Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 159 - 22. august 2000 Nr. 159 - 22. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart JÁKUP MØRK HB-FS Vágar 4-1 (4-0) Eftir at HB heldur óvæntað mátti lúta fyri runavíkingum fyri viku síðani, skuldi liðið royna at reisa seg sunnudagin. Uppgávan sá á pappírinum ikki so torfør út, tí alt kappingarárið hava lið- ini verið í hvør sínum enda av stigatalvuni. Umframt at vera veikara liðið á stigatalvuni, máttu vágamenn eisini vera tveir av týdningarmestu leikarum sínum fyri uttan. Ari Tho- massen var leikbannaður eftir reyða kortið móti B36, og í sama dysti noyddist Tór-Ingar Akselsen av vøll- inum við skaða. Eisini HB hevði sítt at dragast við, og millum ann- að mátti miðvøllurin full- komuliga umskipast. Van- ligi stýrimaðurin, Rúni Nol- søe, var leikbannaður, með- an Gigi, sum varð skaddur móti NSÍ, neyvan fær spælt aftur í hesum kappingarár- inum. Hartil fekk Florin Mi- háescu reytt kort móti NSÍ, soleiðis at broytingar eisini skuldu til í verjupartinum. Sást aftur At liðini bæði vóru skerd, sást eisini rættuliga væl aft- ur í spælinum. HB miðvøll- urin fekk ongantíð glið á valiga skjóta spælið, nú Rú- ni ikki kundi virka sum sambindingarlið, og hjá vágamonnum var tað serliga saknurin av Ari, sum tóktist stórur. Tað eydnaðist tó HB rættuliga skjótt at leggja seg á odda við tveimum málum, sum teir báðir ungu fram- herjarnir, Jón Rói og An- drew, syrgdu fyri. Eftir hetta var tað eins og liðini bæði vistu, hvønn veg dysturin bar. HB tóktist nøgt við tvey mála leiðslu- na, og royndirnar at økja um hesa vóru sera fáar. Vágamenn megnaðu so als ikki at skapa nakað, tó at teir høvdu einar tvær royndir, sum við eitt sindur meira hepni kundu givið mál. Hesar íkomu tó í stóran mun av sløsaríi í marker- ingini, men tá leikferðin alla tíðina varð sera lág, hevði hetta so at siga ongar av- leiðingar. Móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tó HB at fáa tvey mál afturat. Tað fyrra av hesum var ein sonn perla, tá Jón Rói úr 18 met- rum høgdi bóltin upp í han- dara málhorn, meðan Allan Mørkøre lítla løtu seinni kundi økja upp í 4-0, tó at hann fekk rættuliga stóra hjálp frá einum vágabeini, sum beindi bóltin upp um málverjan. Sovibóltur Tá sæð verður burtur frá vakra málinum, sum Rim- vydas Bakus skeyt tíðliga í seinna hálvleiki, vóru hesi trý korterini reinur sovi- fótbóltur. Leikferðin var í botni, markeringarnar vóru leysar, men kortini tókturst liðini bæði at hava sera tor- ført við at fáa spælið at han- ga saman. Sendingar oman- fyri 10 metrar raktu sjáldan rætta móttakaran, og yvir- høvur skuldi ein ikki hildið, at talan var um tvey lið úr bestu føroysku deildini. At annað av hesum telist millum biðlarnir til gull- merkini í hesum kapp- ingarárinum tóktist heldur ikki sannlíkt. Spælið sunnu- dagin var í øllum førum ikki nakað meistaraspæl, men hinvegin er einki at ivast í, at hugburðurin hjá leikaru- num verður nakað øðrvísi, tá teir komandi vikuskifti skulu til Vágs. Ivaleyst fer tað eisini at muna væl hjá teimum, at Rúni Nolsøe tá aftur er tøk- ur. Dysturin móti FS Vágum sýndu í øllum førum týð- uliga, hvussu stóran týdning hann hevur fyri HB liðið. Er týdningurin av Rúna stórur, so hevur Allan Mørkøre enn ikki prógvað, at hann er tann styrkurin fyri liðið, sum áskoðararnir høv- du væntað og vónað. Møgu- liga er tað knæskaðin og harav væntandi venjing, sum fer um seg, men um so er, munnu bestu ráðini vera at frítaka leikarin, til hann aftur er 100% til reiðar. Seinastu dystirnar hevur spæl hansara langt ífrá verið Linligt í Gundadali 1. deild: HB vann seg upp aftur á fremsta plássið í deildini, men spælið á vøllinum gav ongar ábendingar um, at tal- an var um ein komandi føroyameistara í tí støði, sum hann áður hevur verið á, men allar helst er tað bert ein spur- ningur um tíð, áðrenn gom- lu dygdir hansara aftur koma til sjóndar. So er bert hjá HB viðhaldsfólkunum at vóna, at hetta verður í nóg góðari tíð til at tryggja meistaraheitið. Verður trupult Vágamenn hava alt árið havt tað sera trupult, og ein- ki bendir á, at uppgáva teirra verður lættari tey fimm um- førini, sum enn eru eftir at spæla. Vanligi liðskiparin, Ari Thomassen, verður tøkur aftur til bopnuppgerðina móti Sumba komandi viku- skifti, og einki er at taka seg aftur í, at saknurin í honum var stórur. Eitt lið er tó samansett av 11 leikarum, og fyri FS Vágar er tað av alstórum týdningi, at leik- ararnir ásanna hesa sann- roynd. Skulu teir bjarga lívinum í bestu deildini, skal hug- burður teirra broytast heilt nógv. Stríðsviljin eigur at vera fremsta vápni í stríði teirra, men seinastu tvey umførini hevur hesin als ikki verið til staðar. Verður ikki øðrvísi statt í so máta komandi vikurnar, fær FS Vágar sera trupult við at tryggja sær rætt til framhaldandi luttøku í 1. deild. HB-FS Vágar 4-1 (4-0) 1-0: Jón Rói Jacoobsen 2-0: Andrew av Fløtum 3-0: Jón Rói Jacobsen 4-0: Allan Mørkøre 4-1: Rimvydas Bakus Dómari: Petur Hansen HB: Bárður Johannesen – Jó- hannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Jo- ensen – Allan Mørkøre, Ingi Rasmussen, Hallur Daniel- sen, Rói Árting – Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløt- um FS Vágar: Remigius Mikocionis – Poul Kjartan Thomsen, Zil- vanius Zudis, Eyðfinn Fjals- bak, Rimvydas Bakus – Sonni Johansen, Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Kim Poulsen – John Johan- sen, Birgir Joensen Leikferðin var lág, og yvirhøvur skuldi ein ikki hildið, at ein møguligur komandi føroyameistari var á vøllinum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Higartil hevur Allan Mørkøre ikki verið tann styrkur, sum HB viðhaldsfókini høvdu roknað við og vóna Mynd: Álvur Haraldsen Móttøka Í sambandi við, at vit hava flutt høvuðsskrivstovuna og vinnulívsdeildina í nýggja bygning okkara Yviri við Strond 2, bjóða vit til móttøku hósdagin 24/8 frá kl. 15.00 til 18.00. nýtt telefon nr. 348 000 STEPHANSSONS HÚS TLF. 31 42 91 NSÍ-VB 4-0 (0-0) VB gav í Runavík ongar á- bendingar um, at teir vóru oddalið, og at teir ætlaðu sær at vinna og harvið at styrkja um møguleikan at vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Leygardagin nevndu vit vandan fyri, at teir í NSÌ fóru at kennast mettir, tí teir ikki høvdu tapt fimm ferðir á rað. Einki sást til mettuna. NSÍ menninir vóru í staðin heilt svangar. Allir runnu fyri ein, og ein rann fyri allar. Eftiransingarnar hjá teimum vóru góðar, teir vór- u sterkari í luftini, og teir taklaðu sannførandi. At teir alla tíðina megnaðu at leggja trýst á mótstøðu- menninar gjørdi, at VB ong- antíð fekk høvi at vísa á- lopsligar dygdir. Álopsspælinum hjá NSÍ bilti einki. Ofta hevur tað kenst sum 4–4–2 spælskip- anin hjá teimum hevur verið stív og ov løtt at lesa av. Tað var hon avgjørt ikki hesa ferð. Ian Højgaard var sera kreativur á framrættaða miðvallarplássinum, og aft- anfyri hann megnaði Abra- ham Løkin at halda upp á bóltin, tá tað var neyðugt at bíða eitt vet. Í høgra borði var Gert Langgaard so góð- ur við bóltinum, sum hann altíð hevur verið, og hann gjørdist uppaftur meiri vandamikil, tá miðvallarar- nir høvdu eyga at spæla hann júst í røttu løtuni. Í vinstra borði ffekst nytta burturúr skjótleikanum hjá Jónsteini Petersen, sum út- strálaði nógv størri sjálvs- álit, enn hann gjørdi undan summarsteðginum. Í 1. hálvleiki kom einki mál, men NSÍ hevði bóltin nógv, og tað var júst Jón- stein Petersen, sum hevði bestu royndina úr fimtan metrum í vinstru, men bólt- urin smeyg sær dygst utt- anfyri handara stólpan hjá Bjarna Johansen, sum var besti vágbingurin í Runa- vík. Álitisfullir Hóast einki mál kom í 1. hálvleiki, so var talan um gott undirhald. Intensitet- urin var stórur, nærdystirnir nógvir, og hóast tað nógva gekk fyri seg á VB hálvuni, so lúrdi møguleikin fyri, at okkurt snarálop hjá VB skuldi bera møguleika við sær. Tað eydnaðist ongantíð VB at fáa mál. Seint í 1. hálvleiki bar skjótt uppspæl í vinstru, har Robert og Jón Pauli Olsen vóru akritektar, størsta møguleikan við sær. Men Palli Augustinussen var akkurát ov seinur at stýr- a flata innlegginum inn um Rúna Joensen. Verjuparturin hjá NSÍ kendist tryggur. At Djóni N. Joensen er fluttur av mið- vøllinum og longri aftur á vøllin er funnin fressur. Arnfinn Langgaard er sterkur við høvdinum og góður íblásari hjá hinum, Kári Hansen hevur verið tryggur í høgra borði, og Sjúrður Jacobsen er í vinstra borði tryggur í bæði verju- partinum og álopspartinum samstundis sum hann altíð er ein skothóttan. At liðavrikið bar fýra mál og harvið stórsigurin við NSÍ setti oddaliðið so rudduliga upp á pláss B hevði einki at siga í Runavík, har væl upplagda heimaliðið var betri í øllum lutum sær, høvdu álopsmenninir sín stóra lut í. Dánial Han- sen hevur góða bóltfatan, og tá hann við handara stólpan vann nærdyst við Bjarna Jo- hansen og stútaði diagonal- bólt frá Abrhami Løkin í málið hevði avgerandi týd- ning fyri dystargongdina í øllum regninum. Tannleyst oddalið Bara ein lítil løta var farin,, og hjá VB kom hetta ómet- aliga illa við. Í staðin fyri at hava nógv fólk aftarlaga á vøllinum og sinnliga lúra eftir kontra møguleikanum, noyddust teir at flyta fólkið longri fram. At tapa við ein- um ella tveimum málum kundi gera tað sama. VB fekk snøgt sagt einki burt- urúr, og spælararnir vórðu alt meiri strongdir. Robert royndi onkuntíð, tá Bjarni Johansen sendi langar bólt- ar fram, men einki fekst burturúr. Popczynski og Milan Ku- lic vóru púra litleysir, og tá Jón Pauli Olsen og Tórður Holm eisini vóru anonymir, sigur tað seg sjálvt, at tað bara kundi ganga skeiva vegin hjá oddaliðnum. NSÍ skoraði trý mál aft- urat. Tað var eitt, men nakað annað var tað, at málini vórðu skorað soleiðis, at tað kendist eyðmýkjandi fyri oddaliðið. Og tað vil aftur siga, at sjálvsálitið hjá teim- um fekk eitt orduligt skot fyri bógvin. VB verjan steðgaði upp og vildi hava rangstøðu, bæði tá Sjúrður Jacobsen var púra blankur í málteig- inum eftir diagonalbólt úr vinstru og skoraði til 2–0, og tá uppspæl í vinstru end- aði við innleggi til Christian Høgna Jacobsen, sum var púra blankur. Tá vóru ávik- avíst 56 og 81 minuttir far- nir. Fýra minuttir restaðu, tá NSÍ eyðmýkingin av oddaliðnum tóktist fullkom- in. Tórður Holm royndi í vinstru at sneiða framvið Gert Langgaard, men NSÍ miðvallarin fekk bóltin av VB manninum, tá hann kom móti baklinjuni trillaði hann bóltin innfyri, og so kundi innskifti Sonni L. Pe- tersen staðfesta rimmar NSÍ sigurin, sum var tann fjórði á rað. VB skal inntil komandi sunnudag slikka djúpu sár- ini. Um tað fer at hjálpa fæst at síggja, tá teir sunnudagin fáa vitjan av HB! JH NSÍ-VB 4-0 (0-0) 1-0: Dánial Hansen 48 2-0: Sjúrður Jacobsen 55 3-0: Christian Høgni Jacob- sen 82 4-0: Sonni L. Petersen 83 NSÍ: Rúni Joensen – Kári Han- sen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Abraham Løkin, Ian Høj- gaard, Jónstein Petersen – Christian Høgni Jacobsen, Dánial Hansen VB: Bjarni Johansen – Palli Au- gustinussen, Jón Gærdbo, Eyðun Jacobsen, Magni Ja- cobsen, Jón Pauli Olsen – Tórður Holm, Milan Kulic – Krzysztof Popczynski, Ro bert Cieslewicz