Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 FÓTBÓLTUR2005 Eftir tr‡ ár sum sátt- málaleikari í Arsenal er Ingi Højsted nú aftur í B36. Men hóast hetta kann tykjast sum eitt stig skeiva vegin, so gle›ir ungi leikarin seg til aftur at spæla dystir B36 Jákup Mørk Ta› var dreingjadreymurin yvir øllum, sum rann út, tá Ingi Høj- sted á vári 2001 skriva›i sátt- mála vi› enska Arsenal. Ein dreymur, sum ikki bara kollvelti lívi› hjá Inga sjálvum, men sum í nógvar mátar eisini gav før- oyskum fótbólti eitt spark rætta vegin, nú føroyskir leikar- ar kundu vinna fram til sjálvt tey mætastu feløgini. Venjingarstøðan ov vánalig F‡ra ár seinni er stø›an tó nak- a› ø›rvísi. Hóast sáttmálin í Arsenal var› longdur einafer›, so vi›førdi eitt hav av ska›um at enda, at Ingi var› loystur úr sáttmálanum, og í ár er hann so aftur at síggja hjá barn- dómsfelagnum, B36. - Sjálvandi er talan um aftur- stig, men út frá givnu fortreyt- unum, so haldi eg ikki, at eg kundi handla stórt ø›rvísi. Seinastu tvey árini í Arsenal var eg skaddur helmingin av tí›ini, og tá er sjálvandi trupult at betra seg. Ta› var so heldur ikki naka›, sum tey í felagnum vóru so fegin um, og tí var ta› mest sum náttúrligt, at eg ikki helt fram í felagnum. - Eftir at ver›a loystur frá Arsenal, royndi eg at fáa sátt- mála a›rasta›ni. Eitt nú var møguleikin stórur, tá eg var hjá Glasgow Rangers, men at enda spurdist einki burturúr. Seinni var eg til venjingar hjá Brøndby og Nottingham Forest, men at enda ásanna›i eg, at nú ráddi fyrst og fremst um at koma í venjing. Serstakliga eftir uppi- haldi› í Forest merkti eg, at venjingarstø›an ikki var nóg gó›. Tí valdi eg fyri eina tí› at leggja yrkisdreymin á hillina, men sleptur er hann á ongan hátt. Enn eri eg bara 19 ár, so møguleikin eigur avgjørt at vera til sta›ar, sta›festir ungi leikarin. Hóast talan er um vaksna- mannafótbólt í Føroyum, so er Ingi passaliga erligur til at siga, at talan er um lægri stø›i enn ta›, sum hann var vanur vi› í Arsenal. - Eg skal avgjørt ikki siga, at stø›i› er lágt. Her eru nógvir gó›ir leikarar, og yvir høvur haldi eg, at stø›i› er rímiliga høgt. Men leikfer›in er ikki heilt tann sama, sum eg havi vant meg vi› seinnu árini – tá eg annars fekk spælt. Vil hava gullið Tá talan aftur gjørdist um heimligan fótbólt, so er Ingi skjótur at sta›festa, at ta› sum so bara var B36, sum kom upp á tal. - Sjálvandi kundi stø›an ver- i› ein onnur, um okkurt felag kom vi› einum ófatuliga gó›- um tilbo›i, men ta› er so ikki naka›, sum eg havi hugsa› um. B36 er jú barndómsfelagi› hjá mær, so eg iva›ist ongan- tí›, um ta› er ta›, sum tú meinar vi›. Og spurdur um vónirnar fyri komandi kappingarár heldur Ingi, at tær síggja heilt gó›ar út. - Sjálvandi er mín kunnleiki til føroysku kappingina ikki heilt í toppi. Men skal eg meta eftir venjingardystunum, sum vit hava leikt, og nú eisini klaks- víkskappingini, so ivist eg ikki í, at vit skulu sikta høgt. Eg haldi í øllum førum, at vit hava veri› betra li›i› í stórt sæ› øllum teimum dystum, sum vit hava leikt. Kanska restar eitt líti› sindur í í álopspartinum, men har hava vit nú eisini fingi› styrk, og so er at vóna, at Óbi er ma›urin, sum kann loysa tann partin. Í øllum førum haldi eg, at ta› sær spennandi út, og sjálvur gle›i eg meg eisini, nú landskappingin stendur fyri framman. Men hóast hetta, so vil Ingi ikki siga, hvørt hann sjálvur ver›ur partur av li›num alt ári› á tamb. Summarste›gurin er jú tí›in, tá útlendsk feløg plaga at handla vi› leikarum, so ta› kundi hent seg, at Ingi Højsted tá ikki longur er partur av li›num hjá B36. - Ta› veit eg ikki. Eg havi so skriva› undir sáttmála fyri alt ári›, men sjálvandi kunnu n‡ggir møguleikar stinga seg upp. Fyri fyrst er ta› tó B36 og landskappingin, sum ta› sn‡r seg um. Og eitt gott arbei›i her er fortreytin, fyri at naka› ví›ari skal henda, sigur jar›bundni leikarin at enda. Hóast hann ásannar, at talan er um afturstig, nú hann aftur er í Føroyum, so ivast Ingi Højsted onga løtu, tá hann ver›ur spurdur, hvørt dreymurin framvegis er ein yrkistilvera hjá útlendskum felag Metingin Aftur í ár hevur leikaraskiftið verið hampuliga stórt í B36, men samanlagt tykist hópurin á ongan hátt viknaður. Miðvøllurin tykist vera tann sterkasti í landinum, og fæst álopsparturin eisini at rigga, er einki at ivast í, at B36 er eitt av heitastu boðunum til gullið. Yrkisdreymurin livir enn Yngsti venjarin Sigríður Clementsen er yngsti venjarin í bestu deildini í ár. Hann er føddur 27. januar í 1973, og er sostatt 32 ára gamal.