týsdagur 22. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 159 - 22. august 2000
Nr. 159 - 22. august 2000
Lesarabræv:
Almennur tíðindaflutningur
við politiskari slagsíðu
Hvønn leygardag sendir Út-
varp Føroya samandrátt av
føroyskum
tíðindum
í
danska útvarpinum, tað er
kærkomin tænasta fyri før-
oyingar
búsitandi
ella
staddir, har danska útvarpið
hoyrist. Men sera hugstoytt
er at ásanna, at hesi tíðindi
onkuntíð tykjast at hava
álvarsliga politiska slag-
síðu.
Í dag var at hoyra frá
Útvarpi Føroya á donsku
rásini, at einki var hent við-
víkjandi fyrireiking til gen-
gransking í Føroyum, og nú
eru vit um at liggja sjóvar-
fallið av okkum, og skyld-
ina fekk Helena Dam á
Neystabø.
Men tann, sum hevur havt
høvi at hoyra Útvarpið hesa
vikuna, veit, at landsstýris-
konan hevur upplýst fyri
Útvarpi Føroya, at fyrireik-
ingararbeiðið er í gongd,
men trupulleikin er, sum
ikki einaferð, at ov lítið av
peningi er tøkur til enda-
málið. Biðið varð um eina
mill. kr., men játtaðar vórðu
bert 400.000 kr. Hesar sera
viðkomandi
upplýsingar
nevndi Útvarpið ikki á
donsku rásini. Lurtarin fekk
at vita, at gengranskingin er
um at gleppa okkum av
hondum, og skyldina fekk
ein ávísur politikari, hóast
Útvarpið sambært teirra
egnu heimatíðindum er
betri vitandi.
Um hetta ikki er almenn-
ur tíðindaflutningur við álv-
arsligari politiskari slag-
síðu, hvat er tað so?
Staddur í Norðsjónum
19.08.2000
Absalon Absalonsen
R. C. Effersøesgøta
Nú er stóra arbeiðið í R. C.
Effersøesgøtu liðugt, og
sigast má, at sera væl er
frágingið. Serstakliga væl
dámar mær gongubreytina
fram við vegnum og annars
tað, sum er gjørt í norðaru
síðu. Vónandi fer broyting-
in, rundkoyringin við um-
leggingum, at roynast væl -
bæði fyri fólk til gongu og
akførini.
Tillukku við verkinum
Tórshavnar kommuna!
Men tann, sum hevur
áhuga fyri kommununi í
sínari heild, má undrast, tí
fleiri spurningar troka seg
fram og biðja um svar.
Tað er avgjørt rætt at
hugsa um ferðslutrygdina,
men var tað neyðugt, at
broyta vegin so fullkomu-
liga, til tess at fólk kunnu
ganga trygg tvørtur um veg-
in? Hví gjørdi kommunan
ikki bara ein gongutunnil
frá bussteðgiplássinum og
inn í SMS-túnið? Tað ber
væl til har og tá vóru tey til
gongu veruliga trygg. Nú
skulu tey framvegis tvørtur
um veg við nógvari bil-
ferðslu og hvør er so batin?
Og ferðsluljós rigga eisini
væl aðrastaðni t.d. á horn-
inum J. Paturssonargøtu og
Fr. Petersensgøtu.
Ber ikki til at seta ferðina
niður á ávísum støðum í
býnum? Vit hava bæði løg-
reglu og ferðslulógir í Før-
oyum, men tað tykist ikki
vera nóg mikið. Vit mugu
eisini hava ymisk sløg av
forðingum, t.d. bungur,
buktir ella rundkoyringa,r
her og har, annars verður
koyrt alt ov skjótt. Er um-
leggingin í R. C. Effersøes-
gøtu ein ásannan av, at
ferðsluskelti og aðrar ávís-
ingar duga ikki og at
ferðslulógin verður ikki tik-
in fyri fult? -XEisini í hesi
nýggju rundkoyringini er
ein løgin óslætti, tá ið tú
kemur niðaneftir og inn í
rundkoyringina. Mátti ikki
verið neyðugt, tí tú hvøkkur
við.
R. C. Effersøesgøta var í
sínari tíð eitt tungt tak hjá
kommununi, men hatta
pettið, sum nú er so nógv
broytt fyri nógvan pening
(2-3 mill.kr.) var so snóra-
beint og væl sýnt, at so stór
broyting mátti ikki verið
neyðug. Skal nú kommunan
fara undir at gera fleiri rund-
koyringar á snórabeinum
vegi til tess at tálma ferðini?
Tá haldi eg, at tit eiga at
hugsa fyrst um vegin frá
Landssjúkrahúsinum og út
til Dr. Dahls gøtu. Tað er
ófatuligt, at einki verður
gjørt við hann. Ofta verða
vegastrekki nevnd deyðs-
fellur til tess at fáa býráðið
at vakna. Hvarvið uttan fyri
Landssjúkrahúsið átti at
staðið ovast ía listanum!
Men hóast so javnan hevur
verið lovað, so hendir kort-
ini einki; ikki tí, talan er ikki
um
nakað
stórarbeiði.
Hvussu raðfestir býráðið
uppgávurnar? Tað skilst á
øllum brøgdum, at við hetta
lag skal Heiðagøta bíða
leingi afturat!
Valla kemur tað illa við
hjá privatu hundrað milli-
óna fyritøkuni SMS (og
Apotekinum, ið verður rikið
eftir handilsligum fortreyt-
um), at kommunan ger sær
so stóran ómak at lætta um
atkomumøguleikarnar og
annars leggur doyðin á at
pynta uttan fyri dyrnar hjá
landsins størsta handli.
Hetta fer neyvan at skerja
umsetningin, men hvussu
við hinum handlunum í
kommununi, har atkomu-
og parkeringsviðurskiftini
eru vánalig? Hvussu fer bý-
ráðið at greiða tann spurn-
ingin, ella eigur kommunan
yvirhøvur at blanda seg?
Hvussu er og ikki, so hev-
ur hetta málið eisini nakað
við kappingarføri at gera.
Fyri fáum árum síðani snúði
alt seg um skeinkiloyvi - í
rúgvuvís; tað skuldi vera so
gott fyri kappingina, og
býurin gjørdist áhugaverdur
og livandi. Er sama hugsan
galdandi fyri handilsvinn-
una í kommununi?
Tað undrar eisini, at ráð
eru til hasar rundkoyringina
so stutt eftir »hungursárini«,
tá ið vit via, at stórmál liggja
á láni, t.d. skúlaviðurskiftini
(høli/stovur) í vestara parti
av kommununi.
Regin av steinum
Viðmerking
Heldur ikki rætt, Torbjørn!
Í viðtalu við Sosialin sigur
Torbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður, at hann á tingi
boðaði frá, at Tónlistaskúl-
in skuldi liggja í Sandoynni
og ikki Lista- og handverks-
skúlin, sum Signar á Brúnni
hevur endurgivið Torbjørn
Jacobsen fyri at hava sagt
undir umrøðuni av løg-
mansrøðuni. Og Torbjørn J.
leggur undirritaða undir at
tvætla og hava misskilt seg.
Til hetta er at siga, at talan
er ikki um nakra misskilj-
ing frá mínari síðu, og fyri
at rudda allar misskiljingar
av vegnum, loyvi eg mær
at endurgeva orðarætt tað,
ið Torbjørn J. bar fram um
nevnda mál á tingið undir
viðgerðini av løgmansrøð-
uni. (Upptøkuna eigur Løg-
tingsskrivstovan).
Orð
hansara vóru hesi:
Handaverk og list er ein
grein, ið lítla ella onga rað-
festing hevur fingið í al-
mennum reci. Tað er týdn-
ingarmikið, at vit menna
føroysk handaverk og før-
oyska list við atliti til um-
hvørvi, tilfeingi og siðaarv
okkara. Ein arbeiðsbólkur
er settur niður at viðgera og
lýsa spurningin um eina
grundútbúgving í handalig-
um og listarligum greinum.
Bólkurin hevur eisini til
endamáls at finna fram til
um ein grundútbúgving á
hesum øki kann samskipast
við seinasta árið í fólka-
skúlanum. Tilmælið verður
ætlandi liðugt í heyst.
Tað man kennast teim
flestu rættiliga sjálvsagt,
havandi alt hitt gávuríka
fólkið í huga, at eitt nám og
hartil hoyrandi umhvørvi
verður skipað á hesum øki.
Verður ein skúli sum hesin
veruleiki, er tað sjálvsagt,
at hann verður lagdur í út-
jaðaran. Tað kundi t.d. verði
í Sandoynni, sum framman-
undan fyri mongum árum
Ongin bani
at koyra á
Tað er ov galið at selja
motorsúkklur til børn á
gongugøtuni, tí í Føroyum
er jú ongin bani at koyra á.
Tróndur Høgnason, 8 ár
Tórshavn
ÓLAVUR Í BEITI
Flemmingi Mikkelsen,
løgtingsmaður, hevur sett
Finnboga Arge, sam-
ferðslumálaráðharra fyri-
spurning, og vil hava at
vita, um tað letur seg gera
at prioritera vegagerðina
Øravík – Hov fremri enn
ásett í løguætlanini? Um
so er, eru tá ætlanir um, at
tilfarið frá eini møguligari
tunnilsgerð (Øravík-Hov)
verður samskipað við
nevndu ætlan um sam-
ferðsluhavn á Tvøroyri?
Er støða tikin til, hvar á
Tvøroyri nýggja sam-
ferðsluhavnin
verður
løgd?
Í viðmerkingunum sig-
ur Flemming Mikkelsen,
at nú Almanna- og heilsu-
skúlan ætlandi skal verða
í Suðri er umráðandi, at
samferðsluviðurskiftini í
oynni verða so góð og
trygg sum gjørligt soleið-
is, at næmingarnir ikki
verða noyddir at búgva á
skúlaøkinum, men kunnu
búðleikast hvar í oynni,
tað skal verða.
JAN MÜLLER
Geir Jøssang er stjóri hjá
Statoil fyri leiting í bretsk-
um, írskum og føroyskum
øki. Hann tók vegna
AMG-bólkinum (Statoil,
Phillips, Veba og Enter-
prise) ímóti loyvinum í
Norðurlandahúsinum.
Hann er væl nøgdur við
úrslitið av runduni, serliga
tá hugsað verður um ta
sera hørðu kappingina.
Tað teir hava fingið liggur
innanfyri tað teir hava
søkt og eisini millum 1.
prioritetirnar. Hann vil
ikki siga, um Statoil ætlar
at bora í næsta ár, men tað
fara teir at avgera innan
fyri nakrar vikur. Statoil-
bólkurin hevur bundið seg
til at bora tveir brunnar.
Um teir taka boriskipið
Vest Navion til Føroya
hava teir ikki tikið støðu
til enn. Tað borar í Grøn-
landi í løtuni. Teir eru eis-
ini nøgdir við 9-ára loyv-
ið, sum teir hava fingið
saman við Anadarko.
Hvat viðvíkur tí før-
oyska innihaldinum so fer
Statoil at halda fram við
at stuðla føroyska útbúgv-
ing og gransking. Teir
hava longu brúkt nógvar
mill. til slíkt endamál. -
Vit vilja vera við til at
menna hetta, sum kann
hava stóran týdning fyri
vinnuna og samfelagið.
Yvir 100 mió. kr.
Flemming Mikkelsen vís-
ur á, at í løguætlanini, sum
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður, saman við
landsstýrinum hevur lagt
til rættis, stendur m.a., at
vegakervið Øravík – Hov,
sum hevur landsmet í
ferðslutrupulleikum, fær
eina løgujáttan upp á
100,8 mió. kr., sum verður
endalig ár 2008, t.v.s. um
8 ár. Viðvíkjandi nýggjari
samferðsluhavn á Tvør-
oyri er gjørd ein íløgu-
játtan upp á 75 mió. kr.,
sum eisini verður endalig
ár 2008.
– Tá tað er greitt, at frá-
boðaði skúlin á Tvøroyri
økir munandi um ferðsl-
una í oynni, og avgerð
Tvøroyrar býráðs viðvíkj-
andi Drelnesi sum olju-
havn kann gerast veruleiki
í nærmastu framtíð, metir
undirritaði, at ætlaðu sam-
ferðsluútbyggingarnar í
Suðuroynni hava skund,
sigur Flemming Mikkel-
sen m.a. í viðmerkingun-
um.
Landsmet í
ferðslu-
trupulleikum
Letur tað seg gera at prioritera vega-
gerðina Øravík – Hov fremri enn
ásett í løguætlanini? vil Flemming
Mikkelsen m.a. hava at vita
Statoil
vil menna
útbúgving
og gransking
síðani legði lunnar undir
slíkan skúla, sum síðani
hvarv, allarhelst av ov lítl-
um almennum áhuga. (citat
endað).
Nú kunnu so lesararnir
avgera, hvør ið hevur mis-
skilt, og hvør hevur tvætlað.
Sjálvur komi eg til ta
løgnu niðurstøðu, at Tor-
bjørn J. hevur misskilt seg
sjálvan.
Signar á Brúnni***
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Fýra ungir menn eru í bíðistøðu
Hóast allir í landsliðshópinum eru afturvaldir, so siga venjararnir seg hava fýra ungar spælarar, sum ongantíð áður
hava verið á landsliðnum, frammarlaga í huganum
Allan Simonsen hevur tikið
avgerð um, at allir teir átjan,
sum vóru innkallaðir til
dystin móti Danmark, skulu
fáa boð til fyrsta HM und-
ankappingardystin. Hann
verður ímóti Slovenia ann-
an sunnudag. Spælt verður
á Svangaskarði, og dysturin
verður kl. 15.00.
Tað hevur ligið á ljóði, at
onkrar útskiftingar fóru at
verða, men t.d. Bartal Elia-
sen og Christian Høgni Jac-
obsen mugu staðfesta, at
landsliðsboðini, sum fleiri
hava roknað við, at teir fóru
at fáa, fara til allar teir átjan,
sum spældu ímoti Dan-
mark.
Trongligt í álopinum
Jógvan Martin Olsen er
hjálparvenjari hjá Allani
Simonsen. Hann eygleiðir
landskappingarydsitrnar og
tosar við venjaran um ein-
støku spælararnar. Hjálpar-
venjarin ásannar, at hesa
ferð vóru fleiri spælarar upp
á tal, sum ikki hava verið á
liðnum áður:
– Umframt Jákup á Borg
og Heðin á Lakjuni, sum
áður hava verið á liðnum,
men sum hava verið eitt
sindur óstøðugir síðstu tíð-
ina, so eru á listanum fýra
aðrir ungir spælarar. Men tá
vit høvdu lagt saman og
drigið frá, komu vit til tað
úrslit, at akkurát nú var tað
mest ráðiligt at velja teir
somu átjan.
Hetta sigur Jógvan Mar-
tin Olsen, og hann hevur
einki ímóti at siga okkum,
hvørjir teir fýra nýggju
spælararnir eru:
– Tað snýr seg um And-
rew av Fløtum, HB, Chris-
tian Høgna Jacobsen, NSÍ,
Súna Olsen, GÍ og Tór-Ing-
ar Akselsen úr FS Vágum.
Teir eru allir tætt at lands-
liðnum. Andrew av Fløtum
hevur verið støðugir alt
kappingarárið,
meðan
Christian Høgni Jacobsen
hevur verið framúr síðstu
tríggjar dystirnar. Um hann
verður á sama støði kom-
andi vikurnar, sum hann
hevur verið síðani summ-
arsteðgin, so verður hann
skjótt í hópinum. Felags fyri
Andrew av Fløtum og
Christian Høgna Jacobsen
er, at teir kappast móti Toda
Jónsson, Una Arge og Kurt
Mørkøre. Uni spældi seg
avgjørt ikki av ímóti Dan-
mark og Kurt Mørkøre hev-
ur ikki enn rættuliga fingið
møguleikan at vísa, hvør
dugur er í honum á lands-
liðnum. Sunnudagin vórðu
vit enn eina ferð mint á, at
hann er sera málsøkin í
norskum fótbólti, sigur Jóg-
van Martin Olsen.
Hjálparvenjarin vísir á, at
tann av omanfyri fýra
nevndu, sum tað nú hevði
verið mest upplagt júst nú
at tikið á liðið, er Tór-Ingar
Akselsen:
Vit kenna hansara dygdir
frá yngru landsliðunum og
sjálvt um tað ikki hevur
gingið nakað serligt hjá FS
Vágum, so hevur Tór-Ingar
oftast verið eyðsýndur. Fyri
hann og okkum var tað
óheppið, at hann hevur ver-
ið skaddur í fjúrtan dagar,
tí tað er á vongplássinum í
høgru, at vit ikki hava verið
so hepnir tær síðstu ferðirn-
ar.
Nær kunnu hesir so rokna
við at fáa landsliðsboð?
– Tað veldst um, hvussu
teir vera fyri komandi vik-
urnar, og um hvussu teir,
sum eru á liðnum, vera fyri.
Okkum hevði dámað best
at fingið ungu menninar so
líðandi inn í hópin. Vit hava
nevnt møguleikan, at fleiri
sleppa við á venjingarleg-
una í Spania, enn tað hava
verið undanfarin ár, men
enn er einki avgjørt hesum
viðvíkjandi.
Kreditturin
Bartal Eliasen tykist ikki
vera so nær úttøku, sum
fleiri hava viljað havt hann
at verið:
– Bartal og Hans Fróði
líkjast heilt nógv í spælistíli.
Hans Fróði er samanspæld-
ur við Óla Johannesen og
Jens Kristian Hansen og tað
er eingin orsøk at broyta
upp á tað. Jóhannes Joensen
og Jan Dam eru eykamenn
hjá øllum miðverjunum og
tí eru teir afturvaldir. Men
eg skal ikki dylja, at vit hava
umhugsað at velja ein
álopsmann í staðin fyri ein
verjuspælara. Tann møgu-
leikin verður kanska meiri
upplagdur, tá móstøðuliðið
verður Luksemburg og ikki
Slovenia, heldur Jógvan
Martin Olsen.
Allan Mørkøre var ikki
nøgdur við sítt avrik ímóti
Danmark og venjararnir
vóru heldur ikki nøgdir:
– Royndirnar skulu ikki
undirmetast. Tað skal meira
enn
ein
hálvvánaligur
landsdystur til hjá einum
spælara, sum hevur spælt 50
landsdystir, áðrenn hann
verður avsettur. Tað sigur
seg sjálvt, at royndirnar eru
týdningarmiklar, men tað
sigur ikki tað sama, sum at
tað ongantíð fer at koma
upp á tal at seta ein royndan
spælara av. Allan Mørkøre
hevur drigist við ein skaða
og vit vóna, at hann verður
betri fyri annan sunnudag,
enn hann hevur verið síðstu
vikurnar.
Átjan manna hópurin sær
soleiðis ú Jákup Mikkelsen,
Herfølge, og Jens Martin
Knudsen, Leiftur, eru mál-
verjar. Útispælararnir eru
Óli Johannesen, AGF, Jens
Kristian Hansen, B36, Hans
Fróði Hansen, Sogndal, Jan
C. Dam, B68, Jóhannes
Joensen, HB, Allan Mørk-
øre, HB, Henning Jarnskor,
GÍ, Øssur Hansen, B68,
Fróði Benjaminsen, B68,
Sámal Joensen, Leiftur,
Julian Johnsson, Sogndal,
John Petersen, Leiftur,
Rógvi Jacobsen, KÍ, Kurt
Mørkøre, Sogndal, Uni
Arge, ÍA og Todi Jónsson,
FCK.
jh
Christian Høgni Jacobsen hevur verið framúr síðstu tríggjar dystirnar. Um hann
verður á sama støði komandi vikurnar, sum hann hevur verið síðani summarsteðgin,
so verður hann skjótt í landsliðshópinum
Allir teir 18, sum vóru innkallaðir til dystin móti Danmark, verða boðsendir til fyrsta HM undankappingardystin