Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Nr. 159 - 22. august 2000 STEFAN Í SKORINI Seinastu tveir dystirnar hevur EB/Streymur skot- ið ikki færri enn trettan mál, harav vórðu tey seks skotin í seinna hálvleiki ímóti HB í Gundadali leygardagin. Liðini áttu hvør sín hálvleik, men EB/Streymur gjørdi sær betri dælt av sínari yvir- vág í leiki enn havnar- menn gjørdu. Rutinan ikki nóg mikið Hjá HB vóru tað tvær gamlar rottur, sum gjørdu mest um seg frammanfyri málinum hjá gestunum. Fyrst var tað Gunnar Mohr, sum skeyt fyrsta málið í dystinum leygar- dagin, ið gjørdist ein sonn málveitsla. Jónleif Sól- sker hevur funnið fót- bóltsstivlarnar framaftur, og hann gjørdi tvey tey næstu málini hjá heima- liðnum. Jónleif hevur eins og Gunnar spælt á fyrsta liðnum hjá HB fyri nøk- rum árum síðani, og teir vóru eisini føroyameist- arar saman. Royndirnar hava tó ikki alt at siga í fótbólti, og tær rukku ikki langt, tá EB/Streymur kom út sum eitt ódnar- veður eftir steðgin. 3-0 til HB var tó ikki ein røtt mynd av fyrra hálvleiki, men HB hevði tað neyð- uga hepni. Støðan var sostatt 3-0 til heimaliðið eftir fyrra umfar. Orðini hjá venja- ranum, Bergi Magnussen, hava eftir øllum at døma givið hansara monnum ein hvøkk, tí útiliðið var ikki til at kenna aftur, tá dómarin floytaði dystin í gongd aftur. Tað gingu tó tíggju minuttir áðrenn hol kom á, og so komu málini eitt fyri og annað eftir, uttan at HB verjan kundi steðga útiliðnum. Eyðfinn Joensen fekk tað fyrsta málið hjá EB/Streymi. Hann rak inn frá vinstru og við einum fløtum skoti úti við handaru stong, minkaði hann um munin til 3-1. Enn var langt eftir á mál, men eftir hetta komu málini títt. Átta minuttir seinni var tað longu 3-3. Dómarin døm- di brotsspark til EB/ Streym, og tað setti Knút Vesturtún í netið, og løtu seinni var tað toppskjúttin í 2. deild, Jón Sigurð Gleðisheygg, sum javn- aði. Kaj Joensen legði gest- irnar framum 4-3, og Jón Sigurð fekk tvey afturat, sum tekur hann framum Gunnar Mohr á mál- skjúttaralistanum. Jón Si- gurð hevur nú skotið tíggju mál í hesum kapp- ingarárinum. EB/Streymur stevnir nú beint ímóti 1. deild, men enn er einki avgjørt, og tað verður kanska neyð- ugt at betra um verjuspæl- ið, tí í tveimum teimum seinastu dystunum eru sjey mál farin inn, og tað er ov nógv fyri eitt odda- lið. Næstu ferð skal EB/ Streymur royna seg á heimavølli móti LÍF, sum ikki er serliga væl koyr- andi í løtuni, og har er væntandi at EB/Streymur fær trý stig afturat. HB-EB/Streymur 3-6 (3-0) 1-0: Gunnar Mohr 2-0: Jónleif Sólsker 3-0: Jónleif Sólsker 3-1: Eyðfinn Joensen 3-2: Knút Vesturtún 3-3: Jón Sigurd Gleðis- heygg 3-4: Kaj Joensen 3-5: Jón Sigurd Gleðis- heygg 3-6: Jón Sigurd Gleðis- heygg EB/Streymur tók seg saman 2.deild: Oddaliðið EB/Streymur var aftanfyri við trimum málum, tá dysturin var hálvrunnin, men teir megnaðu at koma afturí aftur og vunnu ikki minni enn 6-3 Leikandi venjarin hjá HB mundi iðra seg eftir tapið móti EB/Streymi leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK B36-Sumba 4-0 (3-0) Tey árini Sumba hevur verið í fremstu fótbóltsdeildini, hevur B36 verið eitt av lið- unum, sum lítlar ella ongar trupulleikar hevur havt av at basa sumbingunum. Hesu ferð kundi tó rok- nast við, at støðan fór at vera nakað øðrvísi. B36 hevur ikki havt tað nakað serligt síðani fyrra dystin móti Sumba, sum samstun- dis var seinasti dystur hjá John Petersen. Sumba hevur tó heldur ikki gjørt tær stóru skrytirnar seinastu umfør- ini, men spælið hevur tó verið á eini leið, so vónirnar høvdu teir í øllum førum. Vónirnar brustu Vónirnar hjá heimamonn- unum lógu tó skjótt í skel- jasori, tí dysturin var ikki meira enn tveir minuttir gamal, tá B36 hevði togað seg tvey mál fram um. Í fyrstu álopsroyndini átti B36 innkast í vinstru. Håkan Lundholm tveitti bóltin inn um sumbiar ver- juna, og næstan av baklin- juni royndi Maciej Mary- niak, seg við einum skoti. Í besta Van Basten stíli sigldi bólturin upp um Eigil Olsen í málinum, áðrenn hann leg- ði seg til rættis í handara síðuneti. Sumba hevði ikki meira enn givið bóltin upp, so var aftur galið. Ein bóltur varð stungin inn um verjuni eftir miðásini, og púra einsa- mallur við málverjanum kundi Jens Kristian Hansen langa bóltin í meskarnar. Hóast tað enn vóru 88 minuttir eftir at leika, so var tað eftir ógvusligu byrjan- ina nærum avgjørt, hvar stigini skuldi fara. Sum- bingar tóktust eisini at hava ásanna, at uppgávan nú var nærum vónleys. Í øllum førum megnaðu teir als ikki at leggja nakað veruligt trýst á B36 liðið, hóast B36 dovnaði heilt nógv, tá trygga leiðslan varð veruleiki. Tað eydnaðist B36 at økja enn meira um munin, áð- renn farið varð til hálvleiks. Jens Kristian Hansen, sum nú aftur var at síggja á mið- vøllinum, fann Maciej Ma- ryniak, og einsamallur við málverjanum kundi pólver- jin økja upp í 3-0. Avgreiðsluspurningur Seinastu trý korterini av dystinum tóktust bæði liðini bert at vera áhugað í at fáa tíðina at ganga. B36 lat so at siga alt spæl- ið frá sær, men hóast sum- bingarnir høvdu bóltin nógv, varð talan ikki um teir stórur málmøguleikarnar. Í løtum megnaðu teir at leggja eitt sindur av trýsti á mótstøðumenninar, men tá hetta varð gjørt, opnaðu teir eisini fyri møguleikum til kontra, og B36 hevði eisini onkran heilt góðan møgu- leika, sum kortini varð mis- nýttur. Móti endanum av dyst- inum varð sigurin staðfest- ur, tá Darius Magdisauskas var hægstur eftir horna- spark, og við høvdinum beindi hann bóltin í netið. Líkt er til, at B36 við lita- vanum hevur fingið eitt van- damikið vápn til deyðbólts- støður. Hetta var í øllum før- um nakað, sum vágamenn í fleiri førum fingu gjørt nýt- slu av, meðan teir høvdu verjuleikaran í hópinum, og einki er at ivast í, at teir í B36 eisini hava lagt hesar dygdir til merkis. Hóma heiðursmerki Við sigrinum fekk B36 aftur meira ferð á stigainn- savnanina, sum annars hev- ur verið nærum fullkomu- liga uppsteðgað. Komandi vikuskifti koma sandoy- ingar á vitjan, og verður tal- an tá aftur um try stig, munnu fleiri av viðhalds- fólkunum aftur fara at tosa um heiðursmerki. Tað telur eisini til fyri- munar fyri havnarmenninar, at teir bert hava ein dyst eftir uttan fyri høvuðsstaðin, meðan fýra av teimum fimm írestandi dystunum verða leiktir í Gundadali. Um teir so megna at gera nýtslu av hesum fyrimuni er ein heilt annar spurningur, sum ikki er svaraður fyrr enn kappingin er liðugt leikt. Nú stendur á Hjá sumbingum er støðan heilt øðrvísi, og undir øllum umstøðum meira hættislig. Komandi vikuskifti skul- du teir ferðast vestur á Vág- oynna, og eftir øllum at døma er hetta ein lykladyst- unum í niðurflytingarstríð- num. Í heimadystinum móti vágamonnum megnaðu sumbingar at toga ein tepran sigur í land, og verður hetta endurtikið, er einki at ivast í, at sumbingar eru nøgdir. Sumba-B36 0-4 (0-3) 0-1: Maciej Maryniak 2. 0-2: Jens Kristian Hansen 3. 0-3: Maciej Maryniak 33. 0-4: Darius Magdisauskas 85. Dómari: Lassin Isaksen Sumba: Eigil Olsen – Trygvi Niel- sen, Dánjal Johan Joensen, Mortan úr Hørg – Nikola Biberdzic, Jan Poulsen, Spasojé Biberdzic, Hans Ja- cob Thomsen, Hallur Dam Joensen, Sasa Tomajek – Nebosja Veljkovic B36: Tróndur Vatnhamar – Da- rius Magdisauskas, Egil Zachariassen, Fróði Cle- mentsen – Jan Guttesen, Mikkjal Thomassen, Jens Kristian Hansen, Håkan Lundholm – Jørgen Meitil- berg, Maciej Maryniak, Magni á Lakjuni Spenningurin hvarv 1. deild: B36 avgjørdi dystin á Krossinum nærum áðrenn hann var byrjaður, og nú eru havnarmenninir aftur farnir at hóma heiðursmerkini Sumbingar ætlaðu so avgjørt ikki, at B36 skuldi fáa tað lætt á Krossinum hesa ferð. Ætlanir teirra vórðu tó skotnar sundur og saman, nærum áðrenn dysturin var byrjaður Mynd: Áki Bertholdsen STEFAN Í SKORINI ÍF varð á síðsta leikdegi í fjør dømt at spæla í næst- bestu deildini í ár, men tað hevur verið torført hjá teimum at víst seg sum ein av veruligu favoritt- unum at endurvinna sætið í 1. deild. ÍF sat á meginpartinum av dystinum, men megn- aði hóast tað ikki at fáa trý stig burturúr. Í fyrra hálvleiki var tað bara eitt lið, sum hevði nakað at bjóða uppá, og tað var ÍF. Hóast stóru leikligu yvir- vágina fingu fuglfirðingar bara eitt mál fyri steðgin. Tað var Eyðálvur Peter- sen, sum legði gestirnar framum 1-0, men mun- urin kundi verið størri. Fyrra part av seinna umfari var tað eisini ÍF, sum sat á dystinum. Bárð- ur á Lakjuni økti um leið- sluna eitt korter inn á seinna hálvleik, men so tók dysturin eina vend. GÍ flutti Símun Petur Just- inussen úr verjuni uppá miðjuna, og tað var ser- liga har, at GÍ hevði havt yvirtakið. Hetta setti na- kað av ferð á GÍ liðið, sum nú flutti spælið long- ur niðan á vøllin. Annars hevði tað mesta av spæl- inum verið niðri á GÍ hálvuni. Per Dalheim var hetjan á GÍ liðnum. Hann skeyt bæði málini hjá heima- liðnum og tryggjaði har- við GÍ eitt stig, sum er týdningarmikið fyri at sleppa undan niðurflyt- ing, ið ikki er so langt burtur. Bæði málini komu við sera stuttum mill- umbili, tá eitt korter var eftir at spæla. Eftir hetta kundi tað farið báðar vegir, og Símun Petur Justinussen hevði eitt skot á træ- verkið, men liðini fingu eitt stig í part, men tað kunnu fuglfirðingar av- gjørt ikki verða nøgdir við, um teir skulu verða við í stríðnum um upp- flyting til bestu deildina. ÍF snávaði sostatt í hesum dystinum, og teir eru við at dragna í stríðnum um uppflyting, tí bæði TB og EB/Streymur vunnu sínar dystir. Í næstu viku skal ÍF hava B36 á vitjan, og eftir avrikinum hjá B36 á Tvøroyri at døma, so eig- ur ÍF at vinna henda dyst- in. Eitt er tó greitt, og tað er at ÍF nú skal hava fulla úrtøku burturúr dystu- num, sum eftir eru, fyri at flyta upp. ÍF-GÍ 2-2 (1-0) 1-0: Eyðálvur Petersen 2-0: Bárður á Lakjuni 2-1: Per Dalheim 2-2: Per Dalheim ÍF snávaði móti endanum 2. deild: Niðurflytararnir hava tru- pulleikar við at fóta sær í stríðnum um uppflytingina, og í dystinum móti grannunum úr Gøtu mistu teir tvey týdningarmikil stig, tá GÍ javnaði móti endanum Hóast teir eitt skifti vóru á oda 2-0, máttu fugl- firðingar taka til takkar við javnleiki móti GÍ KÍ-GÍ 2-1 (1-0) Klaksvíkingar ætla sær at enda omanfyri gøtumenn á stigatalvuni, og eftir heima- sigurin í grannauppgerðini er tað meiri sannlíkt, at tað fer at eydnast hjá KÍ at vinn- a grannastríðið, enn tað er hjá gøtumonnum. Bæði liðini vóru darvaði av, at lyklaspælarar restaðu í góðveðrinum í Klaksvík. Liðformaðurin hjá KÍ, Jan Joensen, var burturstaddur, og hjá GÍ noyddist Poul Ennigarð enn eina ferð at sita uttanfyri við skaða. KÍ og GÍ hava ofta spælt fínar fótbóltsdystir, men sunnudagin livdu avrikini ikki upp til tað, sum tað kann roknast við av tveim- um liðum, sum bera so nógv góð fótbóltsevni í sær. Leikferðin var ofta høg, og tað darvaði. Tað bar við sær, at tað var trupult hjá spælarunum at temja bólt- arnar, og avspælið var ov ofta ov lítið neyvt. Bæði liðini misnýttu stór- ar møguleikar, og báðir málverjarnir sýndu góðar bjargingar. Zoltan í KÍ mál- inum bjargaði tríggjar ferðir heilt væl, og Sunnvard Jo- ensen í GÍ málinum, sum ivaleyst var besti gøtumað- urin hesa ferð, vardi sera væl, tá hann tveitti seg í skotroynd frá Rógva Jacob- sen, sum var leysur í mál- teiginum. Málini KÍ setti seint í fyrra um- farinum hol á. Ove Nysted, sum var einsamallur heilt á toppinum og hevði Rógva Jacobsen eitt vet aftanfyri seg, var púra leysur, tá inn- leggið frá Marek kom inn- fyri, og so sóu Leivur Han- sen og allir hinir gøtumenn- inir, at tað er ein dáragerð at Ove Nysted mitt fyri mál- inum sleppur at brúka høvd- ið. Gøtumenn vóru eitt sind- ur misnøgdir við fyrra málið hjá KÍ. Teir hildu seg eiga innkastið, sum bar innlegg- ið frá Marek við sær. Dóm- arin og linjuverjin vóru ikki samdir við Magna Jarnskor, sum var á veg fram á vøllin. Í 2. hálvleiki økti KÍ skjótt um leiðsluna. Teir høvdu leingi tak á, og sjálvt um bólturin síðstu løtuna var nógv á KÍ hálvuni, og klaksvíkingar høvdu lyndi at taka seg aftur, og GÍ royn- di at leggja trýst á, so var heimasigurin ongantíð hóttur. Heðin á Lakjuni, sum ef- tir leikbannið í Vági var aft- ur á miðvøllinum í vinstru, var meistari fyri uppspæli- num fyri seinna KÍ máli- num. Hann streyk til bak- linjuna í vinstru og legði út frá til Ove Nysted, sum var so mikið leysur, at hann fekk høvi at snara um seg sjálvan, áðrenn hann fyri aðru ferð setti bóltin í netið. Stór frøði í KÍ leguni, har teir síðani 18. juni hava bíð- að eftir kensluni aftur at fáa trý stig. Síðstu løtuna kundi tað verið óneyðuga spennandi. GÍ minkaði um munin, og tað var vorðið sum mál, sum Súni Olsen skoraði. Eftir at hann hegnisliga hevði tamt langa sending, fór hann framvið tveimum, tveir tveittu seg og hoppaðu upp á skotfintuna, og so var lætt at trilla bóltin framvið sak- leysa málverjanum. Gøtu- menn royndu at gera skjótt av, eftir at teir høvdu min- kað um munin, men tá vóru teir ikki serliga nærgang- andi. Vánalig undanroynd Fyri bæði KÍ og GÍ er tað eyðkent, at tey í fyrstu at- løgu ikki hava serliga nógv at spæla um. Gøtumenn royndu undan dystinum at billa sær sjálvum inn, at teir høvdu møguleikan at røkka heiðursmerkjaplássi. Teore- tiski møguleikin er har framvegis, men hann er lítil ella næstan eingin. GÍ ætlaði at brúka dystin sum undanroynd til Europa Cup dystin í Svøríki kom- andi hóskvøld, men hetta miseydnaðist. Eftir at tað hevði hingið hampuligt saman fyrsta korterið vórðu teir óneyvir og spældu við longum og høgum bóltum. Hetta hevur ikki verið eyð- kennið hjá GÍ. Teir spældu við trimum á linju í verjuni. Bartal Eli- asen, sum hevur staðið seg so serliga væl síðstu tíðina, var ein skuggi av sær sjálv- um. Helgi L. Petersen og Súni Olsen spældu aftanfyri Óla Hansen, sum var einsa- mallur á toppinum. Súni Ol- sen var einasti útispælarin Fjáltursstungið spæl í Klaksvík Generalroyndin hjá GÍ var lítið sannførandi, og klaksvíkingar tóktust darv- aðir av, at ferðin ofta var í so høg hjá GÍ, sum rættuliga kundi vera nøgdur við sítt avrik. KÍ stríddi seg til ein kær- komnan sigur, eftir at tað hevði kiksað fleiri ferðir. Endaskráin hjá klaksvíking- um tykist eitt sindur minni torfør enn hjá oddaliðunum, og møguleikin fyri heiðurs- merkjum er framvegis til staðar, men hann er alt ann- að enn stórur. Hesa ferð dúvaði venjarin bara upp á royndar spælarar. Ungu menninir sótu á beinkinum alla tíðina, og í síðsta enda eydnaðist tað veteranunum at basa GÍ. Tað kom væl við. JH KÍ-GÍ 2-1 (1-0) 1-0: Ove Nysted 34 2-0: Ove Nysted 55 2-1: Súni Olsen 87 Dómari: Suni Johansen KÍ Zoltan Kujundric – Harley Bertholdsen, Andrzej Pa- cek, Jan Andreasen, Niclas Niclassen – Arnold Joen- sen, Símn Waag Høgnesen, Marek Wierzbicki, Heðin á Lakjuni – Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni GÍ: Sunnvard Joensen – Jóan Petur Olsen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen – Pól Henn- ing Jacobsen, Magni Jarn- skor, Pauli Jarnskor, Henn- ing Jarnskor – Helgi L. Pe- tersen, Óli Hansen, Súni Ol- sen Føroyameistarar verða teir neyvan aftur í ár, men við sigrinum á GÍ varveitti KÍ um ikki annað vónina um heiðursmerki Mynd: SJH