tyk- ist tað løgið, at samgong- an ikki raðfestir bjálving- ina av húsum hjá pensjón- istum. Ein eykajáttan hevði gjørt trivnaðin og møguleikarnar hjá pensj- ónistum at búð í egnum húsum betri, og sam- stundis hevði játtanin ver- ið eitt íkast til handverks- vinnuna runt um í land- inum. Og mælir Kristian Magnussen til, at 9,5 mió. kr. verða veittar í eyka- játtan til bjálvingarstuðul. Sunnudagin sang kórið í Skagen kirkju. Mikudagin tann 23. august kl. 19:30 fer kórið at hava konsert í Vodskov kirkju Hósdagin tann 24. aug- ust kl. 19:30 konsert í Nibe kirkju og sama dag kl 13:30 syngur kórið í »aktivitetetssentrinum« í Fyensgade, Fríggjadagin 25. august kl. 19:30 konsert í Skal- borg kirkju. Áðrenn farið verður, fer kórið at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju hós- kvøldið 17. august kl. 19:00. Kórleiðari er Frits Johannesen — klaver- fylgisspælið hevur Eyðun Fuglafjarðar gentukór fór á konsert- ferð til Aalborg og Skagen. Kórið fór at vitja ungdómskórið í Skalborg kirkju, sum hevur lagt ferðina til rættis. Fuglafjarðar gentukór á konsertferð á Lakjuni og orgulfylgis- spælið hevur Heðin Kambsdal, men hóskvøl- dið hevur Ragnar Peter- sen orgul fylgisspælið. Við í kórinum eru 34 gentur. Frits Johannesen