týsdagur 22. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lagt er upp til spennandi endaspurt
Tað er møguleiki fyri, at
avgerðin um, hvør skal
vinna FM, kemur nógv
nærri komandi vikuskifti.
Men tað kann eisini vera, at
tað so at siga verður eldur í
toppinum, tá fjúrtanda um-
farið er farið afturum.
Í trettanda umfarinum
vann HB lættan sigur á
heimavølli móti einum av
botnliðunum. B68 hevði tað
strevið á Sandi, men teir fin-
gu trý stig og megnaðu
harvið tað, sum skal meg-
nast, um hugsningur skal
vera um oddasess.
VB heilkiksaði í Runavík.
Vágbingar høvdu í hesum
umfarinum bara oddasessin
til láns í eina viku. Nú er
HB aftur fremst.
Í Runavík kendist tað eina
løtu sum um VB, ið hevði
havt gott tak á sær sjálvum
og málskjótingini hjá mót-
støðumonnunum í 1. hálv-
leiki, skuldi fullkomuliga
missa takið í 2. hálvleiki.
Teir mistu takið á mótstøðu-
monnunum. Frustratiónir-
nar vóru í 2. hálvleiki sjálv-
andi stórar hjá VB fólki á
og kring vøllin.
Ta eina løtuna gjørdu teir
fleiri fríspørk inni á vøll-
inum, og møguleikin tóktist
nærkast, at Niklas á Líð-
arenda fleiri ferðir skuldi
fara í lumman. Harvið lá í
luftini, at fleiri av vágbing-
unum skuldu gerast leik-
bannaðir næstu ferð. Tí-
betur fyri teir og spenningin
í landskappingini, so komu
ikki fleiri kort. Tað kendist
sum um teir í VB ásannaðu,
at tað var einki at gera í
Runavík. VB hevði tapt, og
so ráddi um at fáa tíðina at
ganga í staðin fyri at royna
at venda óvendandi gongd
og kanska leypa framav.
Sunnudagin fáa vágbin-
gar vitjan av HB. Tað
verður spennandi. Úrslitið
fer at hava stóran týdning
fyri
gongdina
í
landskappingini. Um HB
vinnur í Vági, so styrkja teir
so
nógv
um
sínar
møguleikar at vinna FM, at
tað skulu fleiri umfør at fáa
teir aftur. Hjá vágbingum
verður talan um týdningar-
mesta dystin á árinum. Um
teir vinna, hava teir bein-
anvegin vaskað stórtapið í
Runavík av sær. Um teir
tapa, kann talan gerast um
aldutal.
B68 hongur framvegis í
toppinum. Aftur hesa ferð
gekk long tíð, áðrenn teir
megnaðu at koma framum
og samstundis at halda tætt,
men allir sigrar telja eins
nógv. Fyri toftamenn fer tað
at koma best við, um VB
og HB komandi sunnudag
spæla javnt í Vági. B68 fær
vitjan av KÍ. Klaksvíkingar
plaga at standa seg væl á
Svangaskarði, og tað verður
aftur strevið hjá B68. Men
teir kenna treytirnar. Um
B68 skal hugsa um at halda
seg í nánd av oddasessinum
Lykladystir í toppinum og í botninum eru á skránni komandi vikurnar, sum eisini fara at bera dám av altjóða
uppgávum hjá feløgunum og fyrsta HM undankappingar dystinum
og harvið møguleikanum at
vinna fyrsta FM síðani
1992, so skulu teir hava trý
stig móti KÍ.
Fleiri toppdystir á
skránni
Støðan eftir trettanda um-
farið boðar frá, at tríggir
toppdystir, sum fara at hava
sera stóran týdning fyri,
hvar FM heitið fer at enda,
eru á skránni næstu vikur-
nar. Umframt VB–HB kom-
andi sunnudag er talan um
B68–HB í triðji síðsta um-
farinum, sum verður 17.
september, og so í næstsíð-
sta umfarinum, tá B68 fer
til Vágs.
Umframt toppdystirnar
verða fleiri aðrir spennandi
dystir á skránni, har tað
kann roknast við, at topp-
liðini verða noydd at vísa
alt sítt kynstur fyri ikki at
snáva. Her verður t.d. hug-
sað um, tá B68 um knappar
tríggjar vikur skal til Runa-
víkar at spæla móti NSÍ,
sum hevur sett met við at
spæla seks dystir á rað uttan
at tapa og við at vinna fýra
ferðir á rað.
Fyri oddastríðið verður
tað eisini spennandi, um GÍ,
sum misti sín síðsta møgu-
leika í Klaksvík, megnar at
toga seg upp, tá teir skulu
til Havnar at spæla móti
HB. Vit fáa eisini at síggja,
um B36 við sigrinum í
Sumba hevur vent gongdini
so mikið, at teir kunnu arga
Runavíkingar hava veruliga fingið ferð á síðani summarsteðgin. Sunnudagin var tað
so VB, sum varð spælt niður og norð
HB í næstsíðsta umfarinum.
Dystirnir millum KÍ–B36
og B68–GÍ eru altíð spenn-
andi, so alt í alt kunnu vit
rokna við, at talan verður
um spennandi endaspurt á
hesum kappingarárinum.
Lykladystir í Sørvági
og á Sandi
Tað er ikki so langt síðani,
at NSÍ ikki var so langt frá
botninum. Teir hava tikið
seg við ferð móti toppinum,
og tað er ikki ómøguligt, at
NSÍ fer at røkka fjórða
plássinum og harvið plássi
í Intertoto Cup. Hetta var
málið, sum teir settu sær
undan kappingarárinum.
Sumba, B71 og FS Vágar
tapa hvørja ferð. Alvíkavæl
tykist tað, sum um munurin
millum B71 og liðini om-
anfyri er minni, enn hann
er frá millum hini botnliðini
og fremru liðini. Støðutalv-
an sigur kortini, at sand-
oyingar framvegis eru í nið-
urflytingarvanda.
Lykladystirnir í botnstríð-
num eru innanhýsis upp-
gerðirnar millum tey trý lið-
ini, sum eru nógv aftast.
Tann fyrsta verður á skránni
komandi sunnudag, tá sum-
bingar vitja í Sørvági. Um
tað fer at eydnast hjá vága-
liðnum at vinna, so verður
tað meiri enn torført hjá
sumbingum. 10. september
skulu sumbingar til Sands,
og um teir tapa báðu ferð-
irnar, so verður greitt, at
steðgurin hjá teimum í bestu
deildini er av á hesum sinni.
Men sumbingar hava eisini
møguleika fyri tær báðu
næstu ferðirnar at spæla seg
úr botninum. Avrikið hjá
Sumba á heimavølli móti
B36 var ikki sannførandi,
men á Svangaskarði næst-
síðsta sunnudag vístu teir,
at møguleikin fyri, at teir
kunnu vinna á útivølli móti
hinum botnliðunum er ikki
burtur.
Altjóða uppgávurnar
Næstu vikurnar eru tríggir
altjóða dystir á skránni.
Hóskvøldið verður punk-
tum sett fyri Europa Cup
luttøkuna hjá B36 á hesum
sinni. AB telist millum
oddaliðini í Danmark, og í
árstalsfelagnum mugu teir
vóna, at tað er satt, tá teir í
AB í donskum fjølmiðlum
siga, at teir fara eina hugna-
ferð til Føroya. B36 tapti
næstsíðsta hóskvøld 8–0 í
Gladsaxe.
GÍ hevur áður gjørt ein
stóran vørr í Svøríki. Tað
var tá teir ein fittan part av
tíðini høvdu Trelleborg á
krókinum. Ta ferðina høvdu
teir tapt 1–0 á heimavølli.
Hesa ferð er útgangsstøðan
eitt sindur truplari. Undan-
royndin hjá GÍ í Klaksvík
var einki serlig, og einki
bendir á, at nakað føroyskt
lið verður í næsta Europa
Cup umfarinum.
Annan sunnudag verður
ikki spælt í landskappingini
í 1. deild. Tá verður fyrsti
HM undankappingardyst-
urin á skránni. Slovenia skal
spæla móti Føroyum á
Svangaskarði. Í hesi vikuni
verður føroyska landsliðið
úttikið. Bæði úttøkan og
dysturin verða spennandi,
so fótbóltshugaðu føroying-
arnir nýtast ikki at keða seg.
Tað er nóg mikið at tosa um
og at gera metingar um!
JH
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 159 - 22. august 2000
Nr. 159 - 22. august 2000
JÁKUP MØRK
Næstbesta liðið hjá klaks-
víkingum tykist rættiliga
verða komið fyri seg eftir
summarsteðgin.
Leygardagin vann liði
annan heimadystin á rað,
og aftur hesaferð var tað
ímóti einum liði, sum hel-
dur til í ovaru hálvu av
stigatavluni.
Runavíkingar vóru á
vitjan í Klaksvík, men teir
høvdu tað trupult ímóti
heimaliðnum,
sum
stríddist óføra væl allan
dystin. KÍ hevði mist ein-
ar seks spælarar frá sein-
asta dysti, men á liðnum
vóru framvegis spælarar,
sum kundu gera eitt sin-
dur um seg. Á miðvøll-
inum spældu John Ryan
og Allan Joensen og í á-
lopinum var Tomislav Si-
vic.
Í fyrra hálvleiki kom
einki mál, men tað var
nær við nakrar ferðir. KÍ
hevði fyrst tveir risakjan-
sir. Tomislav Sivic fekk
ein bólt frá baklinjuni,
men úr fríari støðu úr 10
metrum skjeyt hann fram-
við. Karl Marius Poulsen
var leysur, men skotið hjá
honum var barnamatur
hjá Olaf Højgaard at taka
sær av.
Í hinm endanum kom
NSÍ nær einum málið, tá
Bergur Hansen skjeyt eitt
fríspark
til
nærmaru
stong. Í evstu løtu fekk
KÍ-málverjin, Meinhardt
Joensen, sligið bóltin út.
Frálík mál
Í seinna hálvleiki fekk KÍ
hol á, tá John Ryan tók
sakina í egnar hendur.
Hann fekk bóltin einar 25
metrar frá málinum, og
hann gjørdi ikki mætari
enn at drøna bóltin í
málið til 1-0 til KÍ.
Hetta fekk gestirnar at
ressast eitt sindur, men
teir komu ikki longur enn
nær einum málið. Bergur
Hansen royndi nógv í
vinstru
síðu,
og
á
miðvøllinum var Jan
Nónklett sera ágrýtin
bæði aftureftir og fram-
eftir.
Avgerðin í dystinum
fall, tá John Ryan streyk
til baklinjuna í vistru eft-
ir eitt gott KÍ álop. Hann
sendi inn fyri málið og úr
einum 13 metrum tveitti
ídni
miðvallarin,
Johannes Færø, seg fram
og stútaði bóltin upp um
NSÍ-málverjan og í málið
til 2-0.
KÍ hevði eftir hetta tak
á dystinum, og hóast
runavíkingar royndu at
koma fyri seg aftur, so bar
tað ikki til ímóti tryggu
KÍ-verjuni.
KÍ togaði seg upp um-
aftur Royn, og næsta
vikuskiftið verður rættu-
ligur botndystur í Klaks-
vík, tá hvalbingar koma á
vitjan.
KÍ-NSÍ 2-0 (0-0)
1-0: John Ryan
2-0: Johannes Færø
Góð mál góvu
KÍ sigurin
2. deild: KÍ vann annan heima-
dystin á rað ímóti einum liði frá
ovaru hálvu av stigatalvuni
B71-B68 2-3 (2-2)
Toftamenn eru framvegis
við í stríðnum um FM, Eu-
ropa Cup og heiðursmerkir.
Aftur hesa ferð komu teir
av útivølli við øllum stig-
unum, og aftur hesa ferð
stóð nógv á, áðrenn tað var
greitt, at stigaposin var bæði
fullur og tættur.
Sandoyingar løgdu sann-
førandi fyri. Teir eltu gest-
irnar alla staðni og góvu
teimum ikki frið. B68 var
um ein háls. B71 hevði fleiri
møguleikar, og áðrenn gest-
irnir á Sandi høvdu fótað
sær, var heimaliðið fram-
manfyri við tveimum mál-
um. Um teir í B71 høvdu
verið eitt sindur hepnari, og
um teir høvdu havt margi-
nalirnar við sær, so høvdu
teir fyrstu løtuna kanska
havt fingið eitt mál afturat,
og harvið hevði dysturin
ivaleyst verið avgjørdur.
Men toftamenn vóru trei-
skir. Tað var undirhaldandi
at hyggja at. Fimm mál
vórðu skorað á Sandi, har
vóru nógvir málmøguleikar,
góðar málverjubjargingar
og viðhvørt var spælið á
einari góðari leið.
B71 løtan
B68 var tøvandi í 1. hálv-
leiki. Tað er altíð torført at
siga, um tað vóru mótstøðu-
menninir, sum vóru orsøk
til tað, ella um tað bara var
tí, at teir i B68 fótaðu sær
illa. Men tað er ein veru-
leiki, at eftiransingarnar hjá
B68 vóru leysar, teir vóru
lítið sannførandi í nærdyst-
unum, og teir funnu ikki
hvønn annan nóg væl, tá teir
royndu at byggja álop.
B71 menninir vóru á-
gangandi og ágrýtnir. Høgni
Hansen, sum var í alopinum
saman við Michael Jørgen-
sen, arbeiddi nogv, og Krist-
ian Nielsen var sera raskur
ytst í vinstru. At hann
noyddist at fara av vølli-
num, tá tað restaði ein lítil
hálvur tími, kom illa við hjá
teimum á heimaliðnum.
B71 kom á odda beinan-
vegin. Langt innkast varð
longt innfyri málið, og Høg-
ni Hansen stútaði í málið
aftanfyri Magnus Poulsen.
Tá vóru tríggir minuttir
farnir, og eitt korter seinni
lá bólturin aftur í B68 mál-
inum. Hesa ferð var tað
Michael Jørgensen, sum
varð skrásettur sum mál-
skjútti. Hann royndi seg við
skoti um brotsteigarmarkið.
B68 málverjin royndi at sláa
bóltin burtur, men hann rak-
ti ikki á, og góða skotroynd-
in endaði við máli.
B71 hevði onkran annan
møguleika at skora, tá teir
høvdu dystin í sínum valdi,
men Magnus Poulsen vardi
væl fyri.
B68 løtan
Fyri B68, sum hevði Jan C.
Dam á aftasta manni og
spældi við tveimum for-
stopparum, var tað sera
heppið, at teir komu heilt
skjótt afturíaftur, eftir at
B71 tvær ferðir hevði skor-
að. Fyrra B68 málið í 1.
hálvleiki
var
Marcello
meistari fyri. Øssur Hansen
var meistari fyri uppspæli-
num, og Marcello sneiddi
tveir av sær og sendi í netið
úr umleið ellivu metra fjar-
støðu.
Súni Fríði Johannesen,
sum saman við Marcello er
toppskjútti í bestu deildini
– báðir hava teir skorað ell-
ivu mál – javnaði til 2–2.
Hann var fyrstur á innleggi
frá Marlon Jorge úr høgru.
Súni Fríði stútaði, bólturin
tók í ein mótstøðumann á
málstrikuni, men hann kun-
di ikki verja fyri bóltinum,
sum fór í nettakið.
Í 2. hálvleiki hevði B68
broytt upp á liðið. Eyðstein
Skipanes og Bogi Petersen
komu inn á ávikavíst mið-
vøllin og vongverjan (Jan
Petersen fór í miðverjuna),
og royndin við teimum eyd-
naðist væl. B68 verjan gjør-
dist væl tættari.
Tá støðan var 2–2, vóru
sandoyingar illa nøgdir við,
at dómarin ikki bríkslaði
fyri brotssparki til teirra,
ella at hann ikki vísti reyða
kortið, men dómarin helt
ikki við teimum, og so varð
vanigt fríspark dømt.
Marcello var meistari fyri
týdningarmikla sigursmál-
Kanónirnar hjá Marcello og
Súna Fríða vóru bjargingin
B68 hongur uppi í oddastríðnum, men tað var sera strevið hjá toftamonnum
at fáa øll stigini av Sandi
inum, tá tað restaðu níggju
minuttir. Bólturin varð stun-
gin fram til Súna Friða Jo-
hannesen, sum inni í brots-
teiginum valdi at senda upp
á tvørs til púra leysan Mar-
cello.
JH
B71-B68 2-3 (2-2)
1-0: Kristian Nielsen 3
2-0: Michael Jørgensen 19
2-1: Marcello 22
2-2: Súni Fríði Johannesen
34
2-3: Marcello 81
Dómari: Tummas Pauli Ol-
sen (GÍ)
B71:
Valdemar Nowisci – Berg-
leif Sólsker, Jón Brekku,
Bernhard Petersen – Jógvan
Jón Petersen, Kári Nielsen,
Bjørn Thorsteinsson, Eli
Hentze, Kristian Nielsen –
Høgni Hansen, Michael
Jørgensen
B68:
Magnus Poulsen – Marlon
Jorge, Jákup Djurhuus, Jan
C. Dam, Oleif Joensen,
Øssur Jacobsen – Jan Pet-
ersen, Øssur Hansen, Fróði
Benjaminsen – Súni Fríði
Johannesen, Marcello Mar-
cellino
Súni Fríði var aftur ein av skarprættarunum, tá B68 togaði trý stig heiman av Sandi. Saman við álopsfelaganum,
Marcello, er hann nú ovast á máltindinum
Við sigrinum á NSÍ fekk KÍ nakað av luft í
botnstríðnum
Mynd: SJH